Sig dagstovnapláss upp
Hevur títt barn ikki tørv á sínum dagstovnaplássi longur, er tað tín ábyrgd at siga dagstovnaplássið upp. Hetta skalt tú til dømis gera, um tú flytir til aðra kommunu.
Sig dagstovnapláss upp
Gev gætur, at títt barn verður sagt úr sínum verandi dagstovni, tá tú tekur av nýggjum dagstovnaplássi.
Rita inn í plássskipanina við Samleikanum og melda barnið úr. Hevur tú ikki longu Samleikan, kanst tú bíleggja hann her:
Fá tær Samleikan (samleikin.fo)
Tað ber ikki til at melda barnið úr av óvart, tí tú verður biðin um at vátta uppsøgnina.
Tú skalt melda barnið úr tveir mánaðar frammanundan. Tú skalt senda uppsøgnina annaðhvørt tann 15. í mánaðinum ella áðrenn mánaðarlok.
Vilt tú til dømis vera leys av dagstovnaplássinum 15. mars, mást tú siga plássið upp áðrenn 15. januar. Skalt tú somuleiðis vera leys av plássinum 1. apríl, mást tú siga plássið upp áðrenn 1. februar.
Kommunan ger eingi undantøk frá hesi regluni.
Skal títt barn byrja í skúla, syrgir plássskipanin sjálv fyri at melda títt barn úr dagstovninum. Hetta er kortini treytað av, at tú hevur góðkent uppsagnardagin, sum skipanin skeyt upp, tá tú bókaði stovnsplássið á fyrsta sinni.
Hevur tú ikki váttað uppsagnardagin, kanst tú rita inn í plássskipanina og gera hetta.
Vátta uppsagnardagin til dagstovnapláss
Uppsøgnin kemur í gildi 31. juli, tí øll dagstovnabørn í kommununi byrja í frítíðarskúla 1. august.
Skal títt barn byrja í privatum skúla, hevur tú møguleika fyri at leingja plássið á dagstovninum til og við juli mánaða. Ring til Snarskivuna á 30 20 10 fyri at kunna teg nærri.
Ja. Gongur títt barn á dagstovni uttan fyri Tórshavnar kommunu, skalt tú sjálv siga barnið úr stovni. Tað hendir ikki av sær sjálvum.
Meldar tú ikki barnið úr, kemur tú at rinda eykaútreiðslurnar, sum standast av at vera skrásett á tveimum stovnum.
Nei. Tú kanst ikki angra tína avgerð, tá tú hevur sagt stovnsplássið frá tær í skipanini.
Hevur tú ikki møguleika fyri at nýta talgildu plássskipanina ella MínBoks og Samleikan, kanst tú prenta og útfylla umsóknarskjalið niðanfyri. Umsóknarblaðið fæst eisini í Snarskivuni. Tá tú hevur fylt skjalið út, skalt tú lata tað inn á Snarskivuni á Vaglinum í Havn.
Hevur tú frammanundan pláss á einum stovni, men ynskir at flyta barnið á annan stovn, skrivar tú barnið á bíðilista til upp til fýra stovnar.
Gev gætur, at upptøkureglurnar eru soleiðis, at børn uttan pláss verða tikin framum børn við dagstovnaplássi. Avleiðingin av hesum er, at um tú hevur eitt pláss ella tú tekur av einum plássi í til dømis Hoyvík og letur barnið standa á bíðilistanum til eitt pláss á Argjum, so eru sannlíkindini fyri at fáa eitt pláss á Argjum ikki so góð, tí um børn uttan pláss eru á bíðilistanum til sama stovn, koma tey framum títt barn. Hevur títt barn systkin á stovninum, kemur títt barn tó framum.
Vilt tú flyta títt barn til ein dagstovn uttan fyri Tórshavnar kommunu, skalt tú minnast til, at tú sjálv hevur ábyrgdina av at siga stovnsplássið upp á verandi stovninum. Gloymir tú tað, kemur tú at rinda eykaútreiðslurnar, sum standast av at hava tvey pláss í senn.
Uppsagnartíðin er tveir mánaðir til tann 1. ella tann 15. í einum mánaði.