Løgmannabreyt 73
188 Hoyvík
Tel. 30 23 00
anjaja@torshavn.fo
Dagstovnaleiðari Anja Jacobsen
Løgmannabreyt 73
188 Hoyvík
Tel. 30 23 00
anjaja@torshavn.fo
Dagstovnaleiðari Anja Jacobsen
Á Dagstovninum við Løgmannabreyt geva vit barninum góðar møguleikar og góðar upplivingar, so barnið kann mennast á øllum økjum. Vit hava eina greiða námsætlan at halda okkum til, men vit syrgja altíð fyri at taka støði í einstaka barninum. Stóri garður okkara og grøna fríøkið gevur børnunum á stovninum góðar møguleikar at fáa avbjóðingar og upplivingar.
Mánadag til fríggjadag kl. 7.30-17.
Samanlagt virksemi merkir, at dagstovnarnir leggja virksemið saman, soleiðis at ein dagstovnur er opin í frítíðini.
Summarfrítíð 2024: 16. mai 2024
Gev gætur, at heldur tú ikki freistina, kunnu vit ikki tryggja tínum barni pláss í samanlagda virkseminum.
Hevur tú tørv á plássi í samanlagda virkseminum, kanst tú kunna teg nærri og søkja á síðu okkara um samanlagt virksemi.
Tit eru altíð vælkomin at vitja okkum og síggja stovnin. Ring til stovnsleiðara Anju Jacobsen á telefon 72 10 76 ella send ein teldupost til anjaja@torshavn.fo fyri at avtala eina vitjan.
Børnini hava matpakka við hvønn dag, uttan so, at vit avtala annað. Vit bjóða teimum børnunum morgunmat, sum ikki hava etið heima. Tey kunna eisini hava okkurt við sjálvi. Fríggjamorgnar bjóða vit morgunmat.
Børnini fáa góðan millummála og mjólk afturvið. Matarlepin hongur í gongini á stovunum fyri eina viku í senn, so foreldur kunna fylgja við í, hvat børnini fáa at eta. Vit royna at broyta matarlepan eftir árstíðini, kortini við summum føstum tiltøkum, til dømis jogurt, summarskál eina ferð um vikuna, ymiskar súpanir, bollar og rugbreyð við viðskera.
Vit bjóða eisini døgurða, tá okkurt serligt er - til dømis jóladøgurða og okkurt gott til garðdagin.
Vit royna at leggja dent á sunnan mat á stovninum og halda okkum til matarpolitikkin fyri at tryggja, at vit øll somul, starvsfólk og foreldur, royna at fylgja hesum. Saman við tykkum foreldrum kunnu vit stuðla og hjálpa børnunum soleiðis, at tey fáa góðar matvanar, eru glað og væl fyri og hava góða orku allan dagin til at spæla og menna seg.
Stovnurin skipar regluliga fyri trygdarskeiðum fyri starvsfólk og leiðslu.
Foreldraráðið arbeiðir fyri at styrkja trivnaðin og sambandið millum starvsfólk, heim, foreldur og børn á stovninum. Sum limur í foreldraráðnum kanst tú vera við til at tryggja, at stovnurin er eitt gott stað at vera. Tú fært bæði innlit í og ávirkan á gerandisdagin og námsfrøðiliga leist okkara á stovninum.
Limirnir í foreldraráðnum eru eisini hugskotsgevar og eru við til at kjakast um menningina og átøk á stovninum. Tú verður við til at skifta orð um og viðgerða virðini handan námsfrøðiliga leistin, sum í ávísan mun eru stýrandi fyri tey ítriv, børnini og tey vaksnu eru saman um á stovninum.
Stovnur okkara liggur í einum stórum, grønum umhvørvi við einum góðum spæliplássi nærindis skúlanum á Løgmannabreyt.
