Lat aftur
Tema
Kommunuval 12. november 2024

Kommunuval 12. november 2024

Týsdagin 12. november 2024 er val til allar kommunur í Føroyum. Sama dag er skúlastýrisval og val til staðbundnar nevndir í Tórshavnar kommunu. Her kanst tú lesa um, hvussu tú ber teg at við at velja. Tú kanst eisini lesa um mannagongdirnar og reglurnar fyri kommunuvalið.

Hvør kann velja?
Valrættur og valbæri

Allir borgarar í Føroyum, ið hava valrætt og eru upptiknir á vallista, kunnu atkvøða til býráðsval. Tú hevur valrætt, um tú ert:

  • 18 ár og lýkur treytirnar fyri valrætt og valbæri til løgtingið
  • Tilmeldað fólkayvirlitið í tínari kommunu í seinasta lagi tvær vikur áðrenn valdagin 12. november 2024
  • Framvegis ert búsitandi í kommununi á valdegnum. Tað vil siga, at flytur tú kommunu ein av seinastu 14 døgunum áðrenn valið, so hevur tú hvørki atkvøðurætt í kommununi, tú flytur úr, ella í kommununi, tú flytur til

Hevur tú ikki føroyskan heimarætt, skalt tú hava havt fastan bústað í Føroyum seinastu trý árini áðrenn valdagin fyri at velja á kommunuvalinum.

Ríkisborgarar úr øðrum londum

Ert tú ríkisborgari úr øðrum landi, hevur tú valrætt og valbæri til kommunuval, um tú hevur havt fastan bústað í Føroyum seinastu trý árini undan valinum. Hetta er sostatt eitt undantak frá kravinum um, at tú mást lúka treytirnar fyri valrætt og valbæri til løgtingið fyri at kunna velja til kommunuvalið.

Tú skalt standa á vallistanum í kommununi fyri at útinna valrættin.

Ert tú uppskrivað á vallistanum, men ert tú ikki longur fastbúgvandi í kommununi, hevur tú ikki rætt til at velja. Tú kanst lesa meira um vallistar niðanfyri.

Lesandi og búsitandi uttanlands hava ikki valrætt

Ert tú búsitandi uttanlands, hevur tú hvørki valrætt ella valbæri til kommunuval. Orsøkin er, at tú lýkur hvørki kravið um at vera tilmeldað fólkayvirlitinum í føroyskari kommunu í seinasta lagi tvær vikur áðrenn ella kravið um at vera búsitandi í kommununi á valdegnum.

Les meira um reglurnar í løgtingslógini um val til allar kommunur niðanfyri. Lógin vísir í summum førum til lógina um løgtingsval.

Lógin um val til allar føroyskar kommunur (logir.fo)

Lógin um val til Løgtingið (logir.fo)

Tú skalt standa á vallistanum

Tú skalt standa á vallistanum í kommununi fyri at útinna tín valrætt.

Vallistarnir verða lagdir fram til alment eftirlits í seinasta lagi fýra vikur áðrenn valdagin. Á listanum eru øll tey skrásett, sum hava valrætt til kommunuvalið. Listarnir liggja frammi í tvær vikur á einum staði, ið er atkomiligt hjá íbúgvunum. Í Tórshavnar kommunu liggja listarnir frammi í Snarskivuni, Vaglið 11 í Havn, frá 15. oktober. 

Flytur tú í aðra kommunu ein av seinastu 14 døgunum áðrenn valdagin, missir tú rættin til at velja á kommunuvalinum.

Finn títt valstað

Á valkortinum sært tú, hvar tú skalt greiða tína atkvøðu. Tú fært valkortið sendandi í seinasta lagi tvær vikur áðrenn valdagin. Á kortinum niðanfyri sært tú, hvar øll valstøðini eru í kommununi:

Ivast tú kortini í, hvat fyri valstað tú hoyrir til, tí tú til dømis ikki hevur fingið nakað valkort sendandi, kanst tú kunna teg nærri um valstøðini niðanfyri.

Valstøð
Hvar skal eg velja?
  • Fólk í Havn, Mjørkadali, Norðradali, Koltri, Hesti, á Hvítanesi og Sundi
    velja í Høllini á Hálsi
  • Fólk í Hoyvík velja í Hoyvíkshøllini
  • Fólk á Argjum velja í Skúlanum á Argjahamri
  • Fólk í Kaldbak og Kaldbaksbotni velja í Høllini í Kaldbak
  • Fólk í Kollafirði, Signabø og á Oyrareingjum velja í skótahúsinum í Kollafirði
  • Fólk í Kirkjubø, á Velbastað og í Syðradali velja í Skúlanum
    á Velbastað
  • Fólk í Nólsoy velja í Ungmannafelagshúsinum í Nólsoy
Finn títt valstað

Hoyvíkshøllin

Vegurin Langi 25
188 Hoyvík

Finn Hoyvíkshøllina á Google Street View

 

