Villumsgøta 13
100 Tórshavn
Tel. 28 15 09
Leiðari Sandra Mikkelsen
Tel. 21 88 95
sandram@torshavn.fo
Villumsgøta 13
100 Tórshavn
Tel. 28 15 09
Leiðari Sandra Mikkelsen
Tel. 21 88 95
sandram@torshavn.fo
Frítíðarskúlin Sankta Frans liggur mitt í býnum, tætt við náttúruvakurt umhvørvi. Viðarlundin er okkara nærmasti granni, og vit hava góðar møguleikar fyri náttúruupplivingum av ymiskum slag. Stutt er at ganga oman í Listaskálan, Grasagarð, niðan í svimjihøllina í Gundadali ella yvir í FIMI, sum vit vitja hvørja viku. Frítíðarskúlin heldur til í sama bygningi sum forskúlin hjá Sankta Frans skúla og er bert ætlaður børnum úr forskúlanum.
Mánadag til fríggjadag kl. 11-17.
Í páskafrítíðini, í summarfrítíðini og í heystfrítíðini leggja kommunalu frítíðarskúlarnir sítt virksemi saman, soleiðis at ein frítíðarskúli er opin í feriuni. Hetta rópa vit fyri samanlagt virksemi. Hevur tú tørv á tí, kann títt barn sostatt fáa pláss í samanlagda virkseminum, tá frítíðarskúlarnir annars eru stongdir.
Frítíðarskúlarnir hava samanlagt virksemi hesi tíðarskeið í 2024:
Gev gætur, at heldur tú ikki umsóknarfreistina, kunnu vit ikki tryggja tínum barni pláss í samanlagda virkseminum. Tørvar tær pláss í samanløgdum virksemi, kanst tú søkja á síðu okkara um samanlagt virksemi fyri frítíðarskúlar.
Tit eru altíð vælkomin at vitja okkum. Kortini liggur best fyri hjá okkum fyrrapartar. Ring á telefon 21 88 95 ella 28 15 09 ella send ein teldupost til sandram@torshavn.fo fyri at avtala eina vitjan.
Í juni mánaði bjóða vit foreldrum at vitja stovnin saman við sínum børnum í sambandi við, at børnini byrja í forskúla og frítíðarskúla eftir summarfrítíðina.
Børnini skulu hava matpakka við í frítíðarskúla.
Tey fáa mjólk og millummála frá frítíðarskúlanum. Vatn stendur frammi allan dagin.
Í frítíðarskúlanum arbeiðir eitt køksfólk, sum ger børnunum millummála. Onkuntíð hjálpa børnini til í køkinum ella at baka.
Til millummála fáa børnini sum oftast frukt, grønmeti, suppu, rísgreyt, jogurt ella bollar.
Stovnurin skipar regluliga fyri trygdarskeiðum fyri starvsfólk og leiðslu.
Foreldraráðið arbeiðir fyri at styrkja trivnaðin og sambandið millum starvsfólk, heim, foreldur og børn á stovninum.
Sum limur í foreldraráðnum kanst tú vera við til at tryggja, at stovnurin er eitt gott stað at vera. Tú fært bæði innlit í og ávirkan á gerandisdagin og námsfrøðiliga leist okkara á stovninum.
Limirnir í foreldraráðnum eru eisini hugskotsgevar og eru við til at kjakast um menningina og átøk á stovninum. Tú verður við til at skifta orð um og viðgerða virðini handan námsfrøðiliga leistin, sum í ávísan mun eru stýrandi fyri tey ítriv, børnini og tey vaksnu eru saman um á stovninum.
Frítíðarskúlin Sankta Frans liggur mitt í býnum, tætt við náttúruvakurt umhvørvi. Viðarlundin er okkara nærmasti granni, og vit hava góðar møguleikar fyri náttúruupplivingum av ymiskum slag. Stutt er at ganga oman í Listaskálan, Grasagarð, niðan í svimjihøllina í Gundadali ella yvir í FIMI. Frítíðarskúlin heldur til í sama bygningi sum forskúlin hjá Sankta Frans skúla.
Bygningurin er innrættaður við stórum og smáum hugnaligum rúmum til ymiskt virksemi. Vit hava til dømis hems, ítrivsrúm, lesikrók, legorúm, dukkukrók og køk.
Børnini eru ikki býtt í stovur, men kunnu ganga frítt ímillum rúmini.
