Lat aftur
Tema
Ólavsøka 2024
Vælkomin á ólavsøku Vælkomin á ólavsøku
Vælkomin á ólavsøku

Kom við til skrúðgongu, kappróður, framsýningar, spælibásar, middagssang, midnáttarsang, føroyskan dans og mangt annað á ólavsøku.

Á hesari síðuni kanst tú finna leinki til skránna, fáa yvirlit yvir ferðsluna og lesa um trygdarviðurskiftini á ólavsøkuni.

Finn øll tiltøkini á Tímanum Finn øll tiltøkini á Tímanum
Finn øll tiltøkini á Tímanum

Á tímanum sært tú øll ólavsøkutiltøkini. Tímin finst eisini á enskum.

Ólavsøka á tímin.fo

Ólavsøka 2024

Kom við til skrúðgongu, kappróður, framsýningar, spælibásar, middagssang, midnáttarsang, føroyskan dans og mangt annað á ólavsøku. Á hesari síðuni finnur tú leinki til skránna, kunning um broytingar, yvirlit yvir ferðsluna og kunning um trygdarviðurskiftini á ólavsøkuni.

Noyðast vit at gera stórvegis broytingar í skránni upp undir ólavsøkuna, sært tú broytingarnar niðanfyri á hesari síðuni. Vilt tú tryggja tær, at tú verður kunnað um broytingar, ert tú vælkomin at tekna teg til okkara tíðindabræv. Tað kanst tú gera á forsíðuni, sum tú finnur her:

Forsíða

Tímin.fo
Tímin.fo

Ólavsøkuskráin

Tú sært øll ólavsøkutiltøkini í tiltakskalendaranum Tímin. Har kanst tú eisini sjálv leggja títt tiltak út. Tiltakskalendarin finst bæði á føroyskum og enskum.

Prentaða skráin fæst á kunningarstovuni hjá Visit Tórshavn í Steinatúni og í Snarskivuni á Vaglinum 11 í vanligari upplatingartíð, umframt at hon er borin í handla kring býin. Vilt tú tryggja tær, at tú sært eina dagførda skrá, er tó frægast at brúka Tíman, tí vit gevast at dagføra prentaðu skránna, áðrenn ólavsøkan byrjar.

Tímin (tímin.fo)

Tímin events (in English)

Middagssangur
Middagssangur

Middagssangur á Trappuni

Sunnudagin 28. juli kl. 13 verður middagssangur á Trappuni í Vágsbotni. Jensina Olsen skipar fyri. Í sangheftinum eru 7 ymiskir sangir. Les meira og tak sangheftið niður á tímin.fo:

Middagssongur á Trappuni (tímin.fo)

Ólavsøkuróðurin
Ólavsøkuróðurin

Atgongumerki til ólavsøkuróðurin

Ólavsøkuróðurin verður sunnudagin 28. juli frá klokkan 13 til klokkan 17. Barnaróðurin byrjar klokkan 13, vaksnaróðurin klokkan 15. Atgongumerki til kappróðurin kunnu keypast á alnótini. Les meira og keyp atgongumerkini her:

Ólavsøkuróðurin 2024 (tímin.fo)

Midnáttarsangur
Midnáttarsangur

Midnáttarsangur og sanghefti

Les alt um midnáttarsangin og finn sangheftið á tiltakskalendaranum Tímin. Sangheftið fæst eisini í Snarskivuni og í Visit Tórshavn í Steinatúni í vanligari upplatingartíð. Vit býta sanghefti út við ovaru hurðina í býráðssalinum, tá ið midnáttarsangurin er.

Midnáttarsangur (tímin.fo)

Serflutningur og pláss til rørslutarnað

Á ólavsøku verður miðbýurin stongdur fyri ferðslu, og tað ber ikki til at koyra oman í Steinatún. Undantøk verða tó gjørd fyri bussleiðina, bygdaleiðir og fyri akfør, ið flyta fólk, ið nýta rullistól, og sum ynskja at verða sett av í Steinatúni.

