Fjølmentanarvikan er eitt landsfevnandi tiltak, sum hevur til endamáls at fagna fjølmentan í Føroyum.
Les alt um Fjølmentanarvikuna her.
Her kanst tú leita tær íblástur, um tú vilt skipa fyri tiltaki á fjølmentanarvikuni:
Fjømentanarvikan er fyri øll. Tú kanst luttaka við at gera títt egna tiltak ella átak hesa vikuna. Tú kanst eisini luttaka saman við vinum, familju, starvsfelagum og øðrum, sum hava hug til at uppliva nakað nýtt, forkunnugt ella bara eitt sindur øðrvísi. Eisini kann tín skúli ella títt arbeiðspláss leggja eitt tiltak til rættis. Tín kommuna er eisini boðin at luttaka og verður møguliga karmur um okkurt tiltak á Fjølmentanarvikuni.
Leggur tú eitt tiltak til rættis, so send okkum endiliga kunning um innihaldið, tíð og stað. Er tiltakið alment, kemur tað við í yvirskipaðu skránna fyri Fjølmentanarvikuna. Er tiltakið ikki alment, so vilja vit kortini fegin hoyra frá tykkum.
Tú boðar frá tínum tiltaki við at trýsta á grøna knøttin niðanfyri, fylla teigarnar út og trýsta á send, so kanna vit upplýsingarnar, áðrenn tiltakið kemur við í skránna.
SKRÁSET TILTAK TIL FJØLMENTANARVIKUNA
Fleiri tiltøk eru longu løgd til rættis, til dømis setanin, stuttsøgukapping, stuttfilmskapping, familjutiltak, dansikvøld og konsertir. Les meira í skránni niðanfyri. Gev gætur, at skráin verður dagførd, so hvørt sum tiltøk verða løgd afturat, so fylgið við á hesari síðuni.
Vit hava eisini framleitt eina hugskotskjáttu, sum allir fyriskiparar og luttakarar á Fjølmentanarvikuni kunnu brúka til íblástur. Les meira um hugskotskjáttuna niðanfyri á hesari síðuni.
Her eru nøkur góð ráð til tey, ið arbeiða við ungum fólkum og børnum úr tilflytarabólkum og til luttakarar á Fjølmentanarvikuni: