Loyvi til at nýta kommunalt vegaøki
Tú skalt søkja um loyvi í góðari tíð, ætlar tú tær at skipa fyri almennum tiltaki ella vilt byggja og hevur fyri neyðini at nýta gongubreytina ella kommunalt vegaøki til at seta bingjur, byggitilfar ella annað á. Vegaøki fevnir um vegjaðara, gongubreyt, súkklubreyt, torg og koyribreyt.
Søk um grevstrarloyvi
Søk um loyvi til at nýta veg ella torg
Søk um loyvi til tiltak á kommunalum øki
Skalt tú skipa fyri tiltaki, til dømis súkklukapping, rennikapping, loppumarknaði ella gøtukonsert, skal tú søkja um loyvi til at ráða yvir vegnum. Endaligt loyvi til tiltakið veitir løgreglan sambært politiviðtøkuni.
Vit loyva vanliga almennum og privatum tiltøkum, sum hava almennan áhuga og sum eru opin fyri øll. Hinvegin veita vit ikki loyvi til privatar veitslur og tiltøk, til dømis brúdleyp, virkisveitslur og tílíkt.
Tú skalt søkja um loyvi frá kommununi til at nýta kommunal øki til tiltøk.
Tú kanst fylla umsóknina niðanfyri út og senda hana til torshavn@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni, á Vaglinum 11, í Tórshavn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um loyvi til tiltak« í evnisteigin.
Ynskir tú at læna øki í kommununi, sum Tórshavnar kommuna ikki eigur, skalt tú venda tær til løgregluna um loyvi til tiltakið og seta teg í samband við avvarðandi eigara fyri at fáa loyvi at nýta økið.
Hevur tú fyri neyðini at grava í almennan veg ella gøtu, skalt tú søkja um loyvi frá kommununi, áðrenn tú byrjar at grava. Hetta er galdandi fyri privatar felagsvegir, gøtur, almennar vegir, vegjaðarar og gongubreytir.
Umsóknin um grevstrarloyvi skal í minsta lagi innihalda:
- Sambandsupplýsingar hjá byggiharra
- Sambandsupplýsingar hjá verktakara/byggifelag
- Skeltingarætlan
- Staðseting av grevstrinum
- Plantekning við marking av økinum, tú fert at grava í
Tú kanst fylla umsóknina niðanfyri út og senda hana til torshavn@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni, á Vaglinum 11, í Tórshavn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja "Umsókn um grevstrarloyvi" í evnisteigin.
Um tú hevur tørv á almennum vegaøki til at seta bingju, hjólskúr, byggipall ella tílíkt upp, skalt tú hava loyvi frá Tórshavnar kommunu.
Hevur tú tørv á einari bingju til burturkast ella tílíkt, skalt tú vanliga seta teg í samband við lastbilaførara. Tú skalt kortini altíð seta teg í samband við kommununa, sum er vegamyndugleiki, og við løgregluna, sum er ferðslumyndugleiki. Minst til at spyrja kommununa og løgregluna í góðari tíð.
Við atliti at ferðslutrygdini eigur tú at seta bingjuna á egna ogn.
Á ferðsluvegi geva vit bara í heilt serligum førum loyvi til at seta upp bingjur, hjólvognar, byggipallar og tílíkt. Á stóru ferðsluvegunum geva vit ikki loyvi.
Tú skalt søkja um loyvi til frásetan av bingjum og tílíkum.
Tú kanst fylla umsóknina niðanfyri út og senda hana til torshavn@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni, á Vaglinum 11, í Tórshavn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja "Umsókn um frásetan av bingju og uppseting av byggipalli v.m." í evnisteigin.
Ynskir tú eina nýggja atkomu til tíni hús, ella ynskir tú at broyta verandi atkomu, skulu vit góðkenna tína ætlan.
Hetta er galdandi uttan mun til, um tú býrt á almennum vegi ella privatum felagsvegi.
Tú kanst søkja um loyvi í samband við byggimál, ella tú kanst senda eina umsókn til Byggideildina í Tórshavnar kommunu.
Minst til at viðfesta tekning, sum lýsir staðseting og skap á atkomuni. Send umsóknina umvegis teldupost til torshavn@torshavn.fo. Minst til at skriva "Umsókn um atkomu" í evnisteigin.
Ætlar tú tær at seta pall ella tjald upp á kommunalum øki, skalt tú altíð boða kommununi frá frammanundan. Í summum førum tørvar tær bæði søluloyvi og byggiloyvi.
Er talan um smærri pallar ella tjøld, til dømis tombola- ella skjótitjøld, tørvar tær í summum førum ikki byggiloyvi, men størri pallar og tjøld mugu lúka ávís krøv fyri at vera trygg.
Í hvørjum einstøkum føri ger Byggideildin eina meting um, hvørt byggiloyvi krevst. Krevst byggiloyvi, merkir tað, at Byggideildin skal kanna, um innrættingin er forsvarlig við fyriliti fyri fólkatrygdini, áðrenn tjaldið ella pallurin verða tikin í nýtslu.
Skriva eina stutta lýsing av tínari ætlan og send hana til torshavn@torshavn.fo. Minst til at viðmerkja "Loyvi til pall ella tjald" í evnisteigin.
Vilt tú borðreiða úti, skalt tú søkja um loyvi. Loyvið skal endurnýggjast hvørt ár. Kunna teg nærri niðanfyri.
Ætlar tú tær at hava sølubás ella tiltak á ólavsøku, kanst tú kunna teg nærri niðanfyri.
Niðanfyri finnur tú reglugerðina fyri hissini sølu av matvørum.
Vilt tú seta plakatir upp í vegjaðaranum ella á bussskýli, skalt tú søkja um loyvi frá kommununi frammanundan.
Tú hevur møguleika at seta bannarar upp á ávísar lyktapelar og tvørtur um ávísar gøtur í kommununi. Ynskir tú at heingja bannarar upp, skalt tú søkja um loyvi frá kommununi frammanundan.
Søk um loyvi til uppseting av bannara
Tórshavnar Sløkkilið setur bannararnar upp. Kommunan krevur eitt gjald fyri hesa tænastuna.
Skalt tú seta byggitilfar frá tær, skalt í mest møguligan mun seta tað á egið øki. Er neyðugt at avskipa tilfarið á kommunalari gongubreyt ella koyribreyt, skalt tú søkja um loyvi frá kommununi frammanundan. Tú skalt altíð flyta tilfarið skjótast gjørligt.
Sambært ferðslulógini má eingin lutur leggjast ella setast á vegin, sum kann vera ferðsluni til bága. Tú kanst lesa nærri um hvat og hvussu, tú skalt gera í grein 28 í Ferðslulógini.