25. mai 2022 samtykti Tórshavnar býráð nýggjan ferðavinnupolitikk fyri Tórshavnar kommunu.
Les um politikkin, tilmælini og mongu átøkini her.
Les um politikkin, tilmælini og mongu átøkini her.
Vilt tú lesa politikkin í fullum líki, kanst tú taka hann niður her:
Ferðavinnupolitikkur fyri Tórshavnar kommunu 2022-2026
Ferðavinnupolitikkurin er prentaður og handaður, og almennur kunningarfundur um politikkin varð hildin 14. juni 2022 í Perluni í Havn. Ein ætlan skal nú gerast fyri, hvussu og nær tey einstøku átøkini í ferðavinnupolitikkinum skulu fremjast í verki.
Ferðavinnupolitikkurin inniheldur 26 átøk, ið fevna víða bæði viðvíkjandi evnum, stovnum og myndugleikum. Politikkurin leggur upp til, at átøkini verða framd í árunum 2022-2026.
Tað er ikki heilt ókent, at politikkir, tilmæli og álit verða løgd í eina skuffu, tá prentið er tornað. Tó vísa royndirnar frá gamla ferðavinnupolitikkinum »Tórshavn sum ferðavinnubýur«, at tað hevur loyst seg at hava ein politikk: Politikkurin er væl brúktur, og arbeitt hevur verið stig- og miðvíst við nógvu tilmælunum í politikkinum.
Fyri framman stendur íverksetanin av átøkunum í nýggja politikkinum. Nøkur av nýggju átøkunum eru longu ávegis. Til dømis hevur kommunan í nøkur ár ment vinnuferðavinnu, og við nýggju stórhøllini eru nógvir og ótroyttir møguleikar at fáa fleiri ferðafólk til býin til ítrótta- og ráðstevnutiltøk. Arbeiðið við at gera ábøtur á lendisgøtur, vesiviðurskifti og skelting í allari kommununi heldur somuleiðis áfram.
Ein arbeiðsbólkur hevur gjørt uppskotini um átøk í ferðavinnupolitikkinum, sum Tórshavnar býráð síðani hevur samtykt. Í arbeiðsbólkinum vóru Doris Bjarkhamar, fulltrúi á Stjórnarskrivstovuni, Liljan Weihe, stjóri á Visit Tórshavn, Fríði Bjørgfinnson Nielsen, fulltrúi á Mentamáladeildini, Sissal Christina Fosaa, fulltrúi á Býarskipanardeildini og Óluva Zachariasen, verkætlanarfólk.
Arbeiðssetningurin hjá bólkinum ljóðaði soleiðis:
Grundarlagið undir nýggja ferðavinnupolitikkinum er hugsjónin um, at í Tórshavnar kommunu skal vera gott at búgva – bæði nú og hjá komandi ættarliðum.
Ferðavinnupolitikkurin byggir á tríggjar grundsúlur:
Í ferðavinnupolitikkinum eru 26 tilmæli og ítøkilig átøk, ið øll byggja á hesar tríggjar súlur. Tey 26 átøkini eru ítøkiligir mátar at gera hugsjónina til veruleika og fremja politikkin í verki.
Mentanarferðavinna er ein týðandi og vaksandi partur av ferðavinnuni kring heimin. Mentanartilboð so sum søvn, byggilist, tónleikur, matmentan og søga kunnu vera viðvirkandi til, at fólk vitja ein ávísan bý ella land. Eisini eru list og mentan týðandi grundarlag undir samfelagsmenning, dannilsi og trivnaði hjá íbúgvunum.
Mælt verður millum annað til, at Tórshavnar kommuna orðar ein mentanarpolitikk, har visjónir og mál verða sett út í kortið næstu 10-12 árini. Eisini eigur kommunan at stuðla ætlanini hjá Vakstrarforum um, at Havnin gerst evropeiskur mentanarbýur í 2030. Norski býurin, Bodø, sum hevur umleið 50.000 íbúgvar, verður mentanarbýur í 2024.
Harumframt skal kommunan stuðla Koltursætlanini hjá Tjóðsavninum, sum fevnir um at menna savn, náttúrugranskingarpark og vitjanardepil í Koltri.
Ferðavinnan skal skipast soleiðis, at borgarin trívist og metir hana vera til gagns fyri lokalsamfelagið. Vit skulu satsa upp á ferðafólk, sum kasta nógv av sær fíggjarliga, vitanarliga og mentanarliga, og sum geva virksemi alt árið. Vit skulu hava betri hagtøl um ferðavinnuna, og grundleggjandi viðurskifti – so sum atkoma hjá fólki við skerdum førleikum, vesi og skelting – skulu vera upp á pláss.
Millum átøkini eru, at játtanin til vinnuferðavinnu-samstarvið skal økjast, soleiðis at vit kunnu fáa fleiri ráðstevnur og ítróttartiltøk henda vegin. Eisini mugu fleiri ferðavinnuútbúgvingar stovnast, neyvari ferðavinnuhagtøl raðfestast, og bygdirnar og mest vitjaðu støðini í Havn mugu hava almenn vesi. Arbeiðið við einari cruisestrategi eiga vit somuleiðis at taka uppaftur, har serligt fyrilit má havast fyri støðum, ið eru nógv vitjað.
Tá ið vit satsa upp á ferðavinnu, mugu grundleggjandi umhvørvisviðurskifti vera upp á pláss. Tórshavnar kommuna hevur sum høvuðsstaður serliga skyldu at ganga á odda við grønum loysnum, bæði við at minka um útlát av vakstrarhúsgassum og at verja lokala umhvørvið. Ferðafólk seta alsamt størri krøv til ferðamálini, tá tað kemur til burðardygd, og yngra ættarliðið leggur stóran dent á grønu loysnirnar.
