Lat aftur
Tema
Løgtingsval 8. desember 2022
Løgtingsval 8. desember Løgtingsval 8. desember
Løgtingsval 8. desember

Hósdagin 8. desember 2022 er val til Føroya Løgting. 

Her er alt, tú skalt vita um brævatkvøður, upptøku á vallistan, valkort og mannagongdir annars í sambandi við valið.

Løgtingsval 8. desember 2022

Mikudagin 9. november skrivaði løgmaður út val til Føroya Løgting. Her kanst tú lesa um mannagongdirnar og reglurnar fyri løgtingsvalið, sum verður hósdagin 8. desember 2022.

Tú kanst greiða brævatkvøðu til og við mikudagin 7. desember 2022.

Hvør kann velja?
Valrættur og valbæri

Tú hevur valrætt til løgtingið, um tú ikki ert undir verjumáli og hevur fingið rættarliga myndugleikan frátiknan eftir verjumálslógini, og um tú annars lýkur hesar treytir:

  • tú ert fylt 18 ár
  • tú ert heimahoyrandi í Føroyum og hevur danskan heimarætt
  • tú ert skrásett á vallistanum

Vallistarnir liggja frammi til alment eftirlits í Snarskivuni frá týsdegnum 29. november 2022.

Tú skalt standa á vallistanum

Vallistarnir liggja frammi til alment eftirlits í Snarskivuni frá týsdegnum 29. november 2022.

Flytur tú í aðra kommunu aftaná 24. november 2022, verður tú framvegis standandi á vallistanum í kommununi, tú flytur úr. Flytur tú áðrenn 24. november 2022, verður tú skrásett á vallistanum í kommununi, tú flytur í.

Ríkisborgarar úr øðrum londum og borgarar, ið hava fingið danskan heimarætt

Ríkisborgarar úr øðrum londum hava ikki valrætt til løgtingsval.

Hevur tú havt útlendskan ríkisrætt og seinni fingið danskan heimarætt, mæla vit til, at tú eftirkannar, at tú stendur á vallistanum. Orsøkin er, at tað kemur fyri, at Landsfólkayvirlitið ikki hevur fingið fráboðað broytingina, og tá verður tú ikki skrásett á vallistanum. Á valdegnum er í flestu førum ov seint at rætta tílíkt.

Vallistarnir liggja frammi til alment eftirlits í Snarskivuni frá týsdegnum 29. november 2022.

Lesandi uttanlands kunnu søkja um at sleppa á vallistan

Ert tú stadd uttanfyri Føroyar í lestrarørindum, hevur tú valrætt, um so er, at tú hevur búð í Føroyum og verið skrásett í fólkayvirlitinum í minsta lagi 5 ár tilsamans. Tú skalt ikki hava havt tilhald uttanfyri Føroyar í meir enn 8 ár.

Tú skalt tó søkja um at sleppa á vallistan í tí kommunu, har tú seinasta var skrásett. Tann 17. november 2022 er seinasti dagur, Tórshavnar kommuna kann taka avgerð um upptøku á vallista. Tað vil siga, at tín umsókn má vera Tórshavnar kommunu í hendi nakað áðrenn afturlatingartíð 17. november 2022. Afturlatingartíðin er klokkan 16.

Ert tú sloppin á vallistan, kanst tú brævatkvøða fram til mikudagin 7. desember 2022. Les meira um hvar og hvussu tú greiðir brævatkvøðu á síðu okkara um brævatkvøður.

Gev gætur, at tú fært ikki nakað valkort sendandi, tá tú hevur søkt um upptøku á vallistan. Tú mást tí minnast til at hava samleikaprógv við, tá tú greiðir brævatkvøðu. Samleikaprógv kann annaðhvørt vera pass ella koyrikort.

Tú kanst kunna teg nærri um reglurnar í løgtingslógini um val til Løgtingið.

