Fólkatingsval

Á hesari síðuni kanst tú lesa um, hvussu fólkatingsval gongur fyri seg í Tórshavnar kommunu. Tú sært eisini úrslitini frá undanfarnum fólkatingsvalum niðast á síðuni.



Kunning um fólkatingsval
Vilt tú greiða atkvøðu áðrenn valdagin (brævatkvøða)

Liggur tað ikki fyri hjá tær at greiða atkvøðu á sjálvum valdegnum, kanst tú greiða atkvøðu á einari og hvørjari kommunuskrivstovu í Føroyum. Tað rópa vit at greiða brævatkvøðu.

Tú kanst bara greiða brævatkvøðu í avmarkaðum tíðarskeiði.

Les meira her:

Greið atkvøðu áðrenn valdagin

Hvønn kanst tú velja?

Stutt uppundir valið verður endaliga kunngjørt, hvørjir flokkar og valevni stilla upp til valið.

Tú sært adressurnar, heimasíðurnar og aðrar sambandsupplýsingar hjá flokkunum her:

Valbærir politiskir flokkar í Føroyum

Valrætt

Valrætt til fólkatingið hevur ein og hvør, ið hevur danskan heimarætt, er fyltur 18 ár og sum hevur fastan bústað innan ríkisfelagsskapin, uttan so at viðkomandi er gjørdur ómyndugur.

Fyri at hava valrætt og harvið eiga rættin til at atkvøða, mást tú lúka hesar treytirnar:

  • Tú mást vera fylt/ur 18 ár
  • Tú mást hava danskan heimarætt
  • Tú mást hava fastan bústað í Føroyum, Danmark ella Grønlandi
  • Tú mást ikki vera ómyndugur

Engin fær útint sín valrætt uttan at vera skrásettur á vallistanum. Fyri at atkvøða mást tú vera skrásettur á vallistanum í einari kommunu í seinasta lagi 18. dagin fyri sjálvan valdagin.

Ert tú stadd/ur í útlondum

Persónar, ið búgva fyribils í útlondum, kunnu undir ávísum treytum metast at hava fastan bústað innan ríkisfelagsskapin og harvið eiga rættin til at atkvøða á fólkatingsvali. Niðanfyristandandi persónar, sum búgva fyribils í útlondum, og hjúnafelagar, ið liva saman við hesum persónum, kunnu metast at hava fastan bústað innan ríkisfelagsskapin:

  1. Persónar, ið eru sendir út at tæna í útlondum, og sum eru settir av almennum myndugleika, privatari fyritøku ella privatum felagsskapi í ríkisfelagsskapinum

  2. Persónar, ið halda til í útlondum sum starvsfólk í altjóða felagsskapi, sum annaðhvørt Føroyar ella Danmark eru limir í

  3. Persónar, ið eru sendir út í útlond at tæna hjálparfelagsskapi innan ríkisfelagsskapin

  4. Persónar, ið halda til í útlondum í sambandi við útbúgving

  5. Persónar, ið halda til í útlondum av heilsuligum orsøkum

  6. Persónar, ið halda til í útlondum, og sum í tilknýti til ríkisfelagsskapin mugu javnmetast við persónarnar, ið eru nevndir í nr. 1-5 omanfyri

Veljarar, ið halda til fyribils í útlondum, skulu eftir umbøn skrásetast á vallista í tí kommununi, har teir seinast vóru skrásettir í fólkayvirlitinum. Umbønin um upptøku á vallistan skal latast kommunustýrinum, sum síðan handar ríkisumboðnum umbønina við váttan um, at viðkomandi hevur danskan heimarætt, er fyltur 18 ár og ikki er gjørdur ómyndugur umframt kunning um, nær viðkomandi seinast hevur verið skrásettur í kommunala fólkayvirlitinum. Umbønin skal vera kommunustýrinum í hendi í seinasta lagi 18. dagin fyri valdagin (tað vil í hesum føri siga 13. oktober 2022).

Avgerðir um skráseting á vallistan eru galdandi í 2 ár frá tí degi, avgerðin er tikin.

Valbæri til fólkatingið

At vera valbær/ur merkir, at tú kanst stilla upp til og veljast í fólkatingið. Tú ert valbær/ur, tá tú hevur valrætt, tað vil siga, tá:

  • tú ert fylt/ur 18 ár
  • tú hevur danskan heimarætt
  • tú hevur fastan bústað í Føroyum
  • tú ikki ert gjørd/ur ómyndug/ur

Tó kann eingin stilla upp til val uttan sjálv/ur at hava stillað seg upp sum valevni til valið.

