Stuðul til mentan, list, ítrótt og frítíðarvirksemi

Á hesari síðuni finnur tú kunning um stuðulsmøguleikarnar hjá Tórshavnar kommunu innan mentan, list, ítrótt og frítíðarvirksemi.

Stuðulsmøguleikarnir eru hesir:

  • Stuðul til ítrótt og frítíðarvirksemi
  • Verkætlanarstuðul til mentan og list
    • Vanligur stuðul (20.000-100.000 krónur)
    • Snarstuðul (<20.000 krónur)
  • Rakstrarstuðul til mentan og list
  • Stuðul til størri, listaligar verkætlanir
  • Stuðul til íløgur
  • Minnisgrunnur Sonnu av Skarði
  • Sanglegatið til minnis um Sonnu Dahl Waagstein
  • Felagsgrunnurin Nuuk, Reykjavík og Tórshavn

Niðanfyri finnur tú nærri kunning um hvønn stuðulsmøguleika sær, leiðreglurnar fyri stuðli og upplýsingar um, hvussu tú søkir.



Stuðul til ítrótt og frítíðarvirksemi
Endamál

Endamálið við stuðli til ítrótt og frítíðarvirksemi er at stuðla verkætlanum og feløgum, sum ríka og menna ítróttar-og frítíðarlívið í kommununi.

Hvør kann søkja?

Øll, sum skipa fyri virksemi innan ítrótt og frítíð.

Hvussu søki eg?

Tú søkir stuðulin á Vanganum. Rita inn við tínum Samleika.

Søk um stuðul til ítrótt og frítíðarvirksemi á Vanganum

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Hvat fevnir stuðulin ikki um?

Kommunan letur ikki stuðul til verkætlanir, sum eru lidnar. Somuleiðis lata vit ikki stuðul til tiltøk og átøk, sum hava verið.

Gev gætur, at vit lata ikki stuðul til uttanlandsferðir.

Sambært kommunufulltrúnni hevur kommunan ikki heimild til at stuðla ávísum virksemi, so sum vinnuligum virksemi, átrúnaðarligum ella politiskum virksemi og virksemi, sum ikki er til gagns fyri borgarar í Tórshavnar kommunu.

Umsóknarfreist

Umsókn um stuðul til verkætlanir ella tiltøk skal sendast inn í góðari tíð og vera kommununi í hendi í seinasta lagi seks vikur, áðrenn verkætlanin fer í gongd. Umsóknir um rakstrarstuðul skulu vera inni í seinasta lagi 1. august árið fyri rakstrarstuðulsárið.

Gev gætur, at Mentamálanevndin, sum viðger umsóknirnar um mentanarstuðul, hevur vanliga ein fund um mánaðin. Á sumri er steðgur í juni, juli og august, og tí skulu umsóknir til verkætlanir og tiltøk á sumri sendast inn í serliga góðari tíð.

Hvør viðger mína umsókn?

Mentamálanevndin viðger umsóknirnar um mentanarstuðul. Í nevndini sita Heidi Lava Elgeirsdóttir, forkvinna (E), Bergur Robert Dam Jensen (C), Heðin Mortensen (C), Annfinn Brekkstein (B) og Høgni Vilhelmsen (A).

Eg havi spurningar til tykkara

Hevur tú spurningar um mentanarstuðul, kanst tú venda tær til Fríða Nielsen, fulltrúa, ella Heina Gaard, mentamálaleiðara, á telefon 30 20 10.

Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan og Samleikan, ber til at brúka umsóknarskjalið niðanfyri. Fyll skjalið út og send tað til torshavn@torshavn.fo.

Umsókn um stuðul til ítrótt og frítíðarvirksemi

Verkætlanarstuðul til mentan og list
Endamál

Yvirskipaða endamálið við verkætlanarstuðli Tórshavnar býráðs er at vera við til at:

  • Stuðla mentanarlívinum í allari kommuni og menna tað
  • Tryggja teimum, ið arbeiða við list og mentan í kommununi, burðardygg arbeiðskor fíggjarliga, menniskjaliga og sosialt
  • Geva øllum borgarum í Tórshavnar kommunu eitt fjøltáttað mentanartilboð

Les leiðreglurnar fyri verkætlanarstuðul her:

Leiðreglur fyri verkætlanarstuðli til mentan og list

Hvør kann søkja?

Øll, sum skipa fyri mentanarligum ella listaligum verkætlanum, og sum lúka treytirnar í leiðreglunum, kunnu søkja Tórshavnar kommunu um verkætlanarstuðul.

Tú kanst annaðhvørt søkja um vanligan stuðul, úr 20.000 krónum upp í 100.000 krónur, ella snarstuðul, sum er til umsóknir um í mesta lagi 20.000 krónur. Les meira um vanligan stuðul og snarstuðul niðanfyri.

