Bílegg grannalagnum jólatræ
Kommunan fyrireikar í løtuni uppsetanina av jólatrøum í kommununi. Sum vant seta vit størri jólatrø upp í øllum bygdunum og í øllum býarpørtunum í Havn – millum annað við Myllutjørn og Undir Kongavarða. Eins og undanfarna ár kunnu eigarafeløg og grannaløg tó søkja um at fáa eitt jólatræ til síni øki.
Jólatrøini, sum grannaløgini kunnu bíleggja sær, eru umleið 2-3 metrar høg. Hevur títt grannalag hug til at fríðka og hugna um tykkara grannalag á jólum, kunnu tit senda kommununi eina umbøn við at trýsta á grøna knøttin niðanfyri og fylla teigarnar út.
Bílegg jólatræ
Vit viðgera tykkara umbøn beinanvegin, soleiðis at allar staðsetingar hóska til býin og umhvørvini.
Freistin at bíleggja grannalagnum jólatræ er 19. november 2024.