Øksnagerði 1
100 Tórshavn
Tel. 30 22 60
torunnd@torshavn.fo
Dagstovnaleiðari Tórunn Dánjalsdóttir
Tel. 28 53 25
torunnd@torshavn.fo
Vís á korti
Øksnagerði 1
100 Tórshavn
Tel. 30 22 60
torunnd@torshavn.fo
Dagstovnaleiðari Tórunn Dánjalsdóttir
Tel. 28 53 25
torunnd@torshavn.fo
Vís á korti
Í Dagstovninum í Øksnagerði leggja vit dent á relatiónsarbeiði og brúka okkara náttúruspælipláss og avbera góðu umstøður til at geva børnunum fjølbroyttar upplivingar og skapa bestu menningarfortreytirnar fyri einstaka barnið. Vit eru ein fjølbroyttur dagstovnur við plássi fyri ymisleika.
Mánadag til fríggjadag frá kl. 7.30 til kl. 17.
Samanlagt virksemi merkir, at dagstovnarnir leggja virksemið saman, soleiðis at ein dagstovnur er opin í frítíðini.
Summarfrítíð 2024: 16. mai 2024
Gev gætur, at heldur tú ikki freistina, kunnu vit ikki tryggja tínum barni pláss í samanlagda virkseminum.
Hevur tú tørv á plássi í samanlagda virkseminum, kanst tú kunna teg nærri og søkja á síðu okkara um samanlagt virksemi.
Tit eru altíð hjartaliga vælkomin at vitja okkum. Tit kunnu seta tykkum í samband við Tórunn á telefon 28 53 25 ella senda ein teldupost til torunnd@torshavn.fo fyri at avtala eina vitjan.
Børnini skulu hava sunnan og góðan matpakka við hvønn dag, um vit ikki hava avtalað annað.
Stovnurin bjóðar øllum børnunum mjólk og heilsugóðan millummála dagliga. Vit kunnu til dømis bjóða frukt, rísgreyt, jogurt, bollar, breyð, pylsubreyð ella suppu.
Er onkur serligur dagur á stovninum, bjóðar stovnurin døgurða. Javnan gera stovurnar eisini døgurða ella hava kalt borð. Tá kunna vit tykkum um hetta á boðtalvuni úti í gongini á hvørjari stovu.
Sum stovnur leggja vit dent á, at børnini fáa sunnan og heilsugóðan mat. Kortini eru undantøk, til dømis, tá stovnurin hevur føðingardag, á jólum og á føstulávint.
Stovnurin skipar regluliga fyri trygdarskeiðum fyri starvsfólk og leiðslu.
Foreldraráðið arbeiðir fyri at styrkja trivnaðin og sambandið millum starvsfólk, heim, foreldur og børn á stovninum. Sum limur í foreldraráðnum kanst tú vera við til at tryggja, at stovnurin er eitt gott stað at vera. Tú fært bæði innlit í og ávirkan á gerandisdagin og námsfrøðiliga leist okkara á stovninum.
Limirnir í foreldraráðnum eru eisini hugskotsgevar og eru við til at kjakast um menningina og átøk á stovninum. Tú verður við til at skifta orð um og viðgerða virðini handan námsfrøðiliga leistin, sum í ávísan mun eru stýrandi fyri tey ítriv, børnini og tey vaksnu eru saman um á stovninum.
Stovnurin stendur í náttúruvøkrum umhvørvi úti á Fløtum í Havn.
Á stovninum eru fýra stovur. Tippið er vøggustova til børn millum 0-3 ár. Fjósið og Lonin eru barnagarðsstovur til børn millum 3-7 ár. Vit hava eisini serstovuna Bólið til børn, ið eru 4-7 ára gomul.
Stovurnar á stovninum eru rúmligar og góðar til dagliga virksemið. Vit hava eisini eitt stórt felagsrúm, sum eitur Rættin, og sum allar stovurnar eru felags um. Har eru góðar umstøður hjá børnunum til rørslu og spæl. Harafturat hava vit ein stóran og góðan verkstað.
