Undir Borgarhálsi 44
176 Velbastaður
Tel. 32 81 50 / 22 81 50
friskulin@friskulin.fo
Leiðari Agnieszka Johannesen
Tel. 26 72 33
agnieszka.johannesen@skulin.fo
Undir Borgarhálsi 44
176 Velbastaður
Tel. 32 81 50 / 22 81 50
friskulin@friskulin.fo
Leiðari Agnieszka Johannesen
Tel. 26 72 33
agnieszka.johannesen@skulin.fo
Frískúlin í Havn er ein stovnur, ið samantvinnir skúla og frítíðarskúla. Skúlin liggur í náttúruvøkrum øki undir Borgarhálsi á Velbastað. Hagin og áin eru okkara grannar, so náttúran er ein natúrligur partur av okkara dagliga virksemi.
Skúlin letur upp kl. 7.50 og letur aftur kl. 16.45. Skúlagongdin byrjar kl. 8, og øll børnini eru í skúla ella ansing til kl. 14.45. Tá kunnu børnini velja at fara heim ella at vera longri í skúlanum.
Í páskafrítíðini, í summarfrítíðini og í heystfrítíðini leggja kommunalu frítíðarskúlarnir sítt virksemi saman, soleiðis at ein frítíðarskúli er opin í feriuni. Hetta rópa vit fyri samanlagt virksemi. Hevur tú tørv á tí, kann títt barn sostatt fáa pláss í samanlagda virkseminum, tá frítíðarskúlarnir annars eru stongdir.
Frítíðarskúlarnir hava samanlagt virksemi hesi tíðarskeið í 2024:
Gev gætur, at heldur tú ikki umsóknarfreistina, kunnu vit ikki tryggja tínum barni pláss í samanlagda virkseminum. Tørvar tær pláss í samanløgdum virksemi, kanst tú søkja á síðu okkara um samanlagt virksemi fyri frítíðarskúlar.
Áhugað foreldur eru altíð vælkomin at biðja um eina tíð at vitja skúlan. Ring til Agnieszku Johannesen
á telefon 26 72 33 ella skriva til agnieszka.johannesen@skulin.fo fyri at biðja um tíð.
Vilt tú skriva títt barn inn í skúla og frítíðarskúla í Frískúlanum í Havn, sum liggur á Velbastað, skalt tú skriva til skúlan. Á heimasíðu okkara er eitt tilmeldingarskjal, sum tú kanst fylla út. Tú kanst eisini ringja til skúlan á telefon 32 81 50 ella til leiðaran á telefon 28 90 03.
Skúlin og frítíðarskúlin eru eitt samantvinnað heildagstilboð til børn svarandi til 1.-6. flokk í fólkaskúlanum. Tá ið eitt barn verður innskrivað í Frískúlan í Havn, er tað til eitt heildagstilboð. Tað vil siga bæði skúla og frítíðaransing. Tað ber ikki til bert at velja annað.
Frískúlin í Havn er ein sjálvsognarstovnur. Skúlagjaldið er 1.800 kr. um mánaðin alt árið.
Fyri gjaldið fært tú:
Tú hevur møguleika fyri at fáa systkinaavsláttur fyri frítíðaransingarupphæddina á sama hátt sum aðrir frítíðarskúlar í Tórshavnar kommunu.
Vit hava ikki matpakka við í skúla.
Skúlin leggur stóran dent á heilsugóðan, burðardyggan mat og á sosiala týdningin av at eta saman. Tí hevur køkurin alstóran týdning í skúlanum. Børnini skiftast um at borðreiða og taka av borðinum. Trý ella fýra børn gera hvønn dag mat saman við einum námsfrøðingi ella lærara.
Maturin, sum verður gjørdur í køkinum, er partur av tí, vit eta saman á middegi. Tá vit til dømis eta blóðpylsu ella rullupylsu, hava børnini sjálvi verið við, tá seyðurin varð flettur, og tey hava sjálvi seymað indrini og gjørt blóðpylsuna og rullupylsuna.
