Her søkir tú um pláss í skúla, tá tit eru flutt ella flyta til Tórshavnar kommunu. Ynskir tú at flyta barnið úr frískúla í kommunalan fólkaskúla, kanst tú eisini søkja um pláss her.
Ætlar tú tær hinvegin at flyta barnið millum skúlar í Tórshavnar kommunu, skalt tú venda tær beinleiðis til skúlan, sum tú ynskir, at barn títt flytur í.
Hevur tú Samleikan, søkir tú á Vanganum. Tá tú hevur søkt fært tú eina kvittan í MínBoks.
Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tá tú søkir umvegis Vangan kanst tú kunna teg um journalnummar og støðuna á málinum á veitarasíðuni.
Hvagar vendi eg mær, um eg flyti til kommununa við barni í skúlaaldri?
Flytir tú til Tórshavnar kommunu, og ynskir tú, at títt barn skal ganga í skúla í kommununi, skalt tú skriva barnið inn í talgildu bókingarskipanini BARN.
Fyri at vita, um skúlin hevur eitt tøkt pláss, kanst tú seta teg í samband við leiðsluna á skúlanum, sum tú ætlar at skriva barnið inn í.
Sleppur mítt barn at halda fram í sama skúla, um vit flyta til annan bústað í kommununi?
Ja. Barnið kann halda fram í sama skúla, um tað flytur til annan bústað í Tórshavnar kommunu.
Flytur barnið hinvegin til annan bústað í aðrari kommunu, kann tað ikki ganga í skúla í Tórshavnar kommunu. Flyta tit til aðra kommunu í einum skúlaári, kann næmingurin tó halda fram í skúlanum í Tórshavnar kommunu, til skúlaárið er av.
Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur
Fært tú av onkrari orsøk ikki brúkt Vangan, kanst tú nýta umsóknarskjalið niðanfyri. Fyll skjalið út og send tað til torshavn@torshavn.fo ella handa okkum skjalið á Snarskivuni í Tórshavn.
Velur tú at lata skjalið inn í telduposti, minst so til at skriva »Umsókn um skúlaskifti« í evnisteigin.