Hvussu søki eg?

Freistin at søkja vanligan stuðul var 1. mars 2025. Næsta freist er 1. september 2025. 

Vilt tú hinvegin søkja um snarstuðul, sum ikki hevur nakra umsóknarfreist, kanst tú søkja við at klikkja á grøna knøttin niðanfyri.

Søk um verkætlanarstuðul á Vanganum

Tú søkir stuðulin á Vanganum. Rita inn við tínum Samleika.

Minst til at lesa leiðreglurnar, áðrenn tú søkir.

Leiðreglur fyri verkætlanarstuðli til mentan og list

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Vanligur stuðul

Endamál

Endamálið við vanliga stuðlinum er at tryggja dygd og menning, stuðla øllum lista- og mentanargreinum og virka fyri fjølbroytni og inklusjón í breiðari merking.

Treytir

Tín umsókn verður viðgjørd eftir fylgjandi treytum:

  • Dygd. Orðið »dygd« verður her tulkað í breiðastu merking, har tað ikki einans merkir góðska, men eisini virði og týdningur fyri til dømis listagreinina, mentanarlívið, borgaran, nærumhvørvið og kommununa. Tað merkir listalig dygd, samfelagslig dygd, mentanarlig dygd og kann ikki metast uttanfyri samanhang

  • Menning. Til dømis talentmenning, menning av listagreinini, menning av miðlan, áskoðaramenning, nýskapan

  • Hvussu umsóknin stuðlar uppundir visjónina, virðisgrundarlagið og viðkomandi politikkir hjá Tórshavnar kommunu.

Tú kanst í mesta lagi søkja um 50 prosent av samlaðu fíggjarætlanini fyri verkætlanina. Tú mást harumframt søkja um í minsta lagi 20.000 krónur og í mesta lagi 100.000 krónur. Hevur tú fyri neyðini at søkja um størri stuðulsupphædd, mást tú í staðin søkja »Stuðul til størri listaligar verkætlanir«, ið hevur umsóknarfreist 1. apríl á hvørjum ári. Er talan um lægri upphædd enn 20.000, skalt tú søkja snarstuðul.

Freistir og viðgerð

Kommunala fyrisitingin ger tilmæli um, hvørjar verkætlanir skulu stuðlast, hvussu nógvan stuðul verkætlanirnar skulu fáa og leggur tilmælið fyri Mentamálanevndina til viðgerðar. Viðgerðin í Mentamálanevndini er í fylgjandi mánaði eftir umsóknarfreistina.

Tríggjar umsóknarfreistir eru á hvørjum ári:

1. mars (verður viðgjørt miðjan apríl og svar sent síðst í apríl)
1. september (verður viðgjørt miðjan september og svar sent síðst í september) 
1. desember (verður viðgjørt miðjan januar og svar sent síðst í januar)

Játtan og útgjald

Kommunan setir ávísa upphædd av til hvørt umsóknarumfar, treytað av fíggjarætlanini fyri árið. Er avlop aftaná eitt umsóknarumfar, verður tað lagt afturat seinni umførum ella flutt yvir á annan stuðulstátt.

Stuðulin verður útgoldin eftir umbøn frá umsøkjara, tá vit hava skjalprógv fyri, at verkætlanin verður framd. Stuðulsjáttanin er galdandi í 12 mánaðir frá degnum, stuðulin er játtaður. Eftir hetta fellur stuðulin burtur uttan ávaring.

Treytir fyri vanligum stuðli

Tín umsókn verður viðgjørd eftir fylgjandi treytum:

  • Dygd*

  • Menning. Til dømis talentmenning, menning av listagreinini, menning av miðlan, áskoðaramenning, nýskapan

  • Hvussu umsóknin stuðlar uppundir visjónina, virðisgrundarlagið og viðkomandi politikkir hjá Tórshavnar kommunu.

Tú kanst í mesta lagi søkja um 50 prosent av samlaðu fíggjarætlanini fyri verkætlanina. Tú mást harumframt søkja um í minsta lagi 20.000 krónur og í mesta lagi 100.000 krónur. Hevur tú fyri neyðini at søkja um størri stuðulsupphædd, mást tú í staðin søkja »Stuðul til størri listaligar verkætlanir«, ið hevur umsóknarfreist 1. apríl á hvørjum ári. Er talan um lægri upphædd enn 20.000, skalt tú søkja snarstuðul.