Úti í garðinum er eitt asfalterað øki, sum er væl egnað til at koyra mánabil, rulluskoyta, hoppa band og ymiskt annað spæl. Her er eisini ein lítil vøllur. Økið hinumegin garðin rópa vit »Amerika«. Tað er eitt gott og hugnaligt umhvørvi hjá børnunum at spæla í. Har er eisini ein sandkassi, tvey spælihús og ein stórur bøur til ymiskt spæl.
Grundarlagið undir frítíðarskúlanum er eitt viðurkennandi menniskja- og barnasýni. Vit arbeiða miðvíst við menning og trivnað og leggja dent á barnið og barnabólkin og øll teirra áhugamál, førleikar og tørvir.
Frítíðarskúlin er eitt frítíðar- og menningarrúm fyri børnini. Saman við vaksnum menna børnini seg her í vinaløgum við onnur børn. Tað er í rúminum og í felagsskapinum við onnur, at sjálvsálit, sjálvsfatan, samstarvsevni, ábyrgd og samkensla fáa møguleika at vaksa.
Spælið hevur størstan týdning í frítíðarskúlanum. Gjøgnum spæl og í tryggum umhvørvi skapa vit trivnað. Soleiðis kann barnið læra og mennast.
Umframt at arbeiða fyri at vera eitt trygt, gott, avbjóðandi og stuttligt stað, har børnini trívast og mennast, leggja vit serligan dent á:
Vit arbeiða við støði í eini námsætlan, sum skal tryggja heildarmenningina hjá barninum. Námsætlanin byggir millum annað á tey barnarættindi, sum eru staðfest í Barnarættindasáttmálanum hjá ST.
Námsfrøðiliga uppgávan er at tryggja barninum rættindini til at læra og mennast, til avbjóðingar og dirvi og til at seta undrandi og forvitnar spurningar.
Menningarøkini eru býtt í sjey ymisk menningarøki. Tú kanst lesa okkara málsetingar fyri hvørt øki niðanfyri.
PERSÓNLIGIR FØRLEIKAR
Øll børn hava rætt til at:
SOSIALIR FØRLEIKAR
Øll børn hava rætt til at:
HEILSA OG RØRSLA
Øll børn hava rætt til at:
MÁL OG SAMSKIFTI
Øll børn hava rætt til at:
SKAPANDI EVNI
Øll børn hava rætt til at:
NÁTTÚRA, UMHVØRVI OG TØKNI
Øll børn hava rætt til at:
SIÐIR OG MENTAN
Øll børn hava rætt til at:
Vit hava nøkur amboð og nakrar leiðreglur, sum vit nýta í gerandisdegnum.
BETRI VINIR (FRI FOR MOBBERI)
Vit arbeiða við støði í teimum fýra virðunum, sum "Betri vinir" hava. Tey eru:
LEIÐREGLUR FYRI FELAGSSKAPIN
Tá felagsskapurin hevur tað gott, hava øll tað gott. Tí er týdningarmikið at vera í góðum sambandi í góðum sálarligum umhvørvi.
Tí hava vit leiðreglur fyri, hvussu vit eru saman:
Børnini koma í frítíðarskúla kl. 11.20 hvønn dag. Vit eta matpakka umleið kl. 12. Børnini skiftast um at hjálpa at seta á borðið.
Aftan á matpakkan luttaka børnini í stóran mun í at mynda gerandisdagin.
Vit bjóða børnunum ymisk ítriv og tiltøk við fjølbroyttum møguleikum og avbjóðingum bæði innandura og úti. Vit skifta millum skipað og óskipað spæl.
Vit kunnu brúka fimleikahøllina í Sankta Frans skúla hvønn dag.
Vit skipa fyri ymiskum túrum. Vit fara til dømis oman í Grasagarð, í Viðarlundina, út í Sandagerð, vitja ymisk søvn, vit ríða, skreiða á KFUK-bønum, vitja Norðurlandahúsið ella ymisk spælipláss.
Vit eru nógv úti allar árstíðir. Vit brúka náttúruna sum námsfrøðiligt lærirúm. Í náttúruni eru ríkir møguleikar at stimbra allar sansir, rørslur og evnini til at hugsavna seg. Í náttúruni eru góðar umstøður at brúka sítt hugflog, at undrast og læra um vøkstur, djór, kykt, fuglar, síl og annað mangt.
Gott er við frískari luft. Spælið uttandura kann geva heilt øðrvísi møguleikar enn inni. Børnini kunnu rópa og renna, uttan at nakar talar at, tí úti er høgt til loftið og vítt til veggja.