Tú kanst annaðhvørt stilla upp til fólkatingsval sum valevni fyri ein flokk ella sum uttanflokka valevni. Stillar tú upp fyri ein flokk, skalt tú góðkennast av flokkinum. Stillar tú upp sum uttanflokka valevni, skalt tú í minsta lagi hava 150 og í mesta lagi 200 føroyskar veljarar úr valdøminum sum stillarar.

Valkort

Tá ið vallistarnir eru fullfíggjaðir, fáa allir borgarar, sum hava valrætt, eitt persónligt valkort sendandi við postinum.

Valkortið er títt prógv fyri, at tú hevur rætt til at atkvøða á valinum. Fært tú eitt valkort, skalt tú minnast til at hava tað við tær, tá tú møtir á valstaðnum ella fert at brævatkvøða.

valstað

Á valkortinum stendur, hvar tú skalt greiða tína atkvøðu, tað vil siga valstaðið, tú hoyrir til. Ivast tú í, hvat fyri valstað tú hoyrir til, kanst tú kanna tað her:

Valstøð


HEVUR TÚ EINKI VALKORT FINGIÐ?

Hevur tú ikki fingið valkortið við postinum, ella er villa íkomin á valkortinum, skalt tú venda tær til fólkayvirlitið í tínari kommunu. Í Tórshavnar kommunu vil tað siga Snarskivuna, sum tú kanst ringja til á tel. 30 20 10 ella skriva til á torshavn@torshavn.fo. Sendir tú teldupost, skalt tú minnast til at upplýsa títt navn og tín føðingardag.

Snarskivan kannar, um tú ert á vallistanum, og um valkortið av einhvørjari orsøk er sent kommununi aftur. Um so er, verður valkortið sent tær av nýggjum. Er stutt til valið, verður tú biðin um at heinta valkortið í Snarskivuni ella á valstaðnum á valdegnum.

Hevur tú framvegis ikki fingið valkortið við postinum á valdegnum, kanst tú møta á valstaðnum og siga frá, at tú einki valkort hevur fingið. Tá tú fert á valstaðið, skalt tú minnast til at hava samleikaprógv við, so gera vit eitt valkort til tín á valstaðnum. Samleikaprógvið kann annaðhvørt vera títt pass ella koyrikort. Skulu vit skriva nýtt valkort út til tín á valstaðnum, mást tú rokna við eitt sindur av bíðitíð.

Hevur tú mist valkortið burtur?

Hevur tú mist valkortið burtur ella gloymt tað eftir heima, kanst tú fáa útskrivað eitt nýtt valkort á valstaðnum. Tú mást rokna við, at tað tekur eina løtu at útskriva kortið av nýggjum.

Minst til at hava samleikaprógv við, sum annaðhvørt kann vera pass ella koyrikort.

Hevur tú brævatkvøtt og kortini fingið valkort sendandi?

Greiðir tú brævatkvøðu, áðrenn valkortið er komið við postinum, fært tú kortini eitt valkort sendandi. Tað kanst tú hyggja burtur frá. Hevur tú greitt brævatkvøðu, ber ikki til at atkvøða á sjálvum valdegnum.

Soleiðis greiðir tú tína atkvøðu á valdegnum

Tá tú møtir á valstaðnum, skalt tú hava valkortið við tær. Hevur tú einki valkort við, kanst tú fáa nýtt valkort útskrivað á valstaðnum. Minst til at hava samleikaprógv við, sum annaðhvørt kann vera koyrikort ella pass.

Tá ið atkvøðuseðilin er útflýggjaður, fert tú inn í atkvøðurúmið, har eingin annar má vera inni. Her skalt tú seta kross annaðhvørt við tann listan, tú ætlar at velja, ella við eitt valevni.

Dømi um hvussu tú setir krossin, sært tú her:

Soleiðis atkvøður tú

Tá ið tú hevur sett tín kross, skalt tú leggja atkvøðuseðilin saman, soleiðis at eingin annar sær, hvussu tú hevur atkvøtt. Síðan setir tú atkvøðuseðilin beinanvegin í kassan, meðan ein úr valstýrinum ella eitt hjálparfólk sær.

Hevur tú longu brævatkvøtt, kanst tú ikki greiða atkvøðu á valdegnum.

Hjálp til at greiða atkvøðu

Tørvar tær hjálp til velja, skalt tú siga valstýrinum ella hjálparfólkunum á valstaðnum frá. Tú kanst fáa hjálp frá tveimum persónum at greiða atkvøðu í atkvøðuhølunum ella beint uttanfyri atkvøðuhølið, til dømis í einum bili. Tú kanst krevja, at annar persónurin er ein, sum tú sjálv vísir á. Hóast tú fært hjálp at velja, skalt tú sjálv skilliga siga ella á annan hátt vísa á, hvørjum tú vilt atkvøða fyri.

Úrslit frá seinastu fólkatingsvalunum í Føroyum
Fólkatingsvalið 31. oktober 2022

Soleiðis atkvøddu vit í Tórshavnar kommunu

Á leinkinum niðanfyri sært tú endaliga úrslitið av fólkatingsvalinum 31. oktober 2022 í Tórshavnar kommunu. Tú sært bæði býtið av atkvøðum fyri flokkar og valevni. Vel »Fólkatingsval 31. oktober 2022« og vel síðan »Tórshavn«, »Kollafjørð« og hinar bygdirnar og oyggjarnar í vinstra bredda.

Valúrslit frá fólkatingsvalinum 31. oktober 2022 - Tórshavnar kommuna (kvf.fo)


Soleiðis atkvøddu vit í øllum Føroyum

Her sært tú valúrslitini fyri alt landið:

Samantalt valúrslit frá fólkatingsvalinum 31. oktober 2022 (kvf.fo)


Valluttøka

70,4 prosent av veljarunum við valrætti í Tórshavnar kommunu greiddu atkvøðu á fólkatingsvalinum í 2022.

Samlaða valluttøkan í Føroyum var 71,3 prosent.

Fólkatingsvalið 5. juni 2019

Soleiðis atkvøddu vit í Tórshavnar kommunu

Á leinkinum niðanfyri sært tú endaliga úrslitið av fólkatingsvalinum 5. juni 2019 í Tórshavnar kommunu. Tú sært bæði býtið av atkvøðum fyri flokkar og valevni. Vel »Fólkatingsval 5. juni 2019« og vel síðan »Tórshavn«, »Kollafjørð« og hinar bygdirnar og oyggjarnar í vinstra bredda.

Valúrslit frá fólkatingsvalinum 5. juni 2019 - Tórshavnar kommuna (kvf.fo)


Soleiðis atkvøddu vit í øllum Føroyum

Her sært tú valúrslitini fyri alt landið:

Samlað valúrslit frá fólkatingsvalinum 5. juni 2019 (kvf.fo)


Valluttøka

70,1 prosent av veljarunum við valrætti í Tórshavnar kommunu greiddu atkvøðu á fólkatingsvalinum í 2019.

Samlaða valluttøkan í Føroyum var 70,3 prosent.

Fólkatingsvalið 18. juni 2015

Soleiðis atkvøddu vit í Tórshavnar kommunu

Trýstir tú á leinkið niðanfyri, sært tú endaliga úrslitið av fólkatingsvalinum 18. juni 2015 í Tórshavnar kommunu. Tú sært bæði býtið av atkvøðum skift á flokkar og valevni. Vel »Fólkatingsval 18. juni 2015« og vel síðan »Tórshavn«, »Kollafjørð« og hinar bygdirnar og oyggjarnar í vinstra bredda.

Valúrslit frá fólkatingsvalinum 18. juni 2015 - Tórshavnar kommuna (kvf.fo)


Soleiðis atkvøddu vit í øllum Føroyum

Her sært tú valúrslitini fyri alt landið:

Samlað valúrslit frá fólkatingsvalinum 18. juni 2015 (kvf.fo)


Valluttøka

66,6 prosent av veljarunum við valrætti í Tórshavnar kommunu greiddu atkvøðu á fólkatingsvalinum í 2015.

Samlaða valluttøkan í Føroyum var 65,6 prosent.

Reglur og vegleiðingar

Freistir og mannagongd í sambandi við fólkatingsvalið 31. oktober 2022

Ríkisumboðið varar av fólkatingsvalinum í Føroyum. Á heimasíðuni hjá ríkisumboðnum sært tú freistirnar og yvirskipaðu mannagongdina í sambandi við fólkatingsvalið 2022: Tidsfrister i forbindelse med folketingsvalget 2022 (rigsombudsmanden.fo)

Lógarkunngerð um fólkatingsval í Føroyum

Val til fólkatingið í Føroyum fylgir lógarkunngerðini um fólkatingsval í Føroyum. Kunngerðina sært tú her: Lovbekendtgørelse nr. 41 af 15. januar 2020 af lov om folketingsvalg på Færøerne (logir.fo)


Reglur fyri brævatkvøður til fólkatingsvalið 31. oktober 2022

Á heimasíðuni hjá ríkisumboðnum sært tú reglurnar og mannagongdina fyri brævatkvøður til fólkatingsvalið 2022: Brevafstemning til valg til Folketinget 2022