Allir borgarar í Føroyum, ið hava valrætt og eru upptiknir á vallista, kunnu atkvøða til býráðsval. Tú hevur valrætt, um tú ert:
Hevur tú ikki føroyskan heimarætt, skalt tú hava havt fastan bústað í Føroyum seinastu trý árini áðrenn valdagin fyri at velja á kommunuvalinum.
Ert tú ríkisborgari úr øðrum landi, hevur tú valrætt og valbæri til kommunuval, um tú hevur havt fastan bústað í Føroyum seinastu trý árini undan valinum. Hetta er eitt undantak frá kravinum um, at tú skalt lúka treytirnar fyri valrætti og valbæri til løgtingið fyri at kunna velja til kommunuvalið.
Tú skalt standa á vallistanum í kommununi fyri at útinna valrættin.
Ert tú komin á vallistan, men ert tú ikki longur fastbúgvandi í kommununi, hevur tú ikki rætt til at velja. Tú kanst lesa meira um vallistar niðanfyri.
Ert tú búsitandi uttanlands, hevur tú hvørki valrætt ella valbæri til kommunuval. Orsøkin er, at tú lýkur hvørki kravið um at vera tilmeldað fólkayvirlitinum í føroyskari kommunu í seinasta lagi tvær vikur áðrenn valdagin ella kravið um at vera búsitandi í kommununi á valdegnum.
Tú kanst kunna teg nærri niðanfyri í løgtingslógini um val til allar kommunur. Lógin vísir í summum førum til lógina um løgtingsval.
Vallistarnir verða lagdir fram til alment eftirlits í seinasta lagi fýra vikur áðrenn valdagin. Á listanum eru øll tey skrásett, sum hava valrætt til kommunuvalið. Listarnir liggja frammi í tvær vikur á einum staði, ið er atkomiligt hjá íbúgvunum. Í Tórshavnar kommunu liggja listarnir frammi í Snarskivuni, Vaglið 11, í Havn frá 15. oktober.
Flytur tú í aðra kommunu ein av seinastu 14 døgunum áðrenn valdagin, missir tú rættin til at velja á kommunuvalinum.
Á valkortinum sært tú, hvar tú skalt greiða tína atkvøðu. Tað vil siga valstaðið, tú hoyrir til. Tú fært valkortið sendandi í seinasta lagi tvær vikur áðrenn valdagin. Á kortinum niðanfyri sært tú, hvar øll valstøðini eru í kommununi:
Ivast tú kortini í, hvat fyri valstað tú hoyrir til, tí tú til dømis ikki hevur fingið nakað valkort sendandi, kanst tú kunna teg nærri um valstøðini niðanfyri.
Vegurin Langi 25
188 Hoyvík
Finn Hoyvíkshøllina á Google Street View
Hallarheygur 4
100 Tórshavn
Finn Høllina á Hálsi á Google Street View
Glyvursvegur 44
160 Argir
Finn Skúlan á Argjahamri á Google Street View
Krossgøta 11
180 Kaldbak
Finn Høllina í Kaldbak á Google Street View
Botnavegur 3
410 Kollafjørður
Finn Skótahúsið í Kollafirði á Google Street View
Norðuri á Heyggi 19
176 Velbastaður
Finn Skúlan á Velbastað á Google Street View
Á Mýrini 8
270 Nólsoy
Øll valstøð lata upp klokkan 10 og lata aftur klokkan 20, ella so leingi veljarar møta, uttan at steðgur kemur í.
Tú kanst greiða atkvøðu áðrenn valdagin. Hetta verður rópt at brævatkvøða. Tú kanst greiða atkvøðu á øllum kommunuskrivstovum í Føroyum.
Gev gætur, at skal tín brævatkvøða telja við á valinum, mást tú syrgja fyri at greiða atkvøðu í góðari tíð, soleiðis at atkvøðan er valstýrinum í tínari bústaðarkommunu í hendi, áðrenn valstøðini lata upp á valdegnum 12. november klokkan 10.
Í Tórshavnar kommunu kanst tú greiða brævatkvøðu í Snarskivuni í Havn:
Vaglið 11, 100 Tórshavn
Mánadag til hósdag klokkan 9-16
Fríggjadag klokkan 9-15
Tú mást møta persónliga fyri at brævatkvøða. Minst eisini til at hava samleikaprógv við. Hevur tú fingið títt valkort, so hav tað við tær. Hevur tú ikki fingið valkortið, kanst tú brúka koyrikortið ella passið sum samleikaprógv. Liggur koyrikortið ella passið talgilt á Vangaappini, kanst tú brúka hesi sum samleikaprógv.