SVIMJING
Tað er týdningarmikið at vera virkin og at brúka kroppin og sansirnar. Eisini at kenna týdningin av góðari heilsu, reinføri og vælveru. Vit svimja eina ferð um vikuna. Vit byrja at svimja við børnunum, tá líður móti heysti.
FIMI
Vit vitja fimleikahøllina hjá FIMI hvørja viku. Har eru góðar umstøður hjá barninum at menna sínar rørslur og sína kropsfatan. Eisini er gott pláss hjá børnunum at vera saman til ymiskt spæl.
Fyri at skapa ein góðan frítíðarskúla, har øll trívast, krevst eitt gott foreldrasamstarv. Vit vilja fegin hava eitt tætt og ærligt samstarv við foreldrini, sum byggir á álit og virðing frá øllum pørtum. Tað er sera umráðandi fyri trivnaðin hjá barninum, at foreldrini siga okkum frá um umstøður heima, sum kunnu ávirka trivnaðin hjá barninum.
Vit hava foreldraviðtalur eftir tørvi og eru altíð til reiðar at tosa við tykkum, um tit hava okkurt upp á hjarta.
Í frítíðarskúlanum starvast um níggju starvsfólk. Talan er um bæði námsfrøðingar og hjálparfólk.
ForeldraGluggin er ein felags samskiftispallur hjá dagstovnum og frítíðarskúlum í kommununi. Talan er um eina ókeypis app til snildfon, sum foreldur og dagstovnar brúka, tá tey samskifta sínámillum.
So hvørt sum Føroyar vórðu raktar av Covid-19 farsóttini í 2020, gjørdist tað kommununi greitt, at okkum tørvaði ein skjótan, tryggan og felags samskiftisfarveg fyri alt dagstovnaøkið. Boðini og tilmælini til foreldur vóru mong, og tey broyttust ofta. Talan var eisini mangan um bráðfeingisboð, ið vóru umráðandi at fáa skjótt út til øll foreldur.
Harafturat kom nýggja dátuverndarlógin í gildi í januar 2021, og sambært henni eiga vit øll at tryggja okkum, at persónsupplýsingar og myndir verða handfarnar á so tryggan hátt sum gjørligt.
ForeldraGluggin er tó ikki bara tikin í nýtslu fyri at geva stovnum ein felags farveg til bráðfeingisboð og tilmæli. ForeldraGluggin er eisini partur av talgildingarætlanini hjá kommununi, ið millum annað hevur til endamáls at hækka kommunala tænastustøðið. Ítøkiliga er appin ein lættur snarvegur hjá tær, sum ynskir at fáa skjótt og ómakaleyst innlit í gerandisdagin hjá tínum barni.
Tað er ein kend avbjóðing millum foreldur, at tað kann vera trupult at fáa rættiligt innlit í tann stóra partin av gerandisdegnum, børnini eru á stovni. Børnini eru ikki altíð før fyri sjálvi at velja úr rúgvuni av upplivingum, og foreldur hava viðhvørt knappa tíð at tosa og hyggja at myndum, tá tey koma eftir børnunum á stovninum.
Higartil hava dagstovnar brúkt boðtalvur, facebookbólkar og teldur við myndum til at kunna foreldur um dagliga virksemið. Stovnarnir hava sjálvandi eisini tosað beinleiðis við foreldrini. ForeldraGluggin kemur ikki í staðin fyri munnliga samskiftið, men letur upp fyri fleiri miðvísum samskiftismøguleikum, soleiðis at tú sum foreldur hevur lætta atgongd til mangt av tí í gerandisdegnum, sum tú og barnið kunnu hava gagn av at tosa um.
ForeldraGluggin er tryggari loysn í fleiri mátar:
ForeldraGluggin er ein app, sum verður brúkt til samskifti. Tað kann til dømis vera at senda innkallingar til foreldraviðtalur, kunna um ráðleggingardagar, deila myndir av børnunum og vísa brellbitar frá degnum á stovninum:
Hevur tú skrásett títt fartelefonnummar og tín teldupostbústað í plássskipanini frammanundan, kann stovnsleiðarin senda tær ein teldupost við einum leinki, tá ið barnið byrjar á stovninum.
Í teldupostinum stendur:
»Góði brúkari av ForeldraGlugganum. Fyri at rita inn á ForeldraGluggan, skalt tú stovna brúkaranavn og loyniorð. Trýst á leinkið og vel brúkaranavn og loyniorð«
Tá ið tú trýstir á leinkið í teldupostinum og ritar inn, sært tú eina QR-kotu, sum tú skannar við snildfonini. So verður appin tikin niður á tína telefon.