Fyri at sleppa innum ferðsluforðingarnar í Bøkjarabrekku og Niels Winthers gøtu er tó neyðugt, at serflutningsakfarið er eyðmerkt við skrásetingarnummari og kontaktpersóni áðrenn ólavsøku, soleiðis at vaktarhaldið á staðnum veit, hvørji akfør hava loyvi til at koyra oman í Steinatún.

Serflutningsbussurin hjá Tórshavnar kommunu, sum verður nógv bílagdur til flutning av fólki í rullustóli, er góðkendur frammanundan. Fólk, ið brúka hendan bussin, nýtast tí ikki at gera vart við seg.

Onnur, ið vara av akførum til flutning av fólki í rullistóli, verða biðin um at siga kommununi frá, um tey ynskja at nýta møguleikan at koyra oman í Steinatún á ólavsøku. Tað kanst tú gera við at senda kommununi ein teldupost á torshavn@torshavn.fo við navn og telefonnummari hjá kontaktpersóni. Minst eisini til at upplýsa skrásetingarnummarið á akfarinum.

Legg til merkis, at tað ber eisini til at koyra oman á parkeringsøkið á Skálatrøð á ólavsøku, og eftir kappróðurin er koyrandi til parkeringsøkið á Bursatanga.

Framman fyri H.N. Jacobsens bókahandli eru pláss sett av til fólk í rullistólum undir setanini ólavsøkuaftan og undir skrúðgonguni og kórsanginum ólavsøkudag.

Ferðslan á ólavsøku

Partar av miðbýnum eru stongdir fyri ferðslu, meðan ólavsøkan er. Ferðsluforðingar verða settar upp av trygdarávum. Í ávísum støðum er vaktarhald, ið kann loyva neyðsynjarakførum, bussleiðini og øðrum frammanundan góðkendum akførum inn. Á kortunum niðanfyri sært tú, hvar og nær ferðsluavmarkingar eru í býnum.

Ferðslan frá 27. juli

  • Leygardagin 27. juli kl. 9 til týsdagin 30. juli kl. 8
    Niels Finsens gøta er stongd fyri ferðslu frá Sverrisgøtu til Vaglið. Gjørt verður klárt til Pride-konsert og ólavsøkubásar

  • Leygardagin 27. juli frá kl. 9
    Ferðslan í Mylnugøtu er einvegis niðaneftir, meðan gjørt verður klárt til pallin hjá Pride-konsertini og ólavsøkurenningin er á skrá

  • Leygardagin 27. juli kl.18 til týsdagin 30. juli kl. 12
    Partur av Húsabrúgv er stongdur fyri ferðslu. KVF setir upp pallar til upptøkutól

  • Leygardagin 27. juli kl. 8 til týsdagin 30. juli kl. 12
    Vágsbotnur er stongdur fyri ferðslu frá Bøgøtu til Tórsgøtu. Ólavsøkubásar verða settir upp í Vágsbotni. Tó ber til hjá teimum, ið hava atgongd til økið undir Bryggjubakka at koyra, inntil alt verður stongt av ólavsøkuaftan. Koyrast skal tá eftir Vágsbotni og ikki niðan Mylnugøtu

  • Leygardagin 27. juli kl. 17 til 20
    Skálatrøð og økið undir Bakka er stongt fyri ferðslu. Ólavsøkurenningin hjá Bragdinum er á skránni
  • Leygardagin 27. juli kl. 8 til týsdagin 30. juli kl. 20
    Parkeringsøkið í Tórsgøtu er stongt

  • Leygardagin 27. juli kl. 8 til sunnudagin 28. juli kl. 20
    Parkeringsøkið á Bursatanga er stongt

 

