Dagstovnurin á Velbastað

Norðuri á Heyggi 55
176 Velbastaður
Tel. 32 81 21

Dagstovnaleiðari Ester Signyardóttir Thomassen
Tel. 22 16 90
estert@torshavn.fo

Vís á korti

Dagstovnurin á Velbastað

Á Dagstovninum á Velbastað, ið liggur í náttúruvakra umhvørvinum omanfyri bygdina Velbastað, fagna vit felagsskapinum og vinaløgunum. Vit taka øll ábyrgd og vísa, at vit eru góð við hvønn annan. Vit sýna blíðskap, eru til reiðar at hjálpa, og vit hava ein góðan samverutóna. Á stovninum stremba vit eftir, at børnini fáa eina fatan av, at vit taka tey í álvara, og at tey kunnu uppliva seg sum luttakarar í egnum gerandisdegi og sostatt eisini uppliva seg sum nakað bæði fyri seg sjálvi og onnur.  



Um dagstovnin
Upplatingartíðir

Mánadag til fríggjadag frá kl. 7.30 til kl. 17.

Samband

Dagstovnaleiðari

Ester Signyardóttir Thomassen
Tel. 22 16 90
estert@torshavn.fo


Vøggustovan Rókin

Tel. 21 81 37


Barnagarðsstovan Urðin

Tel. 22 81 32


Barnagarðsstovan Víkin           

Tel. 21 81 36


Frítíðarskúlin Fløtan

Tel.  21 81 31

Afturlatingardagar og samanlagt virksemi

Afturlatingardagar og samanlagt virksemi í 2024

  • Allar vanligar halgidagar – Stongt
  • Páskafrítíð 28. mars - 1. apríl – Stongt
  • Flaggdagur 25. apríl – Stongt
  • Dýri biðidagur 26. apríl – Stongt
  • 2. hvítusunnudagur 20. mai – Stongt
  • Grundlógardagur 5. juni – Stongt frá kl. 12
  • Kristi himmalsferðardagur 9. juni – Stongt
  • Summarfrítíð vika 29, 30 og 31 – møguleiki fyri at melda til samanlagt virksemi
  • Ólavsøka 28.-29. juli – Stongt
  • Jólafrí 24. desember til 1. januar 2024 – Stongt
  • Stovnurin hevur tveir ráðleggingardagar um árið. Hesar báðar dagar er stovnurin stongdur. Tað er ymiskt, nær ráðleggingardagarnir eru, men foreldur fáa boð í seinasta lagi seks vikur frammanundan

Samanlagt virksemi merkir, at dagstovnarnir leggja virksemið saman, soleiðis at ein dagstovnur er opin í frítíðini. 


Freistir at biðja um pláss í samanlagda virkseminum

Summarfrítíð 2024: 16. mai 2024

Gev gætur, at heldur tú ikki freistina, kunnu vit ikki tryggja tínum barni pláss í samanlagda virkseminum.

Hevur tú tørv á plássi í samanlagda virkseminum, kanst tú kunna teg nærri og søkja á síðu okkara um samanlagt virksemi.

Samanlagt virksemi á dagstovni

Serligir dagar

Vit hava lagt okkum eftir at hava nakrar serligar dagar á stovninum. Hesir dagar eru:

  • Jólahald í desember
  • Føstulávint
  • Dagurin áðrenn páskafrítíðina, tá vit rulla páskaregg
  • Garðdagur saman við foreldrunum
  • Blómudagur saman við ommum og abbum
Vitja okkum

Tit eru altíð vælkomin at vitja okkum á dagstovninum á Velbastað. Ring til Ester Signyardóttir Thomassen á telefon 22 16 90 ella send ein teldupost til estert@torshavn.fo fyri at avtala eina vitjan.

Matur og drekka

Á stovni okkara hava vit eina matmentan Vit hava eina matmentan, ið leggur dent á góðan matsið, og vit royna at gera borðhaldið hugnaligt, prátingarsamt og gott, soleiðis at hýrurin er góður, tá vit sita til borðs.

Børnini skulu hava matpakka við hvønn dag. Afturvið matpakkanum bjóða vit børnunum mjólk og vatn at drekka. Eisini læra vit tey at vaska hendur áðrenn og aftan á vit eta.