 

*Orðið »dygd« verður her tulkað í breiðastu merking, har tað ikki einans merkir góðska, men eisini virði og týdningur fyri til dømis listagreinina, mentanarlívið, borgaran, nærumhvørvið og kommununa. Tað merkir listalig dygd, samfelagslig dygd, mentanarlig dygd og kann ikki metast uttanfyri samanhang

Snarstuðul

Endamál

Endamálið við snarstuðlinum er at:

  • Fostra kreativitet og nýskapan
  • Tryggja breiða atgongd til stuðulsmøguleikar og harvið eisini inklusjón

 

Treytir

Vit viðgera umsóknina eftir fylgjandi treytum:

  • Dygd*
  • Menning (til dømis talentmenning, menning av listagreinini, menning av miðlan, áskoðaramenning, nýskapan)
  • Hvussu umsóknin stuðlar uppundir visjónina, virðisgrundarlagið og viðkomandi politikkir hjá Tórshavnar kommunu

Tú kanst í mesta lagi søkja um 20.000 krónur.

Vit kunnu lata stuðul til:

  • Uppstart og/ella menning av verkætlanum (undir hesum hugskotsmenning)
  • Smærri verkætlanir

*Orðið »dygd« verður her tulkað í breiðastu merking, har tað ikki einans merkir góðska, men eisini virði og týdningur fyri til dømis listagreinina, mentanarlívið, borgaran, nærumhvørvið og kommununa. Tað merkir listalig dygd, samfelagslig dygd, mentanarlig dygd, og kann ikki metast uttanfyri samanhang.

 

Viðgerð og freistir

Ongin umsóknarfreist er til snarstuðul, men umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi seks vikur, áðrenn verkætlanin fer í gongd.

Kommunan viðger og tekur avgerð um veiting av snarstuðli sambært treytunum í leiðreglunum fyri verkætlanarstuðli.

Vit miða eftir at svara umsóknini innan fýra vikur eftir, at vit hava móttikið tína umsókn.

Leiðreglur fyri verkætlanarstuðli til mentan og list

 

Játtan og útgjald

Kommunan setir ávísa upphædd av til snarstuðul hvørt ár. Upphæddin er treytað av fíggjarætlanini fyri árið. 

Stuðulin verður útgoldin eftir umbøn frá umsøkjaranum, tá vit hava fingið skjalprógv fyri, at verkætlanin verður framd.

Stuðulsjáttanin er galdandi í tríggjar mánaðir frá degnum, stuðulin er játtaður. Eftir hetta fellur stuðulin burtur uttan ávaring.

Treytir fyri snarstuðli

Treytir

Vit viðgera umsóknina eftir fylgjandi treytum:

  • Dygd*
  • Menning (til dømis talentmenning, menning av listagreinini, menning av miðlan, áskoðaramenning, nýskapan)
  • Hvussu umsóknin stuðlar uppundir visjónina, virðisgrundarlagið og viðkomandi politikkir hjá Tórshavnar kommunu

Tú kanst í mesta lagi søkja um 20.000 krónur.

Vit kunnu lata stuðul til:

  • Uppstart og/ella menning av verkætlanum (undir hesum hugskotsmenning)
  • Smærri verkætlanir

 

*Orðið »dygd« verður her tulkað í breiðastu merking, har tað ikki einans merkir góðska, men eisini virði og týdningur fyri til dømis listagreinina, mentanarlívið, borgaran, nærumhvørvið og kommununa. Tað merkir listalig dygd, samfelagslig dygd, mentanarlig dygd, og kann ikki metast uttanfyri samanhang.

Hvat fevnir verkætlanarstuðul ikki um

Verkætlanarstuðulin fevnir ikki um:

  • Verkætlanir, ið eru farnar í gongd ella eru lidnar, tá umsóknarfreistin er
  • Verkætlanir, sum kommunan ikki hevur heimild til at stuðla sambært kommunufulltrúnni. Dømi eru verkætlanir, sum ikki eru til gagns fyri borgarar í Tórshavnar kommunu, vinnuligar verkætlanir, átrúnaðarligar verkætlanir og politiskar verkætlanir
  • Uttanlandsferðir. Listafólk kunnu søkja um stuðul til ferðing frá Loftbrúgv til listafólk, sum Tórshavnar kommuna er partur av. Les meira á síðuni hjá Loftbrúnni
  • Skúla- og útbúgvingarverkætlanir (undir hesum musikkskúlaverkætlanir)
  • Verkætlanir hjá almennum stovnum
  • Frítíðarvirksemi sum til dømis ítrótt og skótar. Serstakur stuðulsmøguleiki er til tílík endamál
  • Rakstur. Serstakur stuðulsmøguleiki er til tað endamálið. Les meira niðanfyri á hesari síðuni

Loftbrúgv til listafólk (loftbrugv.fo)

Umsóknarfreistir

Vanligur stuðul

1. mars (verður viðgjørt miðjan apríl og svar sent síðst í apríl)
1. september (verður viðgjørt miðjan september og svar sent síðst í september) 
1. desember (verður viðgjørt miðjan januar og svar sent síðst í januar)

 

Snarstuðul

Ongin umsóknarfreist er til snarstuðul, men umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi seks vikur, áðrenn verkætlanin fer í gongd.

