Í Virknishøllini í Finsen ber til at spæla hockey, gera fimleik, sparka innandura fótbólt (við bleytum bóltum), spæla badminton og spæla flogbólt. Útgerð er eisini til at byggja forðabreytir og til spæl hjá børnum. 8 máttir eru til yoga.
Á sumri 2020 lat Virknishøllin í Finsen alment upp. Virknishøllin er høllin, ið áður var niðara fimleikahøllin í Tórshavnar kommunuskúla, sum í 2017 gjørdist til lestrarbústaðarhúsið Finsen.
Visjónin við Virknishøllini er, at hon skal geva fólki møguleika fyri sjálvskipaðum virksemi og nýta høllina til alskyns rørslu og spæl, harav navnið Virknishøllin. Ein part av tíðini verður høllin harumframt brúkt til virksemi innan dagstovnaøkið.
GG: Tað eru ongar brúsur og ves í Virknishøllini enn. Fyribils vísa vit tískil til vesini undir Auluni í Finsen.
Samband og upplatingartíðir
Upplatingartíðir í Virknishøllini
VIRKNISHØLLIN Í FINSEN
Mánadag - sunnudag 8 - 22
Samband
Høllin er ikki mannað. Hevur tú spurningar, ella tørvar tær hjálp, kanst tú venda tær til Ítróttaanlegg.
Fyri at tryggja, at so nógv sum gjørligt kunnu fáa gagn av høllini, ber til at bíleggja upp til 5 vikur í senn. Bókingin gongur fyri seg í bókingarskipanini á itrott.fo.
Fyri at bóka hallir í Tórshavnar kommunu, mást tú stovna teg sum brúkara í bókingarskipanini á itrott.fo.
Hvat kostar tað at leiga høllina?
Tað kostar 200 krónur at leiga høllina í ein tíma.
Hentleikar
Hentleikar
Virknishøllin í Finsen hevur net og mál til:
fótbólt
hockey
badminton
flogbólt
Harafturat eru:
8 máttir til yoga
tilfar til at byggja forðabreytir til børn
Gev gætur, at bara mál og net eru í høllini. Tað vil siga, at tú mást sjálv taka bóltar og stavar við. Minst eisini til at brúka bleytan bólt, um tit sparka fótbólt.
Hjartastartarar
Fá hjálp
Hjartastartarar kunnu brúkast av øllum, og tað letur seg ikki gera at brúka hjartastartarar skeivt. Tað vil siga, at tað er ikki neyðugt at hava servitan fyri at nýta hjartastara.
Tú kanst lesa meira um hjartastartarar og fyrstahjálp á heimasíðuni hjartastartari.fo. Har kanst tú eisini leita eftir nærmasta hjartastartara.
Smellur ein persónur um, og heldur tú, at orsøkin er hjartasteðgur, kanst tú brúka hjartastartaran. Hevur persónurin ikki hjartasteðg, fær hjartastartarin ikki veitt elektriska stoytin.
Hvussu geri eg?
Tak hjartastartaran úr taskuni, opna lokið, tendra á knøttinum, so fortelur hjartastartarin tær, hvussu tú skalt bera teg at.
Hvar finni eg hjartastartaran?
Hjartastartari er settur upp nærindis øllum ítrótta-og fimleikahallum hjá Tórshavnar kommunu.
Nærmasta hjartastartara finnur tú í Sjúrðargøtu 20 uttan fyri Tannklinikkina PETRI. Í dagtímunum sleppur tú eisini framat hjartastartaranum í Miðstovninum í Gamla Realskúla, sum liggur í Finsengarðinum.
Parkeringspláss til rørslutarnað eru framman fyri og aftan fyri Sjónleikarhúsið (ein básur hvørju megin). Í Tórsgøtu er eisini ein parkeringsbásur til rørslutarnað.
Um Virknishøllina Finsen í Frítíðar- og ítróttarpolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu:
Virknishøllin í Finsen fer m.a. at vera karmur um barnaspæl og sosiala samveru og er eitt boð uppá karmar til familjur at fáa ágóðan av. Virknishøllin í Finsen er ætlað einum breiðum hópi av borgarum at leiga til ymisk endamál innan rørslu og sosiala samveru. Ætlanin er, at høllin burturav verður til nýtslu hjá borgarum og ikki hjá ítróttafeløgum.
Virknishøllin í Finsen er eitt boð uppá umstøður, ið eisini eru væl egnaðar sum karmur um virksemi til tey við skerdum førleika og rørslutarni.