Í oktober 2022 skipa Tórshavnar kommuna og Útlendingastovan fyri Fjølmentanarviku, ið er eitt landsfevnandi tiltak, sum hevur til endamáls at fagna fjølmentan í Føroyum.
Les alt um Fjølmentanarvikuna her.
Les alt um Fjølmentanarvikuna her.
Vit hava gjørt eina hugskotskjáttu, ið kann nýtast sum íblástur til at skipa fyri virksemi á Fjølmentanarvikuni.
Leita í hugskotskjáttuni her:
Her kanst tú leita tær íblástur, um tú vilt skipa fyri tiltaki á fjølmentanarvikuni:
Í Føroyum búgva fólk úr 111 ymiskum londum, og vónin er, at kommunur, frítíðarfelagsskapir, skúlar, áhugafeløg, fyritøkur og einstaklingar luttaka og skipa fyri tiltøkum í døgunum 14.-21. oktober, tá fjølmentanarvikan er. Vit kunnu fagna mentanarliga margfeldið á ymiskan hátt, til dømis við matfagnaði, tónleiki, list, ítrótti, kunning, søgum og upplivingum. Ætlanin er, at fjølmentanarvikan verður eitt afturvendandi átak, sum allar kommunur gerast partur av eftir førimuni.
Niðanfyri kanst tú lesa um vikuna, hvussu tú luttekur, og tú kanst leita tær íblástur úr hugskotskjáttuni, sum er framleidd til høvið. So hvørt sum tiltøk koma á skrá, verður skráin dagførd her á síðuni. Eisini síggja vit, hvat er á skrá í øðrum kommunum.
Fjølmentanarvikan tekur ikki evnið upp politiskt, men er ein fagnaður til frama fyri allar tær ymisku mentanir, ið eru í Føroyum.
Fjømentanarvikan er fyri øll. Tú kanst luttaka við at gera títt egna tiltak ella átak hesa vikuna. Tú kanst eisini luttaka saman við vinum, familju, starvsfelagum og øðrum, sum hava hug til at uppliva nakað nýtt, forkunnugt ella bara eitt sindur øðrvísi. Eisini kann tín skúli ella títt arbeiðspláss leggja eitt tiltak til rættis hesa vikuna. Tín kommuna er eisini boðin at luttaka og verður møguliga karmur um okkurt tiltak á Fjølmentanarvikuni.
Fleiri tiltøk eru longu løgd til rættis, til dømis setanin, endaveitslan, fjølmentanarstevna og konsertir. Les meira um skránna niðanfyri. Gev gætur, at skráin verður dagførd leypandi, so fylgið við á hesari síðuni.
Leggur tú eitt tiltak til rættis, ella ert tú við til at leggja eitt tiltak til rættis, so send okkum endiliga kunning um innihaldið, tíð og stað. Er tiltakið alment, kemur tað við í yvirskipaðu skránna fyri Fjølmentanarvikuna. Er tiltakið ikki alment, so vilja vit kortini fegin hoyra frá tykkum. Tú boðar frá tínum tiltakið við at trýsta á grøna knøttin niðanfyri, fylla teigarnar út og trýsta á send, so kanna vit upplýsingarnar, áðrenn tiltakið kemur við í skránna.
SKRÁSET TILTAK TIL FJØLMENTANARVIKUNA
Vit hava eisini framleitt eina hugskotskjáttu, sum allir fyriskiparar og luttakarar á Fjølmentanarvikuni kunnu brúka til íblástur. Les meira um hugskotskjáttuna niðanfyri á hesari síðuni.
Fjølmentanarvikan verður sett leygardagin 14. oktober 2022 kl 15.00 í Norðurlandahúsinum og heldur fram í viku 42 beint eftir heystferiuna. Vikan endar við einum felagstiltaki í Havn tann 21. oktober. Meira kunning verður um felagstiltakið seinni.
Niðanfyri sært tú felagsskránna við tiltøkum. Tiltøk verða leypandi løgd afturat skránni fram til fyrst í oktober.
KL 15.00
Almen Setan. Norðurlandahúsið. Tónleikur, dansiframførsla, røður og ábit.
Røður: Heðin Mortensen, Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og Magnus Rasmussen, umhvørvis og vinnumálaráðharri.
