Næmingar við øðrum heimamáli enn føroyskt

Næmingar, sum hava eitt annað heimamál enn føroyskt og ikki hava lært føroyskt, áðrenn teir byrja í fólkaskúlanum, kunnu fáa serstaka undirvísing í føroyskum.

Skúlin, sum barnið gongur í ella fer at ganga í, søkir um tímar til hetta endamálið.

Undirvísingin er antin skipað sum einstaklingaundirvísing ella sum undirvísing í bólki.

Undirvísingin fer fram í skúlatíðini. Næmingarnir verða sostatt tiknir úr øðrum tímum fyri at hava tímar og undirvísing í føroyskum.

Harafturat skipar Tórshavnar Kvøldskúli fyri móttøkuflokki í føroyskum fyri tilflytarabørnum úr 6. flokki til Nám X. Endamálið er, at næmingarnir læra føroyskt og læra um føroyska mentan umvegis spæl, ítriv, samrøður og undirvísing. Kvøldskúlatilboðið til børn er um dagin.

Kvøldskúlin – Føroyskt sum fremmandamál (verður umsitið av Kvøldskúlanum)



Mentamáladeildin
Mentamáladeildin

Vaglið 1, 100 Tórshavn

Les um Mentamáladeildina

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15