Serflutningur og pláss til rørslutarnað
Á ólavsøku verður miðbýurin stongdur fyri ferðslu, og tað ber ikki til at koyra oman í Steinatún. Undantøk verða tó gjørd fyri bussleiðina, bygdaleiðir og fyri akfør, ið flyta fólk, ið nýta rullistól, og sum ynskja at verða sett av í Steinatúni.
Fyri at sleppa innum ferðsluforðingarnar í Bøkjarabrekku og Niels Winthers gøtu er tó neyðugt, at serflutningsakfarið er eyðmerkt við skrásetingarnummari og kontaktpersóni áðrenn ólavsøku, soleiðis at vaktarhaldið á staðnum veit, hvørji akfør hava loyvi til at koyra oman í Steinatún.
Serflutningsbussurin hjá Tórshavnar kommunu, sum verður nógv bílagdur til flutning av fólki í rullustóli, er góðkendur frammanundan. Fólk, ið brúka hendan bussin, nýtast tí ikki at gera vart við seg.
Onnur, ið vara av akførum til flutning av fólki í rullistóli, verða biðin um at siga kommununi frá, um tey ynskja at nýta møguleikan at koyra oman í Steinatún á ólavsøku. Tað kanst tú gera við at senda kommununi ein teldupost á torshavn@torshavn.fo við navn og telefonnummari hjá kontaktpersóni. Minst eisini til at upplýsa skrásetingarnummarið á akfarinum.
Legg til merkis, at tað ber eisini til at koyra oman á parkeringsøkið á Skálatrøð á ólavsøku, og eftir kappróðurin er koyrandi til parkeringsøkið á Bursatanga.
Framman fyri H.N. Jacobsens bókahandli eru pláss sett av til fólk í rullistólum undir setanini ólavsøkuaftan og undir skrúðgonguni og kórsanginum ólavsøkudag.