Átøkini í hesum partinum eru millum annað, at kommunan tryggjar nøktandi játtan og starvsfólkaorku til at røkka málunum í umhvørvis- og orkupolitikkinum. Vit skulu hava hægri stigatal í altjóða GDS-indeksinum (Global Destination Sustainability Index), sum er eitt yvirlit yvir burðardygg ferðamál. Kommunan skal tryggja vinnu og borgarum betri møguleikar at skilja burturkast til endurnýtslu og endurvinning, og gistingarhús og matstovur eiga at leggja seg eftir at fáa sertifisering fyri burðardygd.
Í sambandi við, at átøkini skulu fremjast, mugu neyvari útgreiningar og fíggjarligar metingar gerast, áðrenn viðkomandi nevndir fáa átøkini til politiska støðutakan. Tað verður upp til býráðspolitikararnar at gera av, hvørji átøk skulu fremjast, nær tey skulu fremjast og um peningur skal játtast til átøkini.
Havast skal tó í huga, at ferðavinna og politikkur eru dynamisk, og samtykti ferðavinnupolitikkurin bindir ikki Tórshavnar býráð til at lata vera við at arbeiða við øðrum viðurskiftum á ferðavinnuøkinum.
Ferðavinnupolitikkurin fæst sum bóklingur á Snarskivuni og hjá Visit Tórshavn. Tú kanst eisini taka hann niður í fullum líki niðanfyri.
Arbeiðsbólkurin gjørdi somuleiðis eitt álit, sum er grundarlag undir ferðavinnupolitikkinum.
Ferðavinnupolitikkur fyri Tórshavnar kommunu 2022-2026
Álit um ferðavinnupolitikk fyri Tórshavnar kommunu 2022-2026
Í tilgongdini at gera nýggja ferðavinnupolitikkin hjá Tórshavnar kommunu gjørdi arbeiðsbólkurin hópin av samrøðum við borgarar, ferðavinnuaktørar, felagsskapir og stovnar um framtíðar ferðavinnu í kommununi.
Arbeiðsbólkurin hevur við samrøðunum lagt dent á at hava so breiða umboðan av fólki sum gjørligt, tá ið tað snýr seg um vinnugrein, aldur, bústað, kyn og útbúgving. Samrøður eru gjørdar við eitt nú:
Eisini eru samrøður gjørdar í fokusbólkum við 7-9 luttakarum í hvørjum bólki, har evnið var, hvørja leið ferðavinnan í Tórshavnar kommunu eigur at fara.
Umboð fyri arbeiðsbólkin hava harumframt verið á fundi við staðbundnu nevndirnar fyri at hoyra, hvørjar hugsanir bygdirnar og oyggjarnar í kommununi hava um framtíðar ferðavinnuna.
Arbeiðsbólkurin hevur eisini leitað sær vitan frá fakfólki, hagtølum, frágreiðingum, ráðstevnum og frá ferðavinnustrategium í grannalondum okkara.
Nýggjur mentanarpolitikkur, stuðul til Koltursætlanina og Havnin sum evropeiskur mentanarbýur. Hetta eru nøkur av tilmælunum í nýggja ferðavinnupolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu.
Mentanin skal raðfestast, tí mentanarferðavinna er ein týðandi og vaksandi partur av ferðavinnuni kring allan heimin. Júst mentanartilboð kunnu vera viðvirkandi til, at fólk velja eitt ávíst stað sum ferðamál. Tað kann vera søga, byggilist, tónleikur, søvn, móti, matmentan, ítróttur ella annað, sum dregur.
Til dømis vísa tøl hjá norska Kulturdepartementet og Nærings- og Fiskeridepartementet, at vøksturin í mentanarferðavinnuni í Noregi seinastu gott 10 árini hevur verið størri enn í ferðavinnuni sum heild.
Størsta týdningin hevur mentanin fyri íbúgvarnar, tí list og mentan eru grundarlag undir samfelagsmenning, trivnað og dannilsi.
Harumframt breiðkar mentanarferðavinna áskoðarahópin til okkara mentanartilboð og gevur mentanarstovnum og listafólki inntøkur. Og hetta betrar grundarlagið fyri enn fleiri og betri mentanartilboðum.
Eitt av átøkunum í nýggja ferðavinnupolitikkinum er at orða ein mentanarpolitikk fyri Tórshavnar kommunu við visjónum og málum fyri næstu 10-12 árini. Ein tíðarhóskandi mentanarpolitikkur skal veita skapandi fólki, søvnum og livandi mentan so góðar karmar sum gjørligt. Hetta skapar dynamikk og gevur borgarum og ferðafólki kveikjandi upplivingar.
Mentanarpolitikkurin skal fevna breitt um nógv mentanarøki og leggja dent á millum annað tónleik, leiklist, samtíðarmentan, eksperimenterandi list og skapanarhugin hjá unga ættarliðnum.
Vakstrarforum undir Løgmansskrivstovuni hevur mælt til, at Havnin verður evropeiskur mentanarhøvuðsstaður í 2030, og at kommuna og land í felag orða boðið upp á at gerast mentanarhøvuðsstaður. Og hesari ætlan eigur Tórshavnar kommuna at stuðla, stendur í ferðavinnupolitikkinum.
At smáir býir og samfeløg hava áræði bjóða seg fram at vera mentanarhøvuðsstaður er ikki ókent um okkara leiðir. Bodø í Noregi verður við sínum uml. 50.000 íbúgvum evropeiskur mentanarhøvuðsstaður í 2024. Hóast tað kann tykjast dýrt at fara undir slíka verkætlan, gevur hon listaumhvørvinum og samfelagnum sum heild nógv aftur. Samferðsluliga eru Føroyar so væl samanknýttar, at alt landið kann gerast partur av hesum.
Ein vanlig fortreyt fyri at gerast mentanarhøvuðsstaður er, at landið er limur í ES ella EBS-samstarvinum. Tað eru Føroyar ikki. Ein annar møguleiki er gjøgnum Creative Europe, sum er evropeiskt samstarv. Arbeitt verður í løtuni við at útvega Føroyum atlimaskap í Creative Europe.
Eitt annað mentanarøki, sum kommunan sambært ferðavinnupolitikkinum eigur at geva sítt íkast til, er ætlanin hjá Tjóðsavninum at menna savn, náttúrugranskingarpark og vitjanardepil í Koltri.