Tá tú hevur gjørt hetta, kanst tú fara til stig 4 í vegleiðingini niðanfyri.
Fært tú ikki ein teldupost sendandi, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara. Tað gert tú við at fylgja stig 1-3 í vegleiðingini niðanfyri.
Fært tú ikki ein teldupost sendandi við einari QR-kotu, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara fyri at brúka ForeldraGluggan. Tað gert tú í plássskipanini. Tað tekur áleið ein minutt at stovna seg sum brúkara í plássskipanini.
Tú ritar inn í plássskipanina við tínum Samleika. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Tá tú hevur ritað inn í plássskipanina, skalt tú trýsta á spjaldrið við tínum navni. Hevur tú foreldramyndugleikan, eigur tú tá at síggja teigin »Stovna ForeldraGluggan«:
Her skalt tú:
Fá tær Samleikan (samleikin.fo)
Far inn á App Store (um tú hevur iPhone) ella GooglePlay (um tú hevur Android) og leita eftir »ForeldraGluggin«. Tak síðan appina niður.
Tá ið tú hevur tikið appina niður, trýstir tú á appina fyri at lata hana upp. Nú verður tú biðin um at skriva brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í plássskipanini.
Tá ið tú hevur tøppað brúkaranavnið og loyniorðið inn, fært tú eini SMS-boð sendandi við einum trygdartali, sum tú skalt tøppa inn. SMS-boðini við trygdartali verða bara send fyrstu ferð, tú ritar inn - aftaná hetta tørvar tær bara at nýta brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í plássskipanini.
Hevur tú fleiri børn á stovni, sært tú byrjanarstavirnar hjá hvørjum barni í appini. Tú kemur inn á einstaka barnið við at trýsta á runda ikonið við byrjanarstavunum í.
Nú trýstir tú niðast høgrumegin á ikonið »Meira«.
Síðan trýstir tú á »kartotekskort« næstniðast í valmyndini.
Her svarar tú spurningum um títt barn og velur, hvørji loyvi tú vilt lata. Gev gætur, at hesar upplýsingarnar eru neyðugar fyri at skipanin riggar og handfer upplýsingarnar rætt.
Á kartotekskortinum kanst tú velja, um tú vilt lata stovninum ymiskar fulltrúir ella ikki. Tað eru fulltrúir til:
Somuleiðis kanst tú geva fulltrúir til myndir og filmar alt eftir, hvat tú ynskir. Tú kanst velja, um:
Aðrar upplýsingar skulu eisini gevast, um serlig viðurskifti og atlit skulu takast til sjúkur, kost, lívsneyðugan heilivág og ovurviðkvæmi.
Somuleiðis verður tú spurd eftir:
Tú kanst velja at brúka appina á føroyskum. Ynskir tú tað, skalt tú fara til »generelt« í stillingunum á sjálvari telefonini, velja »Sprog og område« og velja »føroyskt« sum mál:
Tú mást ansa eftir, at føroyskt eisini stendur ovast undir »foretrukken sprogrækkefølge« í yvirskipaðu stillingunum.
Fyri at kunna leggja arbeiðið til rættis á stovnunum, ynskja vit, at tú boðar frá, nær barnið heldur frí. Hesum boðar tú frá í ForeldraGlugganum.
Soleiðis boðar tú frá:
1. Lat ForeldraGluggan upp og rita inn
2. Trýst á »meira« niðast í høgra horni
3. Trýst á »Frí og frítíð«
4. Syrg fyri at swipe-knøtturin ovast er grønur
5. Vel fyrsta og seinasta frídag í álmanakkanum og trýst á flugubeinið ovast í høgra horni:
Nú hevur tú skrásett frítíðina. Hevur tú eina viðmerking til tína fráboðan, kanst tú skriva hana í niðasta teigin. Minst til at trýsta á bláa flugubeinið, tá tú ert liðug.
UPPSLØG
Í uppsløgunum finnur tú kunning um gerandisdagin á stovninum. Tað kunnu vera lýsingar av námsfrøðiliga gerandisdegnum, tiltøk ella ítriv, sum fara fram í nærmastu framtíð ella áheitanir um at hava regnklæðir við og tílíkt. Tað ber ikki til at gera viðmerkingar til uppsløg.
BOÐ
Undir »Boð« sært tú samskiftið við ein ella fleiri úrvaldar móttakarar. Her hevur tú møguleika fyri at svara boðunum. Tað kann til dømis vera eini boð, har starvsfólkini ynskja at avtala eina foreldraviðtalu, ella tað kann vera eini boð við einum stuttum spurningi.