Eg havi spurningar til tykkara

Hevur tú spurningar um verkætlanarstuðul til mentan og list, kanst tú venda tær til Sunnuvu Bæk, fulltrúa, ella Heina Gaard, mentamálaleiðara, á telefon 30 20 10.

Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan ella Samleikan, kanst tú fylla út umsóknarskjalið niðanfyri og senda tað til torshavn@torshavn.fo ella lata skjalið inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn. Sendir tú umsóknarskjalið inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um verkætlanarstuðul til mentan og list« í evnisteigin.

Umsókn um verkætlanarstuðul til mentan og list

Rakstrarstuðul til mentan og list
Endamál

Yvirskipaða endamálið við verkætlanarstuðli Tórshavnar býráðs er at vera við til at:

  • Stuðla mentanarlívinum í allari kommuni og menna tað
  • Tryggja teimum, ið arbeiða við list og mentan í kommununi, burðardygg arbeiðskor fíggjarliga, menniskjaliga og sosialt
  • Geva øllum borgarum í Tórshavnar kommunu eitt fjøltáttað mentanartilboð

Rakstrarstuðulin er býttur í tveir tættir, ið hava hvør sítt endamál og treytir, tó at sumt er felags fyri báðar: 

Táttur 1: Yrkislist og mentanarstovnar

Táttur 2: Áhugalist og feløg

Endamálini við rakstrarstuðli til yrkislist og mentanarstovnar eru at: 

  • Tryggja listaliga og mentanarliga dygd og menning
  • Stuðla stovnum, sum eru mentanar- og listalívinum í allari høvuðsstaðarkommununi til gagns

Endamálini við rakstrarstuðli til áhugalist og feløg eru at:

  • Styrkja listaliga og samfelagsliga dygd, margfeldi og atgongd til mentanarlívið í Tórshavnar kommunu
  • Varðveita, viðlíkahalda og menna mentanararv 

Leiðreglurnar fyri rakstrarstuðul sært tú her:

Leiðreglur fyri rakstrarstuðli til mentan og list

Hvør kann søkja?

Stovnar og feløg, sum fáast við mentan og list, og sum lúka treytirnar niðanfyri, kunnu søkja Tórshavnar kommunu um árligan rakstrarstuðul.

Hvussu søki eg?

Tú søkir stuðulin á Vanganum. Rita inn við tínum Samleika.

Søk um rakstrarstuðul á Vanganum

Minst til at lesa leiðreglurnar, áðrenn tú søkir.

Leiðreglur fyri rakstrarstuðli til mentan og list

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Treytir

Yrkislist og stovnar

Umsóknir um stuðul til yrkislist og stovnar verða viðgjørdar eftir fylgjandi treytum umframt felagstreytunum niðanfyri, ið eru felags fyri báðar tættirnar.

  • Dygd*
  • Menning av listagreinini ella mentanargreinini
  • Nýskapan
  • Hvussu umsóknin stuðlar uppundir visjónina, virðisgrundarlagið og viðkomandi politikkir hjá Tórshavnar kommunu

Áhugalist

Umsóknir um stuðul til áhugalist og feløg verða viðgjørdar eftir fylgjandi treytum umframt felagstreytunum niðanfyri, sum eru felags fyri báðar tættirnar:

  • Dygd*
  • Samfelagsligur týdningur
  • Borgaraluttøka og inklusjón
  • Hvussu umsóknin stuðlar uppundir visjónina, virðisgrundarlagið og viðkomandi politikkir hjá Tórshavnar kommunu.

Felagstreytir fyri allar umsóknir

  • Umsøkjarin skal vera staðsettur og virkin í Tórshavnar kommunu og hava havt regluligt samanhangandi virksemi í kommununi í í minsta lagi fimm ár
  • Umsøkjarin skal hava eina hóskandi eginíløgu (til dømis frá sjálvbodnum arbeiði) ella fígging frá øðrum stuðlum, limagjøldum, sølu ella øðrum
  • Umsøkjarar skulu senda umsókn, sum inniheldur fylgjandi skjøl:
    • Ársroknskap frá seinasta fíggjarári
    • Ársfrágreiðing
    • Virksemisætlan fyri árið, søkt verður um stuðul til
    • Fíggjarætlan fyri árið, søkt verður um stuðul til


Serstakar treytir fyri kór

Serstakar treytir eru galdandi fyri kór. Hesar treytir koma afturat treytunum omanfyri. Fyri kór er galdandi, at tey:

  • Kunnu søkja um rakstrarstuðul á í mesta lagi 40.000 krónur til at løna kórleiðara
  • Skulu hava minst 20 virknar sangarar (undantak kann gerast fyri bygdakór)
  • Skulu venja regluliga alt árið
  • Skulu framføra í Tórshavnar kommunu minst eina ferð um árið
  • Kórið skal ikki vera skúla- ella musikkskúlakór.

