Lat aftur
Tema
Burðardygg orkuráð
Burðardygg orkuráð Burðardygg orkuráð
Burðardygg orkuráð

Ivast tú í, hvørja hitaskipan tú skalt velja? Ella vilt tú vita, hvussu vit kunnu skipa okkara samfelag so burðardygt sum gjørligt?

Her kanst tú leita tær orkuráð, kunna teg um ymisku orkuloysnirnar og lesa um yvirskipaðu hitaætlanirnar, ið eru í umbúna í Tórshavnar kommunu.

Burðardygg orkuráð

Hvussu hita vit okkara hús skynsamt og skilabest? Hvussu kunnu vit íverkseta burðardyggar hitaloysnir, sum eru góðar fyri býlingin, bygdina og framtíðina? Á hesari síðuni kanst tú leita tær orkuráð til tíni hús og samstundis kunna teg um ymisku orkuloysnirnar og hitaætlanirnar, ið eru í umbúna í Tórshavnar kommunu og føroyska samfelagnum.

Orkuráð til øll

Í november 2022 skipaði Tórshavnar kommuna fyri orkuráðstevnuni Ósvart, ið hevði til endamáls at savna nýggjastu servitanina og ráðini um hitaskipanir, orkusparingar, orkukeldur, orkuframleiðslu og orkuplanlegging á einum stað. Ráðstevnan skuldi í sama viðfangi gera nýggju ráðini alment atkomilig, soleiðis at vit sum borgarar, vinnulív og myndugleikar hava eitt dagført grundarlag at taka okkara avgerðir á.

Aftanfyri ráðstevnuna lá eitt ynski hjá Tórshavnar kommunu um eina felags burðardygga samfelagsmenning, tí avbjóðingarnar við veðurlagnum og umhvørvi okkara er ein felags uppgáva: saman mugu vit førka okkum longri, skjótari og so skilagott sum gjørligt fram á grønu leiðini, sum kommunan setti út í kortið við Grøna Skjali í 2009, umhvørvispolitikkinum Grøna Leiðin í 2016 og við Orkupolitikkinum í 2021.

Á hesari síðuni finnur tú fyrilestrar, orkuráð og metingar frá føroyskum og útlendskum serfrøðingunum, ið hittust á ráðstevnuni 3. og 4. november 2022 fyri at greiða frá sínum royndum og skifta orð um fakta, møguleikar og avbjóðingar í orkuhøpi.

Fyrilestrarnir og stroymingarnar eru skift á fýra høvuðsevni:

  • Hvørja hitaloysn velji eg?
  • Hvussu byggi eg skilabest?
  • Hitaplanlegging og býarskipan
  • Hitakeldur og hitaframleiðsla

Sostatt røkka flokkingarnar líka frá ítøkiligu vandamálunum hjá einstaka húsaeigaranum, ið skal velja sær eina hitaskipan ella ein orkusparandi byggihátt, til tær yvirskipaðu samfelagsuppgávurnar, ið snúgva seg um býarskipan, heildarhugsan og gransking.

Vilt tú síggja, hvussu skráin sá út á sjálvari orkuráðstevnuni, sært tú hana á síðu okkara um orkuráðstevnuna. Fylg slóðini niðanfyri.

Niðast á hesari síðuni finnur tú umhvørvis- og orkupolitisku skjølini, sum seta karmin fyri, hvussu vit saman bera á mál við at skifta til burðardyggar orkuvegir.

Ósvart – orkuráðstevna fyri øll

Grøna skjalið - Lokal Agenda 21

Í 2009 samtykti Tórshavnar býráð Grøna skjalið, sum var partur av Lokal Agenda 21

Heitið Lokal Agenda 21 sipar til Agenda 21, ið er ein altjóða ætlan fyri burðardygga menning í 21. øld, sum ST samtykti í 1992

Tórshavnar kommuna hevur harvið bundið seg til at taka umhvørvið við í øllum sínum virksemi

Við støði í Grøna skjalinum arbeiðir kommunan støðugt við burðardyggari samfelagsmenning, sum skal tryggja lívsgrundarlag- og góðsku fyri núlivandi og komandi ættarliði

