Bústaðarváttan

Hevur tú tørv á skjalprógvi fyri, at tú ert skrásett á tínum verandi bústaði, kanst tú fáa eina bústaðarváttan.

Hevur tú Samleikan, kanst tú taka eina bústaðarváttan niður av Vanganum. Tað er Landsfólkayvirlitið á Umhvørvisstovuni, sum umsitur hetta á Vanganum.

Tak niður bústaðarváttan av Vanganum

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú bíleggja bústaðarváttan við at ringja á tel. 30 20 10 og ella senda teldubræv til torshavn@torshavn.fo. Bíleggur tú bústaðarváttanina við at senda teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja navn og føðingardag og skriva »Bústaðarváttan« í evnisteigin.

Tað er ein fyrimunur at brúka Vangan, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini.

Heimasíðan hjá Samleikanum (samleikin.fo)



Snarskivan
Snarskivan

Vaglið 11, 100 Tórshavn

Les um Snarskivuna

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15