*Orðið »dygd« verður her tulkað í breiðastu merking, har tað ikki einans merkir góðska, men eisini virði og týdningur fyri til dømis listagreinina, mentanarlívið, borgaran, nærumhvørvið og kommununa. Tað merkir listalig dygd, samfelagslig dygd, mentanarlig dygd, og kann ikki metast uttanfyri samanhang.

Hvat fevnir rakstrarstuðul ikki um?
  • Virksemi, sum kommunan ikki hevur heimild til at stuðla sambært kommunufulltrúnni. Til dømis virksemi, sum ikki er til gagns fyri borgarar í Tórshavnar kommunu, vinnuligt virksemi og átrúnaðarligt ella politiskt virksemi
  • Einstakar verkætlanir
  • Almennar stovnar
  • Frítíðarvirksemi sum til dømis ítrótt og skótar - serstakur stuðulsmøguleiki finst til tað endamálið. 
Umsóknarfreist og viðgerðartíð

Umsóknarfreistin er 1. august árið fyri rakstrarstuðulsárið byrjar. Tað vil til dømis siga, at 1. august 2025 er freistin fyri at søkja rakstrarstuðul fyri 2026. 

Umsóknir verða undanviðgjørdar í Mentamálanevndini í september í sambandi við fíggjarætlanararbeiðið og endaliga viðgjørdar í januar.

Vit miðja eftir at svara umsøkjarum í seinasta lagi 1. februar í rakstrarstuðulsárinum.

Eg havi spurningar til tykkara

Hevur tú spurningar um verkætlanarstuðul til mentan og list, kanst tú venda tær til Sunnuvu Bæk, fulltrúa, ella Heina Gaard, mentamálaleiðara, á telefon 30 20 10.

Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan ella Samleikan, kanst tú fylla út umsóknarskjalið niðanfyri og senda tað til torshavn@torshavn.fo ella lata skjalið inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn. Sendir tú umsóknarskjalið inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um rakstrarstuðul til mentan og list« í evnisteigin.

Umsókn um rakstrarstuðul til mentan og list (skal dagførast)

Stuðul til størri listaligar verkætlanir
Endamál

Endamálið við stuðlinum er at stuðla uppundir dygd og menning innan list og mentan í Tórshavnar kommunu.

Hvør kann søkja?

Listafólk, listabólkar, felagsskapir, áhugafeløg, einstaklingar og onnur, sum skapa ella skipa fyri ikki-vinnuligum, listaligum verkætlanum kunnu søkja stuðulin.

Hvussu søki eg?

Tú søkir stuðulin á Vanganum. Rita inn við tínum Samleika.

Søk stuðul til størri listaliga verkætlan á Vanganum

Fylgjandi skjøl skulu leggjast við umsóknini:

  1. Verkætlanarlýsing á umleið tvær A4-síður, sum lýsir:

    • Hvat verkætlanin snýr seg um
    • Hvør luttekur
    • Hvør málbólkurin er
    • Hvønn týdning verkætlanin hevur fyri Tórshavnar kommunu
    • Hvønn týdning verkætlanin hevur fyri listagreinina, hon umboðar

  2. Fíggjarætlan, sum lýsir bæði inntøkur og útreiðslur. Fíggjarætlanin skal vera útgreinað, og tú skalt tilskila, hvørjar av inntøkunum eru ávikavist váttaðar, væntaðar ella mettar

  3. Fíggingarleistur (t.e. hvussu verkætlanin verður fíggjað annað enn við stuðli frá Tórshavnar kommunu)

  4. Tíðarætlan
Hvat fevnir stuðulin ikki um?

Stuðul verður ikki latin til:

  • Verkætlanir, sum hava verið ella eru byrjaðar áðrenn umsóknarfreistina
  • Verkætlanir við vinnuligum endamáli, ella sum vinnulig fyritøka skipar fyri (t.d. partafelag)
  • Verkætlanir, sum stovnar undir Tórshavnar kommunu skipa fyri
  • Íløgur (t.e. keyp av útgerð uttan so at hetta er neyðugur partur av verkætlanini)
  • Vanligan rakstur
  • Uttanlandsferðir
  • Afturvendandi ella fast virksemi (til dømis árligar festivalar)
Hvussu nógv ber til at søkja um?

Tú kanst søkja um í minsta lagi 100.000 og í mesta lagi 300.000 krónur. Stuðulin, tú søkir um, kann tó í mesta lagi vera 30 prosent av samlaðu fíggjarætlanini. Tað vil siga, at um samlaða fíggjarætlanin er 500.000 krónur, kanst tú í mesta lagi søkja um 150.000 krónur.

Treytir

Verkætlanirnar verða viðgjørdar við hesum í huga:

  • Heildarmeting av verkætlanini, undir hesum m.a. dygd (í breiðari merking – listalig, samfelagslig o.t.)
  • Hvussu er verkætlanin við til at menna list og mentan í Tórshavnar kommunu? Tað kann til dømis vera talentmenning, nýskapan, menning av listagreinini ella øðrum
  • Hvussu stuðlar verkætlanin visjónini hjá Tórshavnar kommunu: »Okkara høvuðsstaður – Virkin og Vakin«?

Visjón og virðisgrundarlag fyri Tórshavnar kommunu

Hvør viðger stuðulsumsóknirnar?

Umboð fyri Mentamáladeildina og mentanarstovnarnar hjá Tórshavnar kommunu gera tilmæli til Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs til støðutakan.

Umsóknarfreist og viðgerðartíð

Umsóknarfreistin er 1. apríl 2025.

Umsøkjarar fáa væntandi svar við telduposti áðrenn 31. mai 2025.

Nær verður stuðulin útgoldin?

Stuðulin verður útgoldin, tá prógv fæst fyri, at verkætlanin verður framd.

Spurningar

Hevur tú spurningar ella ivamál, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Mentamáladeildina í Tórshavnar kommunu á telefon 30 20 10.

Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan og Samleikan, ber til at brúka umsóknarskjalið niðanfyri. Fyll skjalið út og send tað til torshavn@torshavn.fo.

Umsókn um stuðul til størri listaligar verkætlanir

Stuðul til íløgur frá Mentamálanevndini
Hvat er stuðul til íløgur?

Stuðulin til íløgur er stuðul, Mentamálanevndin letur til íløgur í bygging, sum ítróttafeløg og frítíðarfelagsskapir standa fyri.

Hvat kann eg søkja um stuðul til?

Tú kanst søkja um stuðul til nýbygging, útbygging og umbygging av felagshølum og anleggum til ítrótt og annað frítíðarvirksemi. Tú kanst eisini søkja um stuðul til útgerð.

Hvussu søki eg?

Hevur tú Samleikan, søkir tú á Vanganum. Tá tú hevur søkt fært tú eina kvittan í MínBoks.

Søk um stuðul til íløgur á Vanganum

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tá tú søkir umvegis Vangan kanst tú kunna teg um journalnummar og støðuna á málinum á veitarasíðuni.

Á Vanganum fyllir tú sama umsóknarblað út sum til mentanarstuðulin. Tá tú letur tína umsókn inn, skalt tú leggja hesi skjøl við:

  • Kostnaðarmeting við fíggjarætlan
  • Tíðarætlan fyri byggingina
  • Lýsing av byggiætlanini

Les meira um treytirnar niðanfyri.

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Leiðreglur fyri stuðul til íløgur

Hvat fevnir stuðulin ikki um?

Kommunan veitir ikki stuðul til vanligt viðlíkahald og letur heldur ikki stuðul til bygging, sum er byrjað ella liðug.

Hvør viðger mína umsókn?

Trivnaðarstjórin og mentamálaleiðarin gera tilmæli til Mentamálanevndina, sum tekur avgerð við støði í reglugerðini fyri stuðul til íløgur. Í nevndini sita Heidi Lava Elgeirsdóttir, forkvinna (E), Bergur Robert Dam Jensen (C), Heðin Mortensen (C), Annfinn Brekkstein (B) og Høgni Vilhelmsen (A).

Treytir

Les meira um treytirnar í reglugerðini niðanfyri.

Leiðreglur fyri stuðul til íløgur

Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsókn á heimasíðuni og senda hana til torshavn@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um stuðul til íløgur frá mentamálanevndini« í evnisteigin.

Umsókn um stuðul til íløgur frá Mentamálanevndini

Minnisgrunnur Sonnu av Skarði
Hvat er endamálið við stuðlinum?

Stuðulin er til tín, sum søkir tær útbúgving í handarbeiði. Endamálið við stuðlinum er at menna og lívga føroyskt handarbeiði og føroyska handarbeiðsmentan umframt at lata fólki, sum fáa sær handarbeiðsútbúgving í tóvirki (tekstil), fíggjarligan stuðul.

Tórshavnar kommuna stovnaði minnisgrunnin á hundrað ára føðingardegi Sonnu av Skarði 19. apríl 1976.

Á hvørjum ári kunnu 20.000 krónur latast í stuðli.

Hvussu søki eg?

Vit hava einki umsóknarblað til stuðulin. Tú skalt sjálv skriva eina umsókn við viðkomandi upplýsingum um:

  • Teg sjálva
  • Tína útbúgving higartil
  • Tínar framtíðarætlanir í tóvirkisútbúgving
  • Verkætlanina ella útbúgvingina, sum tú søkir stuðul til
  • Tíðar- og kostnaðarætlan

Umsóknin skal merkjast »Minnisgrunnur Sonnu av Skarði« og sendast til Tórshavnar kommunu. Tú kanst senda okkum umsóknina umvegis telduposti til torshavn@torshavn.fo. Tú kanst eisini senda okkum umsóknina við posti til:

Tórshavnar kommuna

Postrúm 32
FO-110 Tórshavn

Í báðum førum mást tú minnast til at merkja brævið »Minnisgrunnur Sonnu av Skarði«.

Umsóknarfreist 2024

Umsóknarfreistin er hósdagin 18. juli 2024.

Nær verður stuðulin latin?

Kommunan letur stuðulin eina ferð um árið á vári ella á sumri. Vit lýsa í dagbløðum og her á heimasíðuni, tá vit hava opið fyri umsóknum. 

Hvør viðger mína umsókn?

Fáa vit umsóknir inn, sum lúka krøvini, hevur nevndin í grunninum fund og lutar síðan stuðulin út.

Í nevndini sita tríggir limir, sum býráðið tilnevnir. Borgarstjórin er føddur limur í nevndini. Hinir tveir limirnir verða valdir at sita fýra ár í senn. Miðað verður eftir, at teir hava áhuga og skil fyri handarbeiði. Tað er ikki krav, at nevndarlimirnir eru býráðslimir.

Í núverandi nevnd sita Heðin Mortensen, borgarstjóri og formaður, Irma Justinussen og Oddbjørg Højgaard.

Stjórnarskrivstovan og Mentamáladeildin í Tórshavnar kommunu umsita grunnin.

Sanglegatið til minnis um Sonnu Dahl Waagstein
Hvat er Sanglegatið?

Sanglegatið er ein grunnur til minnis um Sonnu Dahl Waagstein. Grunnurin letur stuðul til sangarar, sum hava víst serstakar gávur, og sum ætla sær at útbúgva seg víðari í solosangi. Tórshavnar kommuna umsitur grunnin.

Stuðulsupphæddin er 20.000 kr. um árið, ið verða lutaðar út, um vit fáa umsóknir, sum lúka krøvini.

Meira fæst at vita um stuðulin við at venda tær til Jákup Simonsen, ráðgeva, á telefon 30 20 10.

Hvussu søki eg?

Vit hava einki umsóknarblað til stuðulin. Tú skalt sjálv skriva eina umsókn við viðkomandi upplýsingum um:

  • Teg sjálva
  • Tína útbúgving higartil
  • Tínar framtíðarætlanir í tóvirkisútbúgving
  • Skeiðið ella útbúgvingina, tú søkir stuðul til
  • Tíðar- og kostnaðarætlan

Umsóknin skal merkjast »Sanglegatið til minnis um Sonnu Dahl Waagstein« og sendast til Tórshavnar kommunu.

Tú kanst senda okkum umsóknina sum teldupost til torshavn@torshavn.fo. Tú kanst eisini senda okkum umsóknina við posti til:

TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Postrúm 32
FO-110 Tórshavn

Minst til at skriva »Minnisgrunnur Sonnu av Skarði« í evnisteigin.

Umsóknarfreist 2024

Umsóknarfreistin er 18. juli 2024.

Nær letur kommunan legatið?

Tórshavnar kommuna letur stuðulin eina ferð um árið á vári ella á sumri. Vit lýsa í dagbløðum og her á heimasíðuni, tá vit lata upp fyri umsóknum. Umsóknarfreistin er vanliga í mai ella juni.

Kommunan umsitur grunnin og ásetur eina upphædd til stuðul á hvørjum ári.

Hvør viðger mína umsókn?

Móttaka vit umsóknir, sum lúka krøvini, hevur nevndin í grunninum fund og lutar stuðulin út.

Sambært viðtøkunum fyri grunnin eru tríggir limir í nevndini. Hesir eru borgarstjórin, dómprósturin og ein úr ættini hjá stovnaranum Jógvan Waagstein. Í núverandi nevnd sita: Heðin Mortensen, borgarstjóri og formaður, Uni Næs, dómpróstur og nevndarlimur, og Sanna Waagstein í Brekkunum, nevndarlimur.

Umsitingin av grunninum er á Stjórnarskrivstovuni og Mentamáladeildini í Tórshavnar kommunu.

Felagsgrunnurin Nuuk, Reykjavík og Tórshavn
Hvat er endamálið við stuðlinum?

Grunnurin hevur sum endamál at veita fíggjarligan styrk til tiltøk innan mentan, undirvísing og ítrótt, sum kunnu fremja og menna samstarvið millum Reykjavíkar, Tórshavnar og Nuuk kommunu og millum borgararnar í teimum trimum kommununum.

Býarstýrini í Nuuk, Reykjavík og Tórshavn seta pening í grunnin árliga.

Hvør kann søkja?

Bæði einstaklingar og feløg, ið halda seg lúka treytirnar fyri stuðli, kunnu søkja stuðul úr grunninum. Tú finnur treytirnar í umsóknarblaðnum. Umsóknir, ið fevna um allar tríggjar býirnar hava fyrimun.

Hvussu søki eg?

Tú søkir við at fylla út umsóknarblaðið niðanfyri og senda tað til Tórshavnar kommunu. Umsóknarblaðið finst bæði á føroyskum og enskum.

Tú kanst senda okkum umsóknina við posti til:

Tórshavnar kommuna

Postsmoga 32
110 Tórshavn
torshavn@torshavn.fo

Tú kanst eisini senda okkum umsóknina sum teldupost. Minst til at skriva »Umsókn um stuðul úr Felagsgrunninum Nuuk, Reykjavík og Tórshavn« í evnisteigin.

Gev gætur, at tað er týdningarmikið, at tú nýtir umsóknarblaðið í sambandi við umsóknina, og at tú svarar so gjølla sum gjørligt.

Umsókn um stuðul úr Felagsgrunninum

Westnordic-Capital-fund-application

Nær er umsóknarfreistin?

Umsóknarfreistin er týsdagin 1. apríl 2025. Allir tríggir høvuðsstaðir hava somu umsóknarfreist, sum teir áseta eftir avtalu sínámillum.

Nær verður stuðulin latin?

Grunnurin letur stuðulin eina ferð um árið á vári ella á sumri.

Hvar finni eg nærri kunning?

Tú kanst fáa meira at vita um grunnin við at ringja til Stjórnarskrivstovuna á telefon 30 20 10.

Hvør viðger mína umsókn og ger av, hvør fær stuðul?

Stýrið fyri felagsgrunnin tekur avgerð um tillutan av stuðli. Stjórnin hevur níggju limir. Hvør kommuna hevur borgarstjóra og tveir býráðslimir í stýrinum. Tá ið avgerðir skulu takast, hava kommunurnar eina atkvøðu í part.

Loftbrúgvin til listafólk
Ferðastuðul

Ert tú rithøvundur, dansari, sjónleikari ella fæst tú við aðrar listagreinar, og skipar tú fyri einari verkætlan ella tiltaki uttan fyri Føroyar, kanst tú søkja Loftbrúnna um ferðastuðul í sambandi við verkætlanina ella tiltakið. Loftbrúgvin til listafólk kann stuðla føroyskum listafólkum við flutningi til útlond og aftur loftvegis.

Loftbrúgvin er eitt samstarv millum Norðurlandahúsið í Føroyum, Atlantic Airways, Uttanríkis- og mentamálaráðið og Tórshavnar kommunu.

Tórshavnar kommuna umsitur stuðulsskipanina.

Hvør kann søkja?

Øll listafólk í Føroyum kunnu søkja.

Hvussu søki eg?

Tú søkir við at fylla út umsóknarskjalið á heimasíðuni hjá Loftbrúnni, sum tú finnur her:

Søk stuðul (loftbrugv.fo)

Umsóknarfreistir

Umsóknir um stuðul skulu vera okkum í hendi áðrenn tann fyrsta í hvørjum mánaði.

Treytir

Treytirnar fyri stuðul finnur tú í viðtøkunum hjá Loftbrúnni. Viðtøkurnar sært tú her:

Viðtøkur fyri Loftbrúgv til listafólk (loftbrugv.fo)

Avmarkingar

Loftbrúgvin til listafólk veitir ikki stuðul til:

  • Ferðir til fundir
  • Luttøku á ráðstevnum
  • Upptøkur og ferðir, sum ikki fevna um framførslur av livandi tónleiki, bókmentum, sjónleiki, filmi ella tílíkum

Kunna teg nærri um aðrar avmarkingar í viðtøkunum hjá Loftbrúnni her:

Viðtøkur fyri Loftbrúgv til listafólk (loftbrugv.fo)

Stuðulsnevndin

Stuðulsnevndin er mannað við einum umboði fyri hvønn samstarvspart. Í núverandi stuðulsnevnd sita: Alda Joensen, Uttanríkis- og mentamálaráðið, Ingrid Bjarnastein, Atlantic Airways, Fróði Vestergaard, Norðurlandahúsið í Føroyum, og Jóan Petur Hentze úr Tórshavnar kommunu. Olga Knudsen er skrivari.