Lat aftur
Tema
Stóratjørn - ein burðardyggur býarpartur
Heildarætlanin fyri Stórutjørn Heildarætlanin fyri Stórutjørn
Heildarætlanin fyri Stórutjørn

Vit byggja tætt og verja samstundis frílendið

Ein av grundhugsjónunum í býarskipanini av Stórutjørn snýr seg um felagsskapin. Felagsskapin skalt tú hava møguleika fyri at velja til og frá eftir tørvi

Leiðreglur fyri byggingina skulu tryggja neyðuga fjølbroytnið á tí einstaka matrikklinum og ró og javnvág í heildarmyndini

Við Stórutjørn verða 6 býlingar, umframt miðstaðarøki og fríøki

Torgið við Stórutjørn verður ein natúrligur savningarstaður hjá øllum, sum búgva í teimum 6 býlingunum

Stóratjørn - ein burðardyggur býarpartur

28. september 2023 samtykti Tórshavnar býráð heildarætlanina »Stóratjørn – ein burðardyggur býarpartur«. Heildarætlanin fevnir um eitt stórt øki, sum sambært ætlanini fer at rúma 800-900 bústøðum umframt stovnum, miðstaðarbygging og øðrum.

Heildarætlanin skal virka sum vegleiðandi grundarlag undir víðari menningini av
Stórutjørn, ið til ber at tillaga, so hvørt sum økini verða ment, og so hvørt sum nýggir tørvir koma undan kavi.

Heildarætlanin varð latin inn 30. juni 2023 og samtykt í Tórshavnar býráð 28. september 2023. Ætlanina sært tú í fullum líki her: 

Stóratjørn - ein burðardyggur býarpartur

Um heildarætlanina
Støðið undir skipanaruppskotinum

Innrættingin av býarpartinum Stórutjørn skal sambært uppskotinum skipast soleiðis, at bústaðirnir liggja tætt at náttúruni, tó við hóskandi frástøðu fyri at skapa umstøður hjá fuglinum, so hann framhaldandi kann reiðrast í økinum. Grønu geirarnir í økinum eru bindiliðið millum Stórutjørn og býin. Geirarnir skapa eina áhugaverda grøna ferðaleið hjá øllum, sum búgva í býnum, og sum ynskja at leita sær niðan í hagan.

Stóratjørn liggur uppi í hæddunum, og býlingarnir eru tí harðbalnir. Sum verja ímóti útsynningsættini verða gjørdir vallgarðar, sum veita býlinginum lívd.

Stóratjørn er ein "rættur" býur við øllum hentleikum og innrættingum, sum lívsins uppihald krevur. Tað tekur tó nógv ár at gerast ein býur, og meðan býurin veksur, skal hann virka saman við grannalagnum og geva íbúgvunum neyðugu samleikakensluna, sum hoyrir býlinginum ella bygdini til.

Í miðstaðnum er eitt stórt torg, sum skilur seg út frá vanligum býartorgum. Her sæst náttúran aftur við eini tjørn, grasfløtum, trøðum og runnum. Her er eitt pláss, har bussar steðga, skrivstovur, handlar, kaféir og matstovur.

6 býlingar eru, og hvør býlingur er ein sjálvvirkandi eind, sum inniheldur ymiskar bygningseindir, raðhús, sethús, býarhús við íbúðum, eitt felagsøki við felagshúsi og ein stovnsbygning. Býlingurin er skipaður við ymiskum bústaðarstøddum, bústaðarsløgum og ognarleistum, sum ger, at tú fær fjølbroytni í samansetingini av íbúgvum og soleiðis tryggjar, at býlingurin verður sosialt burðardyggur, sum samstundis er útgangsstøði í felagsskapinum.

Heildarætlanin fevnir um eitt stórt øki, sum sambært ætlanini fer at rúma 800-900 bústøðum, umframt stovnum, miðstaðarbygging og øðrum. Tílík stór øki taka tíð at menna, og tørvurin kann broytast, so hvørt sum økini verða ment.

Heildarætlanin skal virka sum vegleiðandi grundarlag undir menningini av Stórutjørn, ið til ber at tillaga, so hvørt sum økini verða ment, og so hvørt sum nýggir tørvir vísa seg.