Tit foreldur ráða yvir matpakkanum hjá barni tykkara, men vit mæla til, at matpakkin er føðslugóður. Stovnurin bjóðar heimagjørdan millummála, sum vit gera okkum ómak at matgera saman við børnunum. Vit bjóða eisini mjólk og aloftast eitt sindur av frukt fyrrapart.

Í framtíðini fara vit sum grønur stovnur at leggja okkum eftir, at maturin so vistfrøðiligur sum gjørligt.

Vit royna altíð at gera heilsugóðan mat á stovninum. Hetta kann til dømis vera heimabakað breyð, bollar, havragreytur og frukt.

Trygdarskeið

Stovnurin skipar regluliga fyri trygdarskeiðum fyri starvsfólk og leiðslu.

Foreldraráðið

Foreldraráðið arbeiðir fyri at styrkja trivnaðin og sambandið millum starvsfólk, heim, foreldur og børn á stovninum. Sum limur í foreldraráðnum kanst tú vera við til at tryggja, at stovnurin er eitt gott stað at vera. Tú fært bæði innlit í og ávirkan á gerandisdagin og námsfrøðiliga leist okkara á stovninum.

Limirnir í foreldraráðnum eru eisini hugskotsgevar og eru við til at kjakast um menningina og átøk á stovninum. Tú verður við til at skifta orð um og viðgerða virðini handan námsfrøðiliga leistin, sum í ávísan mun eru stýrandi fyri tey ítriv, børnini og tey vaksnu eru saman um á stovninum.

Her finnur tú okkum

Soleiðis húsast vit

Innandura hevur hvør stova tvey rúm, køk, egna inngongd og stór rúmlig vátrúm. Vøggustovan, barnagarðsstovurnar og frítíðarstovan eru innrættaðar til spæl og virksemi, ið hóskar til barnabólkarnar. Soleiðis gevur innandura umhvørvið børnunum ríkar møguleikar at menna forvitnið og at granska saman við hinum børnunum.

Umframt hetta hava vit ein træverkstað, har børnini kunnu skapa ymiskt úr ymsum áhugaverdum tilfari. Vit hava eisini eina stóra høll, sum er góð til rørslu, plásskrevjandi spæl, framførslur av ymiskum slag og aðrar spennandi felags verkætlanir.

Í garðinum hava vit hugnaliga smáttu við grúgvu, haga við stórum steinum, eina hóskandi á til børnini at spæla í og bálpláss. Her er graslíkisvøllur til ymisk bólt- og felagsspøl og slætt øki til súkklur og mánabilar. Í garðinum er eisini skreiðibreyt, reiggjur, ymiskar uttanduraleikur, høsnarhús, veltur, bátar og mangt annað, ið hoyrir einum garði til.

Okkara garður gevur børnunum ríkar møguleikar at sansa, granska og at nýta og kenna kroppin á ymiskan hátt. Børnini kunnu klúgva, reiggja, súkkla, ganga á ójøvnum lendi og spæla við vatn, sand, mold, vøkstur og smákykt.

Á henda hátt leggur umhvørvið í okkara garði upp til, at børnini hava møguleika at granska kykt, djór og teirra ringrásir, at merkja kroppin í ymisku skiftandi árstíðunum og at taka atlit til náttúruna. Her hava børnini góðar umstøður at spæla við sínar vinir.

Námsfrøðiligur leistur
Soleiðis arbeiða vit

Námsfrøði okkara tekur støði í áhugamálunum og tonkunum hjá barninum. Tað merkir, at vit arbeiða saman við børnunum í einari samstarvandi tilgongd. Hjá okkum fáa børnini møguleika at mennast í einum fólkaræði, har tey hava ávirkan á egið lív og kunnu vera við til at mynda virksemið í egnum gerandisdegi. Vit stremba eftir, at børnini fáa eina fatan av, at vit taka tey í álvara, og at tey kunnu uppliva seg sum luttakarar í egnum gerandisdegi og sostatt eisini uppliva seg sum nakað bæði fyri seg sjálvi og onnur.

Vit fagna felagsskapinum og vinaløgunum. Vit taka øll ábyrgd og vísa, at vit eru góð við hvønn annan. Vit sýna blíðskap, eru til reiðar at hjálpa, og vit hava ein góðan samverutóna.

