Broyting av almennu- og serstøku byggisamtyktini fyri Sjósavnið á Argjum
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 27. apríl 2023 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina og gera nýggja serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 56as og 82, Kirkjubøur (Argir), í smb. við ætlanir um at byggja nýtt sjósavn í økinum. Endamálið er at útvega Sjósavninum neyðugt pláss. Í hesum sambandi varð somuleiðis samtykt at heimila umsitingini at tillaga byggisamtyktarøkið um neyðugt.
Umsitingin hevur móttikið tilsøgn frá Búnaðarstovuni um at umleið 370m² av lendi (uml. 120 m² av matr. nr. 1063 og uml. 250 m² av matr. nr. 253, Kirkjubøur, Argir), sum er neyðugt fyri at fáa pláss fyri verkætlanini, verður selt til Tórshavnar kommunu eftir at byggisamtyktin er broytt. Tí snýr hetta uppskotið seg um at tillaga og broyta almennu byggisamtyktina, soleiðis at umleið 370 m² av D1-øki verður broytt til D3-øki og at víðka økið fyri serstøku byggisamtyktina fyri Sjósavnið á Argjum samsvarandi.
Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina og serstøku byggisamtyktina, liggur frammi á hesi síðuni og í Snarskivuni frá 14. oktober til 25. november 2024.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 25. november 2024.