Greið atkvøðu áðrenn valdagin

Lógin um val til Løgtingið (logir.fo)

Soleiðis velur tú
Vilt tú greiða atkvøðu áðrenn valdagin (brævatkvøða)

Liggur tað ikki fyri hjá tær at greiða atkvøðu á sjálvum valdegnum, kanst tú greiða atkvøðu á einari og hvørjari kommunuskrivstovu í Føroyum. Tað rópa vit at greiða brævatkvøðu.


Nær kann eg greiða atkvøðu við brævi?

Tú kanst greiða brævatkvøðu til og við mikudagin 7. desember 2022.

Ert tú sjófólk ella í øðrum ørindum uttanlands, og heldur tú teg ikki vera heima valdagin, kanst tú í fyrsta lagi greiða atkvøðu 4 mánaðir áðrenn valdagin.

Fært tú av øðrum orsøkum ikki møtt persónliga á valstaðnum sjálvan valdagin, til dømis vegna sjúku, kanst tú í fyrsta lagi greiða atkvøðu eina viku áðrenn valdagin, tað vil siga frá 1. desember 2022. Tú skalt tá boða Snarskivuni frá á tel. 30 20 10. Síðan koma tveir av valstýrinum tilnevndir persónar heim til tín, so tu kanst greiða tína atkvøðu heima. Seinasta freist at boða frá, at tú vilt brævatkvøða heima við hús, er mikudagin 7. desember klokkan 16.

Ert tú innløgd á sjúkrahúsi ella á øðrum heilsu- ella uppihaldsstovni, ella ert tú undir læknaviðgerð heima, kanst tú greiða brævatkvøðuna á sjúkrahúsinum, uppihaldsstovninum, hjá viðkomandi lækna ella tveimum av valstýrinum tilnevndum persónum.

Situr tú í varðhaldi, kanst tú greiða brævatkvøðu hjá løgregluni.

Ert tú uttanlands, kanst tú greiða atkvøðu á donskum sendistovum ella konsulatum í útheiminum, ella hjá einum persóni, sum landsstýrismaðurin hevur heimilað.

Ert tú stadd í Danmark ella Grønlandi, kanst tú greiða atkvøðu á støðum, sum har verða nýtt til atkvøðugreiðslu við brævi. Tað er vanliga kommunuskrivstovan.


SEND TÍNA BRÆVATKVØÐU Í GÓÐARI TÍÐ

Gev gætur, at um tín brævatkvøða skal telja við á valinum, mást tú syrgja fyri at greiða tína atkvøðu í so mikið góðari tíð, at atkvøðan er frammi hjá valstýrinum í tínari bústaðarkommunu, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar á sjálvum valdegnum.

Spyr á staðnum, nær seinasta freist at senda brævatkvøður er. Tú sært eitt yvirlit yvir danskar sendistovur og konsulat og upplatingartíðir teirra á heimasíðuni hjá danska uttanríkismálaráðnum:

Find os i verden (Udenrigsministeriet)

Valkort

Tá Landsfólkayvirlitið hevur útskrivað vallistarnar, verða valkort send við postinum til øll á listunum. Valkortið er títt prógv fyri, at tú hevur rætt til at atkvøða á valinum. Fært tú eitt valkort, skalt tú minnast til at hava tað við tær, tá tú møtir á valstaðnum ella velur at brævatkvøða.


VALSTAÐ

Á valkortinum stendur, hvar tú skalt greiða tína atkvøðu, tað vil siga valstaðið, tú hoyrir til. Ivast tú í, hvat fyri valstað tú hoyrir til, kanst tú kanna tað her:

Valstøð


Skalt tú velja í Høllini á Hálsi?

Tað eru sera nógvir veljarar, ið skulu greiða atkvøðu í Høllini á Hálsi í Havn. Av tí sama kann tað vera trupult at finna parkeringspláss, og út á dagin kunnu vera bíðirøðir til valborðini. Vilt tú sleppa undan bíðirøðum, mæla vit til, at tú roynir at koma á valstaðið annaðhvørt áðrenn klokkan 15 ella millum klokkan 18 og 20.