Børnini fáa eisini mjólk afturvið matinum. Harafturat fáa tey millummála kl. 14.45, og ein súreplaskál við einum súrepli í part stendur í hvørjari skúlastovu.
Onkur vaksin er altíð í køkinum, so eitt svangt barn fær ein bita, eitt glas av vatni ella mjólk og ikki minst eitt prát við tann vaksna í køkinum, um tørvur er á tí.
Stovnurin skipar regluliga fyri trygdarskeiðum fyri starvsfólk og leiðslu.
Foreldraráðið arbeiðir fyri at styrkja trivnaðin og sambandið millum starvsfólk, heim, foreldur og børn á stovninum. Sum limur í foreldraráðnum kanst tú vera við til at tryggja, at stovnurin er eitt gott stað at vera. Tú fært bæði innlit í og ávirkan á gerandisdagin og námsfrøðiliga leist okkara á stovninum.
Limirnir í foreldraráðnum eru eisini hugskotsgevar og eru við til at kjakast um menningina og átøk á stovninum. Tú verður við til at skifta orð um og viðgerða virðini handan námsfrøðiliga leistin, sum í ávísan mun eru stýrandi fyri tey ítriv, børnini og tey vaksnu eru saman um á stovninum.
Skúlin liggur í náttúruvøkrum øki undir Borgarhálsi á Velbastað.
Vit syngja øll saman umleið ein hálvan tíma hvønn dag, tá vit hava morgunsang. Fleiri ferðir um árið er møguleiki at tekna seg til at syngja í frískúlakórinum. Øll børnini frá øðrum árinum í skúlanum kunnu tekna seg til ukulele og seinni til gittara.
Í løtuni hava vit eisini musikkskúlatilboð til næmingarnar at læra at spæla akkordion og ymisk messingljóðføri.
Børnini í yngsta bólki syngja og dansa sangspøl, gera rútmuspøl og annað tónleikaligt virksemi so at siga hvønn dag. Vit fara upp á gólv saman við øllum skúlanum í minsta lagi eina ferð um vikuna - kortini ikki í føstu. Børnini læra kvæði og skipa sjálvi.
Vit spæla úti hvønn dag í minsta lagi ein tíma fyrrapart og aftur aftaná kl. 14.45. Harafturat eru vit nógv úti í náttúruni, sum er beint uttan fyri hurðina.
Vit ganga regluliga hagatúrar í summarhálvuni. Børnini hava skiftiklæðir, regnklæðir og gummistivlar í skúlanum. Vit eru úti í so at siga øllum veðri.
Vit fylgja við árstíðunum og náttúruni:
Tvær ferðir um árið hava vit felags foreldrafund. Tá greiða vit frá arbeiðinum komandi hálvár. Fundirnir eru í august og í januar. Eisini eru tvær foreldrasamrøður um árið. Onnur er um heystið og hin seint á vári.
Umleið fýra ferðir um árið bjóða vit foreldrunum til kvøldsetur. Tað kann til dømis vera til eina sangløtu, ein jólaleik, børnini sjálvi hava gjørt og framføra, eitt lesikvøld, har børn og vaksin koma saman at lesa ella framsýningar av ymiskum, vit hava fingist við.
Vit hava tveir foreldraarbeiðsdagar um árið. Tá gera vit ymiskar umvælingar og hampa skúlaøkið.
Í frískúlanum í Havn starvast í løtuni tveir námsfrøðiligir lærarar, fýra lærarar, ein tónleikalærari og eitt vaskifólk. Harafturat koma tveir musikkskúlalærarar regluliga í skúlan at undirvísa næmingum í harmoniku og messing.
ForeldraGluggin er ein felags samskiftispallur hjá dagstovnum og frítíðarskúlum í kommununi. Talan er um eina ókeypis app til snildfon, sum foreldur og dagstovnar brúka, tá tey samskifta sínámillum.