Í okkara námsfrøðiliga arbeiði leggja vit dent á, at børnini fáa møguleika at fáa frið og hugsavna seg. Vit stremba eftir at arbeiða við eini barnamentan, har spælið hjá børnunum er teirra menningarmiðdepil. Tí eggja vit børnunum til spæl, meðan vit vaksnu skipa okkum í mun til, hvar børnini eru, og hvørjum, tey hava tørv á.

Fyri at útinna hetta í verki hava allir námsfrøðingar á dagstovninum fyrireikingartíð, har teir fara burtur frá sínum arbeiði í 1,5 tíma um vikuna. Harafturat hava vit námsfrøðingafundir eina ferð um vikuna og stovufundir aðru hvørja viku.

Grønur stovnur

Seinastu árini hava vit á Dagstovninum á Velbastað arbeitt miðvíst fyri at gerast ein grønur stovnur. Vit eru tilvitað um at skilja burturkast, hava eina sankutøðskipan og gera nógv burturúr at endurnýta og minka um okkara plastnýtslu. Harafturat hava vit hønur.

Hvørt ár velja vit eitt ella fleiri nýggj grøn øki at leggja dent á.

Starvslesandi

Hvørt ár hava vit fleiri lesandi á stovninum. Hesi koma bæði frá Fróðskaparsetri Føroya og úti úr heimi. Vit taka við gleði og stoltleika ímóti lesandi, tí okkum dámar at taka við nýggjari læru og avbjóðingum. Hetta gevur okkum eisini møguleika fyri at halda okkum til alt tað, ið rørir seg á námsfrøðiliga økinum og á henda hátt menna okkara fakliga kunnleika. Fakligur kunnleiki skal menna okkum, soleiðis at vit kunna seta okkum visjónir og skapa dygdargóðar karmar til tykkara børn.

Innkoyring

Tað er ein stór broyting, tá barn tykkara byrjar á dagstovni. Tí er umráðandi, at innkoyringin verður so rólig, sum til ber, og at bæði barnið og tit kenna tykkum trygg við nýggju støðuna.

Foreldur eru við, tá barnið byrjar á dagstovninum. Hetta gevur foreldrunum møguleika at síggja, hvussu gerandisdagurin hjá barninum fer at síggja út frameftir.

Vit leggja dent á, at fyrsta tíðin skal vera rólig og merkt av nærveru. Soleiðis arbeiða vit fyri, at tykkara barn fær eina friðarliga byrjan og kann skapa sær yvirlit fyrstu tíðina.

Fortreytin fyri, at barnið fær ein góðan gerandisdag, er, at vit frá byrjan koma at kenna hvønn annan ordiliga væl. Tí seta vit starvsfólk av til innkoyring av barninum. Foreldrini avtala innkoyringina í samráð við starvsfólkini á stovuni.

Starvsfólkini koma við sínum drúgvu royndum á økinum at leggja tíðina við innkoyringini til rættis. Summi børn hava tørv á longri innkoyring, meðan onnur eru meira klár at trína inn í nýggju tilveruna.

Vit vilja, at tit foreldur eru tøk vikuna aftaná innkoyringina, og at tykkara barn hevur stuttar dagar, soleiðis at tað fær eina so góða byrjan sum gjørligt. Vit viðmæla, at barnið er á stovni frá kl. 9-14 fyrstu tíðina aftaná innkoyringina.

Foreldrasamstarv

Tað eru altíð foreldrini, sum eiga ábyrgdina av egnum barni. Tí skulu starvsfólkini hava eitt tætt samstarv við foreldur og kunna tey um, hvørji endamál vit hava, og hvørjar tankar okkara námsfrøðiliga arbeiði er grundað á. Foreldur skulu altíð sleppa at vera spyrjandi og undrast.

Endamálið við samstarvinum millum foreldur og okkum skal vera, at vit læra meira um menningina hjá barninum. Vit mugu ongantíð taka ábyrgdina frá foreldrunum, men skulu mennast saman við barninum sum miðdepil. Foreldraábyrgdin eigur at vera ein sterkur og berandi liður í okkara samfelag.

Hvørji eru vit?

Vit eru ein blandaður hópur av góðum starvsfólki á stovninum. Summi okkara hava nógv ár á baki, onnur eru júst komin til rættis. Summi hava drúgvar námsfrøðiligar royndir, meðan onnur eru lesandi ella í starvslæru.