Stovnurin er ljósur og rúmligur innan og býttur í fýra stovur. Allar stovurnar hava vindeygu í barnahædd við egnari inngongd, vátrúmi, gongd við klædnarúmi, vesi, stovu og spælirúmi. Harumframt er eitt stórt miðrúm við góðum køki. Hetta miðrúmið brúka vit sum felagsøki. Tað verður nevnt Mølin. Mølina brúka vit til nógv ymisk tiltøk, til dømis felags sangløtu, spøl, rørslu, jólahald, foreldrafundir og starvsfólkafundir.
Vit hava tvær vøggustovur og tvær barnagarðsstovur. Stovurnar eita allar eftir havinum. Vit nevna tær tær Aldan, Glaðan, Bylgjan og Báran. Í barnagarðinum er barnatalið soleiðis, at Aldan hevur 22 børn, og Glaðan hevur 21 børn í aldrinum 3-7 ár. Í vøggustovunum Bylgjuni og Báruni, eru 12 børn í aldrinum 0-3 ár í hvørjari stovu.
Vit hava ein stóran garð og eitt stórt grønt fríøki við plantum og trøum. Garðurin er býttur sundur soleiðis, at vit hava ein stóran garð til barnagarðsbørnini og ein lítlan garð til vøggustovubørnini. Øll børnini á stovninum hava góðar møguleikar at fáa avbjóðingar og upplivingar, alt eftir aldri og førleika. Vit hava eina lítla á, sum rennur gjøgnum økið í stóra garðinum. Her spæla børnini nógv og hava nógvar fantastiskar løtur og upplivingar. Nærindis ánni stendur ein bátur til børnini at spæla í.
Vøggustovubørnini sova øll vanliga úti í góðum barnavognum, sum stovnurin eigur. Hetta halda vit vera sera gott fyri børnini, tí tey sova væl úti í frískari luft í einum góðum umhvørvi. Eisini ber til at sova inni, um tørvur er á tí.
Vit leggja stóran dent á at taka væl ímóti børnum og foreldrum hvønn morgun. Hvønn morgun er eitt starvsfólk, sum barnið kennir, sum letur upp á hvørjari stovu. Vit meta tað vera týdningarmikið hjá bæði børnum og vaksnum at fáa eina góða byrjan á dagin. Tað styrkir sjálvkensluna og sjálvsvirðið hjá barninum, at barnið kennir seg vælkomið og sætt.
Vit vilja fegin, at børnini koma á stovn áðrenn kl. 9.30, tí tá byrjar dagsins námsfrøðiliga virksemi.
Somuleiðis er minst líka umráðandi at siga starvsfólkinum farvæl, tá barnið fer avstað, so vit vita, at barnið er farið heim.
Vit arbeiða sambært dagstovnalógini og sambært okkara námsætlan. Tit taka tó altíð støði í tí einstaka barninum. Harumframt arbeiða vit fyri at:
Vit brúka námsfrøðiliga amboðið SMTTE. Vit seta ítøkilig tiltøk í gongd við støði í einstaka málinum, vit hava sett okkum fyri at arbeiða við:
S stendur fyri Samanhang:
Hvussu eru samanhangurin og umstøðurnar?
M stendur fyri Mál:
Hvørjum vilja vit røkka?
T stendur fyri Tiltøk:
Hvørji tiltøk seta vit ítøkiliga í gongd fyri at røkka málinum?
T stendur fyri Tekin:
Hvørji tekin síggja vit, sum vísa, at vit eru á rættari leið ímóti málinum?
E stendur fyri Eftirmeting:
Rukku vit okkara mál, og hvat skal til fyri at røkka tí?
Almenni námsætlanarfrymilin býtir menningina hjá børnunum upp í sjey evni. Niðanfyri sært tú, hvørji evnini eru, og hvussu vit arbeiða við teimum.
Persónligar førleikar - barnið sum serstakt menniskja
Vit taka støði í einstaka barninum og møta barninum, har barnið er. Vit stuðla menningini við at geva barninum avbjóðingar, sum samsvara við menningarstøðið hjá barninum. Vit læra barnið at seta orð á sínar gerðir og kenslur, soleiðis at barnið á bestan hátt kann virka og spæla í felagsskapinum.