Koltursætlanin fevnir um ein mentanarsøguligan part og ein náttúrufrøðiligan part. Í sunnara parti av oynni verður bygdarlag og bøur, og norðari parturin verður náttúrugranskingarstøð. Ætlanin er at geva ferðafólki, skúlanæmingum, granskarum o.ø. møguleika at vitja Koltur.
Verkætlanin er mett at kosta uml. 65 mió. kr. Útlendskir grunnar bjóða sær til at fíggja meginpartin, men seta sum treyt, at føroyskir myndugleikar eisini geva eitt íkast.
Løgtingið hevur samtykt at geva landsstýrismanninum í mentamálum heimild at fíggja tilsamans níggju milliónir krónur til Koltursætlanina – tríggjar milliónir árliga í 2023-2025.
Eisini kommunan eigur at stuðla Koltursætlanini. Hetta kann gerast við eitt nú at dagføra vatn-, kloakk- og lendingarviðurskiftini í oynni.
Ferðavinnupolitikkurin nevnir eisini søvn og fornminni.
Sambært politikkinum eigur kommunan at raðfesta søvnini í høvuðsstaðnum, soleiðis at tey kunnu geva borgarum og ferðandi kveikjandi upplivingar.
Loysnir mugu finnast í Kirkjubø, so fornminnini ikki forfarast av sliti, illveðri og tíðarinnar tonn. Eitt annað fornminni, Skansin, má verjast og gerast meira livandi við eitt nú matstovu og framsýning.
Landið hevur ábyrgdina av fornminnunum, men loysnirnar eiga at finnast í samstarvi við kommununa.
Føroyar skulu hava betri stigatal í sonevnda GDS-indeksinum, sum er eitt altjóða yvirlit yvir burðardygg ferðamál. Tað er eitt av átøkunum í nýggja ferðavinnupolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu.
Tað er ikki líkamikið, hvørja orkukeldu gistingarhúsini brúka til upphiting, hvussu matstovurnar handfara burturkast, hvussu atkomuviðurskifti eru hjá fólki við skerdum førleika og um landið er trygt hjá borgarum og ferðandi.
Hetta eru nevniliga viðurskifti, sum ferðavinnan er farin at leggja størri dent á. Alsamt fleiri ferðafólk hugsa um burðardygd og endurskapan, tá ið tey velja ferðamál. Serliga innan vinnuferðavinnu.
Burðardygd er eitt kappingarparametur, og fleiri ferðamál eru farin at lata seg máta á hesum øki.
Føroyar gjørdust limur í GDS-indeksinum (Global Destination Sustainability Index) í 2020.
Indeksið mátar burðardygd hjá ferðamálunum, og mátað verður eftir nøkrum avriksøkjum, sum taka støði í eitt nú heimsmálunum hjá ST, m.a. útlát, burðardygd hjá veitarum umframt stýring og strategi hjá ferðavinnumyndugleikunum.
Tilsamans 73 ferðamál vóru við í GDS-indeksinum í 2021. Føroyar fingu 60,5 stig, sum er eitt framstig frá teimum 47,2 stigunum, vit fingu árið fyri. Føroyar gjørdust nr. 41 á listanum.
Sum størsta ferðamálið í landinum eigur Tórshavnar kommuna at gera sítt til, at vit fáa hægri stigatal í GDS komandi árini. Hetta gagnar umhvørvinum, borgarunum og vit gerast harumframt eitt meira lokkandi ferðamál.
Arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt nýggja ferðavinnupolitikkin hjá Tórshavnar kommunu, mælir kommununi til at gera eina greiða ætlan fyri, hvørji mál á GDS-indeksinum skulu røkkast komandi árini. Eitt starvsfólk hjá kommununi eigur at hava GDS sum ábyrgdarøki í samstarvi við fólk hjá Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn.
Málið er, at vit í 2023 hava 70 stig í GDS-indeksinum og 80 stig í 2025.
Hjá GDS meta tey, at vit hava nógvar møguleikar at bøta um stigatalið, eitt nú við at fleiri ferðavinnuaktørar fáa sertifisering fyri burðardygd. Eisini eiga vit at hava eina burðardygga cruisestrategi.
Í ferðavinnupolitikkinum verður mælt til, at gistingarhús og matstovur leggja seg eftir at fáa burðardygd-sertifisering, og at arbeiðið við at gera eina cruisestrategi fyri kommununa verður tikið uppaftur.
Føroyar gjørdust limur í GDS-indeksinum (Global Destination Sustainability Index) í 2020. Topp 5 á GDS-indeksinum í 2021 vóru:
1. Gøteborg | 88,95 stig |
2. Keypmannahavn | 85,08 stig |
3. Århus | 82,47 stig |
4. Glasgow | 80,35 stig |
5. Reykjavík | 80,32 stig |
Føroyar fingu 60,5 stig í 2021 og gjørdust harvið nr. 41 á listanum.
Fyri at tryggja, at ferðavinnan kastar sum mest av sær til samfelagið, eiga vit at menna neyvari hagtøl um hesa vinnuna.
Í Føroyum vanta grundleggjandi ferðavinnuhagtøl, sum kunnu lýsa leiklutin hjá ferðavinnuni í búskapinum, og sum myndugleikar og vinna kunnu brúka stýra eftir.
Hagstovan hevur nakað av hagtølum, til dømis fyri ferðafólkaflutning, gistingar á gistingarhúsum og lønargjaldingar á gistingarhúsum og matstovum. Tó er tørvur á munandi fleiri tølum fyri at geva okkum neyðugu vitanina um ferðavinnuna.
Í dag hava vit til dømis ikki hagtøl fyri, hvussu nógvan pening ferðafólk úr ávísum londum brúka í Føroyum, og hvat tey brúka peningin til.
Vit kenna heldur ikki nýtsluna hjá ymsu bólkunum av ferðandi, til dømis hvussu nógvar pengar vinnuferðandi í Føroyum brúka sammett við frítíðarferðandi.
Tá ið sagt verður, at vinnuferðandi hava hægri forbrúk enn onnur ferðandi, er hetta við støði í útlendskum tølum. Til dømis vísir ein kanning hjá VisitDenmark frá 2017, at vinnuferðandi á gistingarhúsum í Danmark brúka í meðal 3.300 kr. um samdøgrið, meðan frítíðarferðandi brúka væl minni.
Vit vita ikki við 100% vissu, um nýtslumynstrið er tað sama í Føroyum, og tí er tørvur á at menna okkara egnu hagtøl.
Hagstova Føroya og Visit Faroe Islands eru farin undir eina verkætlan at menna ferðavinnuhagtøl eftir altjóða leisti, ið kallast Tourism Satellite Account (stytt TSA). TSA er ein serligur fylgiroknskapur fyri ferðavinnu, sum er knýttur at tjóðarroknskapinum. TSA skal tryggja, at øll lond fylgja somu meginreglum, tá ið tey gera ferðavinnuhagtøl og meta um búskaparliga týdningin av ferðavinnuni.
TSA ger tað møguligt hjá landi, kommunum og vinnu at brúka ferðavinnuhagtølini til at velja meiri tilvitað, tá ið tað snýr seg um ferðavinnuna.
TSA gevur harumframt grundarlag fyri at menna økisbýtt ferðavinnuhagtøl, sum verða nevnd Regional Tourism Satellite Account (RTSA).
RTSA kann lýsa búskaparliga týdningin av ferðavinnuni í ávísum øki, t.d. nýtslu hjá ferðafólkum, ið vitja í Havn, ella talið á fólki, ið starvast í ferðavinnuni í Tórshavnar kommunu. TSA er grundarlagið undir RTSA.
Í nýggja ferðavinnupolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu verður gjørt vart við, at tað er umráðandi at fáa TSA-verkætlanina í trygga legu, so hon ikki dettur niðurfyri vegna vantandi játtan. Eisini er av stórum týdningi at fáa økisbýttu ferðavinnuhagtølini, RTSA.
Landið má raðfesta TSA-verkætlanina við at veita neyðugu játtanina. Er tørvur á fígging frá Tórshavnar kommunu til RTSA, eigur hon at vísa hesum vælvild, stendur í ferðavinnupolitikkinum.
Talið á gistingarhúskømurum í høvuðsstaðnum er meira enn tvífaldað síðan 2013, men aðrastaðni í landinum stendur tað nærum í stað. Havnin hevur seinastu árini økt munandi um gistikapasitetin í ferðavinnuni.
Talið á kømrum er meira enn tvífaldað, millum annað tí at tvey nýggj gistingarhús, Hotel Brandan og Hilton Garden Inn Faroe Islands, lótu upp í 2020, meðan onnur gistingarhús eru útbygd.
Í 2021 vóru 83% av øllum gistingarhúskømurum í Tórshavnarøkinum.
2013 | 2021 | |
Kømur tilsamans | 396 | 743 |
Tórshavnarøkið | 277 | 619 |
Uttan fyri Tórshavnarøkið | 119 | 124 |
Talva: Kømur á gistingarhúsum í Føroyum pr. 1. januar í ávikavist 2013 og 2021
(Kelda: Hagstova Føroya).
Tann 1. januar 2013 vóru 396 gistingarhúskømur í Føroyum – av hesum 277 í Tórshavnarøkinum. Tann 1. januar 2021 var talið á kømurum 743, altso nærum tvífaldað. Av hesum vóru 619 kømur í Tórshavnarøkinum.
Gistingarhúsvinnan í Tórshavnar kommunu er sostatt munandi betur fyri at taka ímóti ferðandi í dag enn fyri bert fáum árum síðan, stendur í álitinum til nýggja ferðavinnupolitikkin hjá Tórshavnar kommunu.
Hóast 2021 var merkt av koronu, settu lønargjaldingarnar á gistingarhúsum og matstovum met.
So hvørt sum talið á ferðafólkum í Føroyum er økt, eru lønarútgjaldingarnar í hesari vinnuni farnar uppeftir. Tað vísa tøl hjá Hagstovuni, sum standa í álitinum til nýggja ferðavinnupolitikkin hjá Tórshavnar kommunu.
Goldnar vórðu góðar 78 milliónir lønarkrónur á gistingarhúsum og matstovum í 2011, men talið er síðani meira enn tvífaldað. Í 2021 vóru lønargjaldingarnar góðar 178 milliónir krónur. Hetta er tað mesta nakrantíð og 12 milliónir meira enn 2019, sum á nógvum økjum hevur verið mett at vera besta árið hjá ferðavinnuni.
Lønargjaldingarnar vóru munandi minni í 2020, tá ið korona av álvara fór at herja. Tað árið fóru knappar 133 milliónir úr kassanum hjá gistingarhúsum og matstovum til lønir.
Størri parturin av lønunum fer til konufólk, men meirilutin av starvsfólkunum í hesari vinnuni er eisini kvinnur.
Bæði kyn | Mannfólk | Kvinnur | |
2011 | 78,2 | 31,8 | 46,5 |
2012 | 86,0 | 34,1 | 51,9 |
2013 | 92,5 | 36,3 | 56,3 |
2014 | 98,4 | 37,2 | 61,2 |
2015 | 105,2 | 39,5 | 65,7 |
2016 | 114,0 | 44,7 | 69,3 |
2017 | 131,8 | 54,2 | 77,7 |
2018 | 151,9 | 66,8 | 85,1 |
2019 | 165,9 | 71,3 | 94,6 |
2020 | 132,7 | 61,1 | 71,6 |
2021 | 178,4 | 78,5 | 99,8 |
Talva: Lønargjaldingar í gistingar- og matstovuvinnuni 2011-2021.
Álitið undir ferðavinnupolitikkinum sært tú her:
Álit um ferðavinnupolitikk fyri Tórshavnar kommunu 2022-2026
Tað hevur eydnast at breiða ferðavinnuna út yvir ein størri part av árinum. Belegningurin á gistingarhúsunum er vaksin uttan fyri vanligu háárstíðina.