Karmarnir kring uppskotið

Skipanaruppskotið fyriheldur seg millum annað til hesi vandamál:

  • Hvussu skipa vit økið sum ein burðardyggan býarpart, har náttúra og veðurlag er stýrandi fyri verkætlanina?
  • Hvussu innrætta vit økið sum ein sjálvstøðugan býarpart við øllum teimum hentleikum, sum ein føroysk familja tørvar fyri at trívast?
  • Hvussu skulu búformarnar síggja út fyri at kunna hýsa einum so fjølbroyttum borgarahópi sum gjørligt?
Hvussu hanga heildarætlanirnar saman?

Allar býarskipanarligar heildarætlanir í Tórshavnar kommunu taka støði í kommunuætlanini, sum er yvirskipaða planleggingaramboðið hjá kommununi. Kommunuætlanin setir framtíðarnýtsluna fyri tey ymsu økini út í kortið, so sum bústaðarøki, vinnuøki, ítróttarøki og miðstaðarøki. Við støði í kommunuætlanini verða meira ítøkiligar ætlanir gjørdar, til dømis heildarætlanir.

Eitt dømi um slíka heildarætlan er Stóratjørn, ið er gjørd við støði í kommunuætlanini fyri Tórshavnar kommunu, har økið við Stóratjørn er lagt av sum ovasta raðfesting til framtíðar býarvøkstur.

Heildarætlanin fyri Stórutjørn er bara ein av fleiri heildarætlanum fyri ymisku økini í høvuðsstaðnum.

Tað er bæði eitt politiskt og umsitingarligt ynski í kommununi at fáa gjørt heildarætlanir fyri øll øki í býnum, soleiðis at framtíðarætlanirnar í kommununi gerast gjøgnumskygdar og atkomiligar hjá borgaranum, og soleiðis at vit hava eitt skilvíst grundarlag fyri at gera bindandi ásetingar fyri bygging og nýtslu av teimum økjum, sum heildarætlanirnar fevna um.

Kommunuætlanin

Miðbýarætlanin

Heildarætlanin fyri Eystara Havnaøki

Send viðmerking til heildarætlanina

Hevur tú viðmerkingar til ætlanina, mást tú fegin senda tær til kommununa. Tað gert tú við at trýsta á grøna knøttin niðanfyri og fylla teigarnar út.

SEND VIÐMERKING TIL HEILDARÆTLANINA fyri Stórutjørn

Gev gætur, at í heildarætlanini er útsjóndin á eitt nú bygningum bara uppskot og ikki endaliga útsjóndin.

Tín viðmerking verður send til Býarskipanardeildina og skrásett í journalskipanini hjá Tórshavnar kommunu.

Tilgongdin í arbeiðinum við heildarætlanina fyri Stórutjørn
2. desember 2019 – Útbjóðingarskriv til undangóðkenning kunngjørt

Kommunan bjóðaði luttakarum til eitt undangóðkenningarumfar, áðrenn kappingin kundi setast í gongd um at gera besta heildaruppskotið fyri økið við Stórutjørn. Innbjóðingina til undangóðkenning sært tú her:

Innbjóðing til undangóðkenning desember 2019

20. desember 2019 – Kunngerð av úrvaldum umsøkjarum

Sjey umsóknir komu inn til undangóðkenningina, og fýra toymi vórðu vald út at luttaka í kappingini. Úrvaldu toymini vóru (í tilvildarligari raðfylgju) hesi:

  • Fuglark, Biosis, Urban Creators og HMP Consult
  • Henning Larsen North Atlantic, PB Consult og Rambøll
  • MAP, Spenn og PB Consult
  • SNA, Holscher Nordberg, LBF og SMJ
17. apríl 2020 – Freist at lata inn uppskot til heildarætlanina

Øll fýra toymi lótu inn nøktandi uppskot inn. Dómsnevnd varð sett at meta um tey fýra uppskotini. Í dómsnevndini sótu:

  • Marin Katrina Frýdal, forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini
  • Heðin Mortensen, býráðslimur
  • Bogi Jacobsen, tekniskur stjóri
  • Birita Wardum, býararkitektur
  • Ellen Marie Braae, landslagsarkitektur, fakdómari
  • Ole Jensen, arkitektur, fakdómari
19. mai 2020 – Vinnari av kappingini kunngjørdur

Ein samd dómsnevnd valdi at geva uppskotunum hjá toymunum hjá MAP og SNA eina deilda 1. virðisløn.