Ert tú sjófólk, ella ert tú í øðrum ørindum uttanlands og heldur teg ikki vera heima valdagin, kanst tú í fyrsta lagi greiða atkvøðu fýra mánaðir áðrenn valdagin. Sum sjófólk kanst tú greiða tína atkvøðu í Snarskivuni á Vaglinum 11 í Havn, ella tú kanst lata tína atkvøðu inn til landfútan (politimeistaran), sýslumannin ella til tann, sum fyrisitur mynstringina (undir hesum VØRN).
Tú kanst greiða brævatkvøðu heima við hús, um tú ert sjúk ella rørslutarnað og tí hvørki fært møtt persónliga í Snarskivuni ella á valstaðnum á valdegnum. Tú skalt tá boða Snarskivuni frá á telefon 30 20 10. Síðan koma tveir av valstýrinum útnevndir persónar heim til tín, so tu kanst greiða tína atkvøðu heima. Uttanfyri vanliga arbeiðstíð kanst tú ringja til vaktelefonina á telefon 26 34 09. Vaktelefonin svarar til mánadagin 11. november klokkan 22.
Tú kanst í fyrsta lagi greiða atkvøðu heima við hús eina viku áðrenn sjálvan valdagin.
Seinasta freist at brævatkvøða er mánadagin 11. november 2024 klokkan 24.
Býrt tú á røktarheimi ella hvíldarheimi, kanst tú greiða tína brævatkvøðu har. Starvsfólkini á røktarheiminum eru kunnað og fyrireikað til valið, og tey kunnu greiða tær nærri frá, hvussu tú ber teg at við at atkvøða.
Ert tú innløgd á sjúkrahúsi ella á øðrum heilsu- ella uppihaldsstovni, ella ert tú undir læknaviðgerð heima, kanst tú greiða brævatkvøðuna á sjúkrahúsinum, uppihaldsstovninum, hjá viðkomandi lækna ella tveimum av valstýrinum útnevndum persónum. Starvsfólkini á bústovnum og sjúkrahúsunum eru fyrireikað og hjálpa tær at atkvøða.
Situr tú í varðhaldi, kanst tú greiða brævatkvøðu hjá løgregluni.
Ert tú uttanlands, og fært tú ikki verið heima á valdegnum, kanst tú greiða atkvøðu á donskum sendistovum ella konsulátum í útheiminum, ella hjá einum persóni, sum landsstýrismaðurin hevur heimilað. Ert tú stødd í Danmark ella Grønlandi, kanst tú greiða atkvøðu á støðum, ið har verða nýtt til atkvøðugreiðslu við brævi. Tað er undir vanligum umstøðum kommunuskrivstovan.
Tað ber til at atkvøða seinastu fýra mánaðirnar áðrenn valdagin.
Gev gætur: Skal tín brævatkvøða telja við á valinum, mást tú syrgja fyri at greiða tína atkvøðu í so mikið góðari tíð, at atkvøðan er valstýrinum í tínari bústaðarkommunu í hendi, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar klokkan 10 á sjálvum valdegnum. Spyr á staðnum, nær seinasta freist at senda brævatkvøður er. Tú sært eitt yvirlit yvir danskar sendistovur og konsulát á heimasíðuni hjá danska uttanríkismálaráðnum. Har sært tú eisini upplatingartíðirnar:
Find os i verden (Udenrigsministeriet)
Greiðir tú atkvøðu áðrenn valdagin, og angrar tú tína atkvøðu, kanst tú broyta tína atkvøðu við at brævatkvøða umaftur. Hetta kanst tú gera fram til seinastu freist fyri brævatkvøður.
Tað er altíð tín seinasta brævatkvøða, sum telur.
Tá ið val er til Føroya Løgting og kommunuval, kanst tú velja at brúka títt valkort á valdegnum, hóast tú frammanundan hevur brævatkvøtt. Gert tú tað, telur brævatkvøðan ikki við í uppteljingini.
Tá ið tú greiðir brævatkvøðu, leggur tú tína atkvøðu niður í ein ómerktan brævbjálva, ið verður latin aftur. Hesin brævbjálvi verður lagdur í annan størri brævbjálva saman við tí fylgiseðli, tú og starvsfólkið hjá kommunala fólkayvirlitinum, ella tveir av valstýrinum útnevndir persónar, hava undirskrivað og dagfest.
