Gjald fyri dagstovnapláss

Hevur tú eitt barn á dagstovni, rindar tú dagstovnagjald ellivu mánaðir um árið. Í juli mánaða er einki gjald.

Gjaldsupphæddirnar fyri dagstovnapláss verða tillagaðar hvørt fíggjarár. Niðanfyri sært tú mánaðarligu gjøldini fyri dagstovnarnar í ár.



Gjøld 2024
Gjøld fyri dagstovnapláss

Vøggustovupláss 0-2 ár: 3.642 kr. um mánaðin

Barnagarðspláss 3-7 ár: 2.227 kr. um mánaðin

Frá vøggustovu til barnagarð

Tú rindar vøggustovugjald til mánaðin fyri, at barnið fyllir trý ár. Fyllir títt barn til dømis trý ár í desember, rindar tú seinasta vøggustovugjaldið í november.

Barnagarðsgjaldið skal rindast frá tí mánaða, barnið fyllir trý ár.

Systkinafrádráttur

Hevur tú fleiri børn á stovni, rindar tú bara fyri yngsta barnið. Tað vil siga, at einki foreldur rindar meira enn tað, sum eitt vøggustovupláss kostar.

Fyri at kunna roknast sum systkin, mugu børnini annaðhvørt vera:

  • Lívfrøðilig systkin, ið bæði búgva hjá pápanum ella hjá mammuni, sum hevur foreldramyndugleikan
  • Ættleidd systkin, sum hava sama bústað sambært fólkayvirlitinum

Fyri at fáa systkinafrádrátt skal barnið harafturat búgva í Tórshavnar kommunu.

Búgva foreldrini ikki saman, men hava felags foreldramyndugleika, verður barnið roknað sum systkin á tí bústaðnum, barnið er skrásett á í fólkayvirlitinum. Tað vil siga, at systkinafrádrátturin fellur til tann, sum sambært fólkayvirlitinum hevur barnið búgvandi. Hetta uttan mun til, um barnið býr líka nógv hjá báðum foreldrum.

Reglurnar fevna um børn, ið ganga á dagstovnum.

Kunna teg nærri um reglurnar í dagstovnalógini niðanfyri.

Dagstovnalógin (logir.fo)

Frípláss

Foreldur við inntøkum undir einum ávísum marki kunnu søkja kommununa um eitt ískoyti til at fíggja dagstovnaplássið. Ískoytið verður rópt fyri fíggjarligt frípláss.

Skriva upp til dagstovnapláss

Søk um frípláss til dagstovn

Barnafrádráttur

Fyri hvørt barn undir 18 ár, sum tú hevur foreldramyndugleikan yvir, lata landið og kommunan ein frádrátt í ávikavist lands- og kommunuskattinum. Tað vil siga, at tú letur minni í skatti.

Í 2024 er árligi skattafrádrátturin í Tórshavnar kommunu 9.000 kr.

Í 2023 var árligi frádrátturin í landsskattinum 6.500 kr. fyri hvørt barn í aldrinum 7-17 ár og 9.200 kr. fyri hvørt barn undir sjey ár.

Tað vil siga:

  • Hevur tú foreldramyndugleikan yvir einum barni, sum er tíggju ára gamalt, og býrt tú í Tórshavnar kommunu, er tín samlaði frádráttur umleið 15.500 kr. um árið
  • Hevur tú foreldramyndugleikan yvir einum barni, sum er fýra ára gamalt, og býrt tú í Tórshavnar kommunu, er tín samlaði frádráttur umleið 18.200 kr. um árið

Frádrátturin er ymiskur alt eftir hvørjari kommunu, tú býrt í. Tórshavnar kommuna hevur ein av hægstu barnafrádráttunum í landinum.

Hjún kunnu velja, hvør skal fáa frádráttin. Eru foreldrini ikki gift, fær mamman frádráttin.

Kunna teg nærri um barnafrádrátt á heimasíðuni hjá TAKS.

TAKS – barnafrádráttur (taks.fo)

Vantandi dagstovnagjald

Fer eftirstøðan fyri eitt dagstovnapláss upp um tveir mánaðir, kann kommunan siga plássið upp.

Barna- og ungdómsdeildin
Barna- og ungdómsdeildin

Niels Finsens gøta 31, 100 Tórshavn

Les um Barna- og ungdómsdeildina

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15