Almenn hoyring

Broyting av almennu- og serstøku byggisamtyktini fyri Sjósavnið á Argjum

Sjósavnið Web

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 27. apríl 2023 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina og gera nýggja serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 56as og 82, Kirkjubøur (Argir), í smb. við ætlanir um at byggja nýtt sjósavn í økinum. Endamálið er at útvega Sjósavninum neyðugt pláss. Í hesum sambandi varð somuleiðis samtykt at heimila umsitingini at tillaga byggisamtyktarøkið um neyðugt.

Umsitingin hevur móttikið tilsøgn frá Búnaðarstovuni um at umleið 370m² av lendi (uml. 120 m² av matr. nr. 1063 og uml. 250 m² av matr. nr. 253, Kirkjubøur, Argir), sum er neyðugt fyri at fáa pláss fyri verkætlanini, verður selt til Tórshavnar kommunu eftir at byggisamtyktin er broytt. Tí snýr hetta uppskotið seg um at til­laga og broyta almennu byggisamtyktina, soleiðis at umleið 370 m² av D1-øki verður broytt til D3-øki og at víðka økið fyri serstøku byggisamtyktina fyri Sjósavnið á Argjum samsvarandi.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina og serstøku byggisamtyktina, liggur frammi á hesi síðuni og í Snarskivuni frá 14. oktober til 25. november 2024.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 25. november 2024.