Felags fyri okkum øll er kortini, at okkum dámar okkara arbeiði, og at vit gleða okkum til at taka ímóti tykkara børnum.

Hjá okkum starvast fýra námsfrøðingar, átta hjálparfólk og tríggir avloysarar.

ForeldraGluggin
Hvat er ForeldraGluggin?

ForeldraGluggin er ein felags samskiftispallur hjá dagstovnum og frítíðarskúlum í kommununi. Talan er um eina ókeypis app til snildfon, sum foreldur og dagstovnar brúka, tá tey samskifta sínámillum.

Hví brúka vit ForeldraGluggan?

So hvørt sum Føroyar vórðu raktar av Covid-19 farsóttini í 2020, gjørdist tað kommununi greitt, at okkum tørvaði ein skjótan, tryggan og felags samskiftisfarveg fyri alt dagstovnaøkið. Boðini og tilmælini til foreldur vóru mong, og tey broyttust ofta. Talan var eisini mangan um bráðfeingisboð, ið vóru umráðandi at fáa skjótt út til øll foreldur.

Harafturat kom nýggja dátuverndarlógin í gildi í januar 2021, og sambært henni eiga vit øll at tryggja okkum, at persónsupplýsingar og myndir verða handfarnar á so tryggan hátt sum gjørligt.


Tín persónligi gluggi

ForeldraGluggin er tó ikki bara tikin í nýtslu fyri at geva stovnum ein felags farveg til bráðfeingisboð og tilmæli. ForeldraGluggin er eisini partur av talgildingarætlanini hjá kommununi, ið millum annað hevur til endamáls at hækka kommunala tænastustøðið. Ítøkiliga er appin ein lættur snarvegur hjá tær, sum ynskir at fáa skjótt og ómakaleyst innlit í gerandisdagin hjá tínum barni.

Tað er ein kend avbjóðing millum foreldur, at tað kann vera trupult at fáa rættiligt innlit í tann stóra partin av gerandisdegnum, børnini eru á stovni. Børnini eru ikki altíð før fyri sjálvi at velja úr rúgvuni av upplivingum, og foreldur hava viðhvørt knappa tíð at tosa og hyggja at myndum, tá tey koma eftir børnunum á stovninum.

Higartil hava dagstovnar brúkt boðtalvur, facebookbólkar og teldur við myndum til at kunna foreldur um dagliga virksemið. Stovnarnir hava sjálvandi eisini tosað beinleiðis við foreldrini. ForeldraGluggin kemur ikki í staðin fyri munnliga samskiftið, men letur upp fyri fleiri miðvísum samskiftismøguleikum, soleiðis at tú sum foreldur hevur lætta atgongd til mangt av tí í gerandisdegnum, sum tú og barnið kunnu hava gagn av at tosa um.

Er ForeldraGluggin tryggur?

ForeldraGluggin er tryggari loysn í fleiri mátar:

  • bara foreldur, sum hava foreldramyndugleikan, og í summum førum fosturforeldur, kunnu í løtuni fáa atgongd til dáturnar í skipanini. Næsta verkætlanarstig fer at umfata foreldur, sum ikki hava felags foreldramyndugleika, og sonevnd bonusforeldur

  • tvey-faktor-góðkenning krevst fyri at rita inn í skipanina fyrstu ferð. Tað vil siga, at tú brúkar títt egna loyniorð og brúkaranavn og fært eina einnýtiskotu sendandi við SMS, ið verður brúkt fyri at tryggja, at tínar upplýsingar samsvara

  • myndir av tínum børnum verða goymdar í appini, ið verður rikin á vardum servara hjá Tórshavnar kommunu. Tað merkir millum annað, at tá starvsfólk taka myndir av tínum barni, so verður myndin ikki goymd á snildfonini sjálvari, men á varda kommunala servaranum

  • stovnar og foreldur sleppa undan at hava myndir liggjandi á Facebook og heimasíðum, sum kommunan ikki fær vart, og sum fólk av óvart kunnu fáa atgongd til

  • fyllir tú kartotekskortið hjá tínum barni rætt út, syrgir skipanin fyri, at myndir verða deildar í tann mun, tú hevur givið loyvi til tað
Hvat kann ForeldraGluggin brúkast til?

ForeldraGluggin er ein app, sum verður brúkt til samskifti. Tað kann til dømis vera at senda innkallingar til foreldraviðtalur, kunna um ráðleggingardagar, deila myndir av børnunum og vísa brellbitar frá degnum á stovninum:

  • foreldur kunnu fylgja við í gerandisdegnum hjá barninum
  • foreldur kunnu skráseta frí og frítíð hjá barninum
  • foreldur og stovnur kunnu samskifta talgilt
  • stovnurin kann skjótt og lætt kalla inn til foreldraviðtalur og tiltøk
  • foreldur fáa atgongd til myndir og filmsbrot av barninum
  • foreldur kunnu gera spæliavtalur vegna børnini
Hvussu stovni eg meg sum brúkara?

Soleiðis gert tú, um tú longu hevur skrásett fartelefon og teldupost í plássskipanini

Hevur tú skrásett títt fartelefonnummar og tín teldupostbústað í plássskipanini frammanundan, kann stovnsleiðarin senda tær ein teldupost við einum leinki, tá ið barnið byrjar á stovninum.

Í teldupostinum stendur:

»Góði brúkari av ForeldraGlugganum. Fyri at rita inn á ForeldraGluggan, skalt tú stovna brúkaranavn og loyniorð. Trýst á leinkið og vel brúkaranavn og loyniorð«

Tá ið tú trýstir á leinkið í teldupostinum og ritar inn, sært tú eina QR-kotu, sum tú skannar við snildfonini. So verður appin tikin niður á tína telefon.

Tá tú hevur gjørt hetta, kanst tú fara til stig 4 í vegleiðingini niðanfyri.

Fært tú ikki ein teldupost sendandi, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara. Tað gert tú við at fylgja stig 1-3 í vegleiðingini niðanfyri.

Soleiðis gert tú, um tú ikki hevur skrásett fartelefon og teldupost í plássskipanini, ella um tú ikki fært teldupost frá stovninum

1. Stovna teg sum brúkara

Fært tú ikki ein teldupost sendandi við einari QR-kotu, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara fyri at brúka ForeldraGluggan. Tað gert tú í plássskipanini. Tað tekur áleið ein minutt at stovna seg sum brúkara í plássskipanini.

Tú ritar inn í plássskipanina við tínum Samleika. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum.

RITA INN Í plássskipanina

Tá tú hevur ritað inn í plássskipanina, skalt tú trýsta á spjaldrið við tínum navni. Hevur tú foreldramyndugleikan, eigur tú tá at síggja teigin »Stovna ForeldraGluggan«:

Her skalt tú:

  • velja tær eitt brúkaranavn
  • velja tær eitt loyniorð
  • upplýsa títt fartelefonnummar, ið verður brúkt, tá tú tekur appina í nýtslu fyrstu ferð


Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

2. Tak appina niður á snildfonina

Far inn á App Store (um tú hevur iPhone) ella GooglePlay (um tú hevur Android) og leita eftir »ForeldraGluggin«. Tak síðan appina niður.

3. Skriva brúkaranavn og loyniorð

Tá ið tú hevur tikið appina niður, trýstir tú á appina fyri at lata hana upp. Nú verður tú biðin um at skriva brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í plássskipanini.

Tá ið tú hevur tøppað brúkaranavnið og loyniorðið inn, fært tú eini SMS-boð sendandi við einum trygdartali, sum tú skalt tøppa inn. SMS-boðini við trygdartali verða bara send fyrstu ferð, tú ritar inn - aftaná hetta tørvar tær bara at nýta brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í plássskipanini.

4. Vel títt barn í appini og fyll kartotekskortið út

Hevur tú fleiri børn á stovni, sært tú byrjanarstavirnar hjá hvørjum barni í appini. Tú kemur inn á einstaka barnið við at trýsta á runda ikonið við byrjanarstavunum í.

Nú trýstir tú niðast høgrumegin á ikonið »Meira«.


Síðan trýstir tú á »kartotekskort« næstniðast í valmyndini.


Her svarar tú spurningum um títt barn og velur, hvørji loyvi tú vilt lata. Gev gætur, at hesar upplýsingarnar eru neyðugar fyri at skipanin riggar og handfer upplýsingarnar rætt.

Á kartotekskortinum kanst tú velja, um tú vilt lata stovninum ymiskar fulltrúir ella ikki. Tað eru fulltrúir til:

  • at barnið sleppur at fara við á útferð
  • at barnið sleppur at svimja undir námsfrøðiligum eftirliti
  • at barnið kann koyrast í privatbili, lógliga íbundið trygdarbelti
  • at barnið kann avheintast av øðrum sambært munnligari avtalu

Somuleiðis kanst tú geva fulltrúir til myndir og filmar alt eftir, hvat tú ynskir. Tú kanst velja, um:

  • øll foreldur at børnum á stovuni hjá barninum skulu kunna síggja myndir og filmar av tínum barni
  • øll foreldur at børnum á stovninum hjá barninum skulu kunnu síggja myndir og filmar av tínum barni
  • myndir og filmar av barninum skulu kunna vísast á almennu heimasíðuni hjá stovninum

Aðrar upplýsingar skulu eisini gevast, um serlig viðurskifti og atlit skulu takast til sjúkur, kost, lívsneyðugan heilivág og ovurviðkvæmi.

Somuleiðis verður tú spurd eftir:

  • kunning um tryggingar
  • kunning um barnið
  • kunning um familjuna
Soleiðis fært tú appina á føroyskum

Tú kanst velja at brúka appina á føroyskum. Ynskir tú tað, skalt tú fara til »generelt« í stillingunum á sjálvari telefonini, velja »Sprog og område« og velja »føroyskt« sum mál:

Tú mást ansa eftir, at føroyskt eisini stendur ovast undir »foretrukken sprogrækkefølge« í yvirskipaðu stillingunum.

Soleiðis boðar tú frá frí og frítíð

Fyri at kunna leggja arbeiðið til rættis á stovnunum, ynskja vit, at tú boðar frá, nær barnið heldur frí. Hesum boðar tú frá í ForeldraGlugganum.

Soleiðis boðar tú frá:

1. Lat ForeldraGluggan upp og rita inn

2. Trýst á »meira« niðast í høgra horni


3. Trýst á »Frí og frítíð«


4. Syrg fyri at swipe-knøtturin ovast er grønur


5. Vel fyrsta og seinasta frídag í álmanakkanum og trýst á flugubeinið ovast í høgra horni:

Nú hevur tú skrásett frítíðina. Hevur tú eina viðmerking til tína fráboðan, kanst tú skriva hana í niðasta teigin. Minst til at trýsta á bláa flugubeinið, tá tú ert liðug.

Hvar samskifta vit um hvat?

UPPSLØG

Í uppsløgunum finnur tú kunning um gerandisdagin á stovninum. Tað kunnu vera lýsingar av námsfrøðiliga gerandisdegnum, tiltøk ella ítriv, sum fara fram í nærmastu framtíð ella áheitanir um at hava regnklæðir við og tílíkt. Tað ber ikki til at gera viðmerkingar til uppsløg.


BOÐ

Undir »Boð« sært tú samskiftið við ein ella fleiri úrvaldar móttakarar. Her hevur tú møguleika fyri at svara boðunum. Tað kann til dømis vera eini boð, har starvsfólkini ynskja at avtala eina foreldraviðtalu, ella tað kann vera eini boð við einum stuttum spurningi.

Tá tú sendir eini boð til starvsfólkini á dagstovninum, verða boðini send til felags postkassan hjá stovninum. Øll viðkomandi starvsfólk eru knýtt at hesum postkassanum, og tey kunnu sostatt svara tínum boðum.

Tað ber ikki til at senda boð til onnur foreldur á stovninum.


ÁLMANAKKI

Í álmanakkanum sært tú tiltøkini á stovninum, til dømis foreldrafundir, jólahald, páskahald og tílíkt. Her sært tú eisini, um tú ert boðin til foreldraviðtalu.


MYNDASAVN

Í myndaskjáttuni sært tú allar tær mappur og myndir, sum eru deild við teg. Í mappuni »Myndir av tær og tínum børnum« verða allar myndir og øll filmsbrot savnað, sum hava títt barn frámerkt á teimum.

Eg síggi ikki mítt barn í appini

Títt barn verður stovnað sjálvvirkandi í ForeldraGlugganum við upplýsingum úr fólkayvirlitinum. Sostatt eru tað bara foreldur við foreldramyndugleika, sum síggja upplýsingar um barnið. Næsta verkætlanarstig fer at gera tað møguligt at geva foreldrum uttan foreldramyndugleika atgongd til skipanina.

