Yvirtøka av privatum vegi
Eigur tú privatan veg í Tórshavnar kommunu, kanst tú søkja um, at kommunan skal yvirtaka vegin og harvið umsitingina av vegnum.
Søk um yvirtøku av privatum vegi
Hevur tú Samleikan, søkir tú á Vanganum. Tá tú hevur søkt fært tú eina kvittan í MínBoks. Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tá tú søkir umvegis Vangan kanst tú kunna teg um journalnummar og støðuna á málinum á veitarasíðuni.
Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsóknarblaðið, sum tú finnur niðanfyri, og senda tað til torshavn@torshavn.fo ella lata tað inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um yvirtøku av privatum vegi« í evnisteigin.
Fleiri vegir í Tórshavnar kommunu eru privatir. Grundeigarar, ið eiga privatan veg ella partar av vegi, hava skyldu til at halda vegin reinan sambært politiviðtøkuni fyri Tórshavnar kommunu, grein 46, stykki 5.
Fyri at kommunan kann yvirtaka ein privatan veg, skulu allar installatiónir vera í góðkendum standi. Vegurin skal til dømis vera asfalteraður, kloakkin skal vera í ordan, burturbeiningin av yvirflatuvatni skal rigga og skaðar skulu ikki vera á streyminnleggingum og øðrum á vegnum.