Vertir: Fía Lindenskov, integratiónssamskipari, Tórshavnar kommuna, og David Im Integratiónssamskipari, útlendingastovan.
Silvitni. Silvitni
Brak. Brak
Bipasha Das framførir indiskan dans
Oleksandr Shvets Guittarleikari framførir Ukrainskan fólkatónleik og egin løg.
Sámiska Framsýningin Sjálvsmynd hjá Hanne Grete Einarsen verður sýnt fram í Dansistovuni. Ókeypis atgongd. Les meira her NLH
KL 09-17.00
Sámisk framsýning. Norðurlandahúsið.
Framsýningin Sjálvsmynd hjá Hanne Grete Einarsen verður sýnt fram í Dansistovuni. Ókeypis atgongd. Les meira her NLH
Kl 12.00-16.00
Familjutiltak. Perlan og Reinsaríið. Tórshavn.
Verkstovur: Reinsaríið
Lær at gera origami úr Japan. Andlitsmáling, lær at klippa Mexikanskt prýði til "Dia de los muertos" og fá ein róðrartúr við Knørraflagnum. Tiltakið er ókeypis. Møguleiki fyri at keypa sær ein bita. Tórsgøta
13.00-14.00
Fjølmentanarborðhald. Perlan og Reinsaríið. Tórshavn.
Borðhald við alskyns rættum úr øllum heiminum. Øll er boðin at koma framvið at royna. 13.00-15.00
Dansiframførslur. Reinsaríið
Fólkadansur úr m.a Ukraina og India.
Kl 17.00
Fjølmentanarligt tiltak. Bygdahúsið. Strendur.
Tónleikur, framløgur og fjølbroyttar smakkiroyndir. Sí meira her: Sjóvar kommuna
KL 17.00-23.00
Spælikvøld. Býarbókasavnið. Tórshavn
Table Top Føroyar bjóðar børnum, ungum og vaksnum vælkomnum at spæla borðspøl og hava stað stuttligt saman. Sera nógv góð borðspøl at velja ímillum. Ókeypis atgongd.Tabletop Føroyar
Kl 21.30-02-00
Dance night. Perlan. Dansur og tónleikur frá altjóða tónleikapallinum. Set ferð á Fjølmentanarvikuna við stuttleika og góðum rútmum.
Helena Durhuus byrjar kvøldið við Mexikanskari dansiframførslu og síðani ferð DJ Lisan Al Gaib at diska við kendastu løgunum úr øllum heiminum.
Ókeypis atgongd. Tórsgøta
KL 09.00-17.00
Sámisk framsýning. Norðurlandahúsið.
Framsýningin Sjálvsmynd hjá Hanne Grete Einarsen verður sýnt fram í Dansistovuni. Ókeypis atgongd. Les meira her NLH
KL 19.00
Bindiklubbur. Virkishúsið við Ánna. Vága kommuna.
Kom og lær um føroysku bindiklubba mentanina og roynið tykkum við føroyska málinum. Vit bjóða kaffi, te og kaku.
Kl 16.00-21.00
Fjølmentanarstevna. Reinsaríið. Cultural Expo.Tórsgta 3. Tórshavn
Á fjølmentanarstevnuni á reinsarínum vera básar at vitja, har tú kanst hitta fólk og fáa innlit í mentanina í teimum ymisku londunum ið tú vitjar á básunum.
Hettar kvøldið verður temaið á pallinum Dansur.
Frá kl 19.00 verða dansiframførslur, har millum onnur Bipasha Das fer at framføra klassiskan Indiskan Dans, og Helena Durhuus fer at dansa fólkadans úr Mexico.
Kl 16.00-18.00
Livandi bøkur. Býarbókasavnið. Niels Finsensgøta 7. Tórshavn.
Fólk úr 111 ymiskum tjóðum búgva í Føroyum. Nú hevur tú møguleika at hitta nøkur av teimum. Læn eina "livandi bók" í kaféini á Býarbókasavninum og fá innlit í aðrar lívssøgur, lond og mentanir.
Kl 16.30-18.00
Familjuskótar. KFUK. Varðagøta 9. Tórshavn
Fyri familjur við børnum í aldrinum 3-5 ár. systkin eru eisini vælkomin. Takið egnar skaffigreiðir við til matin ið vit fara at gera saman. Skótafundurin verður á enskum og føroyskum. Havnar KFUK skótar Havnar KFUK skótar
Kl. 17.00-18.00
Modern Jive dansiverkstova. Perlan. Tórsgøta. Tórshavn.