Sært tú ikki barnið í ForeldraGlugganum, kanst tú:

  • spyrja stovnin, um barnið er skrásett í einari stovu á stovninum. Tá ið dagstovnurin hevur skrásett barnið í einari stovu, verður barnið sjónligt í appini, og tú kanst fylla kartotekskortið og tínar sambandsupplýsingar út

Sært tú ikki barnið, hóast barnið er skrásett á einari stovu, kanst tú:

  • kanna um foreldramyndugleikin er rætt skrásettur í fólkayvirlitinum. Hetta gert tú við at ringja til fólkayvirlitið á tel. 30 20 10.
Hevur tú aðrar spurningar um ForeldraGluggan?

Hevur tú fleiri spurningar um, hvussu tú skrásetir ella brúkar ForeldraGluggan, so finnur tú ofta settar spurningar og svar á síðu okkara um ForeldraGluggan. Har kanst tú eisini kunna teg um brúkaratreytirnar.

ForeldraGluggin (tema)

Dagligt samskifti
Boðtalva

Afturat ForeldraGlugganum hava vit talvur hangandi í gongini. Her geva vit tykkum kunning og boð um gerandisdagin hjá tykkara barni. Vit vænta, at tit foreldur geva tykkum stundir til at steðga á og lesa hesa kunning.

Eftirlit og dygd
Námsfrøðilig dygd

Ein dygdarmennari frá Barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu kemur við jøvnum millumbilum út á dagstovnarnar í kommununi at eygleiða námsfrøðiliga innihaldið og umstøðurnar, sum námsfrøðiliga arbeiði fer fram í.

Dygdarmennarin samskiftir síðan við dagstovnaleiðaran og starvsfólkini um sínar eygleiðingar, og funnið verður fram til ítøkiligar menningarmøguleikar.

Talan er um skipaðar eygleiðingar (KIDS), sum skulu vera við til at tryggja, at vit framhaldandi arbeiða við námsfrøðiligu dygdini á hvørjum einstøkum dagstovni. KIDS er eitt viðurkent og granskingargrundað amboð til eftirmeting og menning av námsfrøðiligu dygdini á dagstovnum.

Eygleiðingarnar eru innanhýsis arbeiðsamboð til einstaka stovnin at brúka í sínum menningararbeiði.

Eftirlit við spæliplássi

Triðja hvørt ár skipar kommunan fyri eftirliti av trygdarviðurskiftunum á øllum dagstovnaspæliplássum í Tórshavnar kommunu.

Í løtuni er tað Nordisk Legepladsinstitut, sum hevur kanningararbeiðið um hendi. Tórshavnar kommuna fær eina útgreinaða støðulýsing av hvørjum spæliplássi og ger neyðugu umvælingarnar ella tiltøkini, sum støðulýsingin mælir til.

Kommunalu húsavørðarnir hava dagliga eftirlitið við spæliplássunum.

Lyklatøl
Pláss á stovninum

Dagstovnurin á Velbastað hevur pláss fyri 12 vøggustovubørnum og 36 barnagarðsbørnum.

Gjald og uppskriving til stovnspláss
Skriva títt barn upp til dagstovnapláss

Vilt tú skriva títt barn upp til ein dagstovn, kanst tú avgreiða uppskrivingina frá hesari síðuni:

Skriva upp til dagstovnapláss

Upptøkureglur

Her kanst tú kunna teg um galdandi reglurnar fyri upptøku av børnum til dagstovnarnar í Tórshavnar kommunu:

Upptøkureglur

Dagstovnagjøld

Brúkaragjøldini fyri dagstovnapláss sært tú her:

Dagstovnagjøld

Frípláss

Foreldur við inntøkum undir ávísum marki kunnu søkja kommununa um eitt ískoyti til at fíggja dagstovnaplássið. Ískoytið verður rópt fyri fíggjarligt frípláss. Les meira um møguleikarnar og treytirnar á síðu okkara um frípláss.

Søk um frípláss

Uppsøgn

Ynskir tú at siga stovnsplássið frá tær ella biðja um farloyvi frá stovninum, er uppsagnartíðin tveir mánaðir. Tú kanst lesa meira her:

Sig upp stovnspláss