Høllin á Hálsi

Hallarheygur 4
100 Tórshavn

Finn Høllina á Hálsi á Google Street View

 

Skúlin á Argjahamri

Glyvursvegur 44
160 Argir

Finn Skúlan á Argjahamri á Google Street View



Høllin í Kaldbak

Krossgøta 11
180 Kaldbak

Finn Høllina í Kaldbak á Google Street View



Skótahúsið í Kollafirði

Botnavegur 3
410 Kollafjørður

Finn Skótahúsið í Kollafirði á Google Street View



Skúlin á Velbastað  

Norðuri á Heyggi 19
176 Velbastaður

Finn Skúlan á Velbastað á Google Street View



Ungmannafelagshúsið í Nólsoy

Á Mýrini 8
270 Nólsoy

Finn Ungmannafelagshúsið í Nólsoy á Google Street View

Upplatingartíðir hjá valstøðunum

Øll valstøð lata upp klokkan 10 og eru opin til klokkan 20 ella so leingi veljarar møta, uttan at steðgur kemur í.

Soleiðis greiðir tú atkvøðu
Greið atkvøðu áðrenn valdagin (brævatkvøða)

Tú kanst greiða atkvøðu áðrenn valdagin. Hetta verður rópt at brævatkvøða. Tú kanst greiða atkvøðu á øllum kommunuskrivstovum í Føroyum.

Gev gætur, at skal tín brævatkvøða telja við á valinum, mást tú syrgja fyri at greiða atkvøðu í góðari tíð, soleiðis at atkvøðan er valstýrinum í tínari bústaðarkommunu í hendi, áðrenn valstøðini lata upp á valdegnum 12. november klokkan 10.

Í Tórshavnar kommunu kanst tú greiða brævatkvøðu í Snarskivuni í Havn:

Snarskivan

Vaglið 11, 100 Tórshavn

Mánadag til hósdag klokkan 9-16

Fríggjadag klokkan 9-15

Tú mást møta persónliga fyri at brævatkvøða. Minst eisini til at hava samleikaprógv við. Hevur tú fingið títt valkort, so hav tað við tær. Hevur tú ikki fingið valkortið, kanst tú brúka koyrikortið ella passið sum samleikaprógv. Liggur koyrikortið ella samleikakortið talgilt í Skjáttuni, kanst tú eisini brúka hesi sum samleikaprógv. 

 

Sjófólk og burturstødd 

Ert tú sjófólk, ella ert tú í øðrum ørindum uttanlands og heldur teg ikki vera heima valdagin, kanst tú í fyrsta lagi greiða atkvøðu fýra mánaðir áðrenn valdagin. Sum sjófólk kanst tú greiða tína atkvøðu í Snarskivuni á Vaglinum 11 í Havn, ella tú kanst lata tína atkvøðu inn til landfútan (politimeistaran), sýslumannin ella til tann, sum fyrisitur mynstringina (undir hesum VØRN).

 

Atkvøðugreiðsla heima við hús

Tú kanst greiða brævatkvøðu heima við hús, um tú ert sjúk ella rørslutarnað og tí hvørki fært møtt persónliga í Snarskivuni ella á valstaðnum á valdegnum. Tú skalt tá boða Snarskivuni frá á telefon 30 20 10. Síðan koma tvey av valstýrinum útnevnd umboð heim til tín, so tu kanst greiða tína atkvøðu heima. 

Tú kanst í fyrsta lagi greiða atkvøðu heima við hús eina viku áðrenn sjálvan valdagin.

Seinasta freist at brævatkvøða er mánadagin 11. november 2024.

 

Greið tína atkvøðu á røktar- ella hvíldarheimi

Býrt tú á røktarheimi ella hvíldarheimi, kanst tú greiða tína brævatkvøðu har. Starvsfólkini á røktarheiminum eru fyrireikaði til valið og kunnu greiða tær nærri frá, hvussu tú ber teg at við at atkvøða.

 

Greið tína atkvøðu á sjúkrahúsinum

Ert tú innløgd á sjúkrahúsi ella á øðrum heilsu- ella uppihaldsstovni, ella ert tú undir læknaviðgerð heima, kanst tú greiða brævatkvøðuna á sjúkrahúsinum, uppihaldsstovninum, hjá viðkomandi lækna ella tveimum av valstýrinum útnevndum persónum. Starvsfólkini á bústovnum og sjúkrahúsunum eru fyrireikað og hjálpa tær at atkvøða.

 

Situr tú í varðhaldi

Situr tú í varðhaldi, kanst tú greiða brævatkvøðu hjá løgregluni.

 

Greið atkvøðu í útlondum

Ert tú uttanlands, og fært tú ikki verið heima á valdegnum, kanst tú greiða atkvøðu á donskum sendistovum ella konsulátum í útheiminum, ella hjá einum persóni, sum landsstýrismaðurin hevur heimilað. Ert tú stødd í Danmark ella Grønlandi, kanst tú greiða atkvøðu á støðum, ið har verða nýtt til atkvøðugreiðslu við brævi. Tað er undir vanligum umstøðum kommunuskrivstovan.

