Fá Samleikan og MínBoks
Samleikin er ein ókeypis talgild innritingarskipan, sum tú kanst brúka til at avgreiða tíni persónligu viðurskifti hjá føroyskum stovnum og virkjum og til at rita inn á Vangan og kanna tína MínBoks.
Øll, sum eru yvir 15 ár og hava føroyskt p-tal, kunnu fáa sær Samleikan. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan enn, kanst tú bíleggja tær hann her:
Tá tú fært Samleikan, fært tú samstundis atgongd til Vangan og MínBoks. Við MínBoks fært tú samskift lætt og trygt við virkir og stovnar.
Samleikin gevur tær trygga atgongd til sjálvgreiðslurnar á almennu heimasíðunum í Føroyum. Til dømis nýta TAKS, Akstovan og Tórshavnar kommuna Samleikan og MínBoks til at samskifta við teg.
Her kanst tú síggja, hvørjir tænastuveitarar nýta Samleikan. Gev gætur, at Vangin fevnir um fleiri almennar tænastuveitarar:
Her kanst tú rita inn við Samleikanum (samleikin.fo)
Samleikin er eisini tín persónligi lykil til tína MínBoks á Vanganum.
Við MínBoks kanst tú:
- lesa brøv frá virkjum og stovnum
- svara brøvum frá virkjum og stovnum
- skriva brøv til virkir og stovnar
- halda skil á tínum skjølum og samskifti við tað almenna
Tað er tí eitt gott hugskot at fáa sær Samleikan og MínBoks. Bókar tú til dømis dagstovnapláss í Tórshavnar kommunu, ella skrivar tú barnið upp á ynskilista, so fært tú tilboð um pláss sendandi til tína MínBoks. Sostatt er MínBoks ein fortreyt fyri at fylgja við í samskiftinum og svara kommununi.