Sosialir førleikar - barnið sum partur av felagsskapinum
Í bólkinum lærir barnið at virka í einum felagsskapi, og í samspæli við onnur lærir barnið at virða mørkini og ymisleikar hjá øðrum børnum og vaksnum
Mál og samskifti - tað samskiftandi barnið
Vit virka fyri, at barnið fær eitt gott føroyskt mál, sum er ein fortreyt fyri, at barnið kann virka væl og mennast betur í felagsskapinum og í samskiftinum við onnur. Hetta gera vit við at:
Skapandi evni - tað skapandi og sigandi barnið
Vit stimbra hugflogið hjá barninum, so barnið fær ment síni skapandi evnir til fulnar, og vit vilja, at barnið fær góða fínrørslu og fær ment allar sansirnar. Hesum vilja vit røkka við at syrgja fyri góðum kørmum. Vit syrgja til dømis fyri, at barnið fær atgongd til at vera kreativt og hevur atgongd til ymiskt tilfar. Vit stuðla viljanum og hugflognum og geva barninum pláss til at vera kreativt.
Kropp og rørsla – tað aktiva og sunna barnið
Á Dagstovninum við Løgmannabreyt hava vit ein stóran og frálíkan garð, har øll børnini hava góðar møguleikar at røra seg og mennast á øllum økjum. Garðurin er býttur sundur í ein stóran garð til barnagarðsbørnini og ein minni garð til vøggustovubørnini.
Ein lítil á rennur gjøgnum stykkið í tí størra garðinum. Her kunnu børnini spæla, kanna, vassa í ánni, gera byrgingar, runukøkur og brúka hugflogið. Garðurin hevur ymisk lendi, bæði slætt og óslætt í grønum øki við trøum, stórum sandkassa við reiggjum, klatriveggi, skreiðibreyt, báti og bussi og við smáum spælihúsum.
Eisini eru økir til súkklur og mánabilar. Her kunnu børnini bæði gera rørslur og brúka sítt hugflog hvør sær og saman við øðrum børnum.
Náttúra og umhvørvi - barnið sum ein partur av náttúruni
Náttúran er okkara. Vit skulu øll fara væl um náttúruna og umhvørvið. Vit læra børnini at fara væl um og vera góð við náttúruna.
Siðir og mentan - barnið sum ein partur av føroyskari mentan
Vit vilja varðveita føroyskar siðir og mentan og læra børn okkara »tjóðareyðkenni, so sum søgu og siðir, mat og mentan, fuglar, blómur, føroyskan dans, føroyskan mat og mangt annað. Sostatt halda vit eisini allar merkisdagar og høgtíðir - vit hava bæði jólahald og jólapynt, páskir og páskapynt, føstulávint og tunnusláttur, og vit hátíðarhalda grækarismessu og flaggdagin. Vit hava kalendara við øllum heitum á døgum og kunning um nær fuglar koma og fara.
Vit hava nógv ítriv, bæði inni og úti. Stovurnar skiftast um at brúka Mølina til ymisk ítriv, spøl og rørslu. Eina ferð um vikuna brúka vit eisini fimleikahøllina í Skúlanum við Løgmannabreyt. Børnini skiftast um at fara í bólkum.
Miðskeiðis í juni bjóðar stovnurin nýggjum foreldrum og børnum á vitjan, sum skulu byrja 1. august. Tá fáa foreldur kunning, og børn og foreldur hava høvi til at heilsa uppá starvsfólkini.
Vit leggja stóran dent á at hava eitt gott dagligt samskifti við foreldur. Vit vilja saman við tykkum draga somu línu, soleiðis at barnið trívist og mennist á bestan hátt.
Vit skipa fyri foreldrafundum, foreldraviðtalum eftir tørvi, garðdegi og felags jólahaldi.
Á dagstovninum starvast 17 starvsfólk. Her starvast bæði námsfrøðingar og hjálparfólk.
ForeldraGluggin er ein felags samskiftispallur hjá dagstovnum og frítíðarskúlum í kommununi. Talan er um eina ókeypis app til snildfon, sum foreldur og dagstovnar brúka, tá tey samskifta sínámillum.