Tað ber til at atkvøða seinastu fýra mánaðirnar áðrenn valdagin.

Gev gætur: Skal tín brævatkvøða telja við á valinum, mást tú syrgja fyri at greiða tína atkvøðu í so mikið góðari tíð, at atkvøðan er valstýrinum í tínari bústaðarkommunu í hendi, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar klokkan 10 á sjálvum valdegnum. Spyr á staðnum, nær seinasta freist at senda brævatkvøður er. Tú sært eitt yvirlit yvir danskar sendistovur og konsulát á heimasíðuni hjá danska uttanríkismálaráðnum. Har sært tú eisini upplatingartíðirnar: 

Find os i verden (Udenrigsministeriet)

 

Angrar tú tína brævatkvøðu

Greiðir tú atkvøðu áðrenn valdagin, og angrar tú tína atkvøðu, kanst tú broyta tína atkvøðu við at brævatkvøða umaftur. Hetta kanst tú gera fram til seinastu freist fyri brævatkvøður.

Tað er altíð tín seinasta brævatkvøða, sum telur.

Tá ið val er til Føroya Løgting og kommunuval, kanst tú velja at brúka títt valkort á valdegnum, hóast tú frammanundan hevur brævatkvøtt. Gert tú tað, telur brævatkvøðan ikki við í uppteljingini.

 

Soleiðis handfara vit tína brævatkvøðu

Tá ið tú greiðir brævatkvøðu, leggur tú tína atkvøðu niður í ein ómerktan brævbjálva, ið verður latin aftur. Hesin brævbjálvi verður lagdur í annan størri brævbjálva saman við tí fylgiseðli, tú og starvsfólkið hjá kommunala fólkayvirlitinum, ella tveir av valstýrinum útnevndir persónar, hava undirskrivað og dagfest.

Hevur tú bústað í aðrari kommunu, verður brævatkvøðan send bústaðarkommununi við postinum.

Áðrenn valhølini lata upp, letur valstýrið uttara bjálvan upp og krossar teg av á vallistanum, soleiðis at valstaðið sær, at tú longur hevur greitt tína atkvøðu. Hevur tú broytt meining og brævatkvøtt umaftur, soleiðis at valstýrið hevur tvær atkvøður frá tær, telur bert atkvøðan við nýggjastu dagfestingini við.

Tín brævatkvøða liggur á læstum stað, til hon á valdegnum verður tald upp saman við hinum atkvøðunum á valstaðnum.

Hav valkortið við tær

Í seinasta lagi tvær vikur undan valinum fáa allir borgarar, sum hava valrætt, eitt persónligt valkort sendandi við postinum. Valkortið er títt prógv fyri, at tú hevur rætt til at atkvøða á valinum. Fært tú eitt valkort, skalt tú minnast til at hava tað við tær, tá tú møtir á valstaðnum ella fert at brævatkvøða.

Valstað

Á valkortinum stendur, hvar tú skalt greiða tína atkvøðu. Tað vil siga valstaðið, tú hoyrir til. Tú sært øll valstøðini her:

Valstøð


Hevur tú einki valkort fingið?

Hevur tú einki valkort fingið við postinum, ella er villa íkomin á valkortinum, skalt tú venda tær til fólkayvirlitið í tínari kommunu.

Býrt tú í Tórshavnar kommunu, kanst tú venda tær til Snarskivuna á telefon 30 20 10 ella skriva til torshavn@torshavn.fo. Sendir tú okkum teldupost, mást tú minnast til at upplýsa títt navn og tín føðingardag. Snarskivan kannar, um tú ert á vallistanum, og um valkortið av einhvørjari orsøk er sent kommununi aftur. Um so er, verður tað sent tær av nýggjum. Er stutt til valið, verður tú biðin um heinta valkortið í Snarskivuni ella á valstaðnum valdagin.

Hevur tú framvegis ikki fingið valkortið við postinum, tá valdagurin er, kanst tú møta á valstaðnum og siga frá, at tú einki valkort hevur fingið. So gera vit tær eitt valkort á valstaðnum. Tú mást rokna við eitt sindur av bíðitíð. Minst til at hava samleikaprógv við, ið kann vera pass, koyrikort ella samleikakortið í Skjáttuni.

Hevur tú mist valkortið?

Hevur tú mist valkortið burtur ella gloymt tað eftir heima, kanst tú fáa útskrivað eitt nýtt valkort á valstaðnum. Tú mást rokna við, at tað tekur eina løtu at útskriva kortið av nýggjum. Minst til at hava samleikaprógv við, sum annaðhvørt kann vera pass ella koyrikort.

Hevur tú brævatkvøtt og kortini fingið valkort sendandi?

Greiðir tú brævatkvøðu, áðrenn valkortið er komið við postinum, fært tú kortini eitt valkort sendandi frá okkum. Hesum valkortinum kanst tú hyggja burtur frá, ella tú kanst møta á valstaðnum og atkvøða umaftur. Velur tú at atkvøða umaftur, telur brævatkvøðan ikki við.

Soleiðis setir tú krossin rætt

Minst til at seta krossin rætt, tá tú velur. Annars telur atkvøðan ikki við.

Tú skalt antin seta kross fyri tí lista, tú ætlar at velja, ella fyri einum valevni. Myndin niðanfyri vísir, hvussu tú skalt gera, og hvussu tú ikki mást gera:

 

Soleiðis greiðir tú tína atkvøðu á valdegnum

Tú mást møta á valstaðnum millum klokkan 10 og 20 á valdegnum. Tá tú møtir á valstaðnum, skalt tú hava valkortið við tær. Hevur tú einki valkort við, kanst tú fáa nýtt valkort útskrivað á valstaðnum. Minst til at hava samleikaprógv við, ið annaðhvørt kann vera koyrikort ella pass.

Tá ið atkvøðuseðilin er útflýggjaður, fert tú inn í atkvøðurúmið, har eingin annar má vera inni. Her skalt tú antin seta kross við tann listan, tú ætlar at velja, ella við eitt valevni. Dømi um hvussu tú setir krossin rætt, sært tú her:

Soleiðis atkvøðir tú

Tá ið tú hevur sett krossin, skalt tú leggja atkvøðuseðilin saman, soleiðis at eingin annar sær, hvussu tú hevur atkvøtt. Síðan setir tú atkvøðuseðilin beinavegin í kassan, meðan eitt valstýrisfólk ella hjálparfólk sær.

Hevur tú longu brævatkvøtt, og velur tú kortini at greiða atkvøðu á valdegnum, verður brævatkvøðan ikki tald við á valinum.

Hjálp til at atkvøða

Tørvar tær hjálp til greiða atkvøðu, skalt tú siga valstýrinum ella hjálparfólkunum á valstaðnum frá. Tú kanst fáa hjálp frá tveimum persónum at greiða atkvøðu í atkvøðuhølunum ella beint uttanfyri atkvøðuhølini, til dømis í einum bili. Tú kanst krevja, at annar persónurin er ein, sum tú sjálv vísir á.

Hóast tú fært hjálp at velja, skalt tú sjálv skilliga siga ella á annan hátt vísa á, hvørjum tú vilt atkvøða fyri. Tú kanst bert fáa hjálp til at seta krossin á atkvøðuseðilin, um tú beinleiðis og týðiliga kanst siga við tann ella tey, sum hjálpa tær, hvønn flokk ella hvat valevni tú ynskir at atkvøða fyri. Tað er til dømis ikki nóg mikið, at tað stendur á einum seðli, sum tú hevur havt við heimanífrá, ella at tað verður miðlað av einum tulki.

Soleiðis finnur tú títt borð á valstaðnum á Hálsi

Skalt tú í Høllina á Hálsi at velja, ert tú ein av umleið 10.000 veljarum. Tað er tí skilagott, at tú fyrireikar teg uppá, hvat fyri valborð tú skalt fara til, tá tú kemur í Høllina.

Finn fyrst títt nummar á valkortinum, ið stendur ovast vinstrumegin:

Er nummarið frá 24776 til 26900, skalt tú fara til borð 1
Er nummarið frá 26901 til 29025, skalt tú fara til borð 2
Er nummarið frá 29026 til 31150, skalt tú fara til borð 3
Er nummarið frá 31151 til 33275, skalt tú fara til borð 4
Er nummarið frá 33276 til 35600, skalt tú fara til borð 5

Hjálp til at atkvøða

Tørvar tær hjálp til greiða atkvøðu, skalt tú siga valstýrinum ella hjálparfólkunum á valstaðnum frá. Tú kanst fáa hjálp frá tveimum persónum at greiða atkvøðu í atkvøðuhølunum ella beint uttanfyri atkvøðuhølini, til dømis í einum bili. Tú kanst krevja, at annar persónurin er ein, sum tú sjálv vísir á.

Hóast tú fært hjálp at velja, skalt tú sjálv skilliga siga ella á annan hátt vísa á, hvørjum tú vilt atkvøða fyri. Tú kanst bert fáa hjálp til at seta krossin á atkvøðuseðilin, um tú beinleiðis og týðiliga kanst siga við tann ella tey, sum hjálpa tær, hvønn flokk ella hvat valevni tú ynskir at atkvøða fyri. Tað er til dømis ikki nóg mikið, at tað stendur á einum seðli, sum tú hevur havt við heimanífrá, ella at tað verður miðlað av einum tulki.

Hvønn kann eg velja?

