ALMENN HOYRING
Nýggj serstøk byggisamtykt fyri miðbýarkjarnuna
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 22. juni 2022 uppskot til nýggja serstaka byggisamtykt fyri miðbýarkjarnuna, matr. nr. 321, 322, 323 og 327, Tórshavn.
Uppskotið er liður í arbeiðinum at endurskoða ásetingarnar fyri eitt avmarkað øki í miðbýnum í høvuðsstaðnum.
Tilfar, sum lýsir uppskotið um nýggju serstøku byggisamtyktina, liggur frammi á kommunalu heimasíðuni og í Snarskivuni frá 11. juli 2022 til 22. august 2022.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 22. august 2022.