Hitt okkum á Jobmatch 2021
Í ár gongur Jobmatch fyri seg sum talgild JobPrát, sum tú bíleggur frammanundan. Bílegg tær eitt JobPrát við okkum áðrenn 28. desember klokkan 24, so sita vit bæði spent og klár at svara tínum spurningum og greiða frá okkara arbeiðsplássi.
Tórshavnar kommuna er eitt arbeiðspláss við nógvum ymiskum starvsfólkum og fakbólkum og við nógvum fjølbroyttum arbeiðsuppgávum. Av tí sama hava vit ofta tørv á nýggjum starvsfólkum. Vit eru samstundis ein kommuna í stórari og skjótari menning, og tískil hava vit eisini tørv á fleiri og øðrum starvsfólkum, enn teimum vit lýsa eftir í løtuni.
Jobmatch er sostatt eitt gylt høvi hjá tær at greiða okkum frá tínum førleikum - og ein kærkomin møguleiki hjá okkum at hitta fólk, sum kunnu loysa tær spennandi og týdningarmiklu uppgávurnar, sum liggja fyri framman.
Á hesari síðuni greiða vit tær stutt frá, hvussu tú ber teg at við at koma í samband við okkum á Jobmatch, hvussu JobPrátið gongur fyri seg og hví eitt óformligt JobPrát kann vera eitt sera gott hugskot.
Niðanfyri finnur tú eisini tveir stuttar filmar, ein á føroyskum og ein á enskum, har vit greiða tær frá, hví tað er so snilt, at vit hittast á Jobmatch.