Valevnislistarnar til kommunuvalið í Tórshavnar kommunu 12. november 2024 sært tú her:

Valevnislistar til kommunuvalið 12. november 2024

Valgongdin
12. juli 2024 – Brævatkvøður fyri sjófólk og burturstødd

Sjófólk og onnur, ið ikki vænta at vera heima valdagin, kunnu útfylla atkvøðuseðilin í fyrsta lagi fýra mánaðir áðrenn valdagin.

15. oktober 2024 – Vallistarnir verða lagdir fram til alment eftirlits

Í seinasta lagi fýra vikur frammanundan valinum verða vallistarnir lagdir fram til alment eftirlits. Teir verða liggjandi frammi í tvær vikur á einum stað, ið liggur høgliga fyri hjá íbúgvarunum. Lýst verður við hesum á vanligan hátt fimm vikur áðrenn valið. Í Tórshavnar kommunu liggja vallistarnir frammi í Snarskivuni, Vaglið 11, í Havn.

22. oktober 2024 – Politisku flokkarnir lata valevnislistarnar inn

Politisku flokkarnir og listarnir, sum ynskja at stilla upp til býráðsvalið, skulu hvør sær lata inn lista við teimum valevnum, ið stilla upp til valið. Listin skal vera undirskrivaður av í minsta lagi 15 og í mesta lagi 25 veljarum sum stillarum, og hjálagdur skal vera serligur listi yvir stillararnar, har teir eru skilliga lýstir við navni, starvi, bústaði og føðingardegi.

Valevnislistarnir mugu vera valnevndarformanninum ella kommununi í hendi í seinasta lagi klokkan 18 tríggjar víkur undan valdegnum. Tað vil siga týsdagin 22. oktober 2024 klokkan 18.

Valnevndin góðkennir valevnislistan og gevur listanum ein bókstav, sum kemur at standa á atkvøðuseðlinum framman fyri navninum á valevnislistanum.

Á heimasíðuni hjá Løgmálaráðnum sært tú dømi um, hvussu valevnislistin eigur at síggja út:

Valevnislisti - vegleiðandi dømi (lmr.fo)

22. oktober 2024 – Valevnislistar til valið av staðbundnum nevndum latast inn

Valevnislistarnir til val av staðbundnum nevndum skulu vera valnevndarformanninum ella kommununi í hendi á býráðsskrivstovuni í seinasta lagi týsdagin 22. oktober 2024 klokkan 18.

5. november 2024 – Brævatkvøður vegna sjúku og tílíkt

Eina viku undan valinum kunnu eisini onnur, enn tey, ið eru burturstødd á valdegnum, brævatkvøða. Hetta eru tey, ið ikki kunnu møta persónliga á valstaðnum sjálvan valdagin, til dømis vegna sjúku. Ert tú ein av teimum, skalt tú boða Snarskivuni frá á telefon 30 20 10, síðan koma tveir av valstýrinum útnevndir persónar heim til tín, so tu kanst greiða tína atkvøðu heima.

Ert tú innløgd á sjúkrahúsi ella á øðrum heilsu- ella uppihaldsstovni, ella ert tú undir læknaviðgerð heima, kanst tú greiða brævatkvøðuna á sjúkrahúsinum, uppihaldsstovninum, hjá viðkomandi lækna ella tveimum av valstýrinum útnevndum persónum.

Tú kanst greiða brævatkvøðu eina viku undan valinum fram til dagin fyri valdagin.

Les alt um brævatkvøður her:

Greið tína atkvøðu áðrenn valdagin

5. november 2024 – Freist at lata inn uppstillingarlistar til skúlastýrisvalið

Uppstillingarlistarnir til skúlastýrisvalið skulu latast formonnunum í valnevndunum í seinasta lagi týsdagin 5. november 2024 klokkan 18. Formenninir í valnevndunum eru skúlastjórarnir.

11. november 2024 – Seinasta freist at brævatkvøða

11. november klokkan 24 er seinasta freist at greiða brævatkvøðu.

12. november 2024 – Valdagurin

Á valdegnum 12. november kanst tú greiða atkvøðu á valstaðnum, tú hoyrir til. Valstaðið stendur á valkortinum, sum tú hevur fingið sendandi tvær vikur áðrenn valdagin. Øll valstøð lata upp klokkan 10 og eru opin til klokkan 20 ella so leingi veljarar møta, uttan at steðgur kemur í.

Í atkvøðuhølunum eru valstýrisformenn og tilnevndir veljarar til staðar, sum eru vald av býráðnum til at hava eftirlit við, at atkvøðugreiðslan gongur rætt fyri seg.

So skjótt sum atkvøðugreiðslan er liðug, fara tey tilnevndu undir atkvøðuteljingina, sum er almenn.

Út á kvøldið fáa vit eitt endaligt úrslit av valinum, ið vísir býtið av atkvøðum skift á flokkar og listar.

