Almenn hoyring

Broyting av almennu byggisamtyktini matr. nr. 320a á Signabø

Signabøur Hoyring

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 30. mai 2024 uppskot um at broyta byggisamtyktina fyri matr. nr. 320a, Kollafjørður, frá B1 til 4. grundumráði.

Í samband við endurskoðan av almennu byggisamtyktini fyri Kollafjørð og Signabø skal eitt óvirkið B1 havnaøki, avtakast. B1 økið umfatar partvíst leivdir frá gamlari hvalastøð, og eftir áheitan frá Tjóðsavninum hevur uppskot ligið til hoyring, har byggisamtyktin fyri part av matr. nr. 320a, verður broytt til D1 øki, ætlað almenning, náttúrufriðingar- og mentunarlig endamál. Umsitingin hevur eftir viðmerkingar og broytingaruppskot frá festara og Búnaðarstovuni avgjørt, at broyta ásetingarnar til 4. grundumráði, ætlað landbúnaði.

Broytingaruppskotið liggur frammi á hesi síðuni og í Snarskivuni frá hósdegnum 6. juni 2024 til 18. juli 2024.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast til Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 18. juli 2024.