Gjald fyri frítíðarskúla

Her sært tú, hvat tað kostar at hava títt barn í frítíðarskúla. Tú rindar mánaðarliga gjaldið tíggju mánaðir um árið. Juli og august eru ókeypis.

Gev gætur, at prísurin fyri frítíðarskúlapláss verður tillagaður hvørt fíggjarár.



Gjøld fyri frítíðarskúla 2024
Frítíðarskúlagjald fyri forskúlabørn

Fyri forskúlabørn kostar frítíðarskúlin kr. 1.457 um mánaðin tíggju mánaðir um árið. Juli og august eru ókeypis. Forskúlin kostar 993 kr. um mánaðin.

Tilsamans kosta forskúli og frítíðarskúli sostatt tað sama sum eitt dagstovnapláss.

Frítíðarskúlagjald fyri skúlabørn í 1. og 2. flokki

Fyri børn í 1. og 2. flokki kostar frítíðarskúlin 1.252 kr. um mánaðin tíggju mánaðir um árið. Juli og august eru ókeypis.

Frítíðarskúlagjald fyri skúlabørn í 3. flokki

Fyri barn í 3. flokki rindar tú kr. 626 um mánaðin tíggju mánaðir um árið. Juli og august eru ókeypis.

Frítíðarskúlaplássið í 3. flokki er ikki fevnt av systkinaavsláttri og fíggjarligum fríplássi.

Systkinaavsláttur

Hevur tú fleiri børn á stovni, rindar tú bara fyri yngsta barnið. Sostatt rindar einki foreldur meira enn tað, sum eitt frítíðarskúlapláss kostar. Systkinaavslátturin fevnir tó ikki um frítíðarskúlaplássini í 3. flokki.

Fyri at verða roknað sum systkin, skulu børn annaðhvørt vera:

  • lívfrøðilig systkin, ið bæði búgva hjá annaðhvørt pápanum ella mammuni, sum hevur foreldramyndugleikan
  • ættleidd systkin, ið hava sama bústað sambært fólkayvirlitinum

Fyri at fáa systkinaavsláttur skal barnið búgva í Tórshavnar kommunu.

Búgva foreldrini ikki saman, men hava felags foreldramyndugleika, verður barnið roknað sum systkin, har barnið býr sambært fólkayvirlitinum. Hetta uttan mun til, um barnið býr líka nógv hjá báðum foreldrum.

Reglurnar fevna um børn, sum ganga í barnagarði og frítíðarskúla. Kunna teg nærri í løgtingslógini um dagstovnar.

Dagstovnalógin (logir.fo)

Hevur tú spurningar til rokningina?

Hevur tú spurningar um rokningina fyri frítíðarskúla, kanst tú venda tær til Fíggjardeildina í kommununi. Ring á telefon 30 20 10 ella send teldupost til torshavn@torshavn.fo.

Frípláss

Foreldur við inntøkum undir ávísum marki kunnu søkja um eitt ískoyti til at fíggja dagstovnapláss og frítíðarskúla. Hetta verður rópt fyri frípláss.

Tó er frítíðarskúlapláss í 3. flokki ikki fevnt av fríplássskipanini.

Tú kanst søkja um frípláss, tá tú hevur meldað títt barn inn í frítíðarskúlan.

Søk um frípláss til frítíðarskúla

Rinda rokningar sjálvvirkandi
Rinda rokningar sjálvvirkandi

Tú kanst melda tínar rokningar til Gjaldsskipanina (GS), soleiðis at rokningarnar verða goldnar sjálvvirkandi.

Tú meldar til GS í tínum netbanka. Tú skalt brúka GS-nummar, debitor bólkanummar og kundanummar fyri at melda til. Hesar upplýsingarnar finnur tú á inngjaldskortinum.

Hevur tú trupulleikar við at melda til, kanst tú venda tær til Fíggjardeildina við at ringja á tel. 30 20 10 ella senda ein teldupost til torshavn@torshavn.fo.

Barna- og ungdómsdeildin
Barna- og ungdómsdeildin

Niels Finsens gøta 31, 100 Tórshavn

Les um Barna- og ungdómsdeildina

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15