So hvørt sum Føroyar vórðu raktar av Covid-19 farsóttini í 2020, gjørdist tað kommununi greitt, at okkum tørvaði ein skjótan, tryggan og felags samskiftisfarveg fyri alt dagstovnaøkið. Boðini og tilmælini til foreldur vóru mong, og tey broyttust ofta. Talan var eisini mangan um bráðfeingisboð, ið vóru umráðandi at fáa skjótt út til øll foreldur.
Harafturat kom nýggja dátuverndarlógin í gildi í januar 2021, og sambært henni eiga vit øll at tryggja okkum, at persónsupplýsingar og myndir verða handfarnar á so tryggan hátt sum gjørligt.
ForeldraGluggin er tó ikki bara tikin í nýtslu fyri at geva stovnum ein felags farveg til bráðfeingisboð og tilmæli. ForeldraGluggin er eisini partur av talgildingarætlanini hjá kommununi, ið millum annað hevur til endamáls at hækka kommunala tænastustøðið. Ítøkiliga er appin ein lættur snarvegur hjá tær, sum ynskir at fáa skjótt og ómakaleyst innlit í gerandisdagin hjá tínum barni.
Tað er ein kend avbjóðing millum foreldur, at tað kann vera trupult at fáa rættiligt innlit í tann stóra partin av gerandisdegnum, børnini eru á stovni. Børnini eru ikki altíð før fyri sjálvi at velja úr rúgvuni av upplivingum, og foreldur hava viðhvørt knappa tíð at tosa og hyggja at myndum, tá tey koma eftir børnunum á stovninum.
Higartil hava dagstovnar brúkt boðtalvur, facebookbólkar og teldur við myndum til at kunna foreldur um dagliga virksemið. Stovnarnir hava sjálvandi eisini tosað beinleiðis við foreldrini. ForeldraGluggin kemur ikki í staðin fyri munnliga samskiftið, men letur upp fyri fleiri miðvísum samskiftismøguleikum, soleiðis at tú sum foreldur hevur lætta atgongd til mangt av tí í gerandisdegnum, sum tú og barnið kunnu hava gagn av at tosa um.
ForeldraGluggin er tryggari loysn í fleiri mátar:
ForeldraGluggin er ein app, sum verður brúkt til samskifti. Tað kann til dømis vera at senda innkallingar til foreldraviðtalur, kunna um ráðleggingardagar, deila myndir av børnunum og vísa brellbitar frá degnum á stovninum:
Hevur tú skrásett títt fartelefonnummar og tín teldupostbústað í plássskipanini frammanundan, kann stovnsleiðarin senda tær ein teldupost við einum leinki, tá ið barnið byrjar á stovninum.
Í teldupostinum stendur:
»Góði brúkari av ForeldraGlugganum. Fyri at rita inn á ForeldraGluggan, skalt tú stovna brúkaranavn og loyniorð. Trýst á leinkið og vel brúkaranavn og loyniorð«
Tá ið tú trýstir á leinkið í teldupostinum og ritar inn, sært tú eina QR-kotu, sum tú skannar við snildfonini. So verður appin tikin niður á tína telefon.
Tá tú hevur gjørt hetta, kanst tú fara til stig 4 í vegleiðingini niðanfyri.
Fært tú ikki ein teldupost sendandi, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara. Tað gert tú við at fylgja stig 1-3 í vegleiðingini niðanfyri.
Fært tú ikki ein teldupost sendandi við einari QR-kotu, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara fyri at brúka ForeldraGluggan. Tað gert tú í plássskipanini. Tað tekur áleið ein minutt at stovna seg sum brúkara í plássskipanini.
Tú ritar inn í plássskipanina við tínum Samleika. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Tá tú hevur ritað inn í plássskipanina, skalt tú trýsta á spjaldrið við tínum navni. Hevur tú foreldramyndugleikan, eigur tú tá at síggja teigin »Stovna ForeldraGluggan«:
Her skalt tú:
Fá tær Samleikan (samleikin.fo)
Far inn á App Store (um tú hevur iPhone) ella GooglePlay (um tú hevur Android) og leita eftir »ForeldraGluggin«. Tak síðan appina niður.