Ivast tú í, hvat fyri valstað tú hoyrir til, kanst tú kanna tað her:

Valstøð

13. november til 19. november – Møgulig fínteljing

Ger býráðið av, at fínteljing skal vera, fer hon fram í seinasta lagi 19. november, vikudagin eftir valdagin. Her telja vit allar atkvøðurnar enn einaferð býtt eftir valevnum. Aftaná fínteljingina fáa vit vissu fyri, hvør hevur tryggjað sær sess í býráðnum.

Desember 2024 – Nývalda býráðið skipar seg og velur borgarstjóra

Nývalda býráðið skipar seg á einum fundi í desember mánaði aftaná valið. Tá gera tey av, hvør skal vera borgarstjóri, og hvør skal vera varaborgarstjóri. Borgarstjórin verður sostatt ikki valdur beinleiðis av veljarunum. Tey gera eisini av, hvør skal sita í Fíggjarnevndini og øðrum politiskum nevndum, og hvør skal vera formaður ella forkvinna í nevndunum.

Samstundis gera tey av, hvørjir býráðslimir skulu sita sum umboð fyri býráðið í fleiri ymiskum ráðum og nevndum.

Býráðið er valt fyri fýra ár frá 1. januar eftir kommunuvalið og fýra ár fram til 31. desember.

Val til staðbundnar nevndir og skúlastýrisval
Valið til staðbundnar nevndir

Sambært §37 í løgtingslóg nr. 87 kann kommunustýrið seta staðbundnar, ráðgevandi nevndir til tess at tryggja fólki á staðnum ummælisrætt í málum, sum viðvíkja staðbundnum viðurskiftum. 

Valið til staðbundnu nevndirnar í Tórshavnar kommunu fer fram á kommunuvaldegnum 12. november 2024.

Tríggir limir kunnu veljast í ávikavist:

  • Hvítanesnevnd Tórshavnar býráðs
  • Kaldbaksnevnd Tórshavnar býráðs
  • Kollafjarðarnevnd Tórshavnar býráðs
  • Kirkjubøar/Velbastaðarnevnd Tórshavnar býráðs
  • Hest/Koltursnevnd Tórshavnar býráðs
  • Nólsoyarnevnd Tórshavnar býráðs

Í atkvøðuøkinum ávikavist á Hvítanesi, í Kaldbak/Kaldbaksbotni, í Kollafirði, í Kirkjubø/Velbastað/Syðradali, í Hesti/Koltri og í Nólsoy hava borgarar valbæri og valrætt, sum standa á vallistanum til býráðsvalið.

Valevnislistarnir skulu vera valnevndarformanninum ella kommununi í hendi á býráðsskrivstovuni í seinasta lagi týsdagin 22. oktober 2024 klokkan 18.

Ein av stillarunum skal handa valevnislistan og navnalista yvir stillararnar, og skulu bæði velevnislistin og navnalistin skilliga vera lýstir við navni, starvi, bústaði og føðingardegi.

Valevnislistarnir til valið av staðbundnu nevndunum 12. november 2024 sært tú her: 

Valevnislistar til staðbundnar nevndir 12. november 2024

Skúlastýrisvalið - her eru valstøðini og valevnini

Skúlastýrisvalið verður 12. november frá klokkan 10 til 20, tað vil siga sama dag sum kommunuvalið.

Uppstillingarlistarnir til skúlastýrisvalið skulu latast formonnunum í valnevndunum í seinasta lagi týsdagin 5. november 2024 klokkan 18. Formenninir í valnevndunum eru skúlastjórarnir.

Valstøðini eru hesi:

  • Foreldur at næmingum í Skúlanum á Fløtum, Sankta Frans skúla og Eysturskúlanum velja í Ítróttarhøllini á Hálsi
  • Foreldur at næmingum í Hoyvíkar skúla og í Skúlanum við Løgmannabreyt velja í Hoyvíkshøllini
  • Foreldur at næmingum í Skúlanum á Argjahamri velja í Skúlanum á Argjahamri
  • Foreldur at næmingum í Kaldbaks skúla velja í Høllini í Kaldbak
  • Foreldur at næmingum í Velbastaðar skúla velja í Velbastaðar skúla
  • Foreldur at næmingum í Nólsoyar skúla velja í Ungmannafelagshúsinum í Nólsoy
  • Foreldur at næmingum í Kollafjarðar skúla velja í skótahúsinum í Kollafirði

Valevnislistarnar til skúlastýrisvalið sært tú her:

Valevnislistar til skúlastýrisvalið 12. november 2024

Parkering og atkoma fyri rørslutarnað
Parkering á Hálsi

Slepp undan bíðirøðum – nýt onnur parkeringsøki ella tak bussin

Týsdagin 12. november hava omanfyri 10.000 veljarar rætt til at greiða sínar atkvøður í Høllini á Hálsi. Stóra talið av veljarum hevur við sær, at trýst er á ferðsluni. Sum oftast tí nógv fólk ætla sær inn á parkeringsøkið uttanfyri høllina í senn. Fyri at sleppa undan ferðslutøppum, mæla vit tískil til at nýta onnur parkeringspláss í økinum. Til dømis parkeringsplássini á Hálsi, Tórsbreyt, við Badmintonhøllina og uttanfyri Gundadalshøllina og Badmintonhøllina. Á myndini niðanfyri sært tú øll parkeringsplássini nærindis Høllini á Hálsi.