Grøna skjalið - Lokal Agenda 21

Hvørja hitaloysn velji eg?
Tað, tú eigur at vita um hitapumpur - dygdir og avmarkingar | Petur Egholm, maskinmeistari og køliserfrøðingur

Petur Egholm hevur drúgvar royndir við køling. Seinastu 20 árini hevur hann arbeitt á landi við øllum køliskipanum og hevur nomið sær skeið og undirvísingarroyndir innan køling. Í sínum fyrilestri greiðir hann frá, hvussu hitapumpur virka og vísur á dygdir og avbjóðingar.

Stroyming:

FRAMLØGUTILFAR: Tað, tú eigur at vita um hitapumpur

Grannahiti - felags jarðhitaskipan í grannalagnum | Vilhjálmur Nielsen, p.hd., granskari á Danmarks Tekniske Universitet

Vilhjálmur Nielsen er orkuplanleggjari og hevur 20 ár av royndum við verkætlanum, sum fáast við ymsar tættir innan burðardyggar orkuskipanir. Við støði í jarðhitanum tekur Vilhjálmur upp avbjóðingina at lýsa evnið »felags hitaskipanir« – tað vil siga nærhitaskipanir, sum fleiri hús eru saman um.

Stroyming:

Sjóhiti - væl vald tøkni til felagsskapin | Petur Egholm, maskinmeistari og køliserfrøðingur

Petur Egholm hevur drúgvar royndir við køling. Seinastu 20 árini hevur hann arbeitt á landi við øllum køliskipanum og hevur nomið sær skeið og undirvísingarroyndir innan køling. Í hesum fyrilestrinum greiðir hann frá sjóhitanum sum orkuveg, serliga um møguleikarnar fyri felagsloysnum við sjóhita.

FRAMLØGUTILFAR: Sjóhiti - væl vald tøkni til felagsskapin

Hvussu byggi eg skilabest?
Hvussu sparir tú orku í tínum húsum? | Bogi Jacobsen, tekniskur stjóri, Tórshavnar kommuna

Bogi Jacobsen er sivilverkfrøðingur og hevur starvast sum tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu síðan 2020. Hann kom úr einum starvi sum tekniskur leiðari hjá Bústøðum. Í fyrilestri hansara kanst tú læra um, hvussu tú kanst spara orku í húsum, bæði tá talan er um gerandisnýtslu og um bygging og umbygging.

STROYMING:

FRAMLØGUTILFAR: Hvussu sparir tú orku í tínum húsum?

Minni hús - nóg rúmsátt | Eyðun Eliasen, arkitektur

Eyðun Eliasen er stjóri í arkitektafyritøkuni EYA og er altíð til reiðar at taka upp spurningin: hvussu nógv pláss er nóg nógv? Fyrilestur hansara snýr seg um, hvussu vit kunnu skipa og tekna bústaðir, har nóg rúmsátt er til eitt gott lív við avmarkaðum, men nøktandi vavi.

STROYMING:

FRAMLØGUTILFAR: Minni hús - nóg rúmsátt

Oljuupphiting fæst burtur við byggikunngerð | Ragnar K. Mouritsen, sivilverkfrøðingur, RAM Sp/f

Ragnar K. Mouritzen er sivilverkfrøðingur og hevur sína egnu ráðgevingarfyritøku. Sambært honum kunnu vit sleppa undan at upphita bygningar við olju, um vit nýta orkukarmin í føroysku Bygningskunngerðini BK17. Her kanst tú sostatt læra um orkusparingar og sambandið millum orkusparingar og bygningskunngerðina.

STROYMING:

FRAMLØGUTILFAR: Oljuupphiting fæst burtur bið byggikunngerðini

Eitt boð uppá grønastu húsaloysnina | Magnus Thomsen, entreprenørur

Magnus Thomsen er orkuáhugaður entreprenørur í byggivinnuni við serligum áhuga fyri, hvussu vit kunnu minka um hitatørvin, sleppa undan fukttrupulleikum og velja bestu hitakeldurnar fyri at fáa ein orkuvinarligan og komfortablan bygning. Í fyrilestri hansara kanst tú lesa um, hvørjar royndir og eygleiðingar hann hevur gjørt sær, og hvør húsaloysn eftir hansara tykki er skilabest.