Kom framvið og og royn teg. Súsanna Skylv undirvísir. Øll er vælkomin. Ókeypis atgongd.
Kl 18.00-19.00
Tango dansiverkstova. Perlan. Tórsgøta. Tórshavn.
Kom framvið og og royn teg. Annika Winther Klit undirvísir. Øll er vælkomin. Ókeypis atgongd.
kl 19.00
DANSIFRAMFØRSLUR í reinsarínum, Tórshavn.
Dansarar úr India, Ukraine, Mexico og Madagascar framføra. Øll eru vælkomin. Ókeypis atgongd.
Kl 20.00
Konsert Mentanarhúsið. Fuglafjørður
Ebo Krdum + Cinthia Gonzáles & Sergio Martinez
Tónleikur úr Sudan og kring Sahara, Latínamerika, Svøriki og Føroyum
Ein konsert um líkarætt og frælsi.
Les meira um konsertina og keyp atgongumerki her:keyp Atgongumerki
Kl 16.00-17.30
Samfelagskafé. Býarbókasavnið. Tórshavn
Upplegg og prát um fjølbroytnismentan í Føroyum.
kl 19.30
Konsert í Norðurlandahúsinum
Ebo Krdum + Cinthia Gonzáles & Sergio Martinez
Tónleikur úr Sudan og kring Sahara, Latínamerika, Svøríki og Føroyum
Undanprísur fram til 9. oktober: 95 Kr
Les meira um konsertina og keyp atgongumerki her: NLH
Kl 18.00-21.00
Fjølmentanarstevna. Reinsaríið. Cultural Expo.Tórsgta 3, Tórshavn.
Á fjølmentanarstevnuni á reinsarínum vera básar at vitja, har tú kanst hitta fólk og fáa innlit í mentanina í teimum ymisku londunum ið tú vitjar á básunum.
Hettar kvøldið verður tónleikur á pallinum.
kl 17.00-19.00
Málcafé. Býarbókasavnið. Tórshavn
Málkafé er ein støkk inn málkafé við sjálvbodnum hjá Reyða Krossi. Tey sjálvbodnu snakka føroyskt við tey, sum ynskja at venja føroyska málið. Øll eru vælkomin, eisini børn.Málcafé
KL 19.00
Sofaprát við tilflytarapørum hjá MEA. Café Fríða, Klaksvík.
Kl 19.15
Konsert við kórinum Brak. Reinsaríið, Tórshavn
kl 20.00- 20.30
Konsert við Serhii Ilin. Reinsaríið. Tórsgøta 3, Tórshavn
Serhii Ilin; guittarleikari, sangskrivari og Leikhússtjóri á Tea Street í Odessa. Serhii hevur ein serstakan spæliteknik ið ikki er vælkendur uttanfyri Ukraine. Á skránni er kendur films og palllistatónleikur úr Ukraine, umframt kensluborin bossa nova. Ókeypis atgongd Brellbiti
Kl 16.00
Dansitiltak: Uttandura zumba og Jerusaleema. Perlutorgið
Kl 19.00
Altjóða gudstænasta við Marjun Lómaklett, integratiónspresti. Havnar Kirkja.
Barnakór við 3. flokki í Eysturskúlanum luttaka.
Kl 19.30
Gekkur og dansur. Marghøllin. Sørvágur
Hugnakvøld, har vit spæla Gekk saman. Aftaná Gekkin verður boðið upp til meksikanskan og filipinskan dans. Vit bjóða ein drekkamunn. Tak egnar gekk/ar við.
Kl 22.00-02.00
Fjølmentanar DJ veitsla. Perlan, Tórshavn
kl 17.00
Málingaverkstova til miniaturar. Tabletop Føroyar. Býarbókasavnið. Tórshavn
Bjarni í Dali kemur at læra okkum at mála miniaturar/figurar til eitt nú Warhammer 40.000. Tabletop Føroyar veitir ókeypis máling og tilfar, men tit mugu hava egnar figurar við at mála. Øll eru vælkomin.
KL 13.00-16.00.
