Hevur tú viðmerkingar til verandi skipan av Vágsbotni, ella hevur tú eitt broytingaruppskot, ert tú vælkomin at trýsta á grøna knøttin niðanfyri og siga tína hugsan. Títt svar er dulnevnt.
Tá tú hevur trýst á knøttin, kanst tú annaðhvørt knýta tína viðmerking at einum neyvum staði á einum myndakorti ella skriva eina meira yvirskipaða viðmerking um økið. Tað ber eisini til at viðfesta myndir.
Tá tú gert viðmerkingar til royndarverkætlanina, verður tú eisini biðin um at svara nøkrum fáum, ítøkiligum spurningum við fleirvali (multiple choice).
Vit taka ímóti viðmerkingum og uppskotum fram til árslok 2023/2024.
Allar innkomnar viðmerkingar eru dulnevndar. Viðmerkingarnar verða skrásettar, og síðan verða tær flokkaðar eftir evni.
Vit taka støðu til viðmerkingarnar sum part av tilgongdini at menna eina langskygda átaksætlan, ið gevur bestu samansettu heildarloysnina fyri økið. Vit hyggja tí serliga at umboðandi viðmerkingum, konstruktivum atfinningum og taka sjálvandi eisini ímóti góðum hugskotum.
Ein stóran part av árinum er Vágsbotnur eitt hitt mest nýtta almenna býarrúmið í Havn. Umframt at vera ein sólargóður og miðsavnandi blettur, er Vágsbotnur eitt stað við einum serstøkum søguligum støðufesti og týdningi fyri býin.
Framtíðarætlanin hjá Tórshavnar kommunu er ikki bara at varðveita tær staðbundnu dygdirnar, sum Vágsbotnur longu hevur sum fólksligt trivnaðarøki, men eisini at finna teir óroyndu menningarmøguleikarnar, sum økið kundi havt sum eitt fjølbroytt, fleirvirkið, almannagagnligt býarrúm, ið kann brúkast alt árið.
Yvirskipaða hugsjónin er at menna Vágsbotn til eitt býartorg, ið skapar rúmari umstøður til uppihald og trivna við sjóvarmálan í hjartanum á Havnini. Býarskipanarliga knýtir hendan hugsjónin seg beinleiðis upp í ætlanina um at menna Tórsgøtu sum mentanargøtu í miðbýnum.
Sititrappan við Bojsensgarð skal knýtast betri saman við bryggjuni undir Bryggjubakka, har møguleikarnir fyri at skipa eitt palløki og eitt sølutorg skulu mennast. Her verður lagt upp til, at fólk kunnu savnast og sessast í sólarbesta økinum í Vágsbotni við góðum umstøðum hjá staðbundnum virksemi og vinnu, ímeðan ferðslurenslið av bilum og súkklum kann renna ígjøgnum økið á ein lutfalsliga tryggan og ótarnaðan hátt.
Í 2020 varð skipað fyri eini arkitektakapping um torgið í Vágsbotni. Hóast ein vinnari varð kosin í kappingini, metti eitt nýtt býráð í 2021, at her gjørdist neyðugt við einum serligum framferðarhátti í menningartilgongdini í økinum, um ávís átøk skulu rættvísgerast. Heldur enn at seta vinnandi verkætlanina í gongd beinanvegin, har avleiðingarnar av einum umløgdum ferðslumynstri eitt nú vóru ókendar, skuldi sjálvt avgerðargrundarlagið undir nýggja torginum tryggjast. Skipanin av nýggja torginum skuldi so gerast við støði í úrslitunum frá veruligum royndum og eygleiðingum í økinum.
Vinnandi uppskotið sær tú her: Vágsbotnur - eitt føroyskt mikrokosmos
Tíðliga í 2022 varð ein arbeiðsbólkur settur at gera eina røð av royndarátøkum, sum kundu nýtast sum amboð í menningartilgongdini fram ímóti eini so tilvitaðari og væl grundaðari nýskipan av økinum sum gjørligt.
»Fyribils átøk sum amboð« er ein býarskipanarligur arbeiðsleistur, har menningarstig eitt nú kunnu setast upp sum royndarverkætlanir. Hetta fyri at síggja, hvussu ymisk átøk royna seg sum varandi loysnir fyri útvald øki í býnum. Talan er um ein menningarhátt, sum riggar væl til kompleks og samansett økir, har nógv viðurskifti renna saman, og har ilt er at meta um úrslitið við eitt nú simuleringum og greiningum. Vágsbotnur er dømi um hetta, ikki minst tí bilvegurin í Vágsbotni hevur samfullar seks atkomu-armar.
Samstundis er hesin royndarmenningarhátturin eitt høvi at leggja dent á eitt aktivt samskifti við borgaran í menningartilgongdini, har framhaldandi metingar og viðmerkingar av ymsum størri og smærri royndarinntrivum í økinum kunnu vera við til at rætta kumpassnálina upp í arbeiðinum við torginum.
Hetta var hugsjónarliga grundarlagið undir royndarverkætlanini »Menning av Vágsbotni«, ið fór av bakkastokki á vári 2022.
Sum fyrsti liður í royndarverkætlanini, varð vegurin umlagdur við at fylla upp og asfaltera omaná gamla torgøkið í Vágsbotni, har standmyndin av Nólsoyar Pálli hevur staðið síðan miðskeiðis í nítiárunum.
Tá koyrandi varð eftir hesum vegnum, varð gamla farbreytin gjørd um til eitt slætt palløki framman fyri sititrappuni, sum kann nýtast til ymisk trivnaðarendamál, so sum framførslur, pallsetingar, útibiograf og uppihald annars. Tekjur við hitalampum vórðu síðan bygdar her, so økið eisini kann nýtast í ælaveðri.
Eitt betongfundament varð stoypt undir ovasta partin av timburpallinum fyri at styrkja um undirlagið, soleiðis at tað heldur til matsøluvognar og aðra útgerð.
Í royndarverkætlanini higartil er dentur lagdur á at gera so fá grevstrarinntriv sum gjørligt í økinum, soleiðis at tað altíð ber til at broyta ella rudda tilfarið omanav aftur, um tað verður mett neyðugt. Meginparturin av byggitilfarinum, ið higartil hevur verið brúktur, er timburfjalar, ið ætlanin er at endurnýta til aðrar verkætlanir.
Kommunan ger framhaldandi metingar av verkætlanini saman við øðrum viðkomandi myndugleikum. Somuleiðis verða ferðsluteljingar gjørdar fyri at vita, hvussu ferðslutrýstið háttar sær, og hvussu verkætlanin ávirkar ferðsluna.
Við støði í hesum metingum og borgaraviðmerkingum annars, verða enn fleiri átøk gjørd komandi tíðina, har ymisk viðurskifti verða tillagað og broytt.
Mánadag - hósdag | 9 | - | 16 |
Fríggjadag | 9 | - | 15 |