Hevur tú bústað í aðrari kommunu, verður brævatkvøðan send bústaðarkommununi við postinum.
Áðrenn valhølini lata upp, letur valstýrið uttara bjálvan upp og krossar teg av á vallistanum, soleiðis at valstaðið sær, at tú longur hevur greitt tína atkvøðu. Hevur tú broytt meining og brævatkvøtt umaftur, soleiðis at valstýrið hevur tvær atkvøður frá tær, telur bert atkvøðan við nýggjastu dagfestingini við.
Tín brævatkvøða liggur á læstum stað, til hon á valdegnum verður tald upp saman við hinum atkvøðunum á valstaðnum.
Í seinasta lagi tvær vikur undan valinum fáa allir borgarar, sum hava valrætt, eitt persónligt valkort sendandi við postinum. Valkortið er títt prógv fyri, at tú hevur rætt til at atkvøða á valinum. Fært tú eitt valkort, skalt tú minnast til at hava tað við tær, tá tú møtir á valstaðnum ella fert at brævatkvøða.
Á valkortinum stendur, hvar tú skalt greiða tína atkvøðu. Tað vil siga valstaðið, tú hoyrir til. Tú sært øll valstøðini her:
Hevur tú einki valkort fingið við postinum, ella er villa íkomin á valkortinum, skalt tú venda tær til fólkayvirlitið í tínari kommunu.
Býrt tú í Tórshavnar kommunu, kanst tú venda tær til Snarskivuna á telefon 30 20 10 ella skriva til torshavn@torshavn.fo. Sendir tú okkum teldupost, mást tú minnast til at upplýsa títt navn og tín føðingardag. Snarskivan kannar, um tú ert á vallistanum, og um valkortið av einhvørjari orsøk er sent kommununi aftur. Um so er, verður tað sent tær av nýggjum. Er stutt til valið, verður tú biðin um heinta valkortið í Snarskivuni ella á valstaðnum valdagin.
Hevur tú framvegis ikki fingið valkortið við postinum, tá valdagurin er, kanst tú møta á valstaðnum og siga frá, at tú einki valkort hevur fingið. So gera vit tær eitt valkort á valstaðnum. Tú mást rokna við eitt sindur av bíðitíð. Minst til at hava samleikaprógv við, ið kann vera pass ella koyrikort.
Hevur tú mist valkortið burtur ella gloymt tað eftir heima, kanst tú fáa útskrivað eitt nýtt valkort á valstaðnum. Tú mást rokna við, at tað tekur eina løtu at útskriva kortið av nýggjum. Minst til at hava samleikaprógv við, sum annaðhvørt kann vera pass ella koyrikort.
Greiðir tú brævatkvøðu, áðrenn valkortið er komið við postinum, fært tú kortini eitt valkort sendandi frá okkum. Hesum valkortinum kanst tú hyggja burtur frá, ella tú kanst møta á valstaðnum og atkvøða umaftur. Velur tú at atkvøða umaftur, telur brævatkvøðan ikki við.
Minst til at seta krossin rætt, tá tú velur. Annars telur atkvøðan ikki við.
Tú skalt antin seta kross fyri tí lista, tú ætlar at velja, ella fyri einum valevni. Myndin niðanfyri vísir, hvussu tú skalt gera, og hvussu tú ikki mást gera:
Tú mást møta á valstaðnum millum klokkan 10 og 20 á valdegnum. Tá tú møtir á valstaðnum, skalt tú hava valkortið við tær. Hevur tú einki valkort við, kanst tú fáa nýtt valkort útskrivað á valstaðnum. Minst til at hava samleikaprógv við, ið annaðhvørt kann vera koyrikort ella pass.
Tá ið atkvøðuseðilin er útflýggjaður, fert tú inn í atkvøðurúmið, har eingin annar má vera inni. Her skalt tú antin seta kross við tann listan, tú ætlar at velja, ella við eitt valevni. Dømi um hvussu tú setir krossin rætt, sært tú her:
Tá ið tú hevur sett krossin, skalt tú leggja atkvøðuseðilin saman, soleiðis at eingin annar sær, hvussu tú hevur atkvøtt. Síðan setir tú atkvøðuseðilin beinavegin í kassan, meðan eitt valstýrisfólk ella hjálparfólk sær.
Hevur tú longu brævatkvøtt, og velur tú kortini at greiða atkvøðu á valdegnum, verður brævatkvøðan ikki tald við á valinum.