Gistitalið (belegningurin) á føroysku gistingarhúsunum seinastu árini er betrað munandi. Tað merkir, at tað í ávísan mun er eydnast at fáa gistingarnar breiddar út yvir eitt longri tíðarskeið á árinum.
Tølini síggjast í álitinum, sum er gjørt í sambandi við nýggja ferðavinnupolitikkin hjá Tórshavnar kommunu. Tølini eru fingin til vega frá Hagstovuni.
Taka vit kamarsnætur í mun til kømur, so var gistitalið í 2013 43,7% í miðal fyri alt landið. Talva 1 vísir, at talið er alsamt hækkað, og í 2019 var tað komið upp á 59,1%.
Árini 2020 og 2021 var talið lægri, tá ið koronafarsóttin herjaði.
2013 | 2014 | 2015 | 2016 | 2017 | 2018 | 2019 | 2020 | 2021 | 2022 | |
Jan | 19,6 | 20,2 | 24,2 | 19,4 | 30,5 | 26,9 | 27,7 | 25,2 | 16,6 | 22,0 |
Feb | 31,8 | 30,3 | 30,3 | 29,2 | 30,7 | 34,0 | 31,9 | 35,1 | 23,5 | 30,9 |
Mar | 31,6 | 37,5 | 38,2 | 35,7 | 38,9 | 49,5 | 44,1 | 24,4 | 28,5 | 38,8 |
Apr | 39,1 | 33,5 | 34,4 | 50,2 | 50,6 | 61,6 | 58,9 | 8,4 | 38,6 | .. |
Mai | 55,5 | 56,9 | 54,9 | 61,5 | 70,9 | 76,8 | 74,6 | 16,7 | 30,9 | .. |
Jun | 70,6 | 69,0 | 70,4 | 77,4 | 77,9 | 85,7 | 88,0 | 25,3 | 46,7 | .. |
Jul | 69,8 | 75,0 | 75,2 | 76,6 | 81,4 | 84,4 | 90,4 | 63,5 | 76,5 | .. |
Aug | 62,6 | 63,8 | 75,2 | 75,2 | 78,6 | 87,0 | 88,7 | 51,8 | 70,8 | .. |
Sep | 58,4 | 62,1 | 56,5 | 57,0 | 67,5 | 70,4 | 74,8 | 40,1 | 62,5 | .. |
Nov | 30,8 | 30,1 | 35,7 | 34,9 | 42,9 | 41,5 | 45,7 | 26,1 | 35,2 | .. |
Des | 17,0 | 17,6 | 16,1 | 18,6 | 19,5 | 20,8 | 23,2 | 17,2 | 26,8 | .. |
Miðal | 43,7 | 44,3 | 46,0 | 47,9 | 53,3 | 57,0 | 59,1 | 30,5 | 42,1 | 30,6 |
Talva 1: Belegningur á gistingarhúsum í Føroyum skift á mánaðir frá 2013-2022 (Kelda: Hagstova Føroya).
Taka vit so gistitalið fyri Suðurstreymoy, so er tað lutfalsliga hægri enn fyri restina av landinum. Her var gistitalið 48,7% í 2013 og 67% í 2019.
Í yvirlitinum yvir einstøku mánaðirnar sæst, at alsamt fleiri vitja gistingarhúsini uttan fyri vanligu háárstíðina á hásumri. Sesongin er altso longd.
Í 2013 var gistitalið í Suðurstreymoy oman fyri 50% í tilsamans fimm mánaðir á árinum, nevniliga frá mai til september. Men í 2019 var hetta galdandi fyri heilar níggju mánaðir – frá mars til november. Til dømis var gistitalið 34,5% í november 2013, men í november 2019 var tað økt til 55%.
Framvegis eru desember, januar og februar lakir mánaðir viðvíkjandi belegningi.
2013 | 2014 | 2015 | 2016 | 2017 | 2018 | 2019 | 2020 | 2021 | 2022 | |
Jan | 19,8 | 21,5 | 25,9 | 17,6 | 27,2 | 25,9 | 29,5 | 30,1 | 18,9 | 24,5 |
Feb | 33,4 | 33,1 | 34,3 | 27,0 | 29,2 | 34,6 | 35,4 | 41,8 | 27,1 | 34,1 |
Mar | 35,9 | 45,5 | 45,4 | 38,9 | 42,2 | 56,3 | 53,4 | 27,3 | 30,6 | 41,6 |
Apr | 42,4 | 38,3 | 40,7 | 52,7 | 58,7 | 65,5 | 65,8 | 8,3 | 43,3 | .. |
Mai | 62,1 | 67,2 | 62,5 | 65,8 | 80,9 | 80,8 | 85,0 | 21,7 | 32,4 | .. |
Jun | 78,1 | 76,2 | 74,2 | 84,5 | 86,0 | 90,1 | 93,3 | 30,0 | 50,6 | .. |
Jul | 76,6 | 85,7 | 79,8 | 84,7 | 87,6 | 87,8 | 95,9 | 68,3 | 79,8 | .. |
Aug | 70,1 | 72,5 | 80,7 | 81,0 | 84,1 | 92,3 | 95,6 | 54,5 | 73,3 | .. |
Sep | 68,3 | 70,8 | 63,0 | 65,6 | 79,3 | 78,3 | 88,5 | 43,8 | 66,8 | .. |
Nov | 34,5 | 34,3 | 35,5 | 36,4 | 48,5 | 45,9 | 55,0 | 27,9 | 38,7 | .. |
Des | 20,1 | 19,4 | 16,5 | 19,2 | 19,5 | 21,6 | 29,2 | 19,0 | 31,5 | .. |
Miðal | 48,7 | 50,4 | 50,5 | 51,4 | 58,8 | 60,6 | 67,0 | 34,0 | 45,4 | 33,4 |
Talva 2: Belegningur á gistingarhúsum í Føroyum skift á mánaðir frá 2013-2022 (Kelda: Hagstova Føroya).
