Lestrarhøli á Býarbókasavninum

Ert tú lesandi, og hevur tú tørv á at lesa og skriva í friði og náðum, ert tú vælkomin at brúka lestrarhølið á Býarbókasavninum. Øll eru vælkomin at nýta hølini, sum eru opin somu tíðir sum bókasavnið:

Mánadag til hósdag kl. 9-20
Fríggjadag kl. 9-18
Leygardag kl. 10-17
Sunnudag kl. 14-17



Hentleikar

Hølini hava arbeiðsborð og tráðleyst internet og liggja á 2. hædd - á somu hædd sum útlánið og kopirúmið, so allir hentleikar eru í nánd. Í kopirúminum eru góðir møguleikar fyri at prenta og binda uppgávur inn.

Á 1. hædd er møguleiki at eta matpakka. Har ber eisini til at keypa sær kaffi, te og aðrar heitar drykkir og okkurt søtt afturvið.