Trýstið er minst millum klokkan 18 og 20.

Royndirnar frá undanfarnum valum vísa, at trýstið er minst frá klokkan 18 til 20, meðan flest koma á valstaðið millum klokkan 15 og 17. Tilmælið um at nýta onnur parkeringspláss er sostatt galdandi allan dagin, tí vit kunnu vænta, at ferðslan økist út á dagin.

Millum klokkan 15 og 17 er ferðslutrýstið frammanundan stórt, tí tá fara fólk heim frá arbeiði, og tað kann tískil gerast truplari at finna parkeringspláss við høllina.

Tað er somuleiðis vert at vita, at flest allar leiðir hjá Bussleiðini hava steðgipláss tætt við valstaðið á Hálsi.

Atkoma fyri rørslutarnað á Hálsi og hjálp til at velja

Á myndini niðanfyri sært tú, hvar parkeringsøkið til rørslutarnað er uttanfyri valstaðið á Hálsi. Í økinum beint uttanfyri høllina er parkering bara loyvd fyri rørslutarnað og hýruvognar. 

Inngongdina fyri rørslutarnað finnur tú miðskeiðis á norðursíðuni:


Hjálp til at greiða atkvøðu

Tørvar tær hjálp til at atkvøða, kanst tú fáa hjálp frá tveimum persónum at greiða atkvøðu í atkvøðuhølunum ella beint uttanfyri atkvøðuhølini, til dømis í einum bili. Tú kanst krevja, at annar persónurin er ein, sum tú sjálv vísir á.

Tørvar tær hjálp, mást tú fáa ein avvarðandi at fara inn í valhølini og siga valstýrinum ella hjálparfólkunum á valstaðnum frá.

Hóast tú fært hjálp til at velja, skalt tú sjálv skilliga siga ella á annan hátt vísa á, hvørjum tú vilt atkvøða fyri. Tú kanst bert fáa hjálp til at seta krossin á atkvøðuseðilin, um tú beinleiðis og týðiliga kanst siga við tann ella tey, sum hjálpa tær, hvønn flokk ella hvat valevni tú ynskir at atkvøða fyri. Tað er til dømis ikki nóg mikið, at tað stendur á einum lepa, sum tú hevur havt við heimanífrá, ella at tað verður miðlað av einum tulki.

Parkering við Hoyvíkshøllina

Parkeringsmøguleikarnar við valstaðið í Hoyvík sært tú her:

Valúrslit

Vilt tú vita, hvussu nógv býráðsumboð og atkvøður flokkarnir fingu í 2020 og á undanfarnum kommunuvalum, kanst tú kanna tað nærri á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya, ið skrásetir og almannakunnger øll valúrslit.

Á somu síðu kanst tú eisini fylgja við í kommunuvalinum 12. november. Tá ið endaligu úrslitini eru tøk, fert tú eisini at síggja tey á hesari síðuni.

Valúrslit (kvf.fo)

Valluttøka

Valluttøkan í Tórshavnar kommunu er hækkað seinastu fýra kommunuvalini.

Á seinasta býráðsvali í 2020 atkvøddu 81,1 prosent av veljarunum í Tórshavnar kommunu. Tað er eitt sindur omanfyri valluttøkuna á kommunuvalinum í 2016, tá ið valluttøkan var 79,5 prosent. Í 2012 var valluttøkan 77,37 prosent, og í 2009 var hon 72,4 prosent.

Úrslit av býráðsvalinum 12. november
So nógvar sessir fingu flokkarnir

Býtið av býráðssessum á býráðsvalinum 2024

 Listi

Umboð 2020

Umboð 2024

+/-

 A. Fólkaflokkurin22 
 B. Sambandsflokkurin11 
 C. Javnaðarflokkurin63- 3
 E. Tjóðveldi34+1
 F.  Framsókn10-1
 I. Borgaralistin 1 
H. Miðflokkurin 0 
K. Kommunulistin 2 

 

So nógvar atkvøður fingu flokkarnir

Her sært tú, hvussu nógvar atkvøður flokkarnir fingu á valdegnum 12. november 2024.
Av teimum 13.482 atkvøðunum vóru 37 blankar og 30 ógildar.