Í nýggja ferðavinnupolitikkinum, «Fólk og ferðavinna – lið um lið«, verður mælt til at satsa meira upp á vinnuferðavinnu, soleiðis at vit fáa fleiri ráðstevnur, fundir og stór ítróttartiltøk hendan vegin.
Hetta slagið av ferðavinnu gongur ofta fyri seg uttan fyri vanliga háárstíð og skapar virksemi alt árið. Harumframt leggja vinnuferðandi lutfalsliga fleiri pengar eftir sær enn aðrir bólkar av ferðandi.
Gistingarhúsini høvdu nógva vitjan av føroyingum í 2020 og 2021. Helvtin av teimum vitjandi vóru føroyingar, og harumframt gistu nógvir danir. Føroyskir gestir – og partvíst danir – kunnu sigast at eiga lívið í føroysku gistingarhúsunum koronaárini 2020 og 2021.
Hyggja vit at prosentbýtinum í innskrivingum á gistingarhúsum skift á bústaðarland, kemur fram, at flestu gistandi vóru úr Føroyum og Danmark. Føroyingar áttu helvtina av innskrivingunum og danir ein knappan triðing. Hinvegin minkaði talið á ferðafólkum úr londum uttan fyri Danmark nógv. Tilsamans áttu føroyingar og danir góðar fýra av fimm innskrivingum á gistingarhúsunum í 2020-2021.
Tølini síggjast í álitinum til nýggja ferðavinnupolitikkin hjá Tórshavnar kommunu.
Bústaðarland | 2018 | 2019 | 2020 | 2021 |
Føroyar | 33 | 27 | 50 | 51 |
Danmark | 25 | 25 | 31 | 30 |
Norðurlond annars | 16 | 15 | 6 | 6 |
Evropa | 19 | 22 | 10 | 12 |
Onnur lond | 8 | 10 | 2 | 1 |
Talva: Prosentbýtið av innskrivingum á føroyskum gistingarhúsum skift á bústaðarland árini 2018-2021. Innskrivingar telja, hvussu nógvar innskrivingar eru. Um 10 fólk skriva seg inn, eru hetta 10 innskrivingar, sama hvussu leingi tey gista. (Kelda: Hagstova Føroya).
Í hagtølunum fyri gistingar síggja vit eisini, at gistingarnar á gistingarhúsunum í Tórshavnarøkinum øktust øll árini fram til 2019. Eftir eitt sera soltið 2020 orsakað av korona, øktist talið munandi í 2021 og setti met við oman fyri 157.000 persónsgistináttum.
Tað sama ger seg ikki galdandi fyri gistingarhúsini uttan fyri Havnina, har talið á gistingum framvegis var lágt í 2021 – minni enn helvtina av tí, tað var í 2015.
Øki | 2015 | 2016 | 2017 | 2018 | 2019 | 2020 | 2021 | |
Persónsgistinætur | Tórshavnarøkið | 84.395 | 88.063 | 101.207 | 107.500 | 126.044 | 82.139 | 157.293 |
Uttanfyri Tórshavnarøkið | 34.490 | 40.668 | 43.419 | 45.613 | 40.408 | 12.801 | 16.620 | |
Innskrivingar | Tórshavnarøkið | 31.337 | 34.700 | 40.172 | 43.300 | 50.764 | 35.041 | 63.765 |
Uttanfyri Tórshavnarøkið | 19.574 | 20.480 | 22.659 | 20.894 | 21.189 | 5.995 | 8.450 |
Talva: Persónsgistinætur, innskrivingar og nætur í miðal á gistingarhúsum í Tórshavnarøkinum og uttan fyri Tórshavnarøkið frá 2015-2021. Persónsgistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista. Um 10 fólk gista 3 nætur, eru hetta 30 persónsgistinætur. (Kelda: Hagstova Føroya)
Býtið millum føroyingar og útlendingar, sum starvast á gistingarhúsum og matstovum í Føroyum er broytt seinastu árini. Útlendingarnir eru øktir í tali, meðan føroysku starvsfólkini fækka.
Ein stór broyting er hend í starvsfólkahópinum í føroysku gistingarhús- og matstovuvinnuni. Í 2011 vóru 83% av løntakarunum í hesari vinnuni fólk, sum vóru fødd í Føroyum.
Í 2021 var hetta broytt munandi. Nú er hesin parturin minkaður niður í 67%. Tað vil siga, at umleið ein triðingur av teimum, sum í dag starvast í gistingarhús- og matstovuvinnuni, eru útlendingar.
Hetta sæst í álitinum, sum er gjørt í sambandi við nýggja ferðavinnupolitikkin hjá Tórshavnar kommunu. Í álitinum eru hagtøl um ymsar tættir í ferðavinnuni.
Í hagtølunum sæst eisini, at parturin av starvsfólkum á gistingarhúsum og matstovum, sum kemur úr londum uttan fyri Norðurlond og Evropa, er øktur. Í 2011 var talið 4%, meðan tað í 2021 var 9%.
Stórir partar av vinnulívinum í Føroyum hava í langa tíð manglað arbeiðsmegi, og hetta er eisini galdandi fyri ferðavinnuna. Okkurt tíðarskeið hevur trotið á arbeiðsmegi verið so stórt, at matstovur hava stytt upplatingartíðirnar, og á onkrum gistingarhúsi hava tey roynt at loysa trupulleikan við at avmarka talið á útleigaðum kømurum, tí tey hava manglað reingerðarfólk.
Vinnulívið hevur í alt størri mun leitað sær út um landoddarnar eftir arbeiðsmegi, og í november 2021 kom í gildi ein skipan, sum ger tað lættari at útvega arbeiðsmegi úr londum uttan fyri ES.
Í sambandi við arbeiðið við nýggja ferðavinnupolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu hava fleiri ferðavinnuaktørar havt ynski um, at myndugleikarnir raðfesta ferðavinnuútbúgvingar í Føroyum, m.a. móttøkufólk og event management umframt fokus á tænara- og kokkaútbúgving. Mett verður, at ferðavinnan á tann hátt kann gerast sjónligari sum yrkismøguleiki hjá føroyskum ungdómi, umhvørvið gerst meira professionelt, og hetta kann fáa starvsfólk at støðast betur.