Kring stovnin er stórur og góður garður. Vit hava eitt náttúruspælipláss við óteljandi møguleikum hjá børnunum at spæla og royna seg kropsliga. Góðir møguleikar eru at klintra og ganga í ósløttum lendi. Eisini eru góðar umstøður at reiggja, súkkla, spæla við sand, og at spæla við vatn og svansa. Vit hava eisini ein fótbóltsvøll.
Vit lata upp og steingja í Rættini, sum er okkara felagsrúm. Vit leggja dent á at at taka væl ímóti hvørjum einstøkum barni hvønn morgun. Vit nevna barnið við navni og biðja góðan morgun, so barnið kennir seg sætt. Eisini er umráðandi fyri okkum, at foreldur kenna á sær, at hetta er eitt gott og trygt stað hjá barninum at vera. Somuleiðis er umráðandi fyri tryggleikan hjá barninum, at foreldrini siga barninum farvæl.
Dagliga virksemið á stovninum byrjar kl. 9.30, men tit eru vælkomin at koma seinni við tykkara barni, um tit vilja. Hetta krevur kortini, at tit ringja á stovuna og gera avtalu við starvsfólkini.
Sama ger seg galdandi, tá tit koma eftir barninum. Tá leggja vit dent á at takka barninum fyri dagin og siga, at vit gleða okkum at síggjast aftur í morgin. Tað er týdningarmikið, at foreldrini siga okkum frá, at tey eru komin eftir barninum.
Sig okkum endiliga frá, um onkur annar enn foreldrini kemur eftir barninum.
Vit leggja stóran dent á relatiónsarbeiði. Tað snýr seg millum annað um at skapa góð sambond millum bæði børn og vaksin. Vit geva børnunum umsorgan, so tey kenna seg trygg hjá okkum, tí vit halda, at tryggleiki er grundarlagið undir allari menning. Vit vilja geva børnunum fjølbroyttar upplivingar fyri at skapa bestu fortreytirnar fyri menning í gerandisdegnum.
Fyri at varðveita og styrkja sjálvsvirðið hjá barninum, arbeiða vit við viðurkennandi námsfrøði. Vit síggja og hoyra einstaka barnið og geva tí hóskandi avbjóðingar. Vit hugsa um heildarmenning við støði í tí umhvørvinum, barnið er í. Á tann hátt virka vit fyri, at vit fáa sosial, sjálvstøðug, ábyrgdarfull, skapandi og lívsglað børn, sum kunnu taka lut í sosialum felagsskapum og liva lívið í eini fjøltáttaðari og broytiligari verð.
Vit eru ein fjølbroyttur dagstovnur við plássi fyri ymisleika. Vit hava serstovuna Bólið, ið er ein stova fyri børn við samskiftis- og sambandsavbjóðingum - sum oftast á autismuspektrinum. Virksemið á stovuni tekur støði í autismunámsfrøði.
Gerandisdagurin verður skipaður eftir tørvinum hjá einstaka barninum. Bólið er við til at geva okkum stórt innlit í autismunámsfrøði og tey námsfrøðiligu amboðini, sum vit arbeiða við. Arbeiðið í Bólinum er sera skipað við nógvum rutinum. Vit nýta dagsskema við Boardmaker til at gera dagin skilligan hjá hvørjum einstøkum barni.
Talan er um eina stovu, sum er partur av dagliga dagstovnavirkseminum. Kortini er hetta í mun til, hvat einstaka barnið megnar. Bólið er somuleiðis við til at geva børnunum, sum ganga har, eitt minni og meira friðarligt umhvørvi á einum dagstovni við færri børnum og fleiri starvsfólkum.
Sum námsfrøðiligt amboð nýta vit eisini Tekn til Talu, tá okkurt av børnunum nýtir tað sum samskiftishátt. Alt starvsfólkatoymið fær við jøvnum millumbili undirvísing í Tekn til Talu. Soleiðis kunnu vit vera eitt fet frammanfyri og møta børnunum á teirra menningarstigi. Hetta er ein natúrligur samskiftisháttur millum øll børn, vaksin og foreldur á stovninum.