So hvørt sum Føroyar vórðu raktar av Covid-19 farsóttini í 2020, gjørdist tað kommununi greitt, at okkum tørvaði ein skjótan, tryggan og felags samskiftisfarveg fyri alt dagstovnaøkið. Boðini og tilmælini til foreldur vóru mong, og tey broyttust ofta. Talan var eisini mangan um bráðfeingisboð, ið vóru umráðandi at fáa skjótt út til øll foreldur.
Harafturat kom nýggja dátuverndarlógin í gildi í januar 2021, og sambært henni eiga vit øll at tryggja okkum, at persónsupplýsingar og myndir verða handfarnar á so tryggan hátt sum gjørligt.
ForeldraGluggin er tó ikki bara tikin í nýtslu fyri at geva stovnum ein felags farveg til bráðfeingisboð og tilmæli. ForeldraGluggin er eisini partur av talgildingarætlanini hjá kommununi, ið millum annað hevur til endamáls at hækka kommunala tænastustøðið. Ítøkiliga er appin ein lættur snarvegur hjá tær, sum ynskir at fáa skjótt og ómakaleyst innlit í gerandisdagin hjá tínum barni.
Tað er ein kend avbjóðing millum foreldur, at tað kann vera trupult at fáa rættiligt innlit í tann stóra partin av gerandisdegnum, børnini eru á stovni. Børnini eru ikki altíð før fyri sjálvi at velja úr rúgvuni av upplivingum, og foreldur hava viðhvørt knappa tíð at tosa og hyggja at myndum, tá tey koma eftir børnunum á stovninum.
Higartil hava dagstovnar brúkt boðtalvur, facebookbólkar og teldur við myndum til at kunna foreldur um dagliga virksemið. Stovnarnir hava sjálvandi eisini tosað beinleiðis við foreldrini. ForeldraGluggin kemur ikki í staðin fyri munnliga samskiftið, men letur upp fyri fleiri miðvísum samskiftismøguleikum, soleiðis at tú sum foreldur hevur lætta atgongd til mangt av tí í gerandisdegnum, sum tú og barnið kunnu hava gagn av at tosa um.
ForeldraGluggin er tryggari loysn í fleiri mátar:
ForeldraGluggin er ein app, sum verður brúkt til samskifti. Tað kann til dømis vera at senda innkallingar til foreldraviðtalur, kunna um ráðleggingardagar, deila myndir av børnunum og vísa brellbitar frá degnum á stovninum:
Hevur tú skrásett títt fartelefonnummar og tín teldupostbústað í plássskipanini frammanundan, kann stovnsleiðarin senda tær ein teldupost við einum leinki, tá ið barnið byrjar á stovninum.
Í teldupostinum stendur:
»Góði brúkari av ForeldraGlugganum. Fyri at rita inn á ForeldraGluggan, skalt tú stovna brúkaranavn og loyniorð. Trýst á leinkið og vel brúkaranavn og loyniorð«
Tá ið tú trýstir á leinkið í teldupostinum og ritar inn, sært tú eina QR-kotu, sum tú skannar við snildfonini. So verður appin tikin niður á tína telefon.
Tá tú hevur gjørt hetta, kanst tú fara til stig 4 í vegleiðingini niðanfyri.
Fært tú ikki ein teldupost sendandi, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara. Tað gert tú við at fylgja stig 1-3 í vegleiðingini niðanfyri.
Fært tú ikki ein teldupost sendandi við einari QR-kotu, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara fyri at brúka ForeldraGluggan. Tað gert tú í plássskipanini. Tað tekur áleið ein minutt at stovna seg sum brúkara í plássskipanini.
Tú ritar inn í plássskipanina við tínum Samleika. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Tá tú hevur ritað inn í plássskipanina, skalt tú trýsta á spjaldrið við tínum navni. Hevur tú foreldramyndugleikan, eigur tú tá at síggja teigin »Stovna ForeldraGluggan«:
Her skalt tú:
Fá tær Samleikan (samleikin.fo)
Far inn á App Store (um tú hevur iPhone) ella GooglePlay (um tú hevur Android) og leita eftir »ForeldraGluggin«. Tak síðan appina niður.