Í ferðavinnupolitikkinum stendur, at fleiri útbúgvingar innan ferðavinnu skulu stovnast í Føroyum, og ein ætlan gerast fyri, nær hesar kunnu bjóðast út. Landið eigur ábyrgdina av útbúgvingarverkinum, men arbeiðið eigur at verða gjørt í samstarvi við Ferðavinnufelagið, útbúgvingarstovnar og Tórshavnar kommunu.
Álitið undir nýggja ferðavinnupolitikkinum sært tú her:
Álit um ferðavinnupolitikk fyri Tórshavnar kommunu 2022-2026
Koronatíðin var sera hørð, og hjálparpakkarnir ov smáir, halda ferðavinnufyritøkur í Tórshavnar kommunu. Arbeiðsbólkurin, sum gjørdi uppskot til nýggja ferðavinnupolitikkin hjá Tórshavnar kommunu, hevur spurt fleiri ferðavinnuaktørar, hvussu tíðin við korona ávirkaði teir. Fleiri siga, at korona rakti sera hart. Hetta stendur í álitinum, sum er gjørt í sambandi við ferðavinnupolitikkin.
Ein fyritøka sigur, at tey í 2020 høvdu bara 12% av umsetninginum sammett við 2019, og at umsetningurin fyri 2021 væntandi fór at liggja á umleið 40% av umsetninginum í 2019. Ein onnur fyritøka nevnir, at teirra virksemi fór niður í ein triðing undir koronu.
Nakrar fyritøkur gera greitt, at tær høvdu farið av knóranum uttan hjálparpakkar.
»Vit høvdu farið í gjaldssteðg, um vit ikki fingu hjálparpakkar«, sigur ein teirra. Summar vísa á, at tær neyvan megna eina sesong aftrat við koronaavmarkingum.
Løgtingið samtykti tveir hjálparpakkar til ferðavinnuna: Hjálparpakki 3 var galdandi frá 12. mars 2020 til 31. august 2020, og Hjálparpakki 4 fevndi um tíðina 1. september 2020 til 31. mai 2021. Fevnd av hjálparpakkunum vóru gistingarhús, matstovur, ferðaskrivstovur, fyriskipaðir túrar og ferðafólkaflutningur.
Fleiri ferðavinnuaktørar halda, at føroysku hjálparpakkarnir vóru alt ov smáir, og at myndugleikarnir bóru ov seint at við teimum. Summar av smærru fyritøkunum siga, at tær søktu ikki úr hjálparpakkunum, millum annað tí tær hildu treytirnar vera so fløkjasligar, og at hetta kravdi ov nógv pappírsarbeiði.
TAKS upplýsir, at tilsamans 62 mió. kr. eru latnar í stuðli til ferðavinnuna í hjálparpakkunum 3 og 4.
Upphædd í krónum | Tal á fyritøkum | |
Hjálparpakki 3 | 22 mió. | 44 |
Hjálparpakki 4 | 40 mió. | 30 |
Talva: Upphæddir goldnar gjøgnum Hjálparpakka 3 og 4 og tal á fyritøkum, ið fingu stuðul. (Kelda: TAKS)
TAKS upplýsir ikki, hvørjar fyritøkur hava fingið stuðul úr hjálparpakkunum. Tí ber ikki til at siga, hvussu nógvar fyritøkur í Tórshavnar kommunu hava fingið úr hjálparpakkunum og hvussu nógv. Flestu gistingarhúsini, matstovurnar og stóru ferðavinnufyritøkurnar eru heimahoyrandi í Havn, og tí er nærliggjandi at hugsa, at flestu pengarnir úr hjálparpakkunum eisini eru endaðir her.
Størsta einstaka upphæddin latin úr Hjálparpakka 3 er 10 milliónir krónur, meðan størsta einstaka upphæddin úr Hjálparpakka 4 er knappar 11 milliónir.
Samstarvið um vinnuferðavinnu eigur at verða styrkt við øktari játtan, soleiðis at
vit kunnu fáa fleiri ráðstevnur og tiltøk henda vegin. Land og kommuna eiga at
hava eina meira samlaða og gjøgnumskygda stuðulsskipan til vinnuferðavinnu.
Ábyrgdina fyri hesum eigur Tórshavnar kommuna, Visit Tórshavn, Visit Faroe Islands, landið og ferðavinnuaktørar.
Visit Tórshavn eigur at fáa hægri játtan til at fremja ferðavinnupolitikkin í
verki og at marknaðarføra Tórshavn sum ferðavinnu- og vinnuferðavinnubý.
Ábyrgdina eigur Tórshavnar kommuna og Visit Tórshavn.
Stovnast skulu fleiri útbúgvingar í ferðavinnu í Føroyum og ein ætlan gerast fyri,
nær hesar kunnu bjóðast út.
Ábyrgdina eigur landið, Ferðavinnufelagið, útbúgvingarstovnar og Tórshavnar kommuna.
Landið má raðfesta TSA-verkætlanina við at veita neyðugu játtanina. Er tørvur á
fígging frá Tórshavnar kommunu til RTSA, eigur hon at vísa hesum vælvild.
Ábyrgdina eigur landið, Visit Faroe Islands og partvíst Tórshavnar kommuna.
Visit Tórshavn eigur í samstarvi við Hugskotið at stovna eitt netverk fyri smærri
ferðavinnuaktørar og skipa fyri kveikjandi og førleikamennandi tiltøkum fyri teir.
Visit Tórshavn, Hugskotið, Visit Faroe Islands og hinar kunningarstovurnar eiga ábyrgdina av hesum.
Landið eigur at tryggja tíðarhóskandi ferðasamband til Nólsoyar, Hest og Koltur.
Landið eigur ábyrgdina av hesum.
Bygdirnar og tey mest vitjaðu støðini í Havn mugu hava almenn vesi. Skjól skulu
útvegast til ferðafólk á oyggjunum, og Visit Tórshavn heldur á at skelta, har tørvur
er á tí.