 Listi

Atkvøður

 %

 A. Fólkaflokkurin189914,1
 B. Sambandsflokkurin13159,8
 C. Javnaðarflokkurin246318,3
 E. Tjóðveldi342725,4
 F. Framsókn6925,1
 I. Borgaralistin11568,6
H. Miðflokkurin2471,8
K. Kommunulistin228316,9

 

Hesi eru vald til kommunustýrið 2025 – 2029

Teir 13 limirnir í nývalda kommunustýrinum í Tórshavnar kommunu fyri tíðarskeiðið 2025–2029 eru:

Elsa Berg (E)
Heðin Mortensen (C)
Tróndur Sigurðsson (K)
Høgni Vilhelmsen (A)
Heidi Lava Elgeirdóttir (E)
Kári Johansen (K)
Annita á Fríðriksmørk (E)
Annfinn Brekkstein (B)
Anja Maria Hammer Weyhe (E)
Bergur Robert Dam Jensen (C)
Guttormur í Skála (I)
Birgir Nielsen (A)
Kristianna Winther Poulsen (C)

Persónligar atkvøður - topp 20

Her eru tey 20 valevnini, sum fingu flestu persónligu atkvøðurnar á býráðsvalinum 2024:

 Nr.

 Valevni

Listi

Atkvøður

1. Elsa BergE1008
2. Heðin MortensenC787
3. Tróndur SigurðssonC671
4. Høgni VilhelmsenA491
5. Heidi Lava ElgeirsdóttirE458
6. Kári JohansenK424
7. Annita á FríðriksmørkE406
8. Annfinn BrekksteinB405
9. Anja Maria Hammer WeyheE370
10. Bergur Robert Dam JensenC365
11. Guttormur í SkálaI335
12. Jóhan Esbern SimonsenI318
13. Jón KragesteenE249
14. Birgir NielsenA237
15. Astrið Breckmann A227
16. Súsanna Olsen F219
17. Gunnar DjurhuusE209
18. Kristianna Winther PoulsenC207
19. Elin Heðinsdóttir JoensenC206
20. Birita Hammer Jacobsen203

 

 

Valluttøka

79,6 prosent av veljarunum atkvøddu á kommunuvalinum í Tórshavnar kommunu 12. november 2024. Hetta er eitt sindur niðanfyri valluttøkuna undanfarna kommunuval í 2020, tá 81,1 prosent av veljarunum greiddu atkvøðu. Á kommunuvalinum í 2016 var valluttøkan 79,5 prosent, og í 2012 var hon 77,3 prosent.

Úrslit av valinum til staðbundnar nevndir
Hvítanesnevndin

Kaldbaksnevndin

Kirkjubøar- og velbastaðnevndin

Kollafjarðarnevndin

Nólsoyarnevndin

Foreldraumboð í skúlastýrunum 2025-2028
Eysturskúlin

Arnhild Smith
Birita Baldvinsdóttir Iversen
Rókur Jákupsson Jakobsen

Hoyvíkar skúli

Friðarval (einki val) var til skúlastýrið í Hoyvíkar skúla. Foreldraumboðini eru hesi:

Theodor Eli Dam Olsen
Mass Hoydal
Trygvi í Liða

Kaldbaks skúli

Ivalu í Ólavsstovu
Janus Vang
Sólmei Eydna Nolsøe

Kollafjarðar skúli

Albjørg Joensen
Birgir av Steinum
Høgni Hansen

Nólsoyar skúli

Johanna Wolles Johannessen
Anne Mette Greve Klemensen

Sankta Frans skúli

Anna Rein
Gunn Hermansen 
Filip Eliasen

Skúlin á Argjahamri

Ása Christiansen
Guðrun Kerá
Paula Neshamar Thomassen

Skúlin á Fløtum

Erla Bech Nolsøe
Poula Patursson
Snorri Patursson

Skúlin við Løgmannabreyt

Kristbjørg Brøðraberg
Lillian Bjarnadóttir Poulsen
Ninna Reinert

Velbastaðar skúli

Friðarval (einki val) var til skúlastýrið í Velbastaðar skúla. Foreldraumboðini eru hesi:

Edith Egholm Rein
Sára Gullfoss
Sjúrður R. S Jacobæus

Bakgrundskunning

Kommunuvalslógin 

Í kommunuvalslógini finnur tú meginpartin av reglunum um val til kommunurnar. Tó vísir lógin í summum førum til lógina um løgtingsval.

Lógin um val til allar føroyskar kommunur (logir.fo)


Lógin um val til Løgtingið

Partar av lógini um val til allar føroyskar kommunur vísir til lógina um val til Løgtingið. Lógina um val til Løgtingið sært tú her:

Lógin um val til Løgtingið (logir.fo)

Bóklingurin »Kommunuval 2024«

Tú kanst tú lesa meira um, hvussu kommunuvalið 2024 eigur at fara fram sambært lóggávuni í bóklinginum Kommunuval 2024 hjá Løgmálaráðnum:

Kommunuval 2024 (lmr.fo)

Snarskivan
Snarskivan

Vaglið 11, 100 Tórshavn

Les um Snarskivuna

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15