Starvsfólkini leggja dent á at hava gott arbeiðsumhvørvi, og at vit øll hava tað gott og stuttligt saman. Vit vilja hava eitt gott og mennandi samband við foreldur, umframt eitt samstarv, ið byggir á nakað jaligt og stuðlandi fyri at skapa mennandi og tryggar karmar fyri øll.
Á stovninum er stórur og góður verkstaður, sum eitt starvsfólk er knýtt at. Vit ynskja at menna skapanarevnini hjá børnunum. Vit hava fýra evnisvikur um árið, og tá skipa allar fýra stovurnar á stovninum hvør sítt ítriv.
Á stovninum leggja vit eisini stóran dent á felagssangløtur í felagsrúminum Rættini. Tá syngja vit millum annað gamlar føroyskar sangir og rørslusangir. Vit meta sangløturnar vera eitt týðandi námsfrøðiligt amboð til at stimbra málið hjá børnunum.
Ein fyrrapart og ein seinnapart um vikuna skiftast stovurnar at nýta felagsrúmið Rættina til ymiskt virksemi fyri at menna børnini rørsluliga. Tá gera vit til dømis rørslubreytir ella klatra. Eisini er týdningarmikið at menna tað fría spælið hjá barninum.
Vit hava eitt skúlabólkatilboð til tey seks ára gomlu á stovninum. Tá hava tey ábyrgdarkenslu, gerast meira sjálvstøðug og vilja hjálpa teimum yngru. Vit hava ymiskt serligt virksemi til teirra og fyrireika tey til nýggju avbjóðingarnar fyri framman. Vit svimja eina ferð um vikuna, ganga longri túrar, vitja arbeiðspláss, arbeiða við skúlauppgávum og hugna okkum við søgulesnaði.
Á stovninum hava vit ymiskar fastar siðir gjøgnum árið:
Vit halda tað hava týdning at hava slíkar siðir, so ymisk tiltøk ganga aftur, sum børnini kenna og kunnu gleða seg til.
Gott og virðiligt samskifti hevur stóran týdning fyri foreldrasamstarvið. Hetta skapar mennandi og tryggar karmar fyri øll. Fyri okkum er týdningarmikið at hava hava dagligt samskifti við foreldrini um teirra barn. Foreldrini eru eisini altíð vælkomin at venda sær til okkum við ivamálum ella spurningum.
Vit geva javnan foreldrunum kunning og skriv um, hvat hendir á stovninum umvegis teldupost.
Eina ferð um árið hava vit foreldrasamrøður. Tá tosa vit um tað einstaka barnið. Vit hava byrjanarsamrøðu umleið tríggjar mánaðir eftir, at barnið er byrjað í vøggustovu og eisini, tá barnið er byrjað í barnagarði. Annars hava vit samrøður eftir tørvi.
Á stovninum starvast sjey námsfrøðingar, ein lærari, ein námsfrøðiligur atstøðingur og 17 hjálparfólk.
Trý av okkara starvsfólkum eru motorikkatstøðingar. Eitt starvsfólk er útbúgvið innan Intensive Interaction, og eitt starvsfólk er útbúgvin autismuserfrøðingur. Tvey starvsfólk eru eisini í ferð við at útbúgva seg í ICDP (relatiónsførleikum).
Vit leggja stóran dent á at dagføra og menna vitanina hjá starvsfólkinum við skeiðum og øðrum.
ForeldraGluggin er ein felags samskiftispallur hjá dagstovnum og frítíðarskúlum í kommununi. Talan er um eina ókeypis app til snildfon, sum foreldur og dagstovnar brúka, tá tey samskifta sínámillum.
So hvørt sum Føroyar vórðu raktar av Covid-19 farsóttini í 2020, gjørdist tað kommununi greitt, at okkum tørvaði ein skjótan, tryggan og felags samskiftisfarveg fyri alt dagstovnaøkið. Boðini og tilmælini til foreldur vóru mong, og tey broyttust ofta. Talan var eisini mangan um bráðfeingisboð, ið vóru umráðandi at fáa skjótt út til øll foreldur.