Ferðslan 28.-30. juli

  • Sunnudagin 28. juli kl. 13-14
    Tróndargøta er stongd fyri ferðslu frá Sjúrðargøtu oman til Kongagøtu. Skrúðgongan verður fyrireikað

  • Sunnudagin 28. juli kl. 8-19
    Eystara Bryggja frá Havnargøtu til Jónas Broncks gøtu umframt Erling Jals gøta eru stongd. Kappróður er á skránni

  • Sunnudagin 28. juli kl. 10 til týsdagin 30. juli kl. 12
    Áarvegur, Mylnugøta, Tórsgøta, Vágsbotnur og Niels Finsens gøta, frá sjónleikarhúsinum oman á Vaglið, eru stongd fyri ferðslu. Innkoyringin til parkeringsøkið á Skálatrøð verður úr Bøgøtu, og útkoyringin verður niðan eftir Sigmundargøtu. Bøgøta verður sostatt stongd fyri ferðslu av Skálatrøð. Hetta tíðarskeiðið er ferðsla ikki loyvd eftir Niels Winthers gøtu og Bøkjarabrekku tvørturum Steinatún. Bara býarbussarnir, bygdaleiðirnar og frammanundan góðkend akfør eru undantikin

Bussleiðin á ólavsøku

Bussleiðin koyrir eftir serstakari ferðaætlan ólavsøkuaftan og ólavsøkudag. Trýst á leinkið niðanfyri, so sært tú ferðaætlanina. Vilt tú vita, hvar bussarnir eru beint nú, kanst tú síggja tað á sonakortinum »Hvar er bussurin?«.

Bussleiðin á ólavsøku 2024

Hvar er bussurin beint nú?

Parkering

Eins og í fjør ber til at seta bilin frá sær á Skálatrøð. Innkoyringin til Skálatrøð er tó broytt soleiðis, at tú skalt koyra omaneftir Gríms Kambans gøtu og Bøgøtu og snara inn niðanfyri Smiðjuna í Lítluvík fyri at sleppa inn á parkeringsøkið á Skálatrøð. Ein fyribils innkoyring er gjørd við Smiðjuna í Lítluvík.

Bilar, ið fara av Skálatrøð, sleppa bara niðan eftir Sigmundargøtu.

Trygd

Á ólavsøku skipar Tórshavnar kommuna fyri trygdarátøkum í samstarvi við aðrar myndugleikar.

Ferðsluforðingar eru settar upp kring miðbýin, og um kvøldið og náttina ólavsøkuaftan og ólavsøkudag ganga samarittar hjá Reyðakrossi runt í býnum, soleiðis at tað ber til at veita skjóta hjálp, um tørvur er á tí. Samarittarnir halda til í Posthúskjallaranum í Tórsgøtu 8.

Í Steinatúni verður skipað fyri vaktarhaldi, so bussleiðin kann virka ótarnað, og í Vágsbotni er vaktarhald framvið sjóvarmálan.

Undir midnáttarsanginum savnast tilbúgvingin á loftinum í Ráðhúsinum fyri at hava eftirlit við mannamúgvuni á Vaglinum.

Stuðlið ítróttinum
Stuðlið ítróttinum

Vilt tú stuðla ítróttinum á ólavsøku?

Vilt tú stuðla ítróttarfeløgunum á ólavsøku, skalt tú leita tær oman í gongugøtuna og oman á parkeringplássið í Tórsgøtu, har ítróttarfeløg hava básar við sølu og spæli. Við Betri banka í gongugøtuni standa tjøldini hjá Neistanum og FC Hoyvík, og hinumegin vegin við Býráðssalin stendur tjaldið hjá HB og pylsuvognurin hjá AB.

Á parkeringsplássinum niðast í Tórsgøtu eru tjøldini hjá H71, Havnar badmintonfelag og Ljósinum. 

Snarskivan
Snarskivan

Vaglið 11, 100 Tórshavn

Les um Snarskivuna

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15