Almenn hoyring
Broyting av almennu byggisamtyktini fyri matr. nr. 807g í Varðagøtu
![Almenn hoyring - broyting av almennu byggisamtyktini fyri matr. nr. 807g við Varðagøtu](/media/szrjlfyc/almenn-hoyring-broyting-av-almennu-byggisamtyktini-fyri-matr-nr-807g-við-varðagoetu.png?width=750&quality=85&format=jpg)
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 15. desember 2022 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri matr. nr. 807g við Varðagøtu, Tórshavn.
Uppskotið snýr seg um at broyta matr. nr. 807g frá A1-bústaðarøki til D3-øki til almennar stovnar í sambandi við ætlanir um at byggja nýggja hádeild til Sankta Frans skúla.
Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting av almennu byggisamtyktini, sært tú við at trýsta á leinkini niðanfyri. Tilfarið liggur eisini frammi í Snarskivuni frá 20. desember 2022 til 7. februar 2023.
- Kunngerð - Broyting av almennu byggisamtyktini fyri matr. nr. 807g við Varðagøtu
- Byggisamtyktin áðrenn broyting
- Byggisamtyktin aftaná broyting
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast til Tórshavnar kommunu
skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 7. februar 2023.