Lat aftur
Tema
Bílegg grannalagnum jólatræ

Bílegg grannalagnum jólatræ

Kommunan fyrireikar í løtuni uppsetanina av jólatrøum í kommununi. Sum vant seta vit størri jólatrø upp í øllum bygdunum og í øllum býarpørtunum í Havn – millum annað við Myllutjørn og Undir Kongavarða. Eins og undanfarna ár kunnu eigarafeløg og grannaløg tó søkja um at fáa eitt jólatræ til síni øki.

Jólatrøini, sum grannaløgini kunnu bíleggja sær, eru umleið 2-3 metrar høg. Hevur títt grannalag hug til at fríðka og hugna um tykkara grannalag á jólum, kunnu tit senda kommununi eina umbøn við at trýsta á grøna knøttin niðanfyri og fylla teigarnar út.

Bílegg jólatræ

Vit viðgera tykkara umbøn beinanvegin, soleiðis at allar staðsetingar hóska til býin og umhvørvini.

Freistin at bíleggja grannalagnum jólatræ er 19. november 2024.

At minnast til

Gev gætur, at fær títt grannalag eitt jólatræ og ein træfót, áliggur tað tykkum at:

  • Heinta træið á kampingplássinum í Havn
  • Velja eina hóskandi staðseting til træið, soleiðis at flest borgarar í grannalagnum fáa gleði av tí
  • Tryggja, at staðsetingin av trænum er á almennari ogn ella ogn hjá eigarafelagnum. Er staðsetingin á ogn hjá øðrum, mást tú viðfesta skrivliga váttan frá eigaranum um loyvi at seta jólatræ á ognina
  • Festa jólatræið soleiðis, at tað heldur til føroyska veðurlagið
  • Ljósseta ella pynta træið, so tað fríðkar um grannalagið
  • Taka træið niður og beina tað burtur

Træfótur verður koyrdur út á ynsktu staðsetingina, tá ið tú hevur søkt um jólatræ.

Tú fært boð frá kommununi, tá ið træið er klárt at heinta. Boðini verða send til ta teldupostadressuna, tú upplýsir í umsóknini.

Vegleiðing fyri jólatrø í býlingum og grannaløgum

Her sært tú, hvørjar stuðulstreytirnar og mannagongdin er, tá grannaløg søkja um jólatræ: Vegleiðing fyri jólatrø í býlingum og grannaløgum