Veg- og grevstrararbeiði í gerð

Í kommununi gera vit framhaldandi veg- og grevstrararbeiði. Á hesari síðuni kanst tú kunna teg um, hvørji verklagsarbeiði eru í gongd, og hvørji fara í gongd í næstum. Her sært tú eisini ferðsluavmarkingar í sambandi við til dømis tiltøk og hátíðarhald.

Dagført 20. januar 2025

Finn vegarbeiði á korti

Á kortinum niðanfyri sært tú øll grevstrarloyvi, sum eru latin í løtuni. Loyvi frámerkt við reyðum eru loyvi, har arbeiðið er farið í gongd. Eitt gult loyvi merkir hinvegin, at arbeiðið ikki er byrjað. Trýstir tú á einstaka grevstrarloyvið, fært tú nærri upplýsingar um arbeiðið á staðnum. Á kortinum ber eisini til at tendra fyri ymiskum løgum og síggja, hvørji loyvi eru givin farna árið.

 

Vís kort í fullari stødd



Yvirlit yvir veg- og grevstrararbeiði í gerð
21. januar 2025 og 22. januar 2025: Mylnugøta og Húsabrúgv stongd í sambandi við klipping av trøum

Mylnugøta og ein partur av Húsabrúgv eru stongd týsdagin 21. januar og mikudagin 22. januar klokkan 9-11 í sambandi við, at trø skulu klippast.

Frá 18. juli 2024: Ferðsluteljingar við upptøkutólum á parkeringsplássunum á Svínaryggi og Skálatrøð

 Frá hósdegnum 18. juli 2024 fer kommunan at gera ferðsluteljingar á parkeringsplássunum á Skálatrøð og á Svínaryggi. Hetta er ikki tíðaravmarkað.

Ferðsluteljingarnar verða gjørdar við rørslusensitivum upptøkutólum. Talan er ikki um myndatøku, men um hagtalsteljingar, har myndirnar verða strikaðar aftaná 0,2-0,4 sekund, tá upptøkan er vorðin til dulnevnd hagtøl.

Upptøkurnar verða bara gjørdar í sambandi við rørslu. Kommunan skeltar eisini á staðnum, soleiðis at tað sæst, at kommunan ger hagtalsteljingar.

Frá 9. februar 2023: Ferðsluteljingar í Tórsgøtu

Hósdagin 9. februar 2023 byrjaði kommunan at gera ferðsluteljingar á parkeringsplássinum við Tórsgøtu.

Ferðsluteljingarnar verða gjørdar við rørslusensitivum upptøkutólum. Talan er ikki um myndatøku, men um hagtalsteljing, har myndin verður strikað aftaná 0,2-0,4 sekund, tá upptøkan er vorðin til dulnevnd hagtøl.

Upptøkurnar verða bara gjørdar í sambandi við rørslu. Vit skelta eisini á staðnum, soleiðis at tað sæst, at vit gera hagtalsteljingar.

Dátueftirlitið er kunnað um mannagongdina.

Frá 5. januar 2023: Ferðsluteljingar við upptøkutólum við vegamótið Hvítanesvegur/Eystari Ringvegur

Frá hósdegnum 5. januar 2023 ger kommunan ferðsluteljingar við vegamótið Hvítanesvegur/Eystari Ringvegur. Vit halda eisini fram við ferðsluteljingunum við rundkoyringina á Hálsi.

Ferðsluteljingarnar verða gjørdar við rørslusensitivum upptøkutólum. Talan er ikki um myndatøku, men um hagtalsteljing, har myndin verður strikað aftaná 0,2-0,4 sekund, tá upptøkan er vorðin til dulnevnd hagtøl.

Upptøkurnar verða bara gjørdar í sambandi við rørslu. Vit skelta eisini á staðnum, soleiðis at tað sæst, at vit gera hagtalsteljingar.

Dátueftirlitið er kunnað um mannagongdina.

Tekniska deild
Tekniska deild

Niels Finsens gøta 17, 3. hædd
100 Tórshavn

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15