Uppskotini og dómsnevndarálitið sært tú her:

Stóratjørn - bygdin í býnum (MAP arkitektar)

Stóratjørn - oyggjar á heiði (SNA arkitektar)

Stóratjørn - dómsnevndarálit mai 2020

16. februar 2022 – Avtala gjørd um ráðgeving í sambandi við heildarætlanina

Við støði í vinnandi kappingaruppskotunum varð ráðgevarasáttmáli undirskrivaður við tey bæði vinnandi toymini um heildarætlan fyri Stórutjørn.

30. juni 2023 – Heildarætlan verður latin inn

Ráðgevar lótu nýggju heildarætlanina fyri Stórutjørn inn 30. juni 2023.

28. september 2023 – Tórshavnar býráð samtykkir heildarætlanina

Á býráðsfundi 28. september 2023 samtykti Tórshavnar býráð heildarætlanina fyri Stórutjørn sum vegleiðandi fyri víðari menning av økinum.

Tú kanst lesa politisku málsviðgerðina í gerðabókini frá býráðsfundinum, sum tú finnur á síðu okkara um býráðsfundir. Her finnur tú eisini leinki til stroymingina frá fundinum.

Dagsskráir og fundarfrásagnir frá býráðnum

Januar 2024 – Umsitingin bjóðar út avgrevstur og setur í verk fyrireikandi arbeiði til projektering av býlingi 1 og 4

Umsitingin hevur bjóðað út avgrevstur fyri tveimum býlingum. Articon var einasti arbeiðstakari, ið bjóðaði, og vann tí tilboðið. Articon hevur síðani bjóðað kommununi, umframt avgrevstur, at byggibúgva økið við tilfari frá innkomuvegnum. Rammusáttmáli er gjørdur millum arbeiðstakaran og Tórshavnar kommunu um byggibúning av býlingi 1 og 4 við Stórutjørn, og er talan um eina heildararbeiðstøku. Grótið frá innkomuvegnum og Húsareynstunlinum er stuttflutt tilfeingi, tí grótið verður nýtt til útstykkingina. Av tí sama ber til at avmarka nýggja spreinging í økinum sum tilmælt í umhvørvisárinskanning fyri økið. Arbeiðið verður handað kommununi 1. juli 2026.

Mai 2025 til januar 2026 – uppskot um serstaka byggisamtykt og broyting av almennu byggisamtyktini

Umsitingin í Tórshavnar kommunu ger uppskot um broyting av almennu byggisamtyktini fyri Stórutjørn og til nýggja serstaka byggisamtykt fyri býling 1 og 4. Uppskotið skal til hoyringar í 6 vikur, leggjast fyri býráðið og góðkennast hjá Umhvørvismálaráðnum. Avgreiðslutíðin er vanliga millum 6 og 9 mánaðir.

Bakgrundskunning

Heildarætlanin fyri Stórutjørn

Heildarætlanin varð latin inn 30. juni 2023 og samtykt í Tórshavnar býráð 28. september 2023. Heildarætlanina sært tú í fullum líki her:

Stóratjørn - ein burðardyggur býarpartur

Býráðssamtykt

Heildarætlanin fyri Stórutjørn varð samtykt á býráðsfundi 28. september 2023. Tú sært viðgerðina av uppskotinum í gerðabókini frá fundinum, sum tú finnur her:

Gerðabók fyri býráðsfundin 28. september 2023

Kommunuætlanin

Eins og allar aðrar heildarætlanir, tekur heildarætlanin fyri Stórutjørn støði í kommunuætlanini, ið er yvirskipaða planleggingaramboðið hjá kommununi. Kommunuætlanina finnur tú her:

Kommunuætlanin fyri Tórshavnar kommunu

Útboðsskriv til undangóðkenning desember 2019

Kommunan bjóðaði til eitt undangóðkenningarumfar áðrenn kappingina um heildarætlanina fyri økið við Stórutjørn. Innbjóðingina til undangóðkenning sært tú her:

Innbjóðing til undangóðkenning desember 2019

Býarskipanardeildin
Býarskipanardeildin

Niels Finsens gøta 17, 100 Tórshavn

Les um Býarskipanardeildina


torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15