STROYMING:

Framløgutilfar: Eitt boð uppá grønastu húsaloysnina

Innbygda koltvíiltan í byggitilfari | Vilhjálmur Jakobsen, verkfrøðingur, Tórshavnar kommuna

Vilhjálmur Jakobsen er MSc í burðardyggari býarmenning og starvast sum ráðgevi í Tórshavnar kommunu. Hann er strategiskur planleggingarverkfrøðingur við servitan innan burðardygga bygging og ringbúskap. Í framløgu sínari varpar hann ljós á innbygdu koltvíiltina í byggitilfari og tískil neyðugleikan av heildarhugsan í strembanini eftir burðardyggum loysnum.

STROYMING:

FRAMLØGUTILFAR: Innbygda koltvíiltan í byggitilfari

Hitaplanlegging og býarskipan
Hitaatlas fyri Tórshavnar kommunu | Pætur Jakobsen, stjóri í SMJ

Í 2021 varð Pætur Jakobsen kosin »ársins ungi verkfrøðingur« av Foreningen for Rådgivende Ingeniører. Sama ár byrjaði hann sum stjóri í SMJ. í framløgu sínari leggur Pætur fram arbeiðið við hitaatlasinum, sum SMJ ger fyri Tórshavnar kommunu. Atlasið er eitt boð uppá, hvørjir upphitingarhættir hóska best til hvønn býling sær.

STROYMING:

FRAMLØGUTILFAR: Hitaatlas fyri Tórshavnar kommunu

Hitaatlas fyri Tórshavnar kommunu - býling fyri býling | Súsanna Poulsen, SMJ

Súsanna Poulsen er útbúgvin verkfrøðingur í evnafrøði og biotøkni. Síðan hon byrjaði at starvast hjá SMJ, hevur hon verið partur av fleiri orkuverkætlanum og hevur eisini arbeitt við burðardygd og CO2-roknskapum í ymiskum verkætlanum. Í framløgu sínari greiðir hon frá hitaatlasinum, sum SMJ ger fyri Tórshavnar kommunu.

STROYMING:

FRAMLØGUTILFAR: Hitaatlas fyri Tórshavnar kommunu - býling fyri býling

Orkusparandi býarskipan | Birita Wardum, býararkitektur, Tórshavnar kommuna

Birita Wardum hevur verið býararkitektur í Tórshavnar kommunu síðan 2015. Framløga hennara snýr seg um býarplanlegging í orku- og umhvørvishøpi.

STROYMING:

FRAMLØGUTILFAR: Orkusparandi býarskipan

Royndir frá »Varmeplan Danmark 2021« - hvørjar loysnir kunnu nýtast í Føroyum? | Steffen Nielsen, p.hd, lektari í orkuplanlegging, Aalborg universitet

Steffen Nielsen er lektari í orkuplanlegging og arbeiðir mest við landafrøðiligari kortlegging og greiningum av orkuskipanum. Hann hevur meir enn 10 ár av royndum við strategiskari menning av hitaætlanum í donskum og altjóða granskingarverkætlanum.

Í fyrilestri sínum tekur Steffen støði í »Varmeplan 21«, sum er hitaætlanin fyri Danmark, og hyggur at, hvørji tilmæli kunnu nýtast í Føroyum.

STROYMING:

FRAMLØGUTILFAR: Royndir frá »Varmeplan Danmark 2021« - hvørjar loysnir kunnu nýtast í Føroyum?

Hitakeldur og hitaframleiðsla
Framleiðsla av grønum brennievni | Bogi Bech Jensen, professari og stjóri fyri talgilding og tøkni í orkufyritøkuni Ørsted

Bogi Bech Jensen er professari í orkuverkfrøði og leiðir deildina fyri bioorku hjá donsku orkufyritøkuni Ørsted. Hann greiðir frá arbeiðinum hjá fyritøkuni at framleiða grønt brennievni.

STROYMING:

Hvussu verður føroysk elorka grøn í 2030? | Helma Maria Tróndheim, p.hd, SEV

Helma Maria Tróndheim starvast hjá SEV, har hon eisini var í granskingarstarvi, tá hon skrivaði ph.d.-ritgerð sína um, hvussu vit í Føroyum kunnu tryggja eina støðuga elveiting, hóast stórur partur av orkukeldunum er óstøðug orka.

Hon arbeiðir framvegis við hesum evni, sum hon greiðir frá í sínum fyrilestri.

STROYMING:

FRAMLØGUTILFAR: Hvussu verður føroysk elorka grøn í 2030?

Grønur og og veitingartryggur fjarhiti til býarbústaðir | Jesper Koch, greiningarstjóri, Dansk Fjernvarme

Jesper Koch er greiningarstjóri í Dansk Fjernvarme og er eisini leiðari fyri »tænketanken« Grøn Energi. Hann er áhugaður í fjølbroytni í hitakeldum til fjarhita og greiðir millum annað frá avbjóðingini, danir í løtuni hava við at veita húsarhaldunum grønan og veitingartryggan fjarhita.

STROYMING:

FRAMLØGUTILFAR: Grønur og og veitingartryggur fjarhiti til býarbústaðir

Fjarhitin og framtíðin | Hans Christian Dam, Fjarhitafelagið

Hans Christian Dam hevur verið stjóri í Fjarhitafelagnum síðan 2004. Her kanst tú kunna teg um menningina, sum Fjarhitafelagið er í, og hvat ætlanin er frameftir.

STROYMING:

FRAMLØGUTILFAR: Fjarhitin og framtíðin

Grannahiti - felags jarðhitaskipan í grannalagnum | Vilhjálmur Nielsen, p.hd., granskari á Danmarks Tekniske Universitet

Vilhjálmur Nielsen er orkuplanleggjari og hevur 20 ár av royndum við verkætlanum, sum fáast við ymsar tættir innan burðardyggar orkuskipanir. Við støði í jarðhitanum tekur Vilhjálmur upp avbjóðingina at lýsa evnið »felags hitaskipanir« – tað vil siga nærhitaskipanir, sum fleiri hús eru saman um.

Stroyming:

Sjóhiti - væl vald tøkni til felagsskapin | Petur Egholm, maskinmeistari og køliserfrøðingur

Petur Egholm hevur drúgvar royndir við køling. Seinastu 20 árini hevur hann arbeitt á landi við øllum køliskipanum og hevur nomið sær skeið og undirvísingarroyndir innan køling. Petur greiðir frá sjóhita, serliga um møguleikarnar fyri felagsloysnum við sjóhita.

FRAMLØGUTILFAR: Sjóhiti - væl vald tøkni til felagsskapin

Føroysk orkuframleiðsla eftir 2030 | Terji Nielsen, menningarstjóri hjá SEV

Terji Nielsen er elverkfrøðingur og hevur eina MBA innan varandi orku. Hann arbeiðir við málinum hjá SEV um, at øll elorkan hjá felagnum í 2030 skal stava frá varandi orkukeldum.

Í framløgu sínari fer hann eitt fet víðari og hugleiðir um, hvussu orkutørvurin kann nøktast eftir 2030.

STROYMING:

FRAMLØGUTILFAR: Føroysk orkuframleiðsla eftir 2030

Skulu vit framleiða hydrogen í Føroyum? | Kári Mortensen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni

Kári Mortensen er evnafrøðingur og hevur síðan 2016 leitt orkudeildina hjá Umhvørvisstovuni. Áðrenn tað arbeiddi hann innan sama øki á Jarðfeingi við at seta gongd á orkuskiftið til varandi orku.

Kári greiðir frá møguleikunum at framleiða hydrogen úr yvirskotsorkuni, sum vit millum annað fáa frá vindmyllum, sum kann nýtast til brennievni.

STROYMING:

FRAMLØGUTILFAR: Skulu vit framleiða hydrogen í Føroyum?

Grundvatn sum orkukelda - heita vatnið í Kollafirði | Rannvá M. Arge, jarðfrøðingur, Tórshavnar kommuna og Óluva Eidesgaard, jarðfrøðingur, Jarðfeingi

Rannvá M. Arge starvast á Umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar kommunu. Hon er útbúgvin jarð- og jarðalisfrøðingur og hevur drúgvar royndir innan oljuboring offshore. Saman við Óluvu Eidesgaard frá Jarðfeingi greiðir hon frá verkætlanini um gagnnýtslu av heitu kelduni í Kollafirði.

STROYMING:

FRAMLØGUTILFAR: Grundvatn sum orkukelda - heita vatnið í Kollafirði

Smá vatnorkuverk | Ólavur Poulsen, VatnOrka

Ólavur Poulsen er áhugaður í orku og umhvørvi og hevur útbúgving í framleiðslu og góðskustýring. Seinastu 11 árini hevur hann fingið sær servitan í mikro-vatnorku og umboðar nú italsku IREM-vatnmyllurnar. Í framløgu sínari greiðir hann frá møguleikunum at gera smá vatnorkuverk til at hita hús við.

STROYMING:

FRAMLØGUTILFAR: Smá vatnorkuverk

Orkupolitikkur

Niðanfyri sært tú stroymingarnar frá framløgunum hjá Bjørg Dam, forkvinnu í Náttúru- og umhvørvisnevndini í Tórshavnar kommunu, og Helga Abrahamsen, fyrrverandi landsstýrismanni í umhvørvismálum.

Bjørg Dam greiðir frá, hvat kommunan ynskir at røkka innan grøna orkunýtslu og upphiting.

Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum var landsstýrismaður í umhvørvismálum frá 2019 til 2021 og hevði millum annað ábyrgd av at gera uppskot til umhvørvis- og orkupolitikk til løgtingið. Hann greiðir frá tí, sum landið arbeiðir út frá innan orku og umhvørvisvernd.

FRAMLØGUTILFAR: Grønast í 2030

Politikkir

Umhvørvispolitikkur

Umhvørvispolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu varð samtyktur í 2016. Politikkurin er eitt yvirskipað stýriamboð til at fyribyrgja útlát, burturkast og dálking. Sum yvirskipað stýringsamboð hevur politikkurin týdning fyri fleiri aðrar ætlanir í kommununi, til dømis kommunuætlanina, innkeypspolitikkin, orkupolitikkin og hitaætlanina. Umhvørvispolitikkin sært tú her:

Grøna leiðin - Umhvørvispolitikkur fyri Tórshavnar kommunu


Orkupolitikkur

Orkupolitikkurin er eitt stýrisamboð til at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum hjá Tórshavnar kommunu við eini ítøkiligari ætlan fyri orkuumlegging frá olju til grønar orkukeldur. Orkupolitikkurin tekur støði í umhvørvispolitikkinum Grøna Leiðin og er ein nágreining av, hvussu Tórshavnar kommuna røkkur settu málunum, sum viðvíkja orkunýtslu.

Orkupolitikkur fyri Tórshavnar kommunu 2021-2027

Grøna skjalið - Agenda 21

Tórshavnar kommuna hevur bundið seg til at taka umhvørvið við í øllum sínum virksemi. Í 2009 samtykti býráðið Grøna skjalið, sum var partur av Lokal Agenda 21. Heitið Lokal Agenda 21 sipar til Agenda 21, ið er ein altjóða ætlan fyri burðardygga menning í 21. øld, ið var samtykt í ST í 1992. Við støði í Grøna skjalinum arbeiðir kommunan støðugt við burðardyggari samfelagsmenning, sum tryggjar lívsgrundarlag og góðsku fyri núlivandi og komandi ættarliði.

Grøna skjalið - Lokal Agenda 21

Umhvørvisdeildin
Umhvørvisdeildin

Niels Finsens gøta 17, 100 Tórshavn

Les um Umhvørvisdeildina


torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9 - 16
Fríggjadag9 - 15