Harafturat kom nýggja dátuverndarlógin í gildi í januar 2021, og sambært henni eiga vit øll at tryggja okkum, at persónsupplýsingar og myndir verða handfarnar á so tryggan hátt sum gjørligt.
ForeldraGluggin er tó ikki bara tikin í nýtslu fyri at geva stovnum ein felags farveg til bráðfeingisboð og tilmæli. ForeldraGluggin er eisini partur av talgildingarætlanini hjá kommununi, ið millum annað hevur til endamáls at hækka kommunala tænastustøðið. Ítøkiliga er appin ein lættur snarvegur hjá tær, sum ynskir at fáa skjótt og ómakaleyst innlit í gerandisdagin hjá tínum barni.
Tað er ein kend avbjóðing millum foreldur, at tað kann vera trupult at fáa rættiligt innlit í tann stóra partin av gerandisdegnum, børnini eru á stovni. Børnini eru ikki altíð før fyri sjálvi at velja úr rúgvuni av upplivingum, og foreldur hava viðhvørt knappa tíð at tosa og hyggja at myndum, tá tey koma eftir børnunum á stovninum.
Higartil hava dagstovnar brúkt boðtalvur, facebookbólkar og teldur við myndum til at kunna foreldur um dagliga virksemið. Stovnarnir hava sjálvandi eisini tosað beinleiðis við foreldrini. ForeldraGluggin kemur ikki í staðin fyri munnliga samskiftið, men letur upp fyri fleiri miðvísum samskiftismøguleikum, soleiðis at tú sum foreldur hevur lætta atgongd til mangt av tí í gerandisdegnum, sum tú og barnið kunnu hava gagn av at tosa um.
ForeldraGluggin er tryggari loysn í fleiri mátar:
ForeldraGluggin er ein app, sum verður brúkt til samskifti. Tað kann til dømis vera at senda innkallingar til foreldraviðtalur, kunna um ráðleggingardagar, deila myndir av børnunum og vísa brellbitar frá degnum á stovninum:
Hevur tú skrásett títt fartelefonnummar og tín teldupostbústað í plássskipanini frammanundan, kann stovnsleiðarin senda tær ein teldupost við einum leinki, tá ið barnið byrjar á stovninum.
Í teldupostinum stendur:
»Góði brúkari av ForeldraGlugganum. Fyri at rita inn á ForeldraGluggan, skalt tú stovna brúkaranavn og loyniorð. Trýst á leinkið og vel brúkaranavn og loyniorð«
Tá ið tú trýstir á leinkið í teldupostinum og ritar inn, sært tú eina QR-kotu, sum tú skannar við snildfonini. So verður appin tikin niður á tína telefon.
Tá tú hevur gjørt hetta, kanst tú fara til stig 4 í vegleiðingini niðanfyri.
Fært tú ikki ein teldupost sendandi, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara. Tað gert tú við at fylgja stig 1-3 í vegleiðingini niðanfyri.
Fært tú ikki ein teldupost sendandi við einari QR-kotu, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara fyri at brúka ForeldraGluggan. Tað gert tú í plássskipanini. Tað tekur áleið ein minutt at stovna seg sum brúkara í plássskipanini.
Tú ritar inn í plássskipanina við tínum Samleika. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Tá tú hevur ritað inn í plássskipanina, skalt tú trýsta á spjaldrið við tínum navni. Hevur tú foreldramyndugleikan, eigur tú tá at síggja teigin »Stovna ForeldraGluggan«:
Her skalt tú:
Fá tær Samleikan (samleikin.fo)
Far inn á App Store (um tú hevur iPhone) ella GooglePlay (um tú hevur Android) og leita eftir »ForeldraGluggin«. Tak síðan appina niður.
Tá ið tú hevur tikið appina niður, trýstir tú á appina fyri at lata hana upp. Nú verður tú biðin um at skriva brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í plássskipanini.
