Eg vil flyta til Tórshavnar kommunu
Flytur tú til Tórshavnar kommunu úr aðrari føroyskari kommunu, skalt tú boða Tórshavnar kommunu frá. Tað gert tú á Vanganum. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan enn, sum krevst fyri at rita inn á Vangan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tá tú hevur søkt fært tú eina kvittan í MínBoks.
Boða frá flyting á Vanganum
Tú skalt boða frá flytingini í seinasta lagi fimm dagar eftir, at tú hevur flutt bústað. Sama er galdandi, um tú flytir innanhýsis í kommununi.
Alsamt fleiri tænastur hjá Tórshavnar kommunu gerast partur av Vanganum, sum er almenni tænastuportalurin í Føroyum. Fyri at nýta Vangan skalt tú brúka Samleikan, sum er ein trygg talgild innritingarskipan.
Tú kanst bíleggja tær Samleikan á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Tá tú hevur fingið Samleikan, kanst tú fáa atgongd til Vangan, sum hevur sína egnu heimasíðu. Tá tú fert á Vangan at fylla út tína fráboðan um flyting, eru vegleiðingar at lesa í hvørjum stigi í avgreiðsluni.
Boða frá flyting á Vanganum
Tú kanst boða frá flyting fýra vikur fyri og í seinasta lagi fimm dagar eftir, at tú ert flutt.
Tú kanst boða frá flyting fyri teg sjálva og tey húsfólk, ið flyta við.
Tú kanst eisini boða frá flyting fyri persón, sum ikki er partur av húskinum, og sum ikki hevur Samleikan. Hetta krevur tó, at viðkomandi persónur skrivar undir eina váttan, sum kann takast niður av Vanganum. Váttanarskjalið skal undirskrivast og viðfestast umsóknini á Vanganum. Tað ber ikki til at halda fram, uttan at váttanin er viðfest.
Tann, sum søkir vegna annan borgara, fær kvittan fyri umsóknina á Vanganum. Kvittanin liggur undir »Kvittanir« á tínum Vanga. Fær tann, sum søkt verður fyri, sær Vangan seinni, so sær viðkomandi eisini kvittanina á sínum Vanga.
Tað ber ikki til flyta børn úr bústaðnum frá einum foreldri, uttan so at hetta foreldrið verður hoyrt.
Er talan um felags foreldramyndugleika, verður tú biðin um at upplýsa teldupostbústaðin hjá foreldrinum, sum ikki flytir við. Skipanin sendir síðan ein teldupost til hetta foreldrið við eini umbøn um at fara inn á Vangan og vátta flytingina innan 7 dagar. Tað verður gjørt við talgildari undirskrift.
Bæði foreldur fáa eina kvittan á Vanganum. Verður flytingin ikki váttað innan 7 dagar, fellir áheitanin burtur. Í tílíkum føri kann umsøkjarin seta seg í samband við Snarskivuna um at senda eitt hoyringsskriv til foreldrið.
Hava tit ikki felags foreldramyndugleika, men bæði eru lívfrøðilig foreldur, vendir Tórshavnar kommuna sær til tann, ið fráboðar flytingina, og kunnar um at her krevst váttan frá foreldrinum, ið ikki flytur við.
Tú kanst lesa meiri um reglurnar á heimasíðuni hjá Familjufyrisitingini:
Foreldramyndugleiki og bústaður (verður umsitið av Familjufyrisitingini)
Tað ber ikki til at fráboða flyting úr útlondum til Tórshavnar kommunu á Vanganum. Flytur tú úr útlondum, mást tú møta í Snarskivuni og boða frá flytingini. Tú kanst lesa nærri um treytirnar og um, hvussu tú gert, her:
Tað er ókeypis at skifta kommunulækna í Føroyum, og tú kanst til eina og hvørja tíð skifta lækna. Læknaskiftið er tó treytað av, at aðrar læknaviðtalur taka ímóti nýggjum borgarum. Á heimasíðuni hjá Heilsutrygd kanst tú kunna teg um, hvørjar læknaviðtalur taka ímóti nýggjum borgarum. Kommunulæknarnir, ið taka ímóti nýggjum borgarum, hava frámerkið “opið” í yvirlitinum.
Flytur tú úr einari kommunu til aðra, fært tú eitt bræv frá Heilsutrygd, ið biður teg velja nýggjan kommunulækna. Hetta brævið fært tú, tá tú hevur boðað kommununi frá flytingini, og flytingin er skrásett í Landsfólkayvirlitinum. Tú skalt velja ein av kommunulæknunum í brævinum og síðan senda brævið aftur til Heilsutrygd.
Tú skalt velja kommunulækna innan tríggjar vikur, um tú sjálv vilt sleppa at velja lækna. Velur tú ikki kommunulækna innan tríggjar vikur, velur Heilsutrygd kommunulækna fyri teg. Um so er, fært tú eitt bræv sendandi frá Heilsutrygd, sum kunnar teg um, hvønn kommunulækna tú hevur fingið.
Fært tú av onkrari orsøk ikki brúkt Vangan ella Samleikan, kanst tú prenta og fylla út fráboðanarskjalið niðanfyri. Skjalið skal latast inn á Snarskivuni, Vaglið 11, í Tórshavn.
Fráboðan um flyting til Tórshavnar kommunu úr føroyskari kommunu
Tá tú flytir, skalt tú minnast til, at ikki allir stovnar og feløg fáa sjálvvirkandi boð um tína flyting, og tí mást tú sjálv boða teimum frá tínum nýggja bústaði.
Hesir stovnar fáa sjálvvirkandi boð um tína flyting:
- Landsfólkayvirlitið
- TAKS
- Almannaverkið
- Heilsutrygd
- Landssjúkrahúsið
Hesir stovnar og veitarar fáa ikki sjálvvirkandi boð um tína flyting:
- Posta
- Peningastovnurin
- Tryggingarveitarin
- Tannlæknin
- Telefonveitarin
- SEV