Almenn hoyring
Nýggj serstøk byggisamtykt fyri vinnuøkið á Ovara Hjalla
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 14. desember 2023 uppskot um at gera serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 139a, Hoyvík.
Uppskotið snýr seg um eina nýggja vinnuútstykking á Ovara Hjalla við umleið 29 vinnustykkjum í ymiskum støddum.
Tilfar, sum lýsir uppskotið um nýggja serstaka byggisamtykt fyri vinnuøkið á Ovara Hjalla, liggur frammi á hesi síðuni og í Snarskivuni frá fríggjadegnum 5. januar 2024 til 16. februar 2024.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skal sendast skrivliga til Tórshavnar kommunu á torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 16. februar 2024.