Tímaseðil og útlegg til Barnaverndartænastuna í Tórshavnar kommunu
Her kanst tú senda uppgerð yvir tímar, umlættingardagar og útlegg, tú hevur havt í sambandi við arbeiði sum mentor, stuðul ella sum umlættingarforeldur.
Send inn her
Nær skal eg senda tímar inn?
Tú kanst senda tímar inn sama dag, tú hevur verið stuðul/havt børnini til umlætting. Tú kanst eisini savna tímarnar saman fyri eina viku ella ein mánað. Hetta er upp til tín.
Lønarútgjalding er síðst í hvørjum mánaði. Tú mást senda uppgerðina inn seinast 15'anda í mánaðinum, fyri at fáa tína løn við.
Dømi:
- Tú sendir uppgerð inn 14. januar - lønin verður útgoldin síðst í januar.
- Tú sendir uppgerð inn 20. januar - lønin verður útgoldin síðst í februar.
Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at venda tær til Barnaverndartænastuna á 30 20 60 ella á barnavernd@torshavn.fo.