Almenn hoyring
Broyting av almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 23. november 2023 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu. Uppskotið snýr seg um at leggja nýggjan umráðispart til vinnu, B7, afturat 3. grundumráði í almennu byggisamtyktini.
Ásetingar fyri B7-øki eru:
- Umráðisparturin verður lagdur til smærri vinnuvirki
- Virkini skulu kunna flokkast í umhvørvisflokkunum 2 til 4 sambært
reglum hjá Tórshavnar kommunu - Grundstykkini skulu vera í minsta lagi 200 m² og í mesta lagi 500 m²
- Útstykking verður einans loyvd sambært útstykkingarætlan fyri eitt
natúrliga avmarkað øki - Byggistigið skal ikki fara upp um 0,5
- Nýtslustigið skal ikki fara upp um 1,0
- Hús skulu ikki verða hægri enn 9 m
Broytingaruppskotið liggur frammi á hesari síðuni og í Snarskivuni frá 29. november
2023 til 17. januar 2024.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 17. januar 2024.