"Matur millum Mentanir"- Posthúskjallarin.
Margarinfabrikkin skipar fyri tiltakinum "Matur millum mentanir". Hettar er fyrsta tiltak av sínum slag, men ætlanin er at tað fer at vera eina ferð um mánaðin.
"Matur millum mentanir": kom og et eina góða altjóða máltíð saman. Tilflytarar koma at gera matin, og til hettar fyrsta tiltakið kemur Oleksandra Lysencho úr Ukraine at gera vælumtóktu "Borscht" suppuna. Ókeypis at luttaka, men tilmelding neyðug. Atgongumerki.fo
Vit hava gjørt eina hugskotskjáttu, ið kann nýtast sum íblástur til tiltøk ella annað virksemi á Fjølmentarnarvikuni. Hugskotskjáttan er sostatt eitt savn av ymiskum virksemi, átøkum og spølum, ið kunnu nýtast í sambandi við Fjølmentanarvikuna. Endamálið við skjáttuni er, at luttakarar hava tað hugnalig og stuttligt saman, meðan grundað verður á mentanarliga fjølbroytnið í Føroyum.
Hugskotskjáttan er býtt í tveir høvuðspartar: Stovnar, arbeiðspláss og felagsskapir og Børn og ung. Í fyrra partinum eru uppskot til tiltøk og annað virksemi, sum kommunur, arbeiðspláss og felagsskapir kunnu vera karmur um. Í seinna partinum eru uppskot til spøl og annað virksemi til fleiri aldursbólkar. Í skjáttuni finnur tú til dømis ítriv, ið kunnu nýtast í skúlahøpi, barnagarðshøpi, ítróttarhøpi, almennum høpi, á arbeiðsplássum og í frítíðarfelagsskapum annars.
Hugskotskjáttan leggur upp til, at lærarar, námsfrøðingar, venjarar og onnur, ið varða av børnum og ungum, kunnu nýta hugskotini í sambandi við undirvísing, venjing og toymisvirksemi av ymiskum slag. Vaksin eru eisini vælkomin at nýta spøl ella virksemi úr hesum partinum.
Kommunurnar senda hugskotskjáttuna út til skúlar, stovnar og feløg í egnum øki og eru vælkomin at eggja námsfrøðingum, venjarum og øðrum, ið varða av børnum og ungum, til at verða partur av fjølmentanarvikuni. Hugskotskjáttan er eisini viðkomandi fyri vaksin, sum til dømis á arbeiðsplássum, innan leiðslutoymi ella fyri onnur, ið ynskja at verða partur av at fevna og menna samfelag og samanhald í Føroyum.
Hugskotskjáttuna sært tú her:
Luttakarar eru vælkomnir at nýta egin hugskot. Vit taka eisini fegin ímóti ískoytum til hugskotskjáttuna.
Hevur tú eitt gott hugskot, mást tú fegin senda okkum uppskotið, so øll kunnu fáa gagn av hugskotinum. Tað er skjótt og ómakaleyst at lata inn hugskot. Trýst á grøna knøttin niðanfyri og send okkum tíni uppskot. Tá tú letur inn uppskot, ber væl til at viðfesta fílur í formatunum PDF, JPG og PNG.
Her eru nøkur góð ráð til tey, ið arbeiða við ungum fólkum og børnum úr tilflytarabólkum og til luttakarar á Fjølmentanarvikuni:
Vit hava gjørt grafiskt tilfar til tín at brúka til lýsingina til Fjølmentanarvikuna. Grafiska tilfarið finst bæði á enskum og føroyskum.
Bæði Word og Powerpoint kunnu brúkast til framløgur, skrá ella til upplýsing um tiltakið. Formarnir kunnu eisini brúkast til alt, tit ynskja at brúka tað til. Grafiska tilfarið til sosialu miðlarnar er gjørt til Facebook og Instagram. Sumt av tilfarinum krevur ein, sum dugir væl við Photoshop ella líknandi forritum, til dømis at seta rammu á eina mynd.
Gev gætur, at tað er bara loyvt at brúka grafiska tilfarið í sambandi við Fjølmentanarvikuna. Tað er ikki í lagi at brúka tilfarið til onnur tiltøk, sum ikki hava nakað við Fjølmentanarvikuna at gera.