Tá ið tú hevur tikið appina niður, trýstir tú á appina fyri at lata hana upp. Nú verður tú biðin um at skriva brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í plássskipanini.
Tá ið tú hevur tøppað brúkaranavnið og loyniorðið inn, fært tú eini SMS-boð sendandi við einum trygdartali, sum tú skalt tøppa inn. SMS-boðini við trygdartali verða bara send fyrstu ferð, tú ritar inn - aftaná hetta tørvar tær bara at nýta brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í plássskipanini.
Hevur tú fleiri børn á stovni, sært tú byrjanarstavirnar hjá hvørjum barni í appini. Tú kemur inn á einstaka barnið við at trýsta á runda ikonið við byrjanarstavunum í.
Nú trýstir tú niðast høgrumegin á ikonið »Meira«.
Síðan trýstir tú á »kartotekskort« næstniðast í valmyndini.
Her svarar tú spurningum um títt barn og velur, hvørji loyvi tú vilt lata. Gev gætur, at hesar upplýsingarnar eru neyðugar fyri at skipanin riggar og handfer upplýsingarnar rætt.
Á kartotekskortinum kanst tú velja, um tú vilt lata stovninum ymiskar fulltrúir ella ikki. Tað eru fulltrúir til:
Somuleiðis kanst tú geva fulltrúir til myndir og filmar alt eftir, hvat tú ynskir. Tú kanst velja, um:
Aðrar upplýsingar skulu eisini gevast, um serlig viðurskifti og atlit skulu takast til sjúkur, kost, lívsneyðugan heilivág og ovurviðkvæmi.
Somuleiðis verður tú spurd eftir:
Tú kanst velja at brúka appina á føroyskum. Ynskir tú tað, skalt tú fara til »generelt« í stillingunum á sjálvari telefonini, velja »Sprog og område« og velja »føroyskt« sum mál:
Tú mást ansa eftir, at føroyskt eisini stendur ovast undir »foretrukken sprogrækkefølge« í yvirskipaðu stillingunum.
Fyri at kunna leggja arbeiðið til rættis á stovnunum, ynskja vit, at tú boðar frá, nær barnið heldur frí. Hesum boðar tú frá í ForeldraGlugganum.
Soleiðis boðar tú frá:
1. Lat ForeldraGluggan upp og rita inn
2. Trýst á »meira« niðast í høgra horni
3. Trýst á »Frí og frítíð«
4. Syrg fyri at swipe-knøtturin ovast er grønur
5. Vel fyrsta og seinasta frídag í álmanakkanum og trýst á flugubeinið ovast í høgra horni:
Nú hevur tú skrásett frítíðina. Hevur tú eina viðmerking til tína fráboðan, kanst tú skriva hana í niðasta teigin. Minst til at trýsta á bláa flugubeinið, tá tú ert liðug.
UPPSLØG
Í uppsløgunum finnur tú kunning um gerandisdagin á stovninum. Tað kunnu vera lýsingar av námsfrøðiliga gerandisdegnum, tiltøk ella ítriv, sum fara fram í nærmastu framtíð ella áheitanir um at hava regnklæðir við og tílíkt. Tað ber ikki til at gera viðmerkingar til uppsløg.
BOÐ
Undir »Boð« sært tú samskiftið við ein ella fleiri úrvaldar móttakarar. Her hevur tú møguleika fyri at svara boðunum. Tað kann til dømis vera eini boð, har starvsfólkini ynskja at avtala eina foreldraviðtalu, ella tað kann vera eini boð við einum stuttum spurningi.
Tá tú sendir eini boð til starvsfólkini á dagstovninum, verða boðini send til felags postkassan hjá stovninum. Øll viðkomandi starvsfólk eru knýtt at hesum postkassanum, og tey kunnu sostatt svara tínum boðum.
Tað ber ikki til at senda boð til onnur foreldur á stovninum.