Tørvar tær hjálp til greiða atkvøðu, skalt tú siga valstýrinum ella hjálparfólkunum á valstaðnum frá. Tú kanst fáa hjálp frá tveimum persónum at greiða atkvøðu í atkvøðuhølunum ella beint uttanfyri atkvøðuhølini, til dømis í einum bili. Tú kanst krevja, at annar persónurin er ein, sum tú sjálv vísir á. Hóast tú fært hjálp at velja, skalt tú sjálv skilliga siga ella á annan hátt vísa á, hvørjum tú vilt atkvøða fyri.
Valevnislistarnar til kommunuvalið í Tórshavnar kommunu 12. november 2024 sært tú her:
Sjófólk og onnur, ið ikki vænta at vera heima valdagin, kunnu útfylla atkvøðuseðilin í fyrsta lagi fýra mánaðir áðrenn valdagin.
Í seinasta lagi fýra vikur frammanundan valinum verða vallistarnir lagdir fram til alment eftirlits. Teir verða liggjandi frammi í tvær vikur á einum stað, ið liggur høgliga fyri hjá íbúgvarunum. Lýst verður við hesum á vanligan hátt fimm vikur áðrenn valið. Í Tórshavnar kommunu liggja vallistarnir frammi í Snarskivuni, Vaglið 11, í Havn.
Politisku flokkarnir og listarnir, sum ynskja at stilla upp til býráðsvalið, skulu hvør sær lata inn lista við teimum valevnum, ið stilla upp til valið. Listin skal vera undirskrivaður av í minsta lagi 15 og í mesta lagi 25 veljarum sum stillarum, og hjálagdur skal vera serligur listi yvir stillararnar, har teir eru skilliga lýstir við navni, starvi, bústaði og føðingardegi.
Valevnislistarnir mugu vera valnevndarformanninum ella kommununi í hendi í seinasta lagi klokkan 18 tríggjar víkur undan valdegnum. Tað vil siga týsdagin 22. oktober 2024 klokkan 18.
Valnevndin góðkennir valevnislistan og gevur listanum ein bókstav, sum kemur at standa á atkvøðuseðlinum framman fyri navninum á valevnislistanum.
Á heimasíðuni hjá Løgmálaráðnum sært tú dømi um, hvussu valevnislistin eigur at síggja út:
Valevnislistarnir til val av staðbundnum nevndum skulu vera valnevndarformanninum ella kommununi í hendi á býráðsskrivstovuni í seinasta lagi týsdagin 22. oktober 2024 klokkan 18.
Eina viku undan valinum kunnu eisini onnur, enn tey, ið eru burturstødd á valdegnum, brævatkvøða. Hetta eru tey, ið ikki kunnu møta persónliga á valstaðnum sjálvan valdagin, til dømis vegna sjúku. Ert tú ein av teimum, skalt tú boða Snarskivuni frá á telefon 30 20 10, síðan koma tveir av valstýrinum útnevndir persónar heim til tín, so tu kanst greiða tína atkvøðu heima.
Ert tú innløgd á sjúkrahúsi ella á øðrum heilsu- ella uppihaldsstovni, ella ert tú undir læknaviðgerð heima, kanst tú greiða brævatkvøðuna á sjúkrahúsinum, uppihaldsstovninum, hjá viðkomandi lækna ella tveimum av valstýrinum útnevndum persónum.
Tú kanst greiða brævatkvøðu eina viku undan valinum fram til dagin fyri valdagin.
Les alt um brævatkvøður her:
Uppstillingarlistarnir til skúlastýrisvalið skulu latast formonnunum í valnevndunum í seinasta lagi týsdagin 5. november 2024 klokkan 18. Formenninir í valnevndunum eru skúlastjórarnir.
11. november klokkan 24 er seinasta freist at greiða brævatkvøðu.
Á valdegnum 12. november kanst tú greiða atkvøðu á valstaðnum, tú hoyrir til. Valstaðið stendur á valkortinum, sum tú hevur fingið sendandi tvær vikur áðrenn valdagin. Øll valstøð lata upp klokkan 10 og eru opin til klokkan 20 ella so leingi veljarar møta, uttan at steðgur kemur í.
Í atkvøðuhølunum eru valstýrisformenn og tilnevndir veljarar til staðar, sum eru vald av býráðnum til at hava eftirlit við, at atkvøðugreiðslan gongur rætt fyri seg.
So skjótt sum atkvøðugreiðslan er liðug, fara tey tilnevndu undir atkvøðuteljingina, sum er almenn.