Tá tú sendir eini boð til starvsfólkini á dagstovninum, verða boðini send til felags postkassan hjá stovninum. Øll viðkomandi starvsfólk eru knýtt at hesum postkassanum, og tey kunnu sostatt svara tínum boðum.
Tað ber ikki til at senda boð til onnur foreldur á stovninum.
ÁLMANAKKI
Í álmanakkanum sært tú tiltøkini á stovninum, til dømis foreldrafundir, jólahald, páskahald og tílíkt. Her sært tú eisini, um tú ert boðin til foreldraviðtalu.
MYNDASAVN
Í myndaskjáttuni sært tú allar tær mappur og myndir, sum eru deild við teg. Í mappuni »Myndir av tær og tínum børnum« verða allar myndir og øll filmsbrot savnað, sum hava títt barn frámerkt á teimum.
Títt barn verður stovnað sjálvvirkandi í ForeldraGlugganum við upplýsingum úr fólkayvirlitinum. Sostatt eru tað bara foreldur við foreldramyndugleika, sum síggja upplýsingar um barnið. Næsta verkætlanarstig fer at gera tað møguligt at geva foreldrum uttan foreldramyndugleika atgongd til skipanina.
Sært tú ikki barnið í ForeldraGlugganum, kanst tú:
Sært tú ikki barnið, hóast barnið er skrásett á einari stovu, kanst tú:
Hevur tú fleiri spurningar um, hvussu tú skrásetir ella brúkar ForeldraGluggan, so finnur tú ofta settar spurningar og svar á síðu okkara um ForeldraGluggan. Har kanst tú eisini kunna teg um brúkaratreytirnar.
Við inngongdina hava vit eina boðtalvu til ymisk boð frá starvsfólkunum til foreldrini.
Á pultinum í inngongini hava vit eina bók til praktisk viðurskifti, sum foreldrini kunnu skriva boð til starvsfólkini í.
Ein dygdarmennari úr Barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu kemur við jøvnum millumbilum út á kommunalu frítíðarskúlarnar at eygleiða námsfrøðiliga innihaldið og umstøðurnar, sum námsfrøðiliga arbeiði fer fram í.
Dygdarmennarin samskiftir síðan við frítíðarskúlaleiðaran og starvsfólkini um sínar eygleiðingar, og funnið verður fram til ítøkiligar menningarmøguleikar.
Talan er um skipaðar eygleiðingar (KIDS), sum skulu vera við til at tryggja, at vit framhaldandi arbeiða við, og savna okkum um, námsfrøðiligu dygdina í hvørjum einstøkum frítíðarskúla. KIDS er eitt viðurkent og granskingargrundað amboð til eftirmeting og menning av námsfrøðiligu dygdini á dagstovnum og frítíðarskúlum.
Eygleiðingarnar eru innanhýsis arbeiðsamboð til einstaka stovnin at brúka í sínum menningararbeiði.
Triðja hvørt ár skipar kommunan fyri kanning av trygdarviðurskiftunum á øllum frítíðarskúlaspæliplássum í Tórshavnar kommunu.
Í løtuni er tað Nordisk Legepladsinstitut, sum hevur kanningararbeiðið um hendi. Tórshavnar kommuna fær eina útgreinaða støðulýsing av hvørjum spæliplássi og ger neyðugu umvælingarnar ella tiltøkini, sum støðulýsingin mælir til.
Kommunalu húsavørðarnir hava dagliga eftirlitið við spæliplássunum.
Frítíðarskúlin Sankta Frans hevur pláss fyri 48 forskúlabørnum.
Vilt tú skriva títt barn inn í frítíðarskúla, kanst tú avgreiða innskrivingina frá hesari síðuni:
Her kanst tú kunna teg um galdandi reglurnar fyri upptøku av børnum til frítíðarskúlarnar í Tórshavnar kommunu:
Gjøldini fyri frítíðarskúlapláss sært tú her:
Foreldur við inntøkum undir ávísum marki kunnu søkja kommununa um eitt ískoyti til at fíggja stovnspláss. Ískoytið verður rópt fyri fíggjarligt frípláss. Les meira um møguleikarnar og treytirnar á síðu okkara um frípláss.
Ynskir tú at siga stovnsplássið frá tær ella biðja um farloyvi frá stovninum, er uppsagnartíðin tveir mánaðir. Tú kanst lesa meira her: