Seks nýggj grundupptøkuøki til skúlarnar
Í Tórshavnar kommunu hava vit havt frítt skúlaval í nógv ár. Í fjør vórðu tó nógv fleiri børn skrivað inn í Skúlan á Fløtum, enn pláss er fyri, og tí eru upptøkureglurnar nú dagførdar.
Fyri ikki at renna seg í somu støðu aftur, hevur Trivnaðarnevndin í Tórshavnar kommunu samtykt dagførdar leiðreglur fyri upptøku av næmingum í kommunalu fólkaskúlarnar.
Sambært dagførdu leiðreglunum hava skúlarnir í Tórshavnar kommunu nú grundupptøkuøki. Hesi eru samtykt á fundi í Trivnaðarnevndini tann 15. november 2021 og síðan á fundi 15. november 2022. Grundupptøkuøkini eru gjørd við støði í talinum á børnum, sum hava aldur at fara í fyrsta flokk skúlaárið 2022/23.
Dagføringin ber í sær, at um so er, at pláss ikki er fyri øllum teimum innskrivaðu børnunum, sum búgva í grundupptøkuøkinum hjá einum skúla, er leiðreglan tann, at tey verða flutt í skúla í grannaøkinum, meðan tey børn, sum so møguliga ikki fáa pláss har, verða flutt eftir somu leiðreglu.
Tú kanst lesa dagførdu leiðreglurnar her:
Leiðreglur fyri upptøku av næmingum í kommunalu fólkaskúlarnar
Her eru nýggju upptøkuøkini
Bæði skúlarnir í miðstaðarøkinum og smáu skúlarnir á bygd hava upptøkuøki. Tó er tað soleiðis, at meðan mørkini fyri upptøkuøkini í miðstaðarøkinum kunnu flyta seg frá einum ári til tað næsta, tí tey verða lagað eftir talinum á børnum í økjunum, so eru upptøkuøkini fyri smærri skúlarnar føst (Kollafjarðar skúli, Kaldbaks skúli, Velbastaðar skúli og Nólsoyar skúli). Bara tey, sum búgva í hesum økjunum, kunnu skrivast inn í skúlarnar, sum hoyra til økini:
- Velbastaðar skúli er til næmingar búsitandi í Kirkjubø og á Velbastað
- Kaldbaks skúli er til næmingar búsitandi í Kaldbak og í Kaldbaksbotni
- Nólsoyar skúli er til næmingar búsitandi í Nólsoy
- Kollafjarðar skúli er til næmingar búsitandi í Kollafirði, í Signabø og á Oyrareingjum
Tá tilgongdin til ein skúla er størri enn talið av tøkum plássum, verða plássini lutað út við støði í politiskt samtyktum leiðreglum, sum tú finnur leinki til niðast á hesari síðuni.
Á kortinum niðanfyri sært tú, hvar grundupptøkuøkini og skúlarnir eru í Tórshavnar kommunu. Tøppa tín bústað inn í leititeigin á kortinum, so sært tú, hvørjum upptøkuøki tit búgva í, og hvønn skúla tit hoyra til.
Tú kanst kunna teg nærri um skúlainnskrivingina á skúlasíðum okkara. Kortið við upptøkuøkjunum sært tú í fullari stødd her:
Upptøkuøki fyri skúlarnar í Tórshavnar kommunu (arcgis.com)
Skúli