Tá ið tú hevur tøppað brúkaranavnið og loyniorðið inn, fært tú eini SMS-boð sendandi við einum trygdartali, sum tú skalt tøppa inn. SMS-boðini við trygdartali verða bara send fyrstu ferð, tú ritar inn - aftaná hetta tørvar tær bara at nýta brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í plássskipanini.
Hevur tú fleiri børn á stovni, sært tú byrjanarstavirnar hjá hvørjum barni í appini. Tú kemur inn á einstaka barnið við at trýsta á runda ikonið við byrjanarstavunum í.
Nú trýstir tú niðast høgrumegin á ikonið »Meira«.
Síðan trýstir tú á »kartotekskort« næstniðast í valmyndini.
Her svarar tú spurningum um títt barn og velur, hvørji loyvi tú vilt lata. Gev gætur, at hesar upplýsingarnar eru neyðugar fyri at skipanin riggar og handfer upplýsingarnar rætt.
Á kartotekskortinum kanst tú velja, um tú vilt lata stovninum ymiskar fulltrúir ella ikki. Tað eru fulltrúir til:
Somuleiðis kanst tú geva fulltrúir til myndir og filmar alt eftir, hvat tú ynskir. Tú kanst velja, um:
Aðrar upplýsingar skulu eisini gevast, um serlig viðurskifti og atlit skulu takast til sjúkur, kost, lívsneyðugan heilivág og ovurviðkvæmi.
Somuleiðis verður tú spurd eftir:
Tú kanst velja at brúka appina á føroyskum. Ynskir tú tað, skalt tú fara til »generelt« í stillingunum á sjálvari telefonini, velja »Sprog og område« og velja »føroyskt« sum mál:
Tú mást ansa eftir, at føroyskt eisini stendur ovast undir »foretrukken sprogrækkefølge« í yvirskipaðu stillingunum.
Fyri at kunna leggja arbeiðið til rættis á stovnunum, ynskja vit, at tú boðar frá, nær barnið heldur frí. Hesum boðar tú frá í ForeldraGlugganum.
Soleiðis boðar tú frá:
1. Lat ForeldraGluggan upp og rita inn
2. Trýst á »meira« niðast í høgra horni
3. Trýst á »Frí og frítíð«
4. Syrg fyri at swipe-knøtturin ovast er grønur
5. Vel fyrsta og seinasta frídag í álmanakkanum og trýst á flugubeinið ovast í høgra horni:
Nú hevur tú skrásett frítíðina. Hevur tú eina viðmerking til tína fráboðan, kanst tú skriva hana í niðasta teigin. Minst til at trýsta á bláa flugubeinið, tá tú ert liðug.
UPPSLØG
Í uppsløgunum finnur tú kunning um gerandisdagin á stovninum. Tað kunnu vera lýsingar av námsfrøðiliga gerandisdegnum, tiltøk ella ítriv, sum fara fram í nærmastu framtíð ella áheitanir um at hava regnklæðir við og tílíkt. Tað ber ikki til at gera viðmerkingar til uppsløg.
BOÐ
Undir »Boð« sært tú samskiftið við ein ella fleiri úrvaldar móttakarar. Her hevur tú møguleika fyri at svara boðunum. Tað kann til dømis vera eini boð, har starvsfólkini ynskja at avtala eina foreldraviðtalu, ella tað kann vera eini boð við einum stuttum spurningi.
Tá tú sendir eini boð til starvsfólkini á dagstovninum, verða boðini send til felags postkassan hjá stovninum. Øll viðkomandi starvsfólk eru knýtt at hesum postkassanum, og tey kunnu sostatt svara tínum boðum.
Tað ber ikki til at senda boð til onnur foreldur á stovninum.
ÁLMANAKKI
Í álmanakkanum sært tú tiltøkini á stovninum, til dømis foreldrafundir, jólahald, páskahald og tílíkt. Her sært tú eisini, um tú ert boðin til foreldraviðtalu.
MYNDASAVN
Í myndaskjáttuni sært tú allar tær mappur og myndir, sum eru deild við teg. Í mappuni »Myndir av tær og tínum børnum« verða allar myndir og øll filmsbrot savnað, sum hava títt barn frámerkt á teimum.
Títt barn verður stovnað sjálvvirkandi í ForeldraGlugganum við upplýsingum úr fólkayvirlitinum. Sostatt eru tað bara foreldur við foreldramyndugleika, sum síggja upplýsingar um barnið. Næsta verkætlanarstig fer at gera tað møguligt at geva foreldrum uttan foreldramyndugleika atgongd til skipanina.
Sært tú ikki barnið í ForeldraGlugganum, kanst tú:
Sært tú ikki barnið, hóast barnið er skrásett á einari stovu, kanst tú:
Hevur tú fleiri spurningar um, hvussu tú skrásetir ella brúkar ForeldraGluggan, so finnur tú ofta settar spurningar og svar á síðu okkara um ForeldraGluggan. Har kanst tú eisini kunna teg um brúkaratreytirnar.
Dagliga samskiftið við foreldrini um barnið er umráðandi.
Í gongini á hvørjari stovu er ein boðtalva. Vit heita á foreldrini um at kanna talvuna hvønn dag. Á boðtalvuna skriva vit týdningarmikla kunning, millum annað boð um útferðir, kalt borð, føðingardagar og tílíkt.
Vit greiða eisini frá tí, sum børnini hava gjørt gjøgnum dagin. Vit heita á foreldrini um at lesa tað, sum stendur har og tosa við barnið um tað. Hetta kann hava stóran týdning fyri barnið, kann stimbrar málmenningina og styrkja sambandið millum heim og stovn.
Ein dygdarmennari frá Barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu kemur við jøvnum millumbilum út á dagstovnarnar í kommununi at eygleiða námsfrøðiliga innihaldið og umstøðurnar, sum námsfrøðiliga arbeiði fer fram í.
Dygdarmennarin samskiftir síðan við dagstovnaleiðaran og starvsfólkini um sínar eygleiðingar, og funnið verður fram til ítøkiligar menningarmøguleikar.
Talan er um skipaðar eygleiðingar (KIDS), sum skulu vera við til at tryggja, at vit framhaldandi arbeiða við námsfrøðiligu dygdini á hvørjum einstøkum dagstovni. KIDS er eitt viðurkent og granskingargrundað amboð til eftirmeting og menning av námsfrøðiligu dygdini á dagstovnum.
Eygleiðingarnar eru innanhýsis arbeiðsamboð til einstaka stovnin at brúka í sínum menningararbeiði.
Triðja hvørt ár skipar kommunan fyri eftirliti av trygdarviðurskiftunum á øllum dagstovnaspæliplássum í Tórshavnar kommunu.
Í løtuni er tað Nordisk Legepladsinstitut, sum hevur kanningararbeiðið um hendi. Tórshavnar kommuna fær eina útgreinaða støðulýsing av hvørjum spæliplássi og ger neyðugu umvælingarnar ella tiltøkini, sum støðulýsingin mælir til.
Kommunalu húsavørðarnir hava dagliga eftirlitið við spæliplássunum.
Dagstovnurin í Øksnagerði hevur pláss fyri 13 vøggustovubørnum og 40 barnagarðsbørnum. Vit hava eisini eina serstovu, ið hevur pláss fyri millum fimm og sjey børnum.
Vilt tú skriva títt barn upp til ein dagstovn, kanst tú avgreiða uppskrivingina frá hesari síðuni:
Her kanst tú kunna teg um galdandi reglurnar fyri upptøku av børnum til dagstovnarnar í Tórshavnar kommunu:
Brúkaragjøldini fyri dagstovnapláss sært tú her:
Foreldur við inntøkum undir ávísum marki kunnu søkja kommununa um eitt ískoyti til at fíggja dagstovnaplássið. Ískoytið verður rópt fyri fíggjarligt frípláss. Les meira um møguleikarnar og treytirnar á síðu okkara um frípláss.
Ynskir tú at siga stovnsplássið frá tær ella biðja um farloyvi frá stovninum, er uppsagnartíðin tveir mánaðir. Tú kanst lesa meira her: