Skipan av grindadrápi í Havn

Her kanst tú lesa um, hvussu grindadráp verður skipað í Tórshavnar kommunu.

Sýslumaðurin í Streymoyar sýslu hevur grindadráp um hendi. Uppgávan hjá kommununi er at samstarva við sýslumannin og grindaformenninar um mannagongdir og at skipa grindadrápið.



Áðrenn grindadrápið
Grindaboð

Bert tú eyga við grind, skalt tú beinanvegin ringja til fútan á tel. 35 14 48.

Sýslumaðurin, Snarskivan, grindaformenninir og álitisgrindamenninir skulu fáa grindaboðini sum skjótast, soleiðis at drápið kann skipast so væl, sum gjørligt.

Tá sýslumaðurin fær grindaboðini, boðar hann Snarskivuni frá, um tað er í arbeiðstíð. Koma grindaboðini uttan fyri arbeiðstíð, boðar hann Sløkkiliðsstøðini frá. Hesir liðir syrgja fyri, at boðini verða borin víðari sum skjótast.

Fyrireikingin á sandinum

Grindaformaðurin á sandinum stílar fyri girðing og syrgir fyri, at fólk halda seg uttan fyri girðingina. Hann ansar eisini eftir, at kvirt er á sandinum og gevur boð, tá tíð er at fara oman á sandin eftir grindini og at skera á háls. Hesum syrgir hann fyri saman við álitisgrindamonnum og sløkkiliðsmonnum.

Ein endi við endurskinum verður spentur fram við landinum undir Sjúkrahúsinum, har steinar liggja.

Summir av álitisgrindamonnunum eru í froskmannabúna og hjálpa til við at seta á hvalir, tá hvalirnir verða sleipaðir.

Ferðslan

Løgreglan ansar eftir, at ferðslan kann ganga, sum hon skal. Fyrst og fremst eftir landssjúkrahúsvegnum, men eisini eftir øðrum vegum í økinum, har fólk seta bilar frá sær ella steðga á fyri at hyggja.

Grindaraksturin

Tað er umráðandi at ikki reka grindina ov harðliga. Hetta fyri ikki at pøsa grindina, og fyri at grindin skal vera so góður matur, sum gjørligt.

Tað er týdningarmikið fyri drápið at spekja grindina við so spakuligum og hóvligum rakstri, sum gjørligt, og bert at brúka ekkolodd, astikk og annað eftir boðum frá grindaformonnunum. Allir grindabátar eiga annars at hava fastakast.

Tá grindin verður hildin til
Grindin kemur í drepning

Sum fyriskrivað í tíggindu grein í Grindakunngerðini, eru tað sýslumaðurin og grindaformenninir, sum gera av, nær og hvar grindin skal haldast til, og hvussu drápið annars skal fara fram.

Formansbátarnir skulu hava flagg uppi og rópara.

Grindin eigur, sambært gomlum siði, at verða løgd still, áðrenn hon verður hildin til. Skal ferð fáast á grindina, er neyðugt at leggja hana stilla á hóskandi dýpi uttan fyri eina linju millum Argjahøvda og Eystara mola; helst uttan fyri grótkastið á Argjum.

Meðan grindin liggur, skipa bátar seg eftir boðum frá grindaformonnunum.

Teir størru bátarnir og skipini, sum hóska til sleiping, skulu tá liggja uttast og forða og annars útinna boðini frá formanninum. Tí ræður um at lurta eftir boðum á kanal 8 ella gjøgnum rópara.

Bátar, sum koma, eftir at grindin er løgd still, skulu ansa eftir at ikki órógva grindina. Liggur grindin innarlaga, skulu hesir bátar halda seg innan fyri eina linju millum molan og Ískeiina. Teir kunnu so koma uppí, tá grindin verður hildin til.

Eingin bátur ella skip má fara inn um formansbátarnar uttan boð frá grindaformanninum.

Tá fólk á sandinum eru til reiðar, halda formansbátarnir grindina til. Eingin grindabátur má tá vera so nær formansbátunum, at formansbátarnir ikki fáa snarað í bæði borð og harvið ótarnað halda grindina til.

Minst til, at tað er ikki loyvt at høgga og skera á háls úr báti, uttan so at formenninir hava givið boð. Harafturat skulu tílík boð ikki gevast, fyrr enn eingi útlit eru fyri, at grindamenninir á sandinum fáa hendur á hvalirnar.

Gert tú ímóti boðunum, fært tú bót sambært grein 52 í Grindakunngerðini.

Teir bátar, ið gera ímóti boðunum frá grindaformonnunum ella sýslumanninum og sum fáa skaða av somu orsøk, kunnu ikki rokna við at fáa endurgjald fyri skaða.

Drápið

Grindaformaðurin stílar fyri drápinum saman við sýslumanninum.

Reglurnar um grindadráp eru galdandi fyri, at drápið kann fara fram so siðiliga og ruddiliga sum til ber, at grindin fæst so langt sum gjørligt upp á turt og fyri, at menn á sandinum eru so mikið væl skipaðir, at drápið verður pínuleyst og grindin so góður matur sum gjørligt.

Tá grindin er komin á land, ella so nær at landi, at hvalirnir liggja fastir, fara grindamenninir í holt við drápið undir leiðslu av grindaformanninum.

Álitismenninir á sandinum hava sóknaronglar ella blásturkrókar við sissal- ella manillalínu. Grindaformaðurin ansar eftir, at eingin brúkar neilonlínu, tí neilonlína kann gera ógvuligan skaða.

Grundreglan er, at tú skalt royna at høgga sum minst í hvalirnar. Har, sum tað ber til, eiga fólk at royna nýggja ongulin heldur enn at høgga. Tað er heldur ikki ráðiligt at hála hvalirnar ov langt upp á turt, áðrenn teir verða dripnir, tí tess meira tú setur á endan, tess longri etur sóknarongulin seg inn í kjøtið og pínir hvalin. Tí er umráðandi, at teir, sum stíla fyri á sandinum, skipa fyri hóvligari uppháling.

Tá grindin hevur lagt beinini
Hvussu meldi meg eg til á sandinum?

Grindamenn á sandinum melda seg til hjá uppskrivarunum, sum eru í vesti við áskriftini "uppskrivari".

Tá tilmeldingin er av, skulu uppskrivararnir alt fyri eitt og uttan drál flýggja sýslumanninum listarnar til drápspart. Tá uppskrivingin er um at vera liðug, eigur ein av uppskrivarunum at fara til sýslumannin við listum fyri at fáa gongd á skrivingina og fyri at gera sítt til, at seðlarnir kunnu koma skjótt út.

Uppskrivararnir hjálpa skrivifólkunum at lesa nøvnini.

Hvussu meldi eg bát til?

Tilmeldingin fer fram umborð á Pressaranum ella øðrum hóskandi báti, sum liggur við vestaru boyuna uttan fyri oljutangarnar í Álakeri. Eru líkindini ikki til vildar, liggur báturin longri inni á øðrum hóskandi plássi.

Tá tilmeldingin er av, skulu uppskrivararnir uttan drál flýggja sýslumanninum listarnar til drápspart og hjálpa til, soleiðis at seðlarnir koma skjótt út. Uppskrivararnir hjálpa skrivifólkunum at lesa bátanummurini- og nøvnini.

Sleip

Grindaformenninir biðja egnaðar bátar taka sær av sleipi, men knípir við luttøkuni, áleggja formenninir bátum at sleipa, áðrenn teir verða skrivaðir upp.

Fyri at fáa bátarnar skjótt útaftur frá keiini, eru stroppar klárir á keiini til at taka ímóti hvalunum. Flaki liggur eisini við kaiina, har menn hjálpa við at taka ímóti. Tað er ikki loyvt at hiva við togi ella neilonendum.

Seðlarnir koma út

Seðlarnir koma út á Vestaru Bryggju. Á leinkjuni niðanfyri sært tú, hvar seðlarnir koma út.

Vestara Bryggja á Google Street View

Vakt, uppfisking, skipan av keiøki, merking v.m.
Mannagongd

Tá tað sæst, at grindin er komin í Sandagerð, setur grindaformaðurin vaktarmenn og hjálparfólk. Hesi eru í vesti við áskriftini "hjálparfólk".

Av trygdar- og reinførisávum byrgja vaktarfólkini øki av fyri óviðkomandi, spula, áðrenn hvalirnir verða heysaðir og spula eisini av og á, meðan trukkarnir koyra. Hvalirnir eiga ikki at liggja tætt saman.

Vaktarmenninir opna allar hvalirnar, so teir ikki spillast. Hava teir stundir, taka teir innanúr, so hvalirnir kólna skjótari, og grindin verður so góður matur, sum gjørligt.

Merking

Grindaformaður stílar fyri merking í raðfylgju og skundar undir merkingina sum mest, um neyðugt er við eyka fólki. Tað er umráðandi at flýggja sýslumanninum seðlarnar sum skjótast.

Ábyrgdarfólk og reglur
Grindaformenn

GRINDAFORMENN Í TÓRSHAVNAR KOMMUNU

Jón Johansen

Hanus Højgaard

Magnus H. Magnussen

Bjarni Poulsen

Tiltaksgrindaformenn

TILTAKSGRINDAFORMENN Í TÓRSHAVNAR KOMMUNU

Torlakkur Hansen

Óli Joensen

Álitisgrindamenn á sandinum

ÁLITISGRINDAMENN Á SANDINUM

Andreas Joensen

Andrias Sigurstein

Annfinn Norðfoss

Anfinnur Thorsteinsson

Beinur Poulsen

Bjarni Thomsen

Bjørn Hansen

Bogi Wardum

Búi Brattaberg

Erlind Magnussen

Eyðfinn Guttesen

Finnur Sørensen

Gullberg Gullfoss

Gunnvaldur Lützen

Hallgrím Joensen

Hans David Hansen

Hans J. Hermansen

Hans Vilhelm Lützen

Hákon Poulsen

Hørður Wardum

Jóannes Patursson

Jónleif Sólsker

Kemm Poulsen

Kjartan Mohr

Kristian Bærentsen

Mads Guttesen

Magni Petersen

Óla Jákup Guttesen

Páll Jarnfoss

Petur Jákup Sigurstein

Salomon Jacobsen

Símun Joensen

Sjúrður Hansen

Sjúrður Holm

Tommy Hansen

Torfinn Hentze

Trygve Samuelsen

Havnakenningartekin

Havnakenningartekin er ein fortreyt fyri at fara í grind við báti.

Tú kanst útvega tær eitt havnakenningartekin ókeypis við at ringja til Føroya Skipaskráseting ella við at útfylla oyðublaðið, sum tú finnur niðanfyri á heimasíðuni hjá Føroya Skipaskráseting.

FØROYA SKIPASKRÁSETING

Bókbindaragøta 8
100 Tórshavn
Tel. 35 15 00 / 33 31 98

Føroya Skipaskráseting (fas.fo) ↗

Fráboðan um grindaskaða

Hevur tín bátur fingið skaða í grindini, skalt tú boða grindaformanninum frá tá drápið er av, og bátarnir hava útint tað, sum sýslumaðurin ella grindaformenninir hava givið boð um. Skaðin skal fráboðast, áðrenn bátarnir verða uppskrivaðir. Grindaskaði merkir skaði á bát, sum eftir boðum frá grindaformanni hevur tikið lut í sjálvum drápinum.

Skaðasýnismaðurin sýnir skaðan sum skjótast.

Fært tú skaða á landi, skalt tú somuleiðis boða skaðasýnismanninum frá. Fráboðanir um skaða á landi kunnu eisini latast grindaformanni. Skaðasýnismaðurin er altíð at hitta á býráðsskrivstovuni hálvan tíma, áðrenn seðlarnir koma út.

Bakgrundskunning

Tú kanst lesa Grindakunngerðina her:

Kunngerð um grind og annan smáhval (logir.fo)