ÁLMANAKKI
Í álmanakkanum sært tú tiltøkini á stovninum, til dømis foreldrafundir, jólahald, páskahald og tílíkt. Her sært tú eisini, um tú ert boðin til foreldraviðtalu.
MYNDASAVN
Í myndaskjáttuni sært tú allar tær mappur og myndir, sum eru deild við teg. Í mappuni »Myndir av tær og tínum børnum« verða allar myndir og øll filmsbrot savnað, sum hava títt barn frámerkt á teimum.
Títt barn verður stovnað sjálvvirkandi í ForeldraGlugganum við upplýsingum úr fólkayvirlitinum. Sostatt eru tað bara foreldur við foreldramyndugleika, sum síggja upplýsingar um barnið. Næsta verkætlanarstig fer at gera tað møguligt at geva foreldrum uttan foreldramyndugleika atgongd til skipanina.
Sært tú ikki barnið í ForeldraGlugganum, kanst tú:
Sært tú ikki barnið, hóast barnið er skrásett á einari stovu, kanst tú:
Hevur tú fleiri spurningar um, hvussu tú skrásetir ella brúkar ForeldraGluggan, so finnur tú ofta settar spurningar og svar á síðu okkara um ForeldraGluggan. Har kanst tú eisini kunna teg um brúkaratreytirnar.
Samskiftið millum foreldur og starvsfólk er eitt regluligt, virkið teldupostsamskifti.
Hevur onkur átrokandi boð, samskifta vit umvegis telefon. Foreldur ella skúli ringja ella senda SMS-boð.
Tú kanst kunna teg nærri um Frískúlan í Havn á heimasíðu okkara, sum tú finnur her:
Ein dygdarmennari úr Barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu kemur við jøvnum millumbilum út á kommunalu frítíðarskúlarnar at eygleiða námsfrøðiliga innihaldið og umstøðurnar, sum námsfrøðiliga arbeiði fer fram í.
Dygdarmennarin samskiftir síðan við frítíðarskúlaleiðaran og starvsfólkini um sínar eygleiðingar, og funnið verður fram til ítøkiligar menningarmøguleikar.
Talan er um skipaðar eygleiðingar (KIDS), sum skulu vera við til at tryggja, at vit framhaldandi arbeiða við, og savna okkum um, námsfrøðiligu dygdina í hvørjum einstøkum frítíðarskúla. KIDS er eitt viðurkent og granskingargrundað amboð til eftirmeting og menning av námsfrøðiligu dygdini á dagstovnum og frítíðarskúlum.
Eygleiðingarnar eru innanhýsis arbeiðsamboð til einstaka stovnin at brúka í sínum menningararbeiði.
Triðja hvørt ár skipar kommunan fyri kanning av trygdarviðurskiftunum á øllum frítíðarskúlaspæliplássum í Tórshavnar kommunu.
Í løtuni er tað Nordisk Legepladsinstitut, sum hevur kanningararbeiðið um hendi. Tórshavnar kommuna fær eina útgreinaða støðulýsing av hvørjum spæliplássi og ger neyðugu umvælingarnar ella tiltøkini, sum støðulýsingin mælir til.
Kommunalu húsavørðarnir hava dagliga eftirlitið við spæliplássunum.
Frískúlin í Havn hevur pláss fyri umleið 36 skúlabørnum.
Vilt tú skriva títt barn inn í frítíðarskúla, kanst tú avgreiða innskrivingina frá hesari síðuni:
Her kanst tú kunna teg um galdandi reglurnar fyri upptøku av børnum til frítíðarskúlarnar í Tórshavnar kommunu:
Gjøldini fyri frítíðarskúlapláss sært tú her:
Foreldur við inntøkum undir ávísum marki kunnu søkja kommununa um eitt ískoyti til at fíggja stovnspláss. Ískoytið verður rópt fyri fíggjarligt frípláss. Les meira um møguleikarnar og treytirnar á síðu okkara um frípláss.
Ynskir tú at siga stovnsplássið frá tær ella biðja um farloyvi frá stovninum, er uppsagnartíðin tveir mánaðir. Tú kanst lesa meira her: