Heilsutilboð til skúlabørn
Øll børn í undirvísingarskyldugum aldri fáa tilboð um fyribyrgjandi og heilsufremjandi heilsukanningar hjá heilsufrøðingi.
Heilsufrøðingurin bjóðar vegleiðing um heilsu, menning og trivnað og eygleiðir heilsuviðurskiftini hjá einstaka barninum. Heilsufrøðingurin ger funktiónskanningar og hevur harumframt persónligar samrøður við hvørt barn og bólka- og floksundirvísing við ymiskum viðkomandi evnum.
Heilsufrøðingurin er sostatt við til at tryggja, at títt barn mennir seg og trívist.
Tað lættasta er, at tú fert inn á heimasíðuna hjá skúlanum og kannar, hvør er heilsufrøðingur á skúlanum. Tað sært tú í starvsfólkayvirlitinum. Trýst á leinkið niðanfyri, um tú vilt hava sambandsupplýsingarnar hjá skúlunum.
Ivast tú, kanst tú altíð venda tær til Gigni á tel. 61 40 00 ella gigni@gigni.fo.
Øll skúlabørn hitta heilsufrøðingin til persónligar kanningar, samrøður og floksundirvísing á ávísum floksstigum.
Skúlabyrjan
Við skúlabyrjan fáa tit eina innbjóðing til innskúlakanning saman við barninum. Innskúlakanningin fevnir um hesar kanningar:
- kanning av sansamenning og motorikki
- sjónskanning
- kanning av hoyrnini
- kanning av litsansi
- kanning av hædd og vekt
Undir innskúlakanningini tosa vit um heilsuna og trivnaðin hjá barninum áðrenn skúlabyrjan, og um viðurskifti, ið hava týdning fyri heilsuna og trivnaðin hjá barninum.
2. - 8. flokkur
Heilsufrøðingurin miðar eftir, at øll skúlabørnini fáa eina viðtalu um árið. Viðtalan er ein persónlig samrøða við barnið, har heilsufrøðingurin tosar við barnið um, hvussu tað hevur tað, og hvussu tað trívist í skúlanum og heima. Heilsufrøðingurin ger eina eygnakanning og kannar eisini hoyrn, hædd og vekt eftir tørvi.
Áðrenn viðtaluna fáa tit sum foreldur kunning um, at barnið skal til heilsufrøðing. Heilsufrøðingurin setir seg eisini í samband við tykkum, um tað er eitthvørt við barninum, sum órógvar.
9. flokkur
Í 9. flokki bjóðar heilsufrøðingurin næmingin inn til eina útskúlakanning. Heilsufrøðingurin kannar millum annað:
- sjónina
- litsansin
- hoyrnina
- hædd og vekt
Útskúlakanningin er eisini ein persónlig samrøða við næmingin um lívsstíl, trivnað og likamliga, sálarliga, sosiala og kynsliga heilsu.
Tú kanst kunna teg nærri um viðtalurnar hjá heilsufrøðingunum á heimasíðuni hjá Gigni. Tú kanst finna útav, hvør heilsufrøðingur hoyrir til tín skúla við at hyggja í starvsfólkalistan á heimasíðuni hjá Gigni.
Børn í undirvísingarskyldugum aldri fáa tilboð um tvær heilsukanningar hjá kommunulæknanum ella heilsufrøðinginum. Sambært lógini um heilsutænastur til børn og ung, skal tann fyrra kanningin fara fram við byrjan av skúlatíðini hjá barninum, meðan hin seinna skal fara fram stutt fyri, at barnið fer úr fólkaskúlanum.
Lógin um fyribyrgjandi heilsutænastur til børn og ung (logir.fo)