Út á kvøldið fáa vit eitt endaligt úrslit av valinum, ið vísir býtið av atkvøðum skift á flokkar og listar.
Ivast tú í, hvat fyri valstað tú hoyrir til, kanst tú kanna tað her:
Ger býráðið av, at fínteljing skal vera, fer hon fram í seinasta lagi 19. november, vikudagin eftir valdagin. Her telja vit allar atkvøðurnar enn einaferð býtt eftir valevnum. Aftaná fínteljingina fáa vit vissu fyri, hvør hevur tryggjað sær sess í býráðnum.
Nývalda býráðið skipar seg á einum fundi í desember mánaði aftaná valið. Tá gera tey av, hvør skal vera borgarstjóri, og hvør skal vera varaborgarstjóri. Borgarstjórin verður sostatt ikki valdur beinleiðis av veljarunum. Tey gera eisini av, hvør skal sita í Fíggjarnevndini og øðrum politiskum nevndum, og hvør skal vera formaður ella forkvinna í nevndunum.
Samstundis gera tey av, hvørjir býráðslimir skulu sita sum umboð fyri býráðið í fleiri ymiskum ráðum og nevndum.
Býráðið er valt fyri fýra ár frá 1. januar eftir kommunuvalið og fýra ár fram til 31. desember.
Vilt tú vita, hvussu nógv býráðsumboð og atkvøður flokkarnir fingu í 2016 og á undanfarnum kommunuvalum, kanst tú kanna tað nærri á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya, ið skrásetir og almannakunnger øll valúrslit.
Á somu síðu kanst tú eisini fylgja við í kommunuvalinum 12. november. Tá ið endaligu úrslitini eru tøk, fert tú eisini at síggja tey á hesari síðuni.
Valluttøkan í Tórshavnar kommunu er hækkað seinastu fýra kommunuvalini.
Á seinasta býráðsvali í 2020 atkvøddu 81 prosent av veljarunum í Tórshavnar kommunu. Tað er eitt sindur omanfyri valluttøkuna á kommunuvalinum í 2016, tá ið valluttøkan var 79,5 prosent. Í 2012 var valluttøkan 77,37 prosent, og í 2009 var hon 72,4 prosent.
Sambært §37 í løgtingslóg nr. 87 kann kommunustýrið seta staðbundnar, ráðgevandi nevndir til tess at tryggja fólki á staðnum ummælisrætt í málum, sum viðvíkja staðbundnum viðurskiftum.
Valið til staðbundnu nevndirnar í Tórshavnar kommunu fer fram á kommunuvaldegnum 12. november 2024.
Tríggir limir kunnu veljast í ávikavist:
Í atkvøðuøkinum ávikavist á Hvítanesi, í Kaldbak/Kaldbaksbotni, í Kollafirði, í Kirkjubø/Velbastað/Syðradali, í Hesti/Koltri og í Nólsoy hava borgarar valbæri og valrætt, sum standa á vallistanum til býráðsvalið.
Valevnislistarnir skulu vera valnevndarformanninum ella kommununi í hendi á býráðsskrivstovuni í seinasta lagi týsdagin 22. oktober 2024 klokkan 18.
Ein av stillarunum skal handa valevnislistan og navnalista yvir stillararnar, og skulu bæði velevnislistin og navnalistin skilliga vera lýstir við navni, starvi, bústaði og føðingardegi.
Valevnislistarnir til valið av staðbundnu nevndunum 12. november 2024 sært tú her:
Skúlastýrisvalið verður 12. november frá klokkan 10 til 20, tað vil siga sama dag sum kommunuvalið.
Uppstillingarlistarnir til skúlastýrisvalið skulu latast formonnunum í valnevndunum í seinasta lagi týsdagin 5. november 2024 klokkan 18. Formenninir í valnevndunum eru skúlastjórarnir.
Valstøðini eru hesi:
Í kommunuvalslógini finnur tú meginpartin av reglunum um val til kommunurnar. Tó vísir lógin í summum førum til lógina um løgtingsval.
Lógin um val til allar føroyskar kommunur (logir.fo)
Partar av lógini um val til allar føroyskar kommunur vísir til lógina um val til Løgtingið. Lógina um val til Løgtingið sært tú her:
Tú kanst tú lesa meira um, hvussu kommunuvalið 2024 eigur at fara fram sambært lóggávuni í bóklinginum Kommunuval 2024 hjá Løgmálaráðnum:
Mánadag - hósdag | 9 | - | 16 |
Fríggjadag | 9 | - | 15 |