Hvussu sleppa vit undan smittu á valinum?
Nú nógv fólk fara at savnast á sama stað á valdegnum, er tað umráðandi, at vit øll fylgja tilmælunum hjá koronaráðgevingini neyvt. Tí hava Tórshavnar kommuna og valstýrini skipað fyri, at avkvøðgreiðslan kann fara fram so trygt sum gjørligt fyri bæði veljaran og hjálparfólk.
Tað vil í høvuðsheitum siga, at vit:
- spritta og gníggja hendurnar væl, tá vit møta á valstaðnum
- halda minst 2 metur frástøðu í bíðirøðini
- nerta hvørki andlit, nasar ella munn, eftir at vit hava sprittað hendurnar, og til vit eru liðug av atkvøða
- steðga ikki á at práta, men finna leiðina beinleiðis út úr valstaðnum eftir atkvøðugreiðsluna
Pennarnir í atkvøðuboksini verða bara brúktir av einum persóni. Tá ein pennur er brúktur eina ferð, verður hann beindur í ein kassa og sprittaður. Atkvøðuklivarnir verða somuleiðis javnan sprittaðir. Skermar eru á valborðinum millum veljarar og hjálparfólkini, sum øll arbeiða í handskum, har tað verður mett neyðugt. Øll hjálparfólk verða kannað fyri koronu dagin fyri valdagin.
um tú ert í sóttarhaldi
Ert tú í sóttarhaldi vegna COVID-19, skalt tú ikki møta á valstaðnum fyri at greiða atkvøðu til kommunuvalið 10. november. Í staðin hevur tú møguleika fyri at brævatkvøða.
Atkvøðugreiðsla við brævi fer fram frá týsdegnum 3. november 2020 til mánadagin 9. november 2020. Tín atkvøðuseðil skal vera komin fram til valstaðið, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar á valdegnum 10. november.
Set teg í samband við Snarskivuna á tel. 30 20 10, soleiðis at valnevndin kann fyrireika, hvussu atkvøðugreiðslan við brævi skal fara fram.
Valstaðið í Tórshavn
Í Høllini á Hálsi skulu meira enn 13000 veljarar atkvøða. Fyri at tiltøkini móti smittu ikki skulu seinka valgongdina, hava vit lagt serligan dent á at skipa umstøðurnar á Hálsi væl. Tað gera vit soleiðis:
- sum veljari verður tú móttikin í einum tjaldi uttanfyri høllin, har tú verður biðin um at spritta hendurnar væl og stilla teg í røttu bíðirøðina sambært nummarinum á tínum valkorti. Tað sært tú á skeltingini. Hevur tú einki valkort, verður tú biðin um at fara til kommunala fólkayvirlitið, sum heldur til í øðrum tjaldi, har tú fært útskrivað eitt nýtt valkort
- í bíðirøðini heldur tú 2 metur frástøðu og fylgir frástøðumerkjunum
- inni í høllini eru 6 bíðirøðir til 6 sonevnd valborð. Her skalt tú stilla teg í røttu bíðirøðina sambært nummarinum á tínum valkorti. Tað sært tú á skeltingini.
- tá tú kemur fram til valborðið, heita vit aftur á teg um at spritta hendur
- við valborðið letur tú valkortið inn og fær ein atkvøðuseðil og ein penn
- tá tú hevur atkvøtt, letur tú atkvøðuseðilin í kassan og pennin í eitt ílat, sum hjálparfólkið vísir tær
- síðan fylgir tú leiðini út og heldur frástøðu
- ynskir tú at atkvøða til skúlastýrisval, fylgir tú leiðini til valborðið hjá skúlastýrinum og síðan eina aðra leið á dyr
- við útgongdina ber aftur til at spritta hendur
Ert tú illa gongd, ella brúkar tú koyristól, kanst tú parkera og sleppa inn í valhølið eystarumegin høllina, har fólk taka ímóti og vegleiða.
Vilt tú síggja myndlýsing av, hvussu valstaðið er skipað á valdegnum, finnur tú hana her:
Valstaðið í Tórshavn - myndlýsing