Tørv á stuðli í skúlanum
Hevur tú spurningar um trivnaðin og innlæringina hjá tínum barni, skalt tú venda tær til flokslæraran ella leiðsluna í skúlanum.
Førleikastovur eru knýttar at skúlunum, og hesar førleikastovurnar hava lærarar við serútbúgving innan ymisk øki. Lærararnir vita, hvussu innlæringin hjá børnum kann stimbrast. Á førleikastovunum eru millum annað:
- Serlærari
- AKT-lærari (AKT stendur fyri atferð, kontakt og trivnað)
- Lesivegleiðari
- Orðblindalærari
- Støddfrøðivegleiðari
Somuleiðis eru skúlavegleiðari, skúlabókavørður, SSP-lærari, KT-vørður, heilsufrøðingur, flokslærari og onnur starvsfólk á skúlanum knýtt at førleikastovuni í mun til tørvin hjá einstaka næminginum ella flokkinum.
SSP er ein tvørfaklig samstarvsskipan millum fakbólkar, ið fáast við børn og ung. Endamálið er at savna, samskipa og fremja felags fyriskipanir, sum skulu fyribyrgja kriminaliteti og skaðandi atburði millum børn og ung.
Heitið »SSP« er ein stytting fyri høvuðspartarnar í SSP-samstarvinum. Hesir partarnir eru skúlin, sosialir myndugleikarnir og løgreglan (politi). Virkisøkið hjá SSP fevnir um øll børn og ung upp til 18 ára aldur.
Arbeiðið hjá førleikastovunum er bæði at hjálpa børnum og at veita leiðsluni og lærarunum ráð um handfaringina av næmingum, sum hava tørv á serligari fyriskipan.
Les meira um førleikastovurnar í kunngerðini um førleikastovur og í faldaranum hjá AKT-felagnum um AKT niðanfyri.
Førleikastovan á skúlanum hjá tínum barni setur ymisk tiltøk í verk til teir næmingar, sum annaðhvørt hava trupult við at lesa, skriva ella rokna.
Vanlig siðvenja er, at skúlin javnan kannar førleikarnar hjá næmingunum fyrstu trý árini. Vísa kanningarnar, at næmingar hava trupult við at lesa ella rokna, setur skúlin eyka starvsfólk inn at hjálpa í tímunum.
Hoyvíkar skúli hevur eitt sertilboð til skúlabørn við autismu. Tilboðið, ið er normerað til 15 næmingar, er eitt skúlatilboð til næmingar í 1. - 9. flokki.
Málbólkurin er næmingar, ið hava autismu ella eru á autismuspektrum og sum hoyra til menningarøkið hjá teirra aldursbólki.
Næmingarnir eru innskrivaðir í Serskúlatilboðið, men eru eisini partur av flokkunum í Hoyvíkar skúla.
Vit arbeiða fyri at geva næmingunum eitt 9. floks prógv.
Í løtuni starvast tríggir lærarar og tríggir námsfrøðingar í serskúlatilboðnum í Hoyvíkar skúla.
Visitatiónin til Serskúlatilboðið verður skipað í samráði og samstarvi millum Sernám og Hoyvíkar skúla.
Ein visitatiónsnevnd við umboðum frá Sernámi og Hoyvíkar skúla viðger á hvørjum ári allar næmingar, ið eru visiteraðir til Serskúlatilboðið. Vit miða eftir, at visitatiónin er í februar ella mars mánaði.
Kunna teg nærri um Serskúlatilboðið í Hoyvíkar skúla við at venda tær til leiðsluna á Sernámi ella í Hoyvíkar skúla.
Les meira um autismu í faldaranum hjá Almannaverkinum niðanfyri.
Hoyvíkar skúli (verður umsitið av Hoyvíkar skúla)
Skúlin á Fløtum umsitur eitt sertilboð til næmingar í 4. – 10. flokki í Tórshavnar kommunu, sum hava ADHD og aðrar avbjóðingar.
Tilboðið verður bjóðað í skúlabygninginum á Argjavegi. Børn fáa tillutað pláss í hesum tilboðnum eftir tørvi og plássi. Í løtuni fevnir tilboðið bæði um næmingar við ADHD, autismu og øðrum tilknýtis- og atferðaravbjóðingum.
Kunna teg nærri um tilboðið við at venda tær til leiðsluna í Skúlanum á Fløtum ella toymisleiðaran í 4-10 tilboðnum.
Eysturskúlin hevur ein serflokk til 1.-3. flokk, ið er ætlaður næmingum, ið ikki megna at byrja skúlatíðina í vanligum 1. flokki.
Flokkurin er fyribils staðsettur í Hoydølum.
Endamálið er at arbeiða næmingarnar inn í vanligan flokk so við og við, og tí leggja vit stóran dent á tilknýtið til heimaflokkin í Eysturskúlanum, sum næmingurin er partur av.
Tú kanst fáa nærri kunning um serflokkin við at venda tær til leiðsluna ella Førleikastovuna á Eysturskúlanum.
Lopfjølin er eitt skúlatilboð til næmingar í skúlunum í Tórshavnar kommunu, sum hava skúlaaftran. Tilboðið er skipað undir Skúlanum á Fløtum og virkishúsinum Margarinfabrikkini, har tilboðið verður bjóðað.
Lopfjølin í Margarinfabrikkini er eitt sertilboð til næmingar í aldursbólkinum 12 – 16 ár, sum ikki megna vanliga skúlagongd og sum ikki møta ella aftra seg við at møta í skúla.
Kunna teg nærri um tilboðið við at venda tær til leiðsluna í Skúlanum á Fløtum ella toymisleiðaran á Lopfjølini. Tú finnur sambandsupplýsingarnar á heimasíðunum hjá Margarinfabrikkini og Skúlanum á Fløtum.
Næmingar við serligum fortreytum hava tørv á avbjóðingum, sum hóska til teirra menningarstig. Tosa við flokslæraran um, hvørjar møguleikar skúlin hevur fyri at geva tínum barni fleiri avbjóðingar, so tað kann lesa og læra meira.