Tá ið tú hevur tikið appina niður, trýstir tú á appina fyri at lata hana upp. Nú verður tú biðin um at skriva brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í plássskipanini.
Tá ið tú hevur tøppað brúkaranavnið og loyniorðið inn, fært tú eini SMS-boð sendandi við einum trygdartali, sum tú skalt tøppa inn. SMS-boðini við trygdartali verða bara send fyrstu ferð, tú ritar inn - aftaná hetta tørvar tær bara at nýta brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í plássskipanini.
Hevur tú fleiri børn á stovni, sært tú byrjanarstavirnar hjá hvørjum barni í appini. Tú kemur inn á einstaka barnið við at trýsta á runda ikonið við byrjanarstavunum í.
Nú trýstir tú niðast høgrumegin á ikonið »Meira«.
Síðan trýstir tú á »kartotekskort« næstniðast í valmyndini.
Her svarar tú spurningum um títt barn og velur, hvørji loyvi tú vilt lata. Gev gætur, at hesar upplýsingarnar eru neyðugar fyri at skipanin riggar og handfer upplýsingarnar rætt.
Á kartotekskortinum kanst tú velja, um tú vilt lata stovninum ymiskar fulltrúir ella ikki. Tað eru fulltrúir til:
Somuleiðis kanst tú geva fulltrúir til myndir og filmar alt eftir, hvat tú ynskir. Tú kanst velja, um:
Aðrar upplýsingar skulu eisini gevast, um serlig viðurskifti og atlit skulu takast til sjúkur, kost, lívsneyðugan heilivág og ovurviðkvæmi.
Somuleiðis verður tú spurd eftir:
Tú kanst velja at brúka appina á føroyskum. Ynskir tú tað, skalt tú fara til »generelt« í stillingunum á sjálvari telefonini, velja »Sprog og område« og velja »føroyskt« sum mál:
Tú mást ansa eftir, at føroyskt eisini stendur ovast undir »foretrukken sprogrækkefølge« í yvirskipaðu stillingunum.
Fyri at kunna leggja arbeiðið til rættis á stovnunum, ynskja vit, at tú boðar frá, nær barnið heldur frí. Hesum boðar tú frá í ForeldraGlugganum.
Soleiðis boðar tú frá:
1. Lat ForeldraGluggan upp og rita inn
2. Trýst á »meira« niðast í høgra horni
3. Trýst á »Frí og frítíð«
4. Syrg fyri at swipe-knøtturin ovast er grønur
5. Vel fyrsta og seinasta frídag í álmanakkanum og trýst á flugubeinið ovast í høgra horni:
Nú hevur tú skrásett frítíðina. Hevur tú eina viðmerking til tína fráboðan, kanst tú skriva hana í niðasta teigin. Minst til at trýsta á bláa flugubeinið, tá tú ert liðug.
UPPSLØG
Í uppsløgunum finnur tú kunning um gerandisdagin á stovninum. Tað kunnu vera lýsingar av námsfrøðiliga gerandisdegnum, tiltøk ella ítriv, sum fara fram í nærmastu framtíð ella áheitanir um at hava regnklæðir við og tílíkt. Tað ber ikki til at gera viðmerkingar til uppsløg.
BOÐ
Undir »Boð« sært tú samskiftið við ein ella fleiri úrvaldar móttakarar. Her hevur tú møguleika fyri at svara boðunum. Tað kann til dømis vera eini boð, har starvsfólkini ynskja at avtala eina foreldraviðtalu, ella tað kann vera eini boð við einum stuttum spurningi.
Tá tú sendir eini boð til starvsfólkini á dagstovninum, verða boðini send til felags postkassan hjá stovninum. Øll viðkomandi starvsfólk eru knýtt at hesum postkassanum, og tey kunnu sostatt svara tínum boðum.