Hetta er uppgáva hjá Tórshavnar kommunu og Visit Tórshavn.
Allar bygdir í kommununi skulu kunna hava góðar møguleikar at menna
ferðavinnu. Ætlanir og átøk skulu taka støði í einstøku bygdunum og gerast í
tøttum samstarvi við íbúgvar á staðnum.
Tórshavnar kommuna og Visit Tórshavn eiga ábyrgdina.
Tórshavnar kommuna eigur áhaldandi at arbeiða fyri einum livandi miðbýi og
eisini virka fyri trivnaði í økjum við sjóvarmálan. Kommunan eigur at seta í verk
tiltøk, sum stuðla uppundir, at fólk í øllum aldri búseta seg í miðbýnum.
Hetta er uppgáva hjá landinum, Tórshavnar kommunu og Visit Tórshavn.
Arbeiðið við cruisestrategiini hjá Tórshavnar kommunu skal takast upp aftur,
soleiðis at kommunan hevur eina ætlan fyri hesa vinnu. Í hesum sambandi skulu
serlig fyrilit havast fyri nógv vitjaðum støðum so sum Reyn og Kirkjubø.
Tórshavnar kommuna eigur hesa uppgávu.
Tórshavnar kommuna og Visit Tórshavn eiga í samráð við MEGD at menna
ferðamøguleikar hjá fólki, sum hava skerdar førleikar. Eisini eigur yvirlitið yvir
atkomiligar matstovur og gistingarhús at verða dagført.
Tórshavnar kommuna, Visit Tórshavn, ferðavinnuaktørar og MEGD eiga ábyrgdina.
Tórshavnar kommuna orðar ein mentanarpolitikk, har sett verður út í kortið visjónir og mál fyri mentanarøkið næstu 10–12 árini.
Tórshavnar kommuna eigur hesa uppgávu.
Tórshavnar kommuna eigur at stuðla ætlanini hjá Vakstrarforum um, at Havnin gerst evropeiskur mentanarhøvuðsstaður í 2030.
Landið og Tórshavnar kommuna eiga felags ábyrgd.
Kommunan eigur at raðfesta søvnini í høvuðsstaðnum, soleiðis at tey kunnu
geva borgarum og ferðafólki góðar og kveikjandi upplivingar.
Tórshavnar kommuna og landið eiga ábyrgdina.
Landið má tryggja, at fornminnini í Kirkjubø og á Skansanum verða varðveitt.
Kommunan og landið mugu saman við Tjóðsavninum tryggja, at undirlendið við
fornminnini í Kirkjubø verður vart, og tryggja eitt livandi umhvørvi á Skansanum.
Loysnirnar mugu hava fyrilit fyri virkseminum á staðnum og virðing fyri
fornminnunum.
Landið, Tjóðsavnið og Tórshavnar kommuna eiga ábyrgdina av hesum átakinum.
Kommunan stuðlar upp undir Koltursætlanina við eitt nú at dagføra vatn-,
kloakk- og lendingarviðurskiftini í oynni.
Tórshavnar kommuna eigur ábyrgdina saman við landinum.
Landið má gera tíðarhóskandi lógarverk um náttúruvernd og atgongd til
náttúruna. Lógarverkið má tryggja fólki atgongd til náttúruna, samstundis sum
virksemið í haganum ikki verður darvað. Verndin av okkara náttúrumargfeldi má
altíð setast fremst.
Hetta er uppgáva hjá landinum.
Kommunan má tryggja, at málini í umhvørvis- og orkupolitikkinum verða rokkin.
Játtan má vera tøk til samtyktu stevnumiðini, og neyðug starvsfólkaorka má vera
til at handfara umhvørvismálini.
Hetta er uppgáva hjá Tórshavnar kommunu.
Kommunan skal gera greiða ætlan fyri, hvørji mál á GDS-indeksinum skulu
røkkast næstu árini. Eitt starvsfólk hjá kommununi eigur at hava GDS sum
ábyrgdarøki í samstarvi við fólk hjá Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn.
Málið er, at vit í 2023 hava 70 stig í GDS-indeksinum og 80 stig í 2025.
Tórshavnar kommuna, Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn eiga ábyrgdina.
Gistingarhús og matstovur leggja um til grønar loysnir og fáa sertifisering
upp á burðardygd eftir altjóða góðkendari skipan. Talið á umhvørvismerktum
hotellkømurum eigur at vera 70% í 2023 og 90% í 2025.
Hetta er uppgáva hjá gistingarhúsunum og matstovunum – við ráðgeving frá Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn.
Trý átøk hoyra saman her:
Ábyrgdina eigur Tórshavnar kommuna og Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
Undir hesum evninum eru tvey átøk:
Kommunan útvegar øki í útryðjuni á Havnini, sum skal brúkast til tjalding og skýli.
Tað er kommunan, sum eigur ábyrgdina.
Kunningarátøk skulu gerast fyri at varpa ljós á gøturnar í og kring Havnina.
Tórshavnar kommuna og Visit Tórshavn eiga ábyrgdina.
Ein ætlan skal gerast fyri kunning um virksemið í haganum.
Visit Faroe Islands, Visit Tórshavn, bøndur og kunningarstovur eiga ábyrgdina í felag.
Tú sært ferðavinnupolitikkin her: Fólk og ferðavinna - lið um lið
Tórshavnar býráð samtykti nýggja ferðavinnupolitikkin á býráðsfundinum 25. mai 2022. Gerðabókina frá býráðsfundinum sært tú her: Gerðabók fyri býráðsfundin 25. mai 2022
Ferðavinnupolitikkurin er grundaður á álitið um ferðavinnupolitikk fyri Tórshavnar kommunu, ið var kunngjørt í 2022. Tú sært álitið her:
Álit um ferðavinnupolitikk fyri Tórshavnar kommunu 2022-2026
Vaglið 1, 100 Tórshavn
Tel. 30 20 10
Mánadag - hósdag | 9.30 | - | 15.30 |
Fríggjadag | 9.30 | - | 15.00 |