HVAT FYRI VALBORÐ HOYRI EG TIL?

Ovast í vinstra horni á valkortinum er eitt raðtal. Tað er hetta raðtalið, sum avger, hvat fyri valborð tú skalt fara til á tínum valstaði.

Í Høllini á Hálsi eru til dømis 6 valborð. Raðtølini hjá teimum 6 valborðunum í Høllini á Hálsi eru hesi:

  • Raðtølini 20513 - 22762 fara til borð 1
  • Raðtølini 22763 - 25012 fara til borð 2
  • Raðtølini 25013 - 27262 fara til borð 3
  • Raðtølini 27263 - 29512 fara til borð 4
  • Raðtølini 29513 - 31662 fara til borð 5
  • Raðtøl hægri enn 31662 fara til borð 6

Tá tú kemur inn í valhølini, sært tú skelti við hvørt borð, sum vísa, hvørji talstrekki hoyra til hvørt borð.


HEVUR TÚ EINKI VALKORT FINGIÐ?

Hevur tú ikki fingið valkortið við postinum, ella er villa íkomin á kortinum, skalt tú venda tær til fólkayvirlitið í tínari kommunu. Í Tórshavn vil tað siga Snarskivuna, sum tú kanst ringja til á tel. 30 20 10 ella skriva til á torshavn@torshavn.fo. Sendir tú teldupost, skalt tú minnast til at upplýsa títt navn og tín føðingardag. Snarskivan kannar, um tú ert á vallistanum, og um valkortið av einhvørjari orsøk er sent kommununi aftur. Um so er, verður tað sent tær av nýggjum. Er stutt til valið, kanst tú fáa nýtt kort á valstaðnum á valdegnum.

Hevur tú á valdegnum framvegis ikki fingið valkortið sendandi við postinum, kanst tú møta á valstaðnum og siga frá, at tú einki valkort hevur fingið. Er tú á vallistanum, fært tú eitt nýtt. Minst til at hava samleikaprógv við, sum annaðhvørt kann vera títt pass ella koyrikort.


Hevur tú mist valkortið burtur?

Hevur tú mist valkortið burtur ella gloymt tað eftir heima, kunnu vit útskriva tær eitt nýtt valkort á valstaðnum. Tú mást rokna við, at tað tekur eina løtu at útskriva kortið av nýggjum.

Minst til at hava samleikaprógv við, sum annaðhvørt kann vera pass ella koyrikort.


Hevur tú brævatkvøtt og kortini fingið valkort sendandi?

Greiðir tú brævatkvøðu, áðrenn valkortið er komið við postinum, fært tú kortini eitt valkort sendandi. Tað kanst tú hyggja burtur frá, ella tú kanst møta á valstaðnum og atkvøða umaftur.

Velur tú at atkvøða umaftur, telur brævatkvøðan ikki við.

Finn títt valstað

Á valkortinum stendur, hvar tú skalt greiða tína atkvøðu, tað vil siga valstaðið, tú hoyrir til. Til løgtingsvalið 8. desember 2022 eru valstøðini opin frá klokkan 10 til klokkan 20, ella so leingi veljarar møta uttan at steðgur kemur í.

Ivast tú í, hvat fyri valstað tú hoyrir til, kanst tú kanna tað her:

Valstøð

Soleiðis greiðir tú atkvøðu á valdegnum

Tá tú møtir á valstaðnum, skalt tú hava valkortið við tær. Hevur tú einki valkort við, kanst tú fáa nýtt valkort útskrivað á valstaðnum treytað av, at tú stendur á vallistanum. Minst til at hava samleikaprógv við, sum annaðhvørt kann vera koyrikort ella pass.