Tað ber ikki til at senda boð til onnur foreldur á stovninum.
ÁLMANAKKI
Í álmanakkanum sært tú tiltøkini á stovninum, til dømis foreldrafundir, jólahald, páskahald og tílíkt. Her sært tú eisini, um tú ert boðin til foreldraviðtalu.
MYNDASAVN
Í myndaskjáttuni sært tú allar tær mappur og myndir, sum eru deild við teg. Í mappuni »Myndir av tær og tínum børnum« verða allar myndir og øll filmsbrot savnað, sum hava títt barn frámerkt á teimum.
Títt barn verður stovnað sjálvvirkandi í ForeldraGlugganum við upplýsingum úr fólkayvirlitinum. Sostatt eru tað bara foreldur við foreldramyndugleika, sum síggja upplýsingar um barnið. Næsta verkætlanarstig fer at gera tað møguligt at geva foreldrum uttan foreldramyndugleika atgongd til skipanina.
Sært tú ikki barnið í ForeldraGlugganum, kanst tú:
Sært tú ikki barnið, hóast barnið er skrásett á einari stovu, kanst tú:
Hevur tú fleiri spurningar um, hvussu tú skrásetir ella brúkar ForeldraGluggan, so finnur tú ofta settar spurningar og svar á síðu okkara um ForeldraGluggan. Har kanst tú eisini kunna teg um brúkaratreytirnar.
Stovurnar hava boðtalvu og dagbók í gongini við kunning til foreldur um, hvat er hent í gerandisdegnum, og hvat fer at henda.
Ein dygdarmennari frá Barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu kemur við jøvnum millumbilum út á dagstovnarnar í kommununi at eygleiða námsfrøðiliga innihaldið og umstøðurnar, sum námsfrøðiliga arbeiði fer fram í.
Dygdarmennarin samskiftir síðan við dagstovnaleiðaran og starvsfólkini um sínar eygleiðingar, og funnið verður fram til ítøkiligar menningarmøguleikar.
Talan er um skipaðar eygleiðingar (KIDS), sum skulu vera við til at tryggja, at vit framhaldandi arbeiða við námsfrøðiligu dygdini á hvørjum einstøkum dagstovni. KIDS er eitt viðurkent og granskingargrundað amboð til eftirmeting og menning av námsfrøðiligu dygdini á dagstovnum.
Eygleiðingarnar eru innanhýsis arbeiðsamboð til einstaka stovnin at brúka í sínum menningararbeiði.
Triðja hvørt ár skipar kommunan fyri eftirliti av trygdarviðurskiftunum á øllum dagstovnaspæliplássum í Tórshavnar kommunu.
Í løtuni er tað Nordisk Legepladsinstitut, sum hevur kanningararbeiðið um hendi. Tórshavnar kommuna fær eina útgreinaða støðulýsing av hvørjum spæliplássi og ger neyðugu umvælingarnar ella tiltøkini, sum støðulýsingin mælir til.
Kommunalu húsavørðarnir hava dagliga eftirlitið við spæliplássunum.
Dagstovnurin við Løgmannabreyt hevur pláss fyri 24 vøggustovubørnum og 40 barnagarðsbørnum.
Vilt tú skriva títt barn upp til ein dagstovn, kanst tú avgreiða uppskrivingina frá hesari síðuni:
Her kanst tú kunna teg um galdandi reglurnar fyri upptøku av børnum til dagstovnarnar í Tórshavnar kommunu:
Brúkaragjøldini fyri dagstovnapláss sært tú her:
Foreldur við inntøkum undir ávísum marki kunnu søkja kommununa um eitt ískoyti til at fíggja dagstovnaplássið. Ískoytið verður rópt fyri fíggjarligt frípláss. Les meira um møguleikarnar og treytirnar á síðu okkara um frípláss.
Ynskir tú at siga stovnsplássið frá tær ella biðja um farloyvi frá stovninum, er uppsagnartíðin tveir mánaðir. Tú kanst lesa meira her: