Veg- og grevstrararbeiði í gerð
Í kommununi gera vit framhaldandi veg- og grevstrararbeiði. Á hesari síðuni kanst tú kunna teg um, hvørji verklagsarbeiði eru í gongd, og hvørji fara í gongd í næstum. Her sært tú eisini ferðsluavmarkingar í sambandi við til dømis tiltøk og hátíðarhald.
Finn vegarbeiði á korti
Á kortinum niðanfyri sært tú øll graviloyvini, sum eru latin í løtuni. Graviloyvini, ið eru frámerkt við reyðum, eru loyvi, har arbeiðið er farið í gongd. Eitt gult graviloyvi merkir hinvegin, at arbeiðið ikki er byrjað. Trýstir tú á einstaka graviloyvið, fært tú nærri upplýsingar um arbeiðið á staðnum. Á kortinum ber eisini til at tendra fyri lag og síggja, hvørji graviloyvi eru givin seinasta árið frá í dag at rokna.
Niels Finsens gøta er stongd frá Steinatúni til Kongagøtu mikumorgunin 3. juli klokkan 6 til klokkan 8 í sambandi við eitt arbeiði.
Mánadagin 24. juni 2024 byrjaði fjarhitagrevstur tvørturum vegin beint við rundkoyringina á Frælsinum. Arbeiðið hevur við sær, at eingin gjøgnumkoyring verður úr og til Jóanesar Paturssonar gøtu tvørturum rundkoyringina á Frælsinum. Hetta er galdandi frá mánadegnum 24. juni til hósdagin 4. juli klokkan 8.
Í sambandi við at vegur verður gjørdur til munnan á Húsareynstunlinum, er neyðugt at grava ríðibreytina av. Arbeiðið byrjar 27. februar 2024. Tá ið arbeiðið er liðugt, verður ríðibreytin afturgjørd. Reetableringin er væntandi liðug 20. juli 2024.
Fólk, ið ynskja at ganga ella renna á rossagøtuni, kunnu koyra út í Havnardal ella longur niðan á Oyggjarvegin fyri at sleppa framat Rossagøtuni.
Hósdagin 9. februar 2023 byrjaði kommunan at gera ferðsluteljingar á parkeringsplássinum við Tórsgøtu.
Ferðsluteljingarnar verða gjørdar við rørslusensitivum upptøkutólum. Talan er ikki um myndatøku, men um hagtalsteljing, har myndin verður strikað aftaná 0,2-0,4 sekund, tá upptøkan er vorðin til dulnevnd hagtøl.
Upptøkurnar verða bara gjørdar í sambandi við rørslu. Vit skelta eisini á staðnum, soleiðis at tað sæst, at vit gera hagtalsteljingar.
Dátueftirlitið er kunnað um mannagongdina.
Frá hósdegnum 5. januar 2023 ger kommunan ferðsluteljingar við vegamótið Hvítanesvegur/Eystari Ringvegur. Vit halda eisini fram við ferðsluteljingunum við rundkoyringina á Hálsi.
Ferðsluteljingarnar verða gjørdar við rørslusensitivum upptøkutólum. Talan er ikki um myndatøku, men um hagtalsteljing, har myndin verður strikað aftaná 0,2-0,4 sekund, tá upptøkan er vorðin til dulnevnd hagtøl.
Upptøkurnar verða bara gjørdar í sambandi við rørslu. Vit skelta eisini á staðnum, soleiðis at tað sæst, at vit gera hagtalsteljingar.
Dátueftirlitið er kunnað um mannagongdina.