Ovast í vinstra horni á valkortinum er eitt raðtal. Tað er hetta raðtalið, sum avger, hvat fyri valborð tú skalt fara til á tínum valstaði:

Í Høllini á Hálsi eru til dømis 6 valborð. Raðtølini hjá teimum 6 valborðunum í Høllini á Hálsi eru hesi:

  • Er raðtalið millum 20513-22762, skalt tú fara til borð 1
  • Er raðtalið millum 22763-25012, skalt tú fara til borð 2
  • Er raðtalið millum 25013-27262, skalt tú fara til borð 3
  • Er raðtalið millum 27263-29512, skalt tú fara til borð 4
  • Er raðtalið millum 29513-31662, skalt tú fara til borð 5
  • Er raðtalið hægri enn 31663, skalt tú fara til borð 6

Tá tú kemur inn í valhølini, sært tú skelti við hvørt borð, sum vísa, hvørji talstrekki hoyra til hvørt borð.

Tá ið atkvøðuseðilin er útflýggjaður, fert tú inn í atkvøðurúmið, har eingin annar má vera inni. Her skalt tú seta kross annaðhvørt við tann listan, tú ætlar at velja, ella við eitt valevni.

Minst til at seta krossin rætt, tá tú velur. Tú skalt annaðhvørt seta kross fyri tí lista, tú ætlar tær at velja, ella fyri einum valevni. Tú sært dømi um, hvussu tú skalt gera, og hvussu tú ikki mást gera, her:

Soleiðis atkvøður tú

Tá ið tú hevur sett krossin, leggur tú atkvøðuseðilin saman, soleiðis at eingin annar sær, hvussu tú hevur atkvøtt. Síðan koyrir tú beinanvegin atkvøðuseðilin í kassan uttanfyri atkvøðurúmið, meðan ein úr valstýrinum ella eitt hjálparfólk sær.

Hevur tú longu brævatkvøtt, men ætlar tær at greiða atkvøðu á valdegnum, verður brævatkvøðan ikki roknað uppí uppteljingina.

Hjálp til at greiða atkvøðu

Tørvar tær hjálp til velja, skalt tú siga valstýrinum ella hjálparfólkunum á valstaðnum frá. Tú kanst fáa hjálp frá tveimum persónum at greiða atkvøðu í atkvøðuhølunum ella beint uttanfyri atkvøðuhølið, til dømis í einum bili. Tú kanst krevja, at annar persónurin er ein, sum tú sjálv vísir á.

Hóast tú fært hjálp at velja, skalt tú sjálv skilliga siga ella á annan hátt vísa á, hvørjum tú vilt atkvøða fyri.

Hvønn kanst tú velja?

Niðanfyri sært tú endaligu valevnislistarnar til løgtingsvalið 8. desember 2022. Her sært tú somuleiðis adressurnar, heimasíðurnar og aðrar sambandsupplýsingar hjá flokkunum.

Valevnislistar til løgtingsvalið 8. desember 2022

Valbærir politiskir flokkar í Føroyum

Soleiðis gongur valið fyri seg
8. august - Brævatkvøður fyri sjófólk og burturstødd

Sjófólk og onnur, sum ikki halda seg vera heima á valdegnum, og veljarar, sum eru staddir uttanlands, kunnu atkvøða við brævi í fyrsta lagi 4 mánaðir undan valdegnum (8. august 2022) og fram til 7. desember klokkan 24.

10. november - Seinasta freist at boða frá stovnan av flokki

Seinasta freist at boða landsstýrismanninum frá stovnan av nýggjum flokki er 10. november 2022 klokkan 18.

17. november - Seinasta freist at taka avgerð um upptøku av lesandi uttanlands á vallista

Seinasta freist hjá kommununum at taka avgerð um upptøku á vallista av persónum, ið hava valrætt, hóast teir ikki hava tilhald í Føroyum (lesandi uttanlands).

29. november - Vallistarnir verða lagdir fram til alment eftirlit

Vallistarnir verða lagdir fram til alment eftirlits í Snarskivuni í Havn.

1. desember - Brævatkvøður í sambandi við sjúku og tílíkt

Eina viku undan valinum kunnu eisini onnur, enn tey, ið eru burturstødd á valdegnum, brævatkvøða. Hetta eru tey, ið ikki kunnu møta persónliga á valstaðnum sjálvan valdagin, til dømis vegna sjúku ella líknandi. Tú skalt tá boða Snarskivuni frá á tel. 30 20 10, síðan koma tveir av valstýrinum útnevndir persónar heim til tín, so tu kanst greiða tína atkvøðu heima.

Ert tú innløgd á sjúkrahúsi ella á øðrum heilsu- ella uppihaldsstovni, ella ert tú undir læknaviðgerð heima, kanst tú greiða brævatkvøðuna á sjúkrahúsinum, uppihaldsstovninum, hjá viðkomandi lækna ella tveimum av valstýrinum útnevndum persónum.

Tú kanst greiða brævatkvøðuna frá 1. desember til og við 7. desember.

Gev gætur: seinasta freist at boða Snarskivuni frá, at tú vilt atkvøða heima við hús, er mikudagin 7. desember klokkan 16. Hetta er eisini seinasta freist at brævatkvøða í Snarskivuni.

7. desember - Seinasta freist at brævatkvøða

7. desember er seinasta freist at greiða brævatkvøðu.

Gev gætur, at um tú brævatkvøður í Snarskivuni, og atkvøðan er til valstað í aðrari kommunu, so verður atkvøðan send við postinum, og atkvøðuseðilin skal vera komin fram til valstaðið, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar klokkan 10 á valdegnum. Tú mást tí syrgja fyri at vera í góðari tíð.

8. desember - Valdagurin

Á valdegnum 8. desember kanst tú greiða atkvøðu á tí valstaðnum, tú hoyrir til. Valstaðið stendur á valkortinum, sum tú hevur fingið sendandi tvær vikur áðrenn valdagin. Øll valstøð lata upp klokkan 10 og lata aftur klokkan 20, ella so leingi veljarar møta uttan at steðgur kemur í.

Í atkvøðuhølunum eru valstýrisformenn og tilnevndir veljarar til staðar, sum eru vald av býráðnum til at hava eftirlit við, at atkvøðugreiðslan gongur rætt fyri seg.

So skjótt sum atkvøðugreiðslan er liðug, fara tey tilnevndu undir atkvøðuteljingina, sum er almenn.

Atkoma fyri rørslutarnað og hjálp til at atkvøða

Á myndini niðanfyri sært tú, hvar parkeringsøkið til rørslutarnað er uttanfyri valstaðið á Hálsi. Í økinum beint uttanfyri høllina er parkering bara loyvd fyri rørslutarnað og hýruvognar.

Inngongdina fyri rørslutarnað finnur tú miðskeiðis á norðursíðuni:


Hjálp til at greiða atkvøðu

Tørvar tær hjálp til at atkvøða, kanst tú fáa hjálp frá tveimum persónum at greiða atkvøðu í atkvøðuhølunum ella beint uttanfyri atkvøðuhølini, til dømis í einum bili. Tú kanst krevja, at annar persónurin er ein, sum tú sjálv vísir á.

Tørvar tær hjálp, mást tú fáa ein avvarðandi at fara inn í valhølini og siga valstýrinum ella hjálparfólkunum á valstaðnum frá.

Hóast tú fært hjálp til at velja, mást tú sjálv skilliga siga ella á annan hátt vísa á, hvønn tú velur.

Klagur um valið

Hevur tú eina klagu um løgtingsvalið, skal klagan verða umsitingini hjá Løgtinginum í hendi áðrenn klokkan 10 tíggjunda yrkadagin eftir valdagin.

Tó skulu kærurnar stílast kommununi, um:

  • tú ikki ert komin á vallistan
  • ein persónur av órøttum er komin á vallistan
  • tú ikki hevur fingið valkort ella hevur fingið valkort, ið hevur villu ella manglar okkurt

Kommunustýrið skal uttan drál viðgera tína kæru.

Bakgrundskunning

Lógin um val til Føroya Løgting

Lógina um val til Løgtingið sært tú her:

Lógin um val til Løgtingið (logir.fo)