Almenn hoyring
Broyting av almennu byggisamtyktini fyri matr. nr. 2a á Velbastað
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 23 november 2023 uppskot um at broyta byggisamtyktina fyri part av matr. nr. 2a á Velbastað.
Uppskotið snýr seg um at broyta byggisamtyktina:
- fyri part av matr. nr. 2a frá J-øki til bóndahús og H-frílendi til B-sethúsaøki
- fyri part av matr. nr. 2a frá B-sethúsaøki til H-frílendi
Byggisamtyktina áðrenn og aftaná broyting sært tú her:
Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting av byggisamtyktini fyri Velbastað liggur frammi á hesari síðuni og í Snarskivuni frá 29. november 2023 til 17. januar 2024.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 17. januar 2024.