Flyt skúla ella tilflytari

Her søkir tú um pláss í skúla, tá tit eru flutt ella flyta til Tórshavnar kommunu. Ynskir tú at flyta barnið úr frískúla í kommunalan fólkaskúla, kanst tú eisini søkja um pláss her.

Søk um at flyta skúla á Vanganum

Hevur tú Samleikan, søkir tú á Vanganum. Tá tú hevur søkt fært tú eina kvittan í MínBoks. Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tá tú søkir umvegis Vangan kanst tú kunna teg um journalnummar og støðuna á málinum á veitarasíðuni.

Ætlar tú tær hinvegin at flyta barnið millum skúlar í Tórshavnar kommunu, skalt tú venda tær beinleiðis til skúlan, sum tú ynskir, at barn títt flytur í.

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)



Ofta settir spurningar
Hvagar vendi eg mær, um eg flyti til kommununa við barni í skúlaaldri?

Flytir tú til Tórshavnar kommunu, og ynskir tú, at títt barn skal ganga í skúla í kommununi, skalt tú skriva barnið inn í talgildu bókingarskipanini BARN.

Fyri at vita, um skúlin hevur eitt tøkt pláss, kanst tú seta teg í samband við leiðsluna á skúlanum, sum tú ætlar at skriva barnið inn í.

Finn skúla

Ber til at søkja um pláss í skúla, hóast barnið ikki hevur føroyskt p-tal?

Ja. Býrt tú uttanlands, og skalt tú flyta til Tórshavnar kommunu, kanst tú skriva barnið inn, hóast tað framvegis ikki hevur fingið føroyskt p-tal.

Hvussu fái eg at vita, hvønn flokk barnið kemur í?

Skúlin ger av, hvønn flokk barnið fer í. Hevur tú spurningar, kanst tú venda tær til skúlan, sum barnið fer at ganga í.

Finn skúla

Sleppur mítt barn at halda fram í sama skúla, um vit flyta til annan bústað í kommununi?

Ja. Barnið kann halda fram í sama skúla, um tað flytur til annan bústað í Tórshavnar kommunu.

Flytur barnið hinvegin til annan bústað í aðrari kommunu, kann tað ikki ganga í skúla í Tórshavnar kommunu. Flyta tit til aðra kommunu í einum skúlaári, kann næmingurin tó halda fram í skúlanum í Tórshavnar kommunu, til skúlaárið er av.

Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur

Fært tú av onkrari orsøk ikki brúkt Vangan, kanst tú nýta umsóknarskjalið niðanfyri. Fyll skjalið út og send tað til torshavn@torshavn.fo ella handa okkum skjalið á Snarskivuni í Tórshavn.

Velur tú at lata skjalið inn í telduposti, minst so til at skriva »Umsókn um skúlaskifti« í evnisteigin. 

Umsókn um at flyta skúla

Regluverk

Upptøkureglur

Leiðreglurnar fyri upptøku av næmingum í kommunalu fólkaskúlarnar finnur tú her: 

Leiðreglur fyri upptøku av næmingum í kommunalu fólkaskúlarnar

Mentamáladeildin
Mentamáladeildin

Vaglið 1, 